Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-10, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. september 1994síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A —T— | í Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 172 — 10. SEPTEMBER 1994 Sida 21 Hjálp til neyðhjálp Neyðhjálp Fólkakirkjunnar heitir á fólk um hjálp, at hjálpa teimum svøltandi í Etiopien Síðsta ár var eitt vanlukkuár fyri Etiopien. Turkurin oyðlegði tæe lívsneyðugu grødirnar, neytini doyðu og komgoymslurnar vóru skj- ótt tómdar. Nú nýtist meiri enn 10 milliónum etioparum hjálp, um teir ikki skulu doyggja av hungri. 85 prosent av fólkinum eru bundin av landbúnaðanum og um fól- kaferðingin inn til býirnar vindur uppá seg verður eingin at taka sær av landbúnaðinum næsta ár. Tann etiopiska kirkjan Mekane Yesus er sjálv byrjað at hjálpa fólkinum, arbeiðsfólki í kirkjuni og í tí Lutheranska Heimssam- bandinum geva 20 prosent av teirra løn til innsaml- ingina og eru tey nå komin uppå 150.000 kr. Pengarnir eru longu í brúk í ti syðra partinum av landinum. Men tað er brúk fyri meiri hjálp, tað Lutheranska Heimssambandið óttast einaendurt.øku av hungurs- vanlukkuni í 1984, har meiri enn ein hálv millión fólk doyðu. Og kemur regntíðin ikki í ár hava enn fleiri etiopar brúk fyri hjálp. Neyðhjálp Fólkakirkj- unnar heitir á føroyingar, gjøgnum kirkjunnar heyst- innsavnan,at stuðla inn- savningini til tey svøltandi í Etiopien. Stuðul merktur Etiopien, kann eisini verða goldin til Neyðhjálp Fólka- kirkjunnar á gironummar 5400023. Vinarligast Neyðhjálp Fólkakirkjunnar. Finnbjern Vang, praktikantur Prógv Jógvan R. Jacobsen, Leir- vík, hevur fingið sveina- bræv sum maskinsmiður, Hann hevur lært á Skipa- smiðjuni Føroyar á Skála og varð avlærdur 9. september 1994. Lærumeistari var Sylverius Jacobsen. Marna C. Gásadal, Tórs- havn, hevur fingið læru- bræv í skrivstovuyrkinum. Hon hevur lært hjá Tummasi E. Ørv í Tórshavn og varð avlærd 7. septem- ber 1994. Lærumeistarar vóru Tummas E. Ørv, sáli og John Vilhelm. Tofta kvinnufelag hevur aðalfund mána- kveldið 26. sept. kl. 20 í Bó68-húsinum. AA fundir, Leygardagin kl. 17.00 og kl. 22.30 í Uppistovu, C. Pløyensgøtu 17. Sunnudagin kl. 11.00 í Uppistovu. Kl. 17.00 opin fundur í Uppistovu. Av- varðandi og onnur áhugað eru væl komin. Mánadagin kl. 20.00 í Uppistovu. Týsdagin kl. 20.00 á Há- skúlanum. Kunningardagur fyri føroyingar, ið júst eru komnir til Odense, verður leygardagin 17. september. Vit metast í Flakhaven (framman fyri Ráðhúsið) kl. 11, og fara síðan gongu- túr igjøgnum býin. Aftan á verður — hugnaløta við smyrjibreyði. Øll eru væl- komin. Diabetes skeið fyri bórn, ung og avvarandi, verður á Gjáargarði 17. og 18. september. Nærri fæst at vita um skeiðið og tilmeld- ing á tlf. 44478 ella 16502. dómstelefonin hjá Barnabata/Reyða Krossi, svarar mánadag frá kl. 16-18. TIf. 10645. Vestmanna Sangkór Byrjað verður at venja månakvøldid 12. septem- ber kl. 19.30. Nýggir limir eru vælkomnir at syngja við í kórinum. Argja Dartfelag venur hvønn månadag og mikudag í Neystinum hjá Argja Róðrarfelag. Øll eru vælkomin. Felagið Tórshavn Gongutúrar Sunnudagin 11. september verður túrur til Toftavatn og Svangaskarð. Havi góð gonguklæði og gummi- styvlar við. Høvi verður at keypa kaffi. Farið verður frá Kunningarstovuni kl. 11. Tilmelding. Fimtanda sunnudag eftir trinitatis Kollekt: Latum okkum øll biðja: Harra, vár Guð, himmalski faðir! Vær tøkkum tær fyri allar vælgerðir tínar, tú, sum hevur givið okk- um lívið og náðiga hevur uppihildið okkum og syrgt fyri okkum higar til dags. Nú biðjum vær teg: tak ikki signing tína frá okkum, men varðveit okkum frá gimi og heidnari stúran, til tess at vit kunnu tæna tær eina, elska teg, halda fast við teg og ikki óreinsa okkum við vanæruligari avguda- dýrkan og mammontænastu, men seta alla vón okkara, treyst og álit til náði tína fyri Jesus Krist, einborna son tín, váran harra, sum við tær livir og ræður í einleika heilaga andans, ein sannur Guð um aldur og ævir allar! Amen. Hesin heilagi teksturin er skrivaður í Apostlasøguni, 8. kap. 26.-39. v. Men eingil Harrans talaði úl Filippusar og segði: »Statt upp og far suðureftir og gakk eftir tí vegi- num, sum gongur oman frá Jerúsalem til Gasa!< — Tað er ein oyðivegur. — Og hann stóð upp og fór. Og sí, har var ein maður úr Etiópiu, hirðmaður og høvdingi hjá Kandake, drotning Eti6piumanna, sum hevði allar dýrgripir hennara í varðveitslu; hann var komin til Jerúsalem at halda bøn. Og hann var nú á heimferðini og sat í vagni sínum og las Jesaja profet. Men andin segði við Filippus: „Far og halt teg aftur at hesum vagni!< Men Filippus fór rennandi hagar og hoyrdi hann lesa Jesaja profet; og hann segði: >Skilur tú tað, sum tú lesur?« Men hann segði: »Hvussu skal eg kunna tað, uttan at onkur leiðbeinir meg?< Og hann bað Filippus stíga upp og seta seg hjá sær. Men tað stykkið í skriftini, sum hann var við at lesa, var hetta: >Sum ein seyður varð hann leiddur til skurdar, og eins og lamb er tigandi móti tí, sum klippir tað, soleiðis letur hann ikki upp munn sín. Í neyðarstandinum var dómur hansara avtikin; hver kann siga frá ætt hansara, við tað at lív hans- ara er tíkið burtur av jørdini?« Men hirðmaðurin tók til orða og segði við Filippus: >Sig mær, um hvønn sigur profeturin hetta? um seg sjálvan ella onkran annan?< Og Filippus læt upp munn sín, og í tí hann tók undir við hesum skriftorði, fór hann at boða honum gleðiboðskapin um Jesus. Og sum teir fóru fram eftir veginum, komu teir at nøkrum vatni, og hirðmaðurin segði: >Hygg, her er vatn; hvat forðar mær at verða doyptur?< Og Filippus segði: >Trýrt tú av øllum hjarta tínum, so kann tað verða. Men hann svaraði og segði: >Ég trúgvi, at Jesus Kristus er sonur Guds.« Og hann beyð, at vagnurin skuldi steðga, og teir fóru báðir niður í vatnið, bæði Filippus og hirðmaðurin, og hann doypti hann. Men tá ið teir komu upp úr aftur vatninum rykti andi Harrans Filippus burtur, og hirðmaðurin sá hann ikki meira; tí at glaður fór hann veg sín. Hetta heilaga evangeliið skrivar Lukas evangelistur, 10. kap. 38. v. og út. Men tað hendi, meðan teir vóru á ferð, at hann kom inn í eina bygd. Har var ein kvinna, ið nevndist Marta, sum beyð honum inn hjá sær. Og hon átti eina systur, sum æt Maria; hon settist nið- ur við føtumar á Jesusi og lýddi á talu hansara. Men Marta hevði strævið við nógvari stákan; og hon kom til og segði: >Harri, leggur tú ikki í, at systur mín letur meg vera einsamalla um matgerð- ina? Sig tó við hana, at hon skal taka hondina í við mær!< Men Harrin svaraði og segði við hana: »Marta, Marta, tú gert tær ónáðir og stríð av mongum; men eitt er neyðugt. Maria hevur valt hin góða lutin, sum ikki skal verða tikin frá henni.«