Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. september 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (5) Hans Pauli Strøm um GØRTZ-nevndina: Teir eru reinir kynikarar — Teirra frågreiding eggjar undir tann mest kyniska tankan í Føroyum i dag, at blaka uppgåvukonuna fyri bord, sigur hann Hans Pauli Strøm, sam- felagsfrødingur å Hagstov- uni er skelkadur yvir hvat tann sokallada Gertz- nevndin sigur um flytingina av landinum. Nevndin sigur at flytingin er eitt neyðugt amboð fyri at skapa javnvåg aftur f landinum. — Hvat hendan nevnd skrivar um bankar og okk- ara peningaskipan havi eg ikki skil fyri. Men tad teir skriva um flytingina av landinum er ikki annad enn rein kynisma, sigur Hans Pauli Strøm. . — Teir siga, at vit skulu rokna við einari åvisari frå- flyting, men teir siga ikki eitt orð um hvørjar avleið- ingar flytingin fær fyri Før- oyar. Teir síggja ongan trupulleika í at fólk flyta, fólkið er ein trupulleiki, tí eru hesir menn vanda- miklir. Teirra frágreiðing eggjar undir kanska tann mest kyniska tankan sum finnst í Føroyum í dag. Tað at vit loysa bert trupulleik- arnar við at blaka uppgávu- konuna fyri borð. Tað er rein kynisma, sigur Hans Pauli Strøm. — Gørtsnevndin mælir til næstan eina avtoftan av Føroyum. Teir siga næstan vid okkum: "Tit kunnu passa talið av fólki til talið av toskarhóvdum. Tit kunnu lata hendan flytiør- skapin halda fram tit tit hava talt upp. Einaferð kom a tit til tað úrslit av javnvág er. Tit so og so nógvar heysar á landi og so og so nógvar heysar á sjónum, so núer í lagi, sigur Hans Pauli Strøm. Hans Pauli Strøm hevur gjørt eina framrokning sum sýnir, at í 1998 verða góð 38.000 fólk eftir í Føroyum. — Gørtz-nevndin mælir til at fólkatalið kemur niður á sama stødid sum í 1970, tá livdu um 38.000 fólk í Føroyum. Men teir gloyma, at vit í dag ikki uppliva eina náttúrliga flyting av land- inum. Samansetingin av fólkinum í 1998 verður ikki tann sama sum í 1970. Í 1998 verða nógv færri fólk í vinnuførum aldri eftir í Føroyum, enn tað var í 1970, sigur Hans Pauli Strøm. — Nevndin tosar um tillaging av fólkinum i Føroyum til tilfeingid her å landi. I dag uppliva vit eitt skrædl í flytingini, her er als ikki talan um tillaging, heldur eina avlaging. I dag verdur vent upp og nidur å strukturin um eitt gott og sunt býtið millum ung og gomul í samfelagnum, sigur Hans Pauli Strøm. — Tann filosofiin, sum Gørtznevndin nytir, um at tad ber til at nyta fråflyting sum eitt amboð, er ørskapur. Teir hugsa ikki í allari frágreiðingini um tað eru nakrir vandar í av- bronglingini av fólkasam- ansetingini. Lutfallið mill- um ung, vaksin og eldri. Teir hugsa ikki um, at vit fáa eitt gamlamannasam- felag. Samfelagið í 1998 fer einki at formáa sær mótvegis ti meira mátt- mikla samfelagnum í 1970, sigur Hans Pauli Strøm. — Tað ber ikki til at tillaga fólkatalið við eini fráflyting sum leikar á í løtuni. Til tað er flytingin alt ov ógvuslig. — Skuldi vit tillaga fólka- talið til råvørugrundarlagid í Føroyum, so má hetta henda yvir eitt langt åramål, samstundis sum ikki ov stórur vøkstur er í sam- felagnum. Tað eru fólk sum tørva mest ið flyta, og tað eru eisini tey sum kunna arbeiða mest, sigur hann. — Tað 1mest skelkandi við frágreiðingini hjá Gertz- nevndini er, at hjá teimum er fólkið ikki eitt aktiv, tað er heldur ein trupulleiki, sigur hann. — Teir siga í frágreið- ingini, at vit í Føroyum hava nógva góða vællærda og støðuga arbeiðsmegi. Men teir meta hetta ikki sum nakað aktiv, teir mæla heldur til at vit útflyta hesi fólk. Tann stóra góða yvir- skotsarbeiðsmegin í Før- oyum, hon er ein trupulleiki og hon tænir sær sjálvum og landinum best við at stinga av. Hetta er júst tað øvugta av ú, sum tann seinasta føroyska nevndin, Export Match, kemur fram til. Hon metir yvirskotsarbeiðsmeg- ina at vera eitt aktiv, sum vit kunnu nýta, sigur Hans Pauli Strøm. — Teir tosa um eina åvisa fråflyting, sum svara til ein GØRTZ-nevndin hevur ikki ómakað sær at hugsað um avleiðingarnar av stóru fólkaflytingini. Mynd: Kalmar Nr. 172 — 10. SEPTEMBER 1994 Síða 3 part av burðaravlopinum. Menn sum skriva soleiðis, eg freistist næstan til at spyrja, um teir hava nakra grunan um hvat leikar á í Føroyum í dag? — Burdaravlopid i Før- oyum idag liggur eitt sindur omanfyri 300 um árið. Skulu vit góðtaka tað sum teir mæla til, at fólk svarandi til ein ávísan part av burðaravlopinum skal flyta av landinum, eitt nú helvtin, so er talan um gott 150 fólk. Í dag flyta 15 ferðir so nógv av landinum, sigur Hans Pauli Stróm. — Á hesum gkinum hevur Hans Pauli Strøm, samfelagsfréðingur øtast á frágreið- ingina hjá GØRTZ-nevndini Gønz-nevndin einki sam- band við veruleikan í Før- oyum í dag, sigur hann —Og at enda, teir gera sær als ongar tankar um tað finnast nøkur vandamál, samfelagsbúskaparliga, tá ein so stórur partur av tí mest aktiva fólkinum flytir av landinum. Talan er ikki bara um yvirskotsarbeiðs- megi, men fólk í arbeiði rýma eisini, tí tey fáa tað ikki at bera seg fíggjarliga, sigur hann. jústinus pappirslonin THE worLD COUNTS on sin Í EM. SPARD KRÓNA ER VUNNIN KRÓNA Sverrisgøta 9 = FR-110 Tórshavn Tlf. 10603 + Fax 10806 + Box 3181