Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. september 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 172 — 10. SEPTEMBER 1994 Tíðindablaðið { sosíalurin ) Kokkurin umborð á Kongshavn Elti við hond til 28 manns hvønn dag — Lívið umborð á Kongshavn var eitt gott lív, men at tann eini túrurin skuldi enda sum ein kend nutidarskaldsøga, tað vardi meg ikki, sigur Salli av Hellunum. Hann gøddi rithøvundan, meðan skrokkurin til bókina "I Grønlandi við Kongs- havn” varð skrivaður Eftir Jústinus Eidesgaard Myndir: Kalmar Lindenskov o.a. Týsdagin í komandi viku fyllir ein kendur hellu- maður áttati ár. Hann var føddur 13. september 1914. I kirkjubókini stendur hann doyptur sum Salemon Johanne- sen. Tó, ikki ein livandi sál kundi funnið uppá at kallað hann Salemon hvorki á Hellunum ella í bygdunum har í nánd. Salemon verður kallaður Salli og tað er bert í råtabrøvum at dépsnavn hansara verdur skrivad. Stytta navnið Salli hóskar eisini væl til hendan snøgga lågvaksna tætta Magnus Dam Jacobsen hevði ódeyðiliggjórt Salla í bók mann, sum ikki fer út undir víðan himin, uttan at reyða føroyska húgvan stendur sum eitt prýði ovast á knokkinum. Altíð á sama hátt hellandi eitt sindur uppá skrá. Kokkar hava verið nógvir millum ár og dag Føroyum, men tað er fáum beskorið at verða 6deydiliggjørdur i eini skaldsøgu. sum er vorðin ein sonn perla i før- oyskum skaldskapi. Salli var kokkurin sum gav rit- høvundanum, Magnus Dam Jacobsen, såla, timi- ligu fødina, grønlandstiirin 1965, tå skrokkurin til bók- síni "Í Grønlandi vid Kongshayn" ina "I Grønlandi við Kongs- havn” varð skrivadur. Bók- in er ein blandingur av dag- bók um skipslivid umborð á Kongshavn og hugleiðing- ar hjá høvundanum um alt millum himmal og jørð. Nakað av tí besta sum er skrivað á føroyskum av einum sonnum eygleiðara. Kokkur í 25 ár Aftur til Salla, ið nú telist millum tey elstu í niðursetubygdini á Hellu- num. Salli fór sum fimtanåra- gamal til sjós. Hetta var í 1930. Fyrsta skipið hann var við kallaðist Múlin og teir royndu undir Íslandi. Fyrstu mongu árini sigldi Salli sum vanligur fiski- maður. Aftaná kriggid kom hann í kokkalæru umborð á skipi. — Eg var við Sólbrún og Meinhard Emil á Gutta í Oyndarfirdi lærdi meg at baka breyð. Síðan hendan túrin var er bert onkun hendinga túrin aftur til sjós sum fiskimadur, eg varð altíð biðin sum kokkur, sigur Salli. - Eg fylti 60 á Kappanum og var var 62 tá eg legðist uppi, sigur Salli. Góð ár við Kongshavn Salli sigldi áua ár við Kongshavn, harav sjey sum kokkur. Hetta var í seksti- árunum og Salli minnist við einum smíli aftur at hesa tíð. — At verða vid móður- skipi við fleiri útróðrarbátar var stríggið lív. 28 manns við og teir skuldu hava mat, nógvan mat, sigur Salli. — Eg bakaði breyð hvønn einsta dag til hesar menn, bæði tað teir ótu umborð og eisini til tað teir skuldu hava í matskríni á útróðri. — Skuffan umborð á Kongshavn tók 20 pund og eg bakaði tvær reisur uppí hana av rugbreyði um dagin. Eisini varð køka bakað hvønn einasta dag. Alt varð knoðað við hond. Tað sama var við knettum og frikadellum, her elti eg eisini við hond, ongin miks- ari var umborð. Men eg hevði eisini altíð messu- drong at ganga mær til handar, sigur Salli. Gott skoðsmál frá rithøvundanum Sunnudagin 18. juli 1965 skrivar Magnus Dam Jacob- Salli uttanfyri húsini hann bygdi í 1953 Enn bakar hann breyð og væl smakkar. Salli kokkast enn hóast nú bert til sín egna búk. Nossligari kókur finnst neyvan í landinum sen í dagbók síni. Kongs- havn liggur tá á Fiskifjørd- inum í Vesturgrønlandi: "Kokkadrongurin vaskar upp, meðan kokkurin ger lagkókur. Hetta er fast aftur við seinnapartskaffi- num sunnudagar Væl liggur fyri hjá honum. At vera kokkur umborð kipi, kann vera hart og takksamt starv. Ikki øgid, her er ikki s annað enn matur al v menn, ið eru heiman frå kvinnum, konum, gentum børnum, ættfólki og vinum Her er einki, ið kann hjálpa uppá vanan, ið alt arbeiði førir við sær. Kokkurin skal bæði vera konufólk og brennivín, vikublød, tíð- indi, vinarlag , bygdatúnið og Aarvegurin. Maturin er tann "ið leiðirnar kann beina". Her má orðatakið sannast, at "vegurin til mannsins hjarta gongur gjøgnum magan“. Góðir kokkar fáa rós og kærleika, meðan vána kokkar ganga kryplaðir undir byrðuni av øllum heimsins syndum og vanlukkum."