Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. september 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nýggj samgonga í eygsjón LAT okkum alt fyri eitt minna á orða- takið: tú skal ikki selja skinnið, fyrr enn bjørnin er skotin. Hetta má vera okkara greiða fyrivarni, nú ein samgonga tykist vera komin undir land. Í skrivandi stund er møguleiki fyri, at vit fáa eina sam- gongu við sambandsflokkkinum, javn- aðarflokkinum, verkamannafylkingini og sjálvstýrinum. Nú eingin annar møguleiki var at fáa eina samgongu mettu eisini vit, at slík samgonga átti at roynast. Tó mettu vit, at tjóðveldis- flokkurin átti at verið við til at tikid tey tók, ið nú skulu takast. Nú at skula hoyra fólkaflokk og tjóðveldið á and- stødubonki kappast um at rópa harðast um loysing og danska kolonialismu verður lítið hugaligt og enn minni upp- byggjandi. Tað sær ti ikki mætari út, enn at vit fara at fáa eina andstøðu, sum rætt og slætt fer at sláa út í tóma luft. Tí neyvan er tað loysingin, sum meirilutin av Føroya fólki í dag sær sum einastu bjarging. Hinvegin er tað eisini sera avgerandi, at sambandið ikki sleppur til Danmarkar at avreiða tað vit hava vunnið á mál á sjálvbjargnisleið. Hetta er javnaðarflokkurin besta trygdin fyri. SPYRST ein samgonga burtur úr um- røddu flokkum, so megu vit vóna, at stevið - arbeiðslagið - fer at vera gott. Vit vita av royndum, at ein fýraflokka samgonga er ikki tað besta, men hetta er so tann einasti møguleiki, skulu vit Oljan “nærkast" UM somu tíð sum føroyingar gerast alt meira dapurskygdir, nú nærum eingin glotti sæst fyri framman, hómast úti í havsbrúnni ein nýggjur vinnumgguleiki, sum kann - um rætt verður atborið - fáa hetta samfelagið á fótur aftur - og ikki minst - gera tað liviligt á hesum klettum fyri okkara eftirkomarar langt inn í næstu øld. TAÐ er náttúligt bæði at gleðast og at ivast - onkur kanska óttast - tá eitt lítið fiskivinnusamfelag er á einum so av- gerandi vegamóti sum at skula byrja eina heila nýggja vinnu - oljuvinnu. Vit eiga at royna at skilja tey, sum vilja sleppa í gongd alt fyri eitt og sum við verandi ótryggu stóðu í samfelagnum í huga ikki hava stundir at bíða. Og vit eiga somuleiðis at skilja tey, sum siga, at hastverk er lastverk, og at vit tí eiga at byggja upp eina oljuvinnu stig fyri stig. Tað er hesar báðar stødutakanir vit eiga at sjóva saman, soleiðis at vit hvørki skunda okkum óneyðuga nógv ella heilt leggjast oman á málið og drála ov nógv. ANTIN vit vilja tað ella ikki, so er leiðin longu sett móti eini komandi oljuvinnu. Tað kann tykjast legið at tosa um eina slíka vinnu, áðrenn tú í heila tikið veit, um olja finst. Tað er tó ikki so løgid. Tvgrturímóti er tað avgerandi neyðugt longu nú at gera allar tær neyðugu fyrireikingarnar so sum lógir og reglur fyri einum komandi fáa eitt stýri aftur. Nú at tveita landið út í enn eitt val vildi verið ábyrgdarleyst. TAÐ eru helst tey javnaðarfólk, sum halda, at flokkurin heldur átti at tíkið avleiðingarnar av valinum og hildið seg í andstødu í eina tíð. Tey bera ótta fyri, at flokkurin fer at missa uppaftur meira, um hann longu nú fer út aftur í Tinga- nes. Tað kann vera, at hesi hava rætt. Men veruleikin er so tann, at tað fæst ikki eitt stýri, uttan at javnaðarflokkurin er við. Tí vildi tað eisini verið ábyrgda- rleyst av flokkinum í eini slíkari støðu, at vent bakið til og bara kastað alt frá sær. Sjálvt um vandi er fyri, at flokkurin kann missa meira við nú aftur at taka við ábyrgd, so er tað í verandi stóðu, tað einasta rætta. Upp á longri sikt fer tað at vera ein rgtt avgerð. Og er tað nakað, sum vit hava brúk fyri í føroyskum politikki, so er tað júst hetta, at flokkar tora at taka við ábyrgd, eisini tá henda kann kosta atkvgður. Kaldur og kyniskur val- og atkvødutaktikkur hevur oydilagt nokk f hesum landi. Vit mugu tora at ganga nýggjar leiðir. FYRI Føroya fólk er hesin seinasti samgongumgguleikin tað besta, sum kann henda. Um tað ikki er tað fyri javnaðarflokkin vil tíðin so vísa. Her mugu vit bara vóna, at tey fólk, sum hava verið við í samráðingunum hava megnað at seta síni fingramerki á, | soleiðis at merkisakir hjá javnaðar- flokkinum eru við. Vit kunnu øll verða samd um, at vendi javnaðarflokkurin bakið til nú, og harvið møguliga tving- aði sambandið til at fara í samgongu við virksemi bæði á sjógvi og á landi. Tað er rætt, at vit ikki kunnu siga nakað við vissu um, antin olja er í føroysku undirgrundini ella ikki. Men tå fortreytirnar tykjast vera góðar at finna olju, og olja eisini er funnin við okkara mark, so er tað rætt lonug nú at fyrireika okkum og tilrættaleggja útviklingin sum um at olja finst í undirgrundini. TEY, sum halda tað gongur ov seint, mistaka seg. Tí seismiskar kanningar eru fyrsta fortreytin fyri at kunna fara víðari fram. Hesar eru í gongd og vit vænta fyrstu úrslitini um fáar mánaðir. Oljurådleggingarnevndin fer nú at fyrireika eina undirgrundarlóg og gera reglur fyri, hvussu komandi lisensir skulu skipast. Tað, hevur alstóran tydning er at tryggja sær, at føroyska samfelagið fær nakað burtur úr møgu- ligu oljuni, og nettup tí mugu vit ansa okkum í hesum so vánaligu tíðunum, at vit ikki selja okkum ov bíliga. Eisini mugu vit ansa eftir ikki at styggja stóru oljufeløgini burtur við ov restriktvivum reglum men heldur royna at geva teim- um góðar og rimuligar umstødur at virka undir. Her er alla tíðina spurn- ingurin um at finna eina rætta og skila- góða javnvåg millum føroyska sam- felagið, sum eigur møgulig råevni í undirgrundini og so tey feløg, sum skulu hjálpa okkum við at fáa hesi råevni til høldar. OLJURÅDSTEVNAN i Stavanger mundi koma sera væl við hjá bæði teimum, sum skulu fyrireika okkum fólkaflokkin, við táverandi samongu- skjali sum grundarlag, tá hevði hetta verið ein vanlukka fyri Føroya land. NÚ skulu so målsøki bytast, og lands- stýrisfólk finnast. Er tað so at tað verður broyting í verandi manning javnaðarfloksins í Tinganesi, at onkur ella nøkur ikki vilja út aftur í Tinganes, so verður tað ein týðandi uppgáva hjá flokkinum at finna nýggj og góð evni. Her veldst so sjálvandi um, hvørji málgki flokkurin kemur at umsita. Tað er sjálvandi sera umráðandi, at flokkurin kemur at umsita mál, sum hava og koma at hava stóran týdning fyri hetta samfelag. Men tað hevur so sanniliga eisini stóran týdning, at flokkurin - skal útskifting gerast - finnur fólk, sum við sínum lands- stýrisarbeiði - ikki bert kunnu gera eitt gott arbeiði fyri Føroyar - men sum so sanniliga eisini kunnu vera við til at lyfta flokkin uppaftur ikki minst reint ideologiskt - hugsjónarliga. Tvs. at vekja áhugan fyri sosialdemokratisku hugsjónini og kanska serstakliga millum uppvaksandi ættarlið. Tá vit vit, 7 hvussu stóran týdning fjølmiðlarnir hava fyri ein flokk at fáa boðskapin út, má tí eisini havast í huga evnini og dygdin til at fáa lýst bæði í orði og gerðum sosialdemokratisku grundsjónarmiðini. VIT vita, at tað hevði sín pris at fara í eina samgongu saman við fólkaflokk- inum. Og tað kostaði eisini við valið. Hóast tað verður uppgávan hjá lands- stýrisfólkum at arbeiða fyri alt landið upp á eina oljuvinnu, skapa eina vinnu burtur úr oljuni og teimum, sum skulu kunna Føroya fólk um, hvat fyrirest á hesum stóra gki. Vit halda, at tað var sera umráðandi hjá Oljuráðleggingar- nevndini at vitja á ráðstevnuni umframt hjá teimum fáu vinnulívsfólkunum, ið vóru við. Hesi komu heimaftur við nýggjari vitan, sum so aftur skal gera tey enn betri før fyri at tilrættaleggja okkara egnu oljuvinnu. TAÐ nýggja landsstýrið, sum fer at taka við í næstum, eigur alt fyri eitt at taka upp samband við teir stovnar og persónar, sum hava tilknýti til tilrætta- legging av komandi oljuvinnuni. Her er bæði talan um Oljurådleggingarnevnd, marknasamrådingarnevnd, felagið Før- oya Oljuídnað og onnur við. Lands- stýrið eigur alt fyri eitt at fáa innlit í, hvussu langt er komið, hvønn veg tað ber, hvønn tørv stovnar og feløg hava á peningi til tess at kunna gera arbeiðið nóg væl. Eftir okkara tykki eiga pen- ingajáttanir ikki at forða nøkrum ella seinka nátúrligu gongdini. Landsstýrið má seta teir pengar og tey fólk av nú beinanvegin, sum bæði oljuráðlegging- amevnd og marknasamrådingarnevnd halda kundi stuðlað undir arbeiði teirra. Eitt nú eigur landsstýrið at umhugsa at geva marknasamrådingarnevndinifiggj- arliga orku til at útvega sær alla ta ráðgeving hon hevur brúk fyri. Her verður m.a. hugsað um útlendskar serfrødingar. Hetta er ikki sagt fyri at undirmeta arbeiðið hjá føroysku serfrødingunum, sum knýttir eru at nevndini. Hetta er mest sum fyri at og fyri alt fólkið, so fer sera stór ábyrgd at liggja á komandi landsstýrisfólkum javnaðarfloksins aftur at vinna fólksins álit. Her hugsa vit ikki minst um at opna eyguni hjá tí unga ættarliðnum fyri tí sosialdemokratisku hugsjónini. Tað skal tí vera vón okkara, tá umboð skulu veljast út í Tinganes, at valið ikki verður gjørt geografiskt og “val- dømistaktiskt”, sum hevur verið so vanlig mannagongd í øllum flokkum, tvs. at hava flokkar mist mann ella verið fyri ósigri í einum valdømi, so skal tað afturfyri hava landsstýrismann. Hetta meta vit vera eina skeiva mannagongd. Heldur ræður um hjá flokkinum at leita fram fólk, sum umframt at kunna reka skilagóðan landspolitikk, eisini hava bakgrundina, evnini og førleikan til at kunna stimbra og menna åhugan fyri sosialdemokrati- skum politikki - ikki bert í einum einstókum valdømi - men í øllum land- inum sum heild. Veljið tí fólk, sum megna hesa uppgávuna. Tey finnast. Og gerið ikki hetta so týðandi val til ein spurning um persónar tvs. at tað má ikki vera avgerandi, hvussu væl ella illa lýddir hesir eru millum tey, sum í dag stýra og leiða flokkin. Farið út við opnum sinni - eins og tit gjørdu, tá tit fóru í samgongusamráðingar - og finnið fólk ella tað fólkið, sum bæði hevur evnini til at gera eitt gott arbeiði og samtíðis aftur kann profelera javnað- arhugsjónina. SOSIALURIN tryggja sær, at vit ikki missa nakað á gólvið bara ti at landsstýrið ikki dugir at síggja virðið í hesum arbeiði. VIT halda tað eisini vera sera umráð- andi ikki at skifta fólkini, sum nú hava arbeitt við umrøddu málum í drúgva tíð, út við onnur bara fyri at skifta út, tí nýtt landsstýri verður skipað. Tað má ikki koma partapolitikkur upp í undirgrund- armálið. Hetta mål skal loysast tvør- politiskt. Vit vilja tí fegnir endurtaka tað, sum varð vidgjørt í grein her í blaðnum í farnu viku: at tingmenn mugu ikki seta forðingar í vegin fyri tí nevnd, sum nú samráðist við bretar um markið. Eru tit ónggdir ella mangla tykkum upplýsingar, farið tá til nevndina. Stuðlið nevndini í hennara arbeiði, eitt nú kunnu tit vita, um nevndini tørvar meiri hjálp og ráðgeving, nú bretar eftir øllum at dóma hava víðkað um sína samráðingarneynd við eisini at hava umboð fyri olju- vinnuna við um somu tíð sum teir gera alt fyri at skunda undir eina oljuvinnu við markið. VÍST hevur tað skund at fáa nýggj arbeiðspláss her á landi, at stegða frá- flytingini og at leggja lunnar undir eitt ríkari og tryggari samfelag fyri komandi ættarliðum. Finst olja í undirgrundini, so eigur alt at verða gjørt fyri at fáa eina lønandi vinnu burtur úr. Men latið okkum arbeiða saman og fara skynsamiliga fram til felags gagn Ongar løtuvinningsloysnir her, takk. SOSIALURIN