hósdagur 8. september 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið END Nr. 170 — 8. SEPTEMBER 1994 Sida9
Eingin loysn á
skurðdeildini
Hóast Súsanna Danielsen, deildarleiðri á lønardeildini i Tinga-
nesi, hevur sent nýtt uppskot til setanarbræv fyri deildarleið-
aranum á skurðdeildini, so er ikki sannlíkt, at tað verður góðtikið,
og at arbeitt verður aftur á skurðdeildini
Arbeiðssteðgurin á skurð-
deildini á Landssjúkrahúsi-
num stendur við.
Deildarleiðarin, ið hevur
søkt starvið sum avloysari,
hevur ikki tikið av tilboð-
num at verða sett við ávís-
um treytum, sum ikki áður
hava verið nýttar í setanar-
brævi áður.
- Hetta eru treytir, sum
leggja seg út í dagliga virk-
semid á sjúkrahúsinum í
samráð við annan av tvinn-
andi yrkisbólkum, uttan
virðing fyri samráðingar-
rættinum hjá Sjúkrasystra-
felag Føroya, sigur for-
maðurin í Sjúkrasystrafel-
agnum.
Góðtekur Ikki
treytimar
Deildarleiðarin vil ikki góð-
taka broyttu setanartreyt-
an við sjúkrahússtjóranum
hava gjørt.
- Framferðin er óvanlig,
sigur Tórunn Patursson,
formaður í Sjúkrasystra-
felagnum.
- Her stendur ma. at
deildarleiðarin skal hava
tríggjar mánaðir royndar-
tíð, hóast tað hevur drigið út
við at fáa deildarleiðaran
settan, og bert 10 mánaðir
eru eftir av avloysaratíðini.
Harnæst skal
deildarleiðarin ganga eftir
tulkingum í reglugerð fyri
sjúkrahúsverk Føroya, sum
sjúkrahússtjórin og
yvirlæknar á deildini hava
gjørt av sínum eintingum.
Sjúkrasystrafelag Føroya
hevur nú kært málið til
Landsstýrið, har kravt verð-
ur, at áður nevndu treytir
verða strikadar í setanar-
brævinum.
Í gjár kom nýtt uppskot til
setanarbræv frá landsstýri-
num, sum Súsanna Daniel-
sen, leiðari á lønardeildini í
Tinganesi, og Høgni Joen-
sen, sjúkrahússtjóri, hava
gjørt.
Súsanna Danielsen segði
alin, at eitt nýtt uppskot til
setanarbræv var sent Sjúk-
rasystrafelagnum. Hon
vónaði, at uppskotið fór at
verða góðtikið.
Treytir Ikki strikadar
Tórunn Patursson, for-
maður í Sjúkrasystrafelag-
num, segði seinnapartin í
gjár, at treytirnar ikki vóru
strikadar í nýggja setanar-
brævinum, og at hon tí fór at
viðgerða málið saman við
løgfrødinginum, áðrenn
hon kundi siga meir um
málið.
Tað er ikki ein persóns-
spurningurr, sum er trupul-
leikini ósemjuni á Lands-
sjúkrahúsinum, vilja nógv
halda. Her er meir talan um
eina avoldaða skipan í ar-
beiðinum, sum ikki longur
er nýtilig, av tí at sparingar
hava rakt sjúkrahúsverkið
so meint, umframt at um-
legging av læknastørvu-
num, hevur gjørt arbeiðs-
umstødurnar hjá sjúkra-
systrunum vánaligari. Hóa-
st hesar broytingar, so ar-
beiða sjúkrasystrarnar eftir
somu skipan sum áður.
Læknastørvini eru um-
løgd til yvirlæknastørv á
eru nå eini nyggju serlækn-
ar skurddeildini, sum allir
vilja sleppa at arbeiða.
Ov fáar sjúkrasystrar
Trupulleikin er bert, at tær
11 sjúkrasystrarnar, sum
eru tøkar til skurðarbeiðið,
ikki kunnu nøkta tørvin hjá
yvirlæknunum.
Tí hevur ein rgktarbólkur
arbeitt við uppskoti, hvussu
uppgávurnar á skurðstovu-
num best kunnu skipast.
Til eina skurðviðgerð
skulu tvær sjúkrasystrar og
ein narkosusjúkrasystir til
hvønn lækna.
Sjúkrasystrarnar noyðast
at viðganga, at tær bert
kunnu verða á einari skurð-
stovu í senn. Nógv arbeiði
er av atgeraeina skurðstovu
til reiðar og at rudda upp
millum ávísu uppgávurnar.
Hamæst hevur sjúkra-
systirin, sum er deildarleið-
ari, eisini fíggjarligu á-
byrgdina av skurðdeildini,
umframt ábyrgdina av sjúk-
linginum áðrenn og aftaná
viðgerð.
Deildarleiðarin skal fáa
skurðdeildina at virka. Upp-
gávan er eisini at fáa figgjar-
upphæddina at halda. Verð-
ur fíggjarætlanin ikki hildin,
so verða fleiri uppsøgnir,
sigur leiðslan.
Ein trupulleiki, sum yvir-
læknarnir ikki fáast at skilja
er, at tað "kostar "nógv at ar-
beiða yvir, tí sjúkrasyst-
ramar skulu avspáka fyri
yvirtíðararbeiði.
Arbeiðsbýti
Tað hevur so aftur við sær,
at minni stavsfólk eru til
arbeiðis, sum kunnu gera
neyðuga arbeididi samband
við skurðviðgerð
Tað er ivaleyst skipanin á
skurðdeildini, sum er or-
søkin til, at arbeiðið nú
liggur stilt á skurðdeildini á
Landssjúkrahúsinum, og at
yvirlæknarnir vilja trumfa
nakrar nýggjar reglur
igjøgnum, áðrenn deildar-
leiðarin í farloyvi kemur
aftur til arbeiðis.
Annar trupulleiki er eisini
oftani umrøddur, og tað er,
at læknarnir hava ein
læknastjóra, sum saman við
leiðsluni leggur arbeiðið til
rættis. Sjúkrasystrarnar,
sum hóast alt røkja stóran
part av sjúkrahúsarbeiði-
num, hava ikki umboðan í
leiðsluni, táarbeiðið verður
lagt til rættis.
Aðrastaðni er ein sjúkra-
systrastjóri eins vanligur og
ein læknastjóri. Hevdi ein
sjúkrasystrastjóri = verðið
settur, sum tosað hevur ver-
ið um í nógv ár, so verður
hildið, at slíkar arbeiðs-
ósemjur sum henda, ikki
høvdu komið fyri.
Dagny
Fyribilsloysn á
læknamálinum
Um 14 dagar fer Hålvdan
Simonsen, kommunulækni,
suður til Vágs at arbeiða, og
seinni kemur annar avloys-
ari í hansara stað
Nú er útlit til, at suður-
oyingar í sunnaru helvt
av oynni, aftir fáa ein
kommunulækna.
Fyribils hevur Hálvd-
an Simonsen, sum áður
hevur verið kommunu-
lækni í Vági, játtað at
fara suður at arbeiða frá
19. september og eina
viku fram.Um mánaðar-
skiftið kemur annar av-
loysari í hansara stað,
sum eisini bert fyribils
verður at hitta í Vági.
Johnny W. Holbech,
deildarleiðari í Tinga-
nesi sigur, at hetta eru
einasti møguleiki, sum
eru til at taka í løtuni.
- Fyribils mugu sjúk-
lingar venda sær til
kommunulæknarnir á
Tvøroyri fram til 19,
september. Hann held-
ur, at umstødurnar eru
rimiligar góðar fyri, at
stødan batnar á lækna-
trotinum í Suðuroy.
Deildarleiðarin kann
tó ikki siga nakað ávíst
um, nær kommunulæk-
nastarv aftur verður sett
í Suðuroy.
Dagny
Málarameistararnir
Zachariasen
* Alt målararbeidi
+ Sproytuarbeidi
* Tapet- og vevuppsetan
* Gólváleggjan í samband
við málararbeiði
Unl Zachariasen
Telefon 19299/86485
Djúpagilsvegur 44, 188 Hoyvík
Steinbjørn Zachariasen
Telefon 12432,
Landavegur 35, 100 Tórshavn