Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juli 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 128 - 10. juli 2003 Nr. 128 - 10. juli 2003 17 kappingarneytar hjá hvørj- um øðrum. Á Fjarskiftiseftirlitinum liggur ein rúgva av klagum og kærum frá teimum báð- um fyritøkunum um hvørja aðra, summar avgreiddar, aðrar feskar, sum allar bera prógv um ta hørðu kapping og til tíðir strongda sam- starvið millum fyritøkur- nar. Bara pláss fyri tveimum Tá føroyski fjarskiftis- marknaðurin varð latin upp fyri kapping fyri trimum árum síðan, var Kall sjálv onnur nýggja fyritøkan, sum fór inn á marknaðin fyri fast- og fartelefoni. Hin fyritøkan, TeleF, byrjaði at veita telefontænastu ímóti endanum á 2000, og Kall veitti telefon- og internet- tænastur frá apríl 2001. - Eftir mínari meting er bara pláss fyri tveimum stórum veitarum á markn- aðinum. Tað fer altíð at vera pláss fyri fleiri smærri veitarum, ið spesialisera seg innan okkurt serligt slag av tænastu. Men tað kunnu ikki vera fleiri veru- liga kappingarførir veitarar, segði Bjarni Askam Bjarnason í samrøðu við Sosialin í januar 2001, stutt frammanundan, at hansara fyritøka fór út á marknaðin. Summarið 2001 gjørdist hesin spádómur veruleiki, tá eigararnir handan Kall og TeleF løgdu fyritøkurnar báðar saman. Men hvussu kundi Kall-stjórin vera so vísur í at tað fór at henda? - Orsøkin til at Kall og TeleF løgdu saman var ein viðurkenning hjá báðum fyritøkum av, at tann at føroyski marknaðurin er ov lítil, til at tríggjar fyritøkur kunnu gera íløgur í far- telefonkervi. Tann íløgan er so stór og møguligu kund- arnir eru lutfalsliga so fáir, at tað er heilt einfalt ikki grundarlag fyri fleiri enn einum veitara afturat Før- oya Tele. Tað var greitt, longu áðrenn vit byrjaðu, og tí væntaði eg altíð, at tað bara fór at vera ein stórur alternativur veitari til Før- oya Tele, sigur Bjarni Askam Bjarnason. Hann fæst ikki at siga, at hann altíð væntaði at hesin veit- arin fór at vera Kall. Hóast tað tekniskt var talan um eina samanlegg- ing av Kall og TeleF, so var í veruleikanum eins nógv talan um ein avtøku av TeleF, ið var tann veikari parturin í samanleggingini. Kollveltandi broyting- ar fyri framman At Kall er einasti kapp- ingarneyti hjá Føroya Tele á fast- og fartelefon økinum, setir fyritøkuna í eina lyklastøðu sæð við politisk- um eygum. Tí hvat hendir, um nú Kall fer av knór- anum? - Tað hevði verið ein syrgilig søga. So høvdu vit farið aftur í monopoltíðina, har ein veitari hevði mono- pol og setti prísirnar har- eftir. So hevði alt arbeiðið við at frælsgera fjarskiftis- marknaðin verið til onga nyttu, og politikkurin á øk- inum spælt fallit, tí sum er, eru vit einasti garantur fyri kappingini. Men soleiðis verður tað ongantíð. Kall er væl fyri við 16 milliónum í eginpeningi, nú beint eftir at vit hava gjørt stórar íløg- ur fyri fleiri ár fram, so Kall fer ongan veg, sigur Bjarni Askam Bjarnason sann- førdur. Hvussu framtíðin hjá før- oyska fjarskiftismarknað- inum annars fer at síggja út er Kall-stjórin ikki eins sannførdur um. - Tað er ringt at siga, tí eg vænti, at innan fimm ella seks ár er marknaðurin fyri bæði fartelefoni og internet fullkomuliga broyttur, men eg dugi ikki enn at siga júst hvat hann fer at broyta seg til, sigur Bjarni Askam Bjarnason og vísir til, at meðan tøknin til fastnet- telefoni neyvan fer at broyta seg, so fara tøkni- ligar broytingar helst at hava við sær at fjarskift- isfyritøkurnar mugu gera íløgur í heilt nýggj kervi. Hetta kann lata møgu- leikan upp fyri at nýggjar fyritøkur kunnu koma inn á marknaðin, og soleiðis ber tað sambært Bjarna Askam Bjarnason, stjóra á Kalli, ikki til at siga at føroyski fjarskiftismarknaðurin hev- ur funnið eina fasta legu aftur eftir lopið frá mono- poli til kapping. Kall er harafturímóti um at finna sína legu eftir lopið inn á marknaðin fyri tveim- um árum síðan. Kall er einasti garant- urin fyri veruligari kapping á føroyska fjarskiftismarknað- inum, og tí hevði tað verið ein syrgilig søga fyri allar partar, um fyritøkan varð noydd at gevast, heldur stjórin á Kalli, Bjarni Askam Bjarnason. Men Kall fer ongan annan veg enn upp, leggur hann afturat. Vit hava hugt aftur og fram úr stjóra- skrivstovuni á Kalli FJARSKIFTI Rúnar Reistrup Næstan sum eitt tekin um, at talan ikki er um nakra hálvmyrka kjallafyritøku, hevur Kall sítt sæti í vinda- eygaklædda norðara endan- um á ovaru hæddini í gamla IDÉ-húsinum á Óðinshædd í Havn, har stjórin Bjarni Askam Bjarnason og hini ellivu starvsfólkini síggja út um hálvan sjónarringin. Her deilir Kall høvuðs- inngongd við Postverkið og matvøruhandilin Bónus. Kanska eitt tekin um, at fyritøkan enn er ung og ikki hevur fingið heilt fast undir føturnar. Men tað líður væl. Hóast eitt hall uppá hálva áttandu millión merkti árs- roknskapin í fjør, so sær framtíðin ljós út sæð úr skrivstovuni hjá Bjarna Askam Bjarnason. Kall rímar uppá hall Kall rímar so deiliga væl uppá hall, men sambært stjóranum verður tann ramsan ikki nýtt til nógvar yvirskriftir afturat. Fastnet- tænasturnar bera seg longu nú, og størsta takið í upp- bygnaðinum av fartelefon- kervinum er tikið. Har- afturat vinnur Kall støðugt marknaðarpart á øllum tænastuøkjunum, so vón- irnar fyri framtíðina eru góðar. - Vit hava frá byrjan roknað við einum halli fyrstu árini, og tí hava eig- ararnir lagt upp fyri. Men nú gongur rætta vegin, nær Bjarni Askam Bjarnason at siga, áðrenn polifoniskir ringitónar bróta okkum av. Smart men dýrt Tað er tann nýggja Ericsson P800 við bæði myndatóli og alskyns øðrum hentleik- um, sum er upphavið til tónarnar. Hon verður svar- að frá einum tráleysum oyrasnigli, sum við nýggju Bluetooth tøknini hevur samband við telefonina á borðinum. - Smart, heldur tú ikki? Jú, ikki eiti á. Men dýrt. - Tað er trupulleikin við so nógvum. Einasta orsøkin til at vit yvirhøvur hava fastnettelefonir enn í dag er júst tann, at fólk halda tað vera ov dýrt at tosa í far- telefon. Men hvussu dýrt er tað í veruleikanum? Fara vit aftur miðskeiðis í hálv- femsini, so kostaði tað 80 oyru um minuttin at ringja inn til grannan við einari vanligari telefon. Tað kost- ar ikki so øgiliga nógv meira at ringja við fartele- fon ídag, sigur Bjarni Askam Bjarnason. Føroya Tele fylgir aftaná Nú kostar tað 30 oyru at ringja til grannan og restina av landinum við eini van- ligari telefon. Tað er ein munandi príslækking, og aðrar eins stórar príslækk- ingar hava verið á at kalla øllum fjarskiftistænastum seinnu árini. Kall eigur sín part av æruni fyri hesum, heldur Bjarni Askam Bjarnason. - Tað vísir seg, at tað sum oftast eru vit, ið seta stand- ardin, og so fylgir Føroya Tele aftaná. Vit lækka okk- ara prís, og so lækkar Før- oya Tele sín prís samsvar- andi mánaðin eftir. Vit koma við einari nýggjari tænastu, og stutt eftir hevur Føroya Tele nærum somu tænastu. Og so eita tær næstan tað sama. Vit komu við avsláttarskipanini "Vin- arkall", og so var tað knappliga okkurt, sum æt "3 Vinir", sigur Kall-stjórin við tí á somu tíð hárfína og hárhvassa orðalagnum, sum altíð hevur eyðkent viðmerkingarnar, sum stóru fjarskiftisfyritøkurnar báð- ar hava um hvørja aðra. Kapping og samstarv ísenn Síðan byrjan hava Kall og Føroya Tele verið knýtt at hvørjum øðrum - í báðum endum so at siga. Tað áliggur beinleiðis Føroya Tele at samstarva við nýggjar veitarar sum Kall og enntá at hjálpa teimum inn á marknaðin við ser- kunnleika og príslágum samstarvsavtalum. Og tað er eitt týðuligt politiskt ynski um, at nýggir veit- arar, sum Kall, í tann mun tað er gjørligt, nýta verandi kervi heldur enn at upp- byggja sítt egna. Tað hevur Kall eisini gjørt. Allar fastnettænastur vera veittar um kervið hjá Føroya Tele og ein týðandi partur av fartelefontænastuni er veitt um GSM-kervið hjá Føroya Tele. Hinvegin er Føroya Tele einasti kappingarneyti hjá Kalli, og so at siga hvør einasti nýggjur Kall-kundi skal takast frá Føroya Tele. Soleiðis eru tær báðar størru fjarskiftisfyritøkur- nar í Føroyum bæði størstu samstarvsfelagar og størstu Kall er størsti privati fjarskiftisveitari í Føroyum við einum marknaðarparti á umleið 20 prosent innan telefoni og internet um fastnet og umleið 10 prosent innan fartelefoni. Kall fór undir at reka fjarskiftisvirksemi í apríl 2001. Í fyrstu atløgu bjóðaði fyritøkan seg fram við tænastum innan telefoni og internet um fast- net. Í november 2002 byrjaði Kall at bjóða fartele- fontænastur, ið fyrstu atløgu bert sum talutíð, men í mars í ár eisini sum fast hald. Fyritøkan byrjaði upprunaliga undir heitinum Vita Net á summri 1999, men skifti stutt eftir navn til Alnót. Upprunaliga endamálið hjá eigarunum handan Alnót var at veita føroyingum internet- samband. Men ambitiónirnar vuksu, og við einari umfatandi kapitalhækkan, har millum onnur Framtaksgrunnurin og Kaupting skutu pening í fyritøkuna, var hon búgvin til at gerast tað, sum í fjarskiftisheiminum kallast ein full-scale veitari, ella veitari av øllum størri fjarskiftistænastum. Stutt áðrenn fyritøkan fór inn á marknaðin á vári 2001 skifti hon navn til Kall. Orsøkin var at leiðslan og eigararnir ikki hildu navnið Alnót hóska til breiða tænastuøkið hjá fyritøkuni. Á sumri í 2001 gjørdu Kall og TeleF av at leggja fyri- tøkurnar saman. Í sambandi við at fyritøkan gjørdi íløgur í fartelefonkervi varð enn ein kapitalhækk- an á 14 milliónir framd á heysti 2002. Á Kalli starvast 12 fólk. Helvtin arbeiðir við tøkni og hin helvtin við kundarøkt, sølu og um- siting. Ársúrslitið hjá Kall í 2002 var eitt hall upp á 7, 5 milliónir. Samlaðu ognirnar hjá fyritøkuni eru verdar 44 milliónir, og tøki eginpeningurin er 16 milliónir. Kall í stuttum Kall fer ongan veg Í 1997 varð føroyski fjarskiftis- marknaðurin formliga latin upp fyri fríari kapping, men ikki fyrr enn um ársskiftið 2000-2001 var klárt hjá nýggjum veitarum at byrja so smátt. Í dag ber til at staðfesta, at tað hevur gingið skjótt síðan byrjan. Kapping er á øllum tænastuøkjum innan fjarskifti, og fjarskiftistæn- astur eru blivnar fjølbroyttari og bíligari. Men hvussu sunn er gongdin? Er talan um kapping fyri einhvønn prís við kunstigum almennum anda- drátti, sum Føroya Tele vil vera við ella um eina nærum fyrimyndarliga skjóta tilgongd frá avoldaðari monopolstøðu til kapping eftir marknaðartreytum, sum politiski myndugleikin, Fjarskiftiseftirlitið, heldur uppá. Í greinarøð um føroyska fjar- skiftismarknaðinum fer Sosialurin tætt at høvuðsleikarunum á markn- aðinum við tí fyri eyga at lýsa aktuellu støðumyndina frá øllum síðum. Í blaðnum í dag ber til at lesa fyrstu greinina í røðini av trimum um føroyska fjarskiftismarknaðin, har farið verður inn á Kall, sum kallar seg einasta garant fyri veruligari kapping á marknaðinum og sum longu frá byrjan spáddi at ein av nýggju veitarunum mátti lúta. Ein støðumynd av fjarskiftismarknaðinum Hárfínt og hárhvast ísenn: - Vit koma við einari nýggjari tænastu, og stutt eftir hevur Føroya Tele nærum somu tænastu. Og so eita tær næstan tað sama, sigur ein heldur speiskur Bjarni Askam Bjarnason, stjóri á Kalli Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 17 16