fríggjadagur 9. september 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 171 — 9. SEPTEMBER 1994
Sjónarmið
Birgir W. Høgnesen skrivar:
Haldið Fólkaflokkin
vekk -—
Takk
Undan valinum varð spátt, at vinstravongurin
í fóroyskum politikki fór at tapa fyri teimum
borgarligu flokkunum.
Athettaeydnaðistso dyggi-
liga ber úrslitið boð um —
Javnaðarflokkurin = misti
heili fimm fólk.
Eftir valið og
Fólkaflokkurin
Tann veruligi taparin á vali-
num er helst veljarin, tí vón-
in hjá honum um eina betri
framtíð og livilíkindi ann-
ars, við á demokratiskan
hátt at fara á val at velja tað
tey ynsktu, nevniliga teir
borgarligu flokkarnir er far-
in fyri bakka.
Tað kann tykjast hug-
stoytt at vera veljari í hesum
døgum, tá ein ferð eftir ferð
hoyrir hvussu gott tað er at
hava eina demokratiska
skipan, sumloyvir veljara-
num at velja tað honum tyk-
ir.
Tann massiva valpropa-
gandan hjá Fólkaflokki-
num og Sambandsflokki-
num og teimum Kristiligu
flokkunum, leiddu veljaran.
til valborðið í vónini um
eina betri framtíð, men av tí
at heykarnir í Fólkaflokki-
num byrjaðu at spæla hund,
fyri sjálvir at fáa eina betri
framtíð, (sessin til John Pe-
tersen) hevur hesin flokkur
slept veljarunum upp á fjall.
Vit sum eygleiddu henda
leiklut Fólkafloksins at fáa
eina samgongu, ógvaðust
við, tá hann lat fíggjarmál
frá sær, tí var tað ikki nevni-
liga hann, sum tvingaði tey
12% í afturbering til ar-
beiðsgevarar igjøgnum
samgonguskjalid, ella var
hetta bert fyri at fáa fólk at
trúgva at Fólkaflokkurin
hevði okkurt smart í posa-
num, sum hann ikki sjálvur
trúði upp á, og harvið tvinga
Sambandsflokkin at umsita
hetta, fyri seinni at siga, at
hetta hevdi ikki miseydnast
(tit vita tað), um Fólka-
flokkurin hevði umsitið
hetta mál.
Tann óserigsa valpropa-
gandan hjá Fólkaflokki-
num hevur í løtuni ført til, at
landið liggur í stjórnarloysi,
og veljarin spyr, um Óli
Breckmann, John Petersen
ella Anfinn Kallsberg veru-
liga hava tosað saman áðr-
enn valið, tí tað stev teir
hava víst undir samráðingu-
num, ber ikki boð um, at
hetta er ein flokkur, ið hevur
fastan politikk, nevniliga
tað nýggju byrjanina, sum
veljarin setti sítt álit á.
Um taðeinast, sum veljari
kann vænta sær av Fólka-
flokkinum er, at teir vilja
bjarga John Petersen fiski-
málaráðharrasessin í
Tinganesi, so skal flokkurin
eisini siga tað fyri veljaru-
num, tí hann setti sítt álit á,
at sethúsaskuldin, ALS og
harða avgjaldstrýsti fór at
broytast til tað betra við
Lesarabrøv
Små lond
Um so er, at eg verði valdur á
fólkatingsvalinum tann 21.
september, fer tað ikki at ganga
leingi, til vit hava valt umboð á
okkara egna tjóðfundi, og taka
við gllum tí lóggevandi, útinn-
andi og dømandi valdinum í
ríki okkara.
Um vit skulu gerast eitt
sjálvstóðugt ríki ella ikki verð-
ur ikki avgjørt á hesum fólka-
tingsvalinum. Avgerðin um
hetta verður tikin av tjóðfundi-
num, og verður hesin spurn-
ingurin sjålvandi lagdur fyri
fólkið til endaliga atkvødu-
greidslu.
Tjóðfundurin kann soleiðis
taka avgerð um, at vit skulu
gerast ein partur av danska
ríkinum, og hesin spurningurin
skal eisini leggjast fyri fólkið
til endaliga atkvgðugreiðslu.
Tað åhugaverda er, at sum er
eru tað vit, sum her búgva, sum
havaalt valdið í ríki okkara. Vit
verða forðaði í at nýta vald
okkara av tí at danska stjórnin
ikki vil loyva okkum at fáa
rætt.
Men um so er, at'vit nú velja
at gerast eitt sjålvstødugt ríki,
so verður móti hesum møgu-
leika ført fram, at smá ríki hava
ringt við at klára seg.
Tað var tí áhugavert fyri
okkum at hoyra, at ein av teim-
um kanadiumonnum, sum var
á ráðstevnu í Norðurlanda-
húsinum herfyri, hevði kannað
hesi viðurskifti. Hann hevði
samanborið tveir bólkar av
lagnum.
Fyrst hevði hann samanbor-
ið lagnuna hjá umráðum, sum
vóru útjaðarar í stórum lond-
um. Í hesum bólki vóru Ný-
foundland, Hetland, Bornholm
og ein hópur av øðrum umráð-
um. Her vísti tað seg, at á so at
sigagllum búskaparligum ekj-
um kláraðu hesi umráði seg
verri enn tað land, sum tey vóru
ein útjaðari av. Tað tóktist at
vera ein búskaparlig lóg, at
fastari sambandið við høvuds-
landið var, verri gekst hesum
umráði.
Harnæst hevði hann hugt eft-
ir lagnuni hjá teimum heilt
smáu statunum. Hann hevði
hugt eftir statum sum Likten-
stein, Andorra og San Marino.
Í hesum statum høvdu sjálvsagt
verið vansar, tá ið tað hevði
verið neyðugt at lagt vinnulívið
um, men at teir høvdu vunnið á
hesum vansum. Burtur úr tí var
komið, at hesir »mini«-statir í
miðal høvdu betri búskaparlig
úrslit enn tey stóru londini.
Eitt sum hann segði, var at
hesir statir ikki høvdu stóran
tørv á sendistovum í gðrum
londum. Tey vóru limir í ST,
høvdu eina sendinevnd í New
York, og var tað neyðugt hjá
teimum at koma í samband við
eina stjórn í einum ødrum
landi, so kundi tað altíð gerast
við at venda sær til sendi-
nevndina hjá hesum landi við
ST.
Um so er, at vit vilja okkum
sjálvum væl, er tí nógv sum
bendir á, at tað hevði verið eitt
gott hugskot hjá okkum at
broytt stóðu okkara, so at vit
koma burtur úr bólkinum av út-
jaðaraumráðum sum hava aft-
urgongd, arbeiðsloysi og ar-
móð, og royna at sleppa okkum
upp í bólkin av ministatum,
sum hava eitt blómandi vinnu-
lív og arbeiði til allar hendur.
Men sum sagt, hesin spurn-
ingurin stendur ikki á dagsskrá
til hetta valið. Hann er tó verdur
at hava í huga, tí sum er verður
tjóð okkara svævað, og tess
hjartablóð, okkara unga fólk
flýggjar í vónloysi úr fostur-
landinum.
Tí er neyðugt at gera nakað,
og mín partur skla so ikki liggja
eftir.
Tíðindablaðið (HL
Fólkaflokkinum, men nei,
Óli Breckmann er og verður
ein politiskur skræðugákur,
og John Petersen leggur
vertin á hvat vanligi føroy-
ingurin fær í munnin, bara
hansara imperium kann fáa
nokk og hann sessin í lands-
styrinum, so er gott. Anfinn
Kallsberg er av øllum før-
oyingum mettur sum ein re-
ellur maður, men við hasi
manningini, er tað ikki so
nemt Hr. Anfinn Kallsberg,
og tó eigur tú rós fyri at
halda saman upp á hasar
heykarnar.
Hevur veljarin
broytt meining
Javnaðarflokkurin = hevur
nú valt at fara í samráðingar
við Sambandsflokkin og
aðrar smáar flokkar. Hetta
man í veljarans eygum tykj-
ast sera løgi0, ti hann hevur
ikki broytt meining (við val-
borðið) síðani 7. juli, og her
kann av réttum sigast, at
demokratiski rætturin hjá
veljaranum at síga sína
meining, er skúgvaðurtil
viks.
Men tá borgarligir flokk-
ar, sum veljarin ynskti, ikki
sættas, so er tann demokrat-
iska skipanin hóast valúr-
slitini, so fleksipul, at innan-
fyri møguleikarnar hjå ini-
tiativtakaranum kann
hann bjóða taparunum til
borðið, at rætta skútuna
saman vid sær.
Um samansetingin av
politíkkinum verður ein
blanding av borgarligum og
sosialistiskum politikki, so
havi eg góðar vónir, ti í
Javnaðarflokkinum tosa vit
ikki um annað enn at bjarga
hesum samfelagnum burtur
úr tí sváru neyð tað er komið
í, sjálvt við okkara hjálp er
fólkið jarðlagt í avgjøldum
og skatti, men tit skulu vera
vís i, at verri hevði verið, um
teir borgarligu sótu við stýr-
ið seinastu árini. Tá hevði
arbeiðsloysið ikki verið 16 —
17%, nei 30% — og ríkmenn
og reiðarar havt maktina í
samfelagnum.
Við vónini um, at henda
samgongan fær stødufesti í
at bjarga sethúsaeigarum og
ALS og ikki minst at halda
Fólkaflokkinum vekk frá
åvirkan í mong ár — tå er
nógv vunnið!
VALLISTAR
Orsakað av fólkatingsvalinum hin 21.
september í ár liggur listin yvir veljarar
frammi til alment eftirlits á býráðsskriv-
stovuni í tíðarskeiðinum 9.-16. sep-
tember.
Møguligar kærur um, at onkur er ikki
komin á vallistan, ella at onkur ikki
rættkomin er tíkin við, skulu vera
skrivligar og
latnar
býráðnum í
seinasta lagi hin 19. í h. m.
Tveroyri, hin 7. september 1994
RUP
+ TVØROYRAR
«
+» A
*
MM
5. BYRÅD
HØRG UU LE
Zakarias Wang
HEGN &
HEGNPELAR
P/F PW-ÍSINKRAM
FR-660 Søldarfjørdur
Tlf. 41166 - 84166
Diabetes skeið
fyri børn, ung og avvarandi,
verdur å Gjåargardi 17. og
18. september. Nærri fæst at
vita um skeidid og tilmeld-
ing å tlf. 44478 ella 16502.