leygardagur 10. september 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 172 — 10. SEPTEMBER 1994 — Sida9
Svøvnurin kom á teir, tveir av oddamonnum sjálvstýrisfloksins, tá samráðingarnar á Gamla Apoteki framvegis
ikki vórðu endaðar tíðliga fríggjamor gunin. Teir høvdu tó tryggjað seg við telefoninki, um tað bráddliga blivu
boð eftir teimum. Mynd kalmar
578999.
OEliaskirkjan, vesterbrotorv 49
"Møti er hvert leygarkvøld kl. 19.00. —
| Nærri fæst at via á tif. 031-242268 ella 03
Stór hond-
bóltsstevna
i Vestmanna
Stevna fyri bestu lidini i mans- og kvinnu-
hondbólti í vikuskiftinum í Vestmanna
Upp undir nýggja kapping-
arárið í hondbólti, sum byrj-
ar 8.-9. oktober, skipar VIF
nú í vikuskiftinum fyri
stevnu í Vestmanna, har
bestu liðini í 1. deild hjá
monnum og kvinnum fara
at kappast móti hvørjum
ødrum.
Stevnan verdur 2 dagar,
soleidis at kvinnurnar spæla
í dag og menninir í morgin.
Tað verður spælt øll móti
øllum og leiktíðin verður
2x20 min.
Lidini verda hesi:
Leygardagin 10. sept.:
Kvinnur —VÍF, Kyndil,
Skála, VB og Neistin (byrj-
að verður kl. 10).
Sunnudagin 11. sept.: |
Menn — VIF, Kyndil, StIF,
KÍF og Neistin (byrjað
verður kl. 12).
Tað verður m.a. sera
áhugavert at síggja, hvussu
tann stóra spælaraútskift-
ingin, serliga hjá monnum,
fer at seta sín dám á stevn-
una. Bæði VIF, KIF og
Neistin hava sum kunnugt
mist tilsamans einar 20
spælarar. VIF fær mannad
eitt lið, har midalaldurin
bara verður 21 ár. Kyndil er
sum vant aftur í sterkari lið-
uppstilling hetta kapping-
arárið, og sum tað liðið, ið
hevur mist minst av spælar-
um, verða teir tungir at
syfta. SUF hevur mist John
Petersen og Finn á Svød,
men hevur fingið Svein-
bjørn Poulsen aftur úr Dan-
mark.
Hjákvinnunum er 6ført at
tað eydnast at savna nøkur
av teimum bestu liðunum,
og serliga er at gleðasat um
at VB kemur ta longu leið-
ina norður til Vestmanna
m.a. til aftur ein spennandi
dyst móti Neistakvinnum,
sum vunnu FM-heitið eftir
tógvið stríð júst móti VB-
kvinnum. Við hesi stevnu
hava kvinnurnar endiliga
fingið sama høvi sum
menninir fyri at dystast upp
undir kappingarbyrjan.
Ongin ivi er um, at áskoð-
ararnir fara at síggja nógvan
spennandi hondbólt báðar
dagarnar í Vestmanna.
Bileftirlitið framdi
órætt móti koyri-
lærara úr Klaksvik
At Atli Jensen, stjóri á Bileftirlitinum, og Símun W. Høgnesen, koyrilærari
úr Klaksvík, ikki vóru allarbestu vinir, førdi vid sær, at Bileftirlitið noktaði
at geva koyrilæraranum møguleika at leiga seg inn í holi hjá Bileftirlitinum
í Klaksvík — eins og hinir koyrilærararnir í Klaksvík
Eftir at steyning frá Símuni
W. Høgnesen, koyrilærara
úr Klaksvík, hevur verið
fyri í bæði Føroya Rætti og
Eystara Landsrætti, hevur
Símun W. Høgnesen fingið
viðhald í, at koyrilærarin
hevur verið fyri Grætti frá
Bileftirlitisins síðu tá hann
ikki fekk sama møguleika
sum hinir koyrilærararnir í
Klaksvík at leiga seg inn í
hølini hjá Bileftirlitinum á
staðnum.
Málið byrjaði í august
1990, tá koyrilærarin eitt
kvøldid kom at hava teori
við næmingum. Hann kom
eitt korter undan tímanum á
staðið, men tá var lásið í
hurðini skift út, so hann ikki
slapp inn.
Síðani 1977 høvdu teir
fýra koyrilæraramir íKlaks-
vík hildið ókeypis til í hes-
um hølunum, men fyrst í
80-unum kom bræv frå Atla
Jensen, stjóra í Bileftirlitin-
um, har hann gjørdi vart
við, at nú skuldu teir gjalda
leigu fyri nýtslu av hølun-
um
Sl ikki
at leiga hølini
Eitt sindur av brævaskifti
var aftur og fram um hetta,
men so endaði tað við, at
einki meira hoyrdist frá Bil-
eftirlitinum fyrr enn í 1990,
tá allir fingu tilboð um at
leiga hølini — uttan Símun
W. Høgnesen.
Grundgevingin, Bileftir-
litið nýtti fyri ikki at geva
honum sama tilboð, sum
allir hinir koyrilærararnir
fingu, var hendan, sum
nevnd er í einum av skjøl-
unum í málinum:
»Grundin fyri at tað ikki
varð boðið Símun W.
Høgnesen at gera leigusátt-
mála var tann, at bileftirlitid
í fleiri ár hevur havt sam-
arbeiðstrupulleikar við
hann.“
Undir rættarmálinum er
eisini komið fram, at ein
onnur grund skuldi vera, at
koyrilærarin ikki helt seg til
tær reglur, ið galdandi eru
innan fyri gkið — men uttan
at vísast kundi á, hvat talan
var um, og hverjar reglur
koyrilærarin ikki helt.
Persónlig ósemja
Eisini er komið fram und-
ir rættarmálinum, at tað er
persónlig ósemja millum
Atla Jensen, stjóra á Bileft-
irlitinum, og koyrilæraran,
id er orsøk til, at Bileftirlitið
hevur borid seg so at i hes-
um máli, sum gjørt er.
Viðurskiftini kærdi koyri-
lærarin til landsstýrið, ið er
yvir Bileftirlitinum, men
uttan at fáa viðhald har.
Urslitid gjørdist, at koyri-
lærarin gjørdi av at stevna,
og hetta varð gjørt í desem-
ber 1991.
Fult viðhald
i Føroya Rætti
Målid var sidani fyri i
Føroya Rætti, har Símun W.
Høgnesen fekk fult vidhald
i sinum, og stadfesti Føroya
Rættur 15. desember 1993
soljóðandi:
>Thi kendes for ret: Sag-
søgte, Færøernes Lands-
styre, skal anerkende, at
man med urette ikke har til-
budt sagsøgeren, Simun
WaagHøgnesen, tilbud om
leje af undervisningsloka-
ler i Bileftirlitið's bygning i
Klaksvik på tilsvarende vil-
kår som vedrørende leje-
forholdet mellem sagsøgte
og Volmar Johannesens
køreskole.«
Sidani ålegdi Føroya
Rættur eisini, at landsstýrið
skuldi gjalda gakarmáls-
kostnaðin hjá Símuni W.
Høgnesen, ið var 6.000
krónur.
Atli Jensen, stjóri á Bil-
eftirlitinum vildi ikki góð-
taka hesa niðurstøðu, ið
Føroya Rættur var komin
til, men fór víðari og kærði
málið fyri Eystara Lands-
rætt..
Bileftirlitið fall frá
í Landsrættinum
Her var eingin ivi um, at
teir tríggir landsrættardóm-
ararnir fóru at geva Símuni
W. Høgnesen fult viðhald —
og mcira enn tad — og endin
varð so, at Bileftirlitid fall
frå kæruni, og samstundis
fekk ålagt at gjalda sakar-
målskostnadin her eisini, so
talan tilsamans bleiv um, at
Bileftirlitid skal gjalda Sim-
uni W. Høgnesen 11.000
krónur í sakarmålskostn-
aði.
Tað, sum er gjøgnum-
gangandi í tí, Føroya Rættur
kom til í síni niðurstøðu,
var, at talan var um brot á
tað sokallaða >ligestillings-
princippet<, ið stutt merkir,
at Bileftirlitið hevði framt
órætt mót koyrilæraranum,
av tí at hann ikki hevði fing-
ið sama tilboð um leigu av
hølum til teori, sum hinir
koyrilærararnir fingu.
Ikki kostað so lítið
Leggjast kann aftrat, at
hesin órættur ikki hevur
verið ókeypis fyri koyrilær-
aran, ið noyddistatleiga seg
inn í Klaksvíkar skúla, so
hann har kundi undirvísa í
teori. Umframt tær leiguút-
reiðslur, ið hava staðist av
hesum, noyddist hann eisini
at keypa sær útgerð í sam-
bandi við undirvísingina —
talan var um útgerð, ið ann-
ars var til taks í hølunum hjá
Bileftirlitinum, ið hann ikki
slapp at leiga frá. Talan er
um tíggjutals túsund krón-
ur, hetta hevur kostað
koyrilæraranum.
Bert, tí koyrilærarin og
stjórin á Bileftirlitinum eftir
øllum at dóma ikki vóru
bestu vinir...
bj.