leygardagur 10. september 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (SHU
Nr. 172 — 10. SEPTEMBER 1994 Síða 13
Fittir menn umborð
— Longsta áramálið eg var
við einum skipi var umborð
á Kongshavn. Eg skal bera
teimum monnum eg var
saman við alt gott. Tað sama
kann eg eisini siga um
manningarnar við ødrum
skipum eg var við. Ikki altíð
drógu vit eina línu, men eg
haldi eg kann siga, at eg veit
mær ikki nakran óvin í dag,
sigur hann.
— Jakku Højgård av Toft-
um var skipari å Kongs-
havn og hann var ein stak
fittur maður at vera saman
við. Eg minnist eisini væl
dreingirnar á Kamarinum í
Havn. Teir vóru so stak
góðir við meg. Tríggir
bróður vóru við, Snorri,
Luddi og Magnus, sigur
Salli.
— Magnus var nakað fyri
seg sjálvan. Hevdi hann
eina løtu, so sat hann og
skrivaði. Hann var ógvuliga
dámligur at práta við og
hóast hann í bókini sigur at
Úr bókini " Í Grønlandi við Kongshavn" Myndateksturin
ljóðar: "Salli og ein annar kalvi"
Á veg til Grønlands við Kongshavn. Myndin er úr bókini hjá Magnus. Grønlandsbåtarnir
síggjast frammi á dekkinum, teir vóru stórir, 10 mannafør og seksæringar
hann var snarsintur, so helt
eg hann vera ein spaklyntan
mann, sigur Salli.
Ringt at halda døg-
urðan heitan
— Við Kongahavn vóru 4-
$ bátar. Teir róðu út hvønn
dag íð viðraði og ofta vóru
teir seinir heim aftur um
kvøldid. Tað kundi verða
torført at halda døgurdan
heitan og ofta var leingi at
bíða. Båtamir komu ikki
allir heim ísenn. Eg plagdi
at sita uppi til midnátt og so
tók messudrongurin og
matgjørdi teimum sum ikki
høvdu eið tá. Messu-
drongurin syrgdi eisini fyri,
at teir fingu morgunmat, tá
teir fóru aftur til útróðrar.
Hann syrgdi eisini fyri at
teir fingu mat við. Eg kom
so upp og kokkaðist restina
av degnum, sigur Salli.
Hererein søga frá Kongs-
havn, sum Salli plagar at
flenna at. Heindrikkur í
Leiðistovuni á Toftum var
við Kongshavn og "hann
róði út við Falkinum.
Ofta var hann seinur aftur
á borði. Tað eina kveldið
var hann so sera scinur.
Frikadellur vóru til døgurda
og Salli hevði roynt at
hildið tær heitar. Men
drúgva bíðitíðina hevði ført
við sær, at tær vóru vornar
so grótharðar. Tá helt
Heindrikkur skemtandi
fyri: "Hevði Hitler havt
hesar frikadellurnar sum
kanónkúlur, so hevði hann
vunnið kríggið".
Ikki fer hann útundir vegg ut
A
tan reyða føroyska húgvan
situr á høvdinum, áttatiáringurin av Hellunum
Hálvur íslendingur
Salli er hálvur íslending-
ur. Mamma hansara Sigur-
bjørg Sigurjónsdóttir og var
av Bakkafjørdinum ættað.
— Påpi var nógv ul lands í
Íslandi og har møtti hann
mammu. Tey giftust og hon
flutti úl Føroyar. Ongantíð
slepti hon tó heilt tí ís-
lendska málinum, hon
tosaði hálvbrotið, sigur
Salli.
— Eg havi sjálvsagt nógv
skyldíólk í Íslandi, nú eru
bert syskinnabørn og børn
undan teimum eftir. Eg havi
vitjað tey fleiri og kenni væl
mína íslendsku ætt, sigur
Salli.
— Påpi mín at Magnus
Johannesen og hann var
føddur á Hellunum. Hann
var sonur Jóanes Johannc-
sen úr Leiðistovuni á Toft-
um og omma mín var úr
Funningi, hon at Jóhanna
Maria. Tey fluttu sum ung
niðursetufólk til Hellurnar
Hetta hevur verið einaferð
sjeyuarunun
farnu øld, ella góð 20
aftaná at fyrstu niðursetu-
fólkini høvdu sett búgv á
Hellunum. Abbi velti trød á
Hellunum og tókst annars
við alt vanligt arbeiði í
bygdini, greiðir Salli frá.
Ferðandi
pensionistur
Síðan Salli legðist uppá
land, hevur hann ikki sitid
heima og kúrt. Hann hevur
verið virkin í pensionista-
feløgunum, bæði í Fugla-
firði og eisini í Oyndarfirði.
Hann hevur ferðast næstan
á hvørjum einasta sumri,
bæði í Skotlandi, Íslandi og
Danmark. Tað er um reppið
at hann ikki hevur verið i
Semast í
Noregi eisini. Í Danmark
eigur Salli nógva familju.
Bróður hansara John hevur
livað í Danmark megin-
parun av lívinum og hann
eigur børn. Sjålvur er Salli
ógiftur.
Í 1953 bygdi Salli hús á
Hellunum, eini vekur og
nosslig hús. Salli er sera
røkin maður og hann vil
ikki at nakað skal forfallað.
Aftaná 25 ár sum kokkur
á sjónum helt hann fram í
kokkayrkinum. Men nú var
tað fyri sær sjálvum hann
gjørdi mat. Tað er ongin
húsmóðir sum hevur køkin
so nossliga sum Salli. Har
liggur onki og flytur. Tå
hann er lidugur at gera mat,
so skina bordini aftur.
Salli bakar enn og frans-
breydini hjå honum eru
framúr góð afturvid einum
drekkamunni.
Herfyri var Salli fyri
einum bakkasti, hann breyt
bemid. Í dag gongur hann
vid høkrum. Men tað verður
ikki leir afturat, banka
undir borðið. Sælli er sera
bráður maður, og hann
hevur næstan ikki tid at bíða
ul hann gerst frískur. Hann
situr ikki sullur, men venir
beinið mangar ferðir um
dagin. Salli er eitt vana-
menniskja og tú kann seta
klokkuna eftir nær hann
etur, nær hann fer upp og
nær hann fer niður.
Týsdagin er áttaliára
fødingardagurin hjá Salla
og hetta ætlar Salli ikki skal
fara afturvið borðinum sum
ein vanligur gerandisdagur.
Klokkan sjey á kveldi
verður opið hús og tá eru
øll, minir vinir og skyldfólk
hjartaliga væl komin heima
hjá mær, sigur hann.
-
Fiska-
- -
virking
fær ov
” -
litið
Fiskavirking hevur
hiogartil í ár tíkið móti
4000 tonsum minni enn
roknað var við. I løtuni
kemur lítil fiskur uppá
land, eitt nå ti fleiri
partrolarar eru í Norð-
sjónum, teir selja ikki
allir í Føroyum. Djup-
vatnstrolararnir hava
eisini fingið minni.
Arabo
rættar
tíðindi
Í samrødu í blaðnum
mikudagin er Thomas
Arabo, fråfarandi fiski-
målarådharri endurgiv-
in fyri at siga, at hann
hevur tosað við Reið-
arafelagið um hækkan
av kvotu hjá Beini.
Hetta fekk Reiðara-
felagið at koma við eini
rættleiðing í blaðið.
Arabo sigur, at hann
ikki hevur tosað bein-
leiðis við reiðarafelag-
ið, men við reiðarar um
hetta mál.
Loyni-
krókur
bjargar
Ísland hevur aftur fing-
ið yvirskot í handlinum
við umheimin. Orsøkin
til hetta er fiskiskapurin
í Loynikrókinum og á
verndarleiðini við
Svalbard. Íslendingar
hava tiggjutals trolarar
í Loynikrókinum og
teir hava rokfiskiskap
Upsa-
batar i
Norð-
sjónum
Fleiri av partrolarunum
royna nú í Norðsjón-
um. I fiskisáttmálanum
við Noreg og ES eiga
vit eina upsakvotu í
Norðsjonum. Upsin
partrolaramir fáa er
lítin, ikki nógv stórri
enn stórseiður og
prísurin er í lægra lagi.
Nógvur upsi er á
marknaðinum í løtuni.
Undir Føroyum er
fiskiskapurin smáligur
í løtuni.
je