Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. september 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sá Tíðindablaðið Nr. 171 — 9. SEPTEMBER 1994 Síða 9 Vitskulu fkvøld síggja ein part við Tunnusi og teimum. Eins og nógv onnur børn er Tunnulina nú farin í 1. flokk, men tað gongst ikki so væl hjá henni. Og vit fara at heilsa upp á Sirkulinu. Hon er ein evarska lítil genta, so lítil at hon kann sova í eini svávuldós. Erlggladagur kl. 22.20: Spæl vid eld Robert Redford og Debra Winger hava høvudsleiklutimar f hesum amerikanska krimi-filminum frå 1986. Redford leikar hjålparmadur hjá einum ststsadvokati í einum máli, har ein ung, vekur listakvinna, dóttir ein kendan listamann, verður skuldsett fyri at stjala málningar frá pápa sínum. Redford er dugnaligur, men hann fær trupulleikar við arbeiðinum, tá Laura Kelly, ið er verji, og ikki bangin at brúka allar heimsins snildir, setir seg í samband við hann. Og tá ið listakvinnan verður løgd undir at hava framt morð, broytist málið, og nú verða teir báðir stríðandi advokatarnir noyddir at samarbeiða, um teimum skal vera lív lagað. Leygardagur kl. 21.35: Green Card Amerikanskur filmur frå 1990. - Re pære Gerhard Depardieu og Andie Mac-Dowell Fyri at fáa arbeiðsloyvi í USA giftir ein franskmaður seg við eini amerikanskari kvinnu, ið ynskir sær eini dreymahús. Alt gongur sum ætlað, men tá myndugleikarnir fara at kanna viðurskiftini, verða tey bæði noydd at flyta saman. Í byrjanini kunnu tey ikki torga hvort annað... nn r kl. 14.40: Vincent Bolduc og Delphini Piperni Ein filmur um Charles, Ben og Maggie, ið gera eitt reingerðarlið, men tað kostar nógv at byrja. Charles setir eitt hálsprýði hjá mammu síni í veð, og fær ikki stundir at loysa tað út aftur. Og tá hini bæði eisini ákæra hann fyri at stjala, klívur hann upp á eina tekju. Men fer hann at leypa? Sunnudagur kl. 18.05; Skuggar og ljós Portrett av spanska tónaskaldinum Joaquin Rodrigo, ið fyri stuttum fylti 90 ár, og sum gjørdist blindur sum barn. Hann er eina mest kendur fyri sína guitarkonsert »Conci- erto de Aranjuez<, men hann hevur skrivað nógv annað, ið ofta verður framført í Spania, har hann verður roknaður sum tjóð- skapar-tónaskald. Sunnudagur kl. 20.10: Ísland — lýðveldið i 50 år 17. juni í år kundi Ísland halda 50 ára hátíð- arhald, sum sjålvstødug tjóð. Hátíðarhaldið var á Þingvellum. Nógvir útlendskir gestir vóru bodnir til Íslands at vera við til hátíðarhaldið. Millum teirra vóru norðurlendsku kongarnir, drotningin og finski forsetin. 70.000 íslendingar vitjaðu á Þingvellum hendan dagin, og um alt landið var stórt há- tíðarhald, sum vardi í fleiri dagar. Millum tey vitjandi vóru Sven Bergur Jensen og Sigmar Bláberg frá SVF, sum í sendingini fara at taka føroyingar við til há- tíðarhaldið, og tað sum har fór fram. Umframt sjálvt hátíðarhaldið, verður í stýrið hevur roynst, hvussu stødan er í løt- uni, og hvussu út sær framyvir. nn r kl. 22.05: Eg vil hava barnid hjå mær Amerikanskur filmur frå 1982. 27. maí í ár hevði navnframi kriminalrit- høvundin Dashiell Hammett fylt 100 ár. Aðrenn hann gjørdist rithøvundi, arbeiddi hann sum loyniløgreglumadur, og filmurin sigur frå eini — ispunnari — søgu, har hann fær briik fyri sinum royndum å ti økinum, ein hending, id lokkar hann til brotsgerdir. Tysdagur kl. 22.00: Manhattan Woody Allen og Meryl Streep Amerikanskur s/h filmur frå 1979. Um lívið á Manhattan og fólkaslagið, ið har býr. Tað ræður um altid at duga at føra seg fram, vera bragdlig — og tað duga Woody Allen og Di- ana Keaton, ið hava høvudsleiklutirnar í hesum filminum. Mikudagur kl. 20.35: Sjukan, ið ikki kann lekjast Fyri sjúkuna ALS ella Amytrofisk Lateral Sklerose finst ongin heilivågur. Í Danmark verða umleið 75 fólk árliga rakt av sjúkuni. Í sendingini siga Bjarne Moe og Rudolf Helms, ið hava fingið staðfest sjúkuna ALS frá, hvussu sjúkan broytti lív teirra. Eisini sigur Unni Guntveit, einkjan eftir pro- fessionella >yrkis<-fótbóltsspælaran Kim Sander, frá lívinum saman við manninum, ið hevði sjúkuna ALS og doyði 35 ára gamal. ik rkl. 21.15: Sum fiskurin å sandinum Í einum turrum og regn-fátækum øki í landi- num Namibia í útsynnings-afrika fæst bert drekki vatn úr nøkrum fáum vøtnum í kålk- steinsklettunum. Í einum av vøtnunum livir eitt fiskaslag, ið ikki finst aðrastaðni í heiminum. Page Hannah, Phoebe Cates, Annabeth Gish og Bridget Fonda Amerikanskur ungdómsfilmur frá 1989. >Shake< var ein dansur í 60-árunum. Tær fýra vinkonurnar Louanne, Carson, Me- laina og Pudge fara í summarferiu saman, áðrenn tær skulu byrja í studentaskúla. Tær vilja hava sól, strond og sjeikar…