hósdagur 10. juli 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 128 - 10. juli 2003
15
Norska konsulátið aftur hjá Advokatfelagnum
Týsdagin tók Petur
Even Djurhuus, ad-
vokatur, við sum
norskur konsul í
Føroyum. Fram til
1995 røktu advokatar
hjá Advokatfelagnum
starvið, sum Finn
Christiansen hevur
røkt seinastu átta
árini
KONSUL
Eirikur Lindenskov
Seinnapartin týsdagin til-
nevndi Dagfinn Stenseth,
norskur sendiharri í Dan-
mark, Petur Even Djur-
huus, sakførara í Havn til
nýggjan norskan general-
konsul í Føroyum.
Petur Even Djurhuus
loysti av Finn Christiansen
á Argjum, sum hevur røkt
konslastarvið síðani 1995.
Av tí at Finn Christiansen
hevur latið upp egið ráð-
gevaravirki, Atlantic Mar-
ine Surveyors, hevur hann
ikki stundir at røkja konsla-
starvið, tí hann fær ikki
havt skrivstovuna opna all-
ar fimm yrkadagarnar í
vikuni, og tá fær hann ikki
røkt starvið til lýtar, sigur
hann.
Í sambandi við tilnevn-
ingina av nýggja konslinum
var samkoma í Norður-
landahúsinum seinnapartin
týsdagin, har væl av fólkið
var komið saman – har
vóru teir flestu av teimum
13 konslunum í landinum,
løgmaður, onkur landsstýr-
ismaður og annars fólk, ið
hava eitthvørt tilknýti til
nýggja og fráfarna kons-
ulin.
Dagfinn Stenseth, norski
sendiharrin í Keypmanna-
havn, nevndi í røðu síni
tætta sambandið millum
Føroyar og Noreg – og
hann helt fyri, at konsulátið
í Føroyar man vera eitt tað
týdningarmesta konsulátið.
Hann segði, at arbeiðsupp-
gávurnar hjá konslunum
vóru broyttar seinnu árini,
og at tað nú meira snúði seg
um at verða ein forlongdur
armur hjá norsku stjórnini
inn í føroyska samfelagið,
vinnulívið, mentantarlívið
og fjølmiðlarnar.
Petur
Even
Djurhuus
takkaði eisini fyri heiðurin.
Hann nevndi eisini tætta
sambandið millum Noreg
og Føroyar – og at Noreg er
tað av londunum, sum Før-
oyar longst hava havt ríkis-
felagsskap við. Skemtandi
nevndi hann eisini uppgáv-
una hjá norsku umboðs- og
sendimonnum í Føroyum í
fyrndini, tá kongur sendi
fólk til Føroya at krevja
skatt, og tá hin fyrsti teirra
varð avrættaður av føroying-
um úti á Tinganesi fyri eini
1000 árum síðani. Hann helt
tó ikki, at hann fór at fáa
somu uppgávu sum teir: At
krevja inn skatt í Føroyum
til norska kongin.
Petur Even Djurhuus er
advokatur og partnari í
Advokatfelagnum yvir við
Strond í Havn.
Hann fegnaðist eisini um,
at norska konsulátið aftur
var í hesum advokatfelag,
har tað annars hevur verið í
so mong ár.
Fyrst var tað Throstein
Petersen, sum stovnaði
Advokatfelagið,
ið
var
norskur konsul – m. a. var
tað undir krígnum, tá sera
nógv var at gera – so nógv,
at tey í heilum máttu
steingja advokatskrivstov-
una fyri at røkja konslaupp-
gávurnar. Nógv norsk flótt-
arfólk vóru í Føroyum und-
ir krígnum, og teimum
mátti konsulátið taka sær
av.
Eftir Throstein Petersen
var tað Leif Waagstein, sum
var konsul, og eftir hann
Dánjal Magnussen. Síðani
1995 hevur Finn Christian-
sen røkt starvið.
Haraldur kongur V
av Noreg hevur
heiðrað Finn Christi-
ansen, við »Den
Norske Fortjeneste-
medalje af første
klasse« fyri starvið
sum norskur konsul
seinastu átta árini
KONSUL
Eirikur Lindenskov
Sum tøkk til Finn Christi-
ansen, sum hevur verið
norskur konsul í Føroyum
síðani 1995, bar Dagfinn
Stenseth, norski sendi-
harrin í Danmark, honum
tvær fornemmar heilsanir
úr Noreg, onnur eitt takk-
arbræv frá Jan Petersen,
uttanríkisráðharra Nor-
egs, og hin frá Haraldi
Kongi V, ið hevur givið
honum »Den kongelige
Norske
Fortjeneste-
medalje af første klasse«.
Norska konsulátið í
Føroyum hevur eitt sindur
hægri heimildir, enn kon-
sulátini flest. Eitt nú kann
generalkonsulin í Føroy-
um útskriva pass – og tað
kann eingin av hinum
konslunum. Av tí at
norsku passreglarnar eru
broyttar soleiðis, at børn
hjá norskum ríkisborgar-
um skulu hava síni egnu
pass, hevur nógv verið at
gjørt við at útskriva pass
seinastu tíðina. Seinasta
árið hevur Finn Christian-
sen útskrivað eini 35 pass
– tann yngsti, ið fekk
pass, var eitt nakrar vikur
gamalt barn
Heiðaraður av
Haraldi kongi V
Dagfinn Stenseth, sendiharri Noregs í Danmark, gevur
Finn Christiansen heiðursmerkið frá Haraldi kongi
Petur Even Djurhuus saman
við pápanum, Tórmóði
Djurhuus, sum eisini er
advokatur, mammuni, Bysse
Djurhuus, og ommunu,
Hjørdis Djurhuus, sum er 93
ár. Hon var kona Hákun
Djurhuus, fyrrverandi
løgmanni og formanni
Fólkafloksins í mong ár
Mynd Jens Kristian Vang
Dagfinn Stenseth, norski sendiharrin í Keypmannahavn,
handar Petur Even Djurhuus diplomið uppá, at hann er
norskur konsul í Føroyum
Mynd: Jens Kristian Vang
Finn Christiansen og konan,
Margreta saman við Petur
Even Djurhuus og konuni,
Ninu
Mynd: Jens Kristian Vang
15
14
Nr. 128 - 10. juli 2003
Í morging ella fríggja-
dagin verður Ársins
arbeiðspláss funnið,
og í finaluni eru
Tavan í Leirvík, Fiska-
virkið í Gøtu og Før-
oya Fiskavirking í
Miðvági
ARBEIÐSUMHVØRVI
Marjun Dalsgaard
Arbeiðið við at finna
Ársins arbeiðspláss er nú
við at verða liðugt, men enn
er ikki greitt um tann stóri
dagurin, har vinnarin skal
almannakunngerast, er í
morgin ella fríggjadagin –
Tað velst um hvør vinnarin
er, greiðir Svein Svein
Rógvi Nielsen frá. Tvey av
virkjunum
eru
stongd
fríggjadagin, so um so er, at
vinnarin finnist millum tey
bæði, verður úrslitið al-
mannakunngjørt í hósdag-
in, so møguligt er hjá fjøl-
miðlunum, at vitja tey,
sigur hann.
Í finaluni eru eru Tavan í
Leirvík, Fiskavirkið í Gøtu
og Føroya Fiskavirking í
Miðvági. Tvey av hesum
hava haft trupuleikar við
Arbeiðseftirlitinum, men
nú er trygdin í topp, sigur
Svein Svein Rógvi Nielsen.
Hann fekk hugskotið til
at finna ársins arbeiðspláss,
tá hann var við til eitt líkn-
andi tiltak í Danmark, sum
SID stóð fyri. Hann helt, at
tað eisini átti at verið gjørt í
Føroyum. Tískil spurdi
hann vegleiðara sín á Tekn-
iska Skúla í Havn, har hann
lesur framleiðslutøkni, um
hann kundi gera eina líkn-
andi kanning av virkjum í
Føroyum, sum part av
endaligu uppgávuni.
Hava betrað um
umhvørvið
Tey trý virkini, sum eru
vald í finaluna, eru vald við
tveimum grundgevingum.
Onnur er, at tey eru væl fyri
fíggjarliga – hetta verður
mett sum týdningarmikið,
tí tað førur viå sær, at
starvsfólkið kennur seg
trygt. Hin er, um virkini
hava gjørt nakað serligt fyri
at betra um arbeiðsumstøð-
urnar hjá starvsfólkunum.
Tavan í Leirvík bleiv
millum annað vald, tí her
hava tey sett ein fysiotera-
peut, ið mýkjur vøddarnar
hjá starvsfólkunum tvær
ferðir um vikuna. Fiska-
virkið í Gøtu hevur flutt
fiskalinjurnar fyri at betra
um
arbeiðsstøðuna
hjá
starvsfólkunum, og á Før-
oya Fiskavirking í Miðvági
hava starvsfólkini fingið
arbeiðsborð, ið kunnu hevj-
ast og lækkast, hetta eisini
fyri at betra um arbeiðs-
støðina hjá teimum.
Nú virkini eru komin í
finaluna, verður Ársins
arbeiðspláss funnið við
hjálp av spurnarbløðum,
sum starvsfólkið á virkjun-
um, hava svara uppá. Hetta
eru spurningar um, tey
kenna seg trygg, um tey
hava arbeitt har leingi, um
nøkur viðurskiti áttu at
verið annaleiðis og so
framvegis.
Verkfallið órógvaði
Svein Rógvi Nielsen er
ikke heilt nøgdur við
mannagongdinia.
Hann
vildi fegin havt tíð til at
vitja øll virkini, sum høvdu
meldað seg til kappingina.
Tað hevur ikki verið møgu-
ligt, tí umfatandi verkfallið
byrjaði dagin eftir, at hann
hevði sent brøv út til fyri-
tøkurnar, har hann bjóðaði
teimum at vera við í kapp-
ingini. Virkini lógu still og
tey komu tískil ikki víðari
við arbeiðinum, fyrr enn
verkfallið var av.
Svein Rógvi Nielsen
heldur, at tað er umráðandi,
at mannagongdin verður
annaleiðis eina aðru ferð, tí
vitjanin á virkjunum er tað,
sum hevur verið mest gev-
andi í hesum arbeiði, metur
hann í dag.
- Tað er ikki, fyrr enn tú
kemur út til virkini, at tú
fær nakra hylling av, hvat
verður gjørt fyri arbeiðs-
umhvørvið. Eg havi verið
bilsin yvir, at so nógv varð
hugsað um arbeiðsum-
hvørvið á virkjunum, tí eg
var sera negativur áðrenn,
sigur Svein Rógvi Nielsen.
Hann sigur, at trygdin á
teimum virkjunum, sum
eru í finaluni, er hundrað
prosent, og at arbeiðsgev-
ararnir hugsað meira um
trygd, enn hann hevdið
væntað.
- Tað er møguligt, at vit
høvdu fingið eina aðra
fatan av øðrum virkjum í
Føroyum eisini, tí tað vísur
seg so, at leiðararnir á
teimum virkjunum, sum vit
hava vitja, gera sær tankar
um trygdina og arbeiðsum-
hvørvið – eg haldi tað er
sera keðiligt, at vit ikki
fingu vitjað hini, sigur
hann.
Sum heild eru starvsfólk-
ini á hesum virkjum glað
fyri at vera har, men eru
ónøgd við nøkur viður-
skifti, sum ganga í gjøg-
num á øllum trimum ar-
beiðsplássum.
- Tey flestu siga, at
einsháttað og tungt arbeiði
eru viðurskifti, sum tey eru
ónøgd við. Tað, ið kann
gerast, er at flyta fólk runt í
framleiðsluni, so tey gera
ymiskt arbeiði, men ofta
hevur arbeiðsgevarin ilt við
at flyta tann skjótasta sker-
aran eitt annað stað - tað er
eisini væl skilligt, at teir
hugsa um, at tað skal ganga
væl og skjótt, sigur hann.
Føroyar aftanfyri
Sum heild eru føroysku
fyritøkurnar langt aftanfyri,
tá talan er um arbeiðsum-
hvørvi.
- Í mun til aðra staðni,
verður slett ikki hugsað í
hasum
banunum,
sigur
Svein Rógvi Nielsen. Hann
heldur tó, at tað er við at
broytast, hóast tað enn
finnast arbeiðspláss, har
leiðslan er líkaglað.
- Leiðsluni væntar ráð-
geving og vegleiðing, og
møguliga er heldur ikki so
nógvur peningur í føroysku
virkjunum, som eitt nú
teimum donsku. Arbeiðs-
eftirlitið er ein ráðgevandi
stovnur, men har eru trý
fólk og arbeiðsbeiðsbyrðan
eigur at vera stór, sigur
Svein Rógvi Nielsen. Hann
væntar ikki, at nøkur av
teimum fyritøkunum, sum
eru komnar í finaluna um
Ársins arbeiðspláss, hevði
vunni í Danmark, men tó er
tað sera týdningarmikið, at
hendan kappingin heldur
fram.
- Nú hava vit svarini frá
starvsfólkunum, og tankar-
nar hjá leiðsluni, og næsta
ár hyggja vit eftir, um tað er
gjørt, sum starvsfólkið hev-
ur eftirlýst, og sum leiðslan
hevur sagt seg vilja gera,
sigur Svein Rógvi Nielsen.
Hann vónar, at um kapp-
ingin um at verða Ársins
arbeiðspláss gerst eitt aftur-
vendandi tiltak, vil tað
eggja virkjum at gera nakað
fyri arbeiðsumhvørvið og
trygdina á arbeiðsplássin-
um.
Ársins arbeiðspláss
verður nú kosið
Um kappingina
Fyri at vera við í kappingini um ársins arbeiðs-
pláss á ár, skuldi fyritøkan hava minst 25 starvs-
fólk, og arbeiðið verða merkt av at vera fysiskt
aktivt. 20 fyritøkur meldaðu seg til kappingina.
Tríggjar vórðu valdar út og starvsfólkini á hesum
fyritøkum fingu eitt spurnarblað við 16 spurn-
ingum. Út frá hesum spurnarbløðum verður Ár-
sins arbeiðspláss funnið.
Dómsnevndin:
Í dómsnevndini, sum skal finna ársins arbeiðs-
pláss eru Sakaris Hansen fyri Havnar arbeiðs-
mannafelag, Hanna Isaksen fyri Klaksvíkar
arbeiðsmannafelag, Ingeborg Vinther fyri Føroya
arbeiðarafelag, Kristoffur Olsen fyri Klaksvíkar
arbeiðsmannafelag, eitt umboð fyri Rasmussen &
Weihe, og Svein Rógvi Nielsen.
Um kappingina
Føroyar er langt aftanfyri, tá tað kemur til trygd og arbeiðsumhvørvi, men vit eru á rættari leið, sigr Svein Rógvi Nielsen, sum er við til at finnna Ársins
arbeiðspláss
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
14