týsdagur 13. september 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ søsialurin | Nr. 173 — 13. SEPTEMBER 1994 Sida3
Slerdi út
i
Nyggir bygningssnikkarar
Fríggjadagin stóðu hesir tríggir ungu menninir sveinaroyndina sum bygningssnikkarar á Tekniska Skúlanum í Havn:
Teir eru frá vinstru: Magni Thomsen av Skála, Hjalti Petersen úr Fuglafirði og Harry Potts Olsen av Skála. Hjalti lærir á
Snikkaravirkinum á Kambsdali. Magni og Harry læra hjá Byggi-Servica á Skála (Mynd: Kalmar)
- -
Politiið
a od
i Nolsoy
Í gjár vóru politistar úr
Havn í Nólsoy og vitj-
aðu.
Ørindi teirra var at
greiða næmingunum
frá ferðsluspurningum.
Einaferð herfyri
mælti Ráðið fyri
Ferðslutrygd á skúlar-
nar um at brúka politiið
meira í ferðslulæruni,
og ein skúli, sum tók
undir við hesum var
Nólsoyar skúli
Eldur í
ovninum
Sløkkilidid í Havn varð
hósdagin boðsent at
koma í eini hús, har
eldur var í bakarovn-
inum. Har hendi eingin
skaði, tí tað var bara
feitt í ovninum, og tað
reyk nokkso illa.
Koyrdu
ov skjótt
Fríggjadagin var
ferðslupolitiið úti á
landsvegnum og kann-
aði ferðina hjá bilinum.
Tveir vórðu skriv-
aðir upp fyri atkoyraov
skjót. Annar hevði
ferðina 105 km/t og hin
108 km/t.
Teir fáa báðir bót.
randi
Arbeiðið á Vestsalmon í
Kollafirði varð ikki
nervað av eldsbrunanum
hjá Salmex sunnudagin
hjá Salmex
Gjáramorgunin var einki,
sum forðaði teimum á Vest-
salmon í Kollafirði at fara
til arbeiðis við at blødga
laks. Tað arbeiðið verður
gjørt í endanum á húsinum,
sum Salmex átti, og sum eitt
danskt kredittfelag nú um-
str.
Í hesum húsi var eldur í
sunnumorgunin, men aft-
aná brandin var alt vaskað
væl og virðiliga.
Teir vita enn ikki, hvor
orsøkin var til eldsbruna,
sum varð fráboðaðum um
halvgum fýra tíðina seinna-
partin sunnudagin. Har,
sum eldurin kyknaði, hevur
eingin arbeitt seinastu tíð-
ina.
Sløkkilidid í Kollafirði
fór beinanvegin at sløkka,
og eina løtu seinni bóðu teir
eisini sløkkiliðið í Havn
koma til hjálpar - fyri at vera
betur fyri.
Ovara hæddin fór rættil-
iga illa. Har var m.a. mat-
stova og køkur, men hesi
hava ikki verið í nýtslu
seinastu tíðina.
Annars var tað mest vatn-
og roykskaði.
randi
52 ára gamli
Jens Michael
Nielsen úr Trongisvági doyði,
tá hann leygardagin fór fyri
borð av Zenitu
Tað var sjaskut veður, og
teir á Zebitu vóru við at
draga trolið inn um 11 tíð-
ina leygarmorgunin.
Eingin vamnaðist, tá
óhappið hendi, men knapp-
liga síggja teir ein av mann-
ingini liggja í sjónum beint
við skipið.
Teir vóru ikki fleiri enn
tilsamans fimm mans um-
borð, og tað gekk ti ein góð
lýta, áðrenn teir fingu
mannin umborð aftur. Men
tá var hann deyður.
Teir vóru staddir 30 fjórð-
ingar eystur úr Trongis-
vágsfirði.
Maðurin, sum doyði, var
tann 52 ára gamli Jens
Michael Nielsen úr Trong-
isvági. Hann var sjómaður
alt sítt lív. Hann var henda
túrin við Zenitu sum av-
loysari.
Sjófrágreiðing skuldi
vera seinnapartin í gjár.
randi
Doyði seinni
Ein eldri kona í Hvalba doyði
sunnunáttina,
eftir at hon
kvøldid fyri hevdi verið fyri
ferðsluóhappi
Klokkan var farin av elliv
leygarkvøldid. Ingrid Vang
skuldi tvørtur um vegin í
Nesi.
Ein kona kom koyrandi í
bili, og hon sá ikki Ingrid í
myrkrinum og rendi á hana.
Henda breyt armin og
beinið, og tey hildu, at hon
kanska eisini hevði fingið
heilaskjálvta.
Hon var púra klár, tá hon
varð flutt á sjúkrahúsið á
Tvøroyri, men um náttina
doyði hon.
Ingrid Vang var 74 ára
gomul.
randi
THE WORLD COUNTS on
EIN AV SEKS
á á
a
ni
i
i
LI
„Amtoro ið
095453
Fågst eisini hjó:
Alfa Bókhandil
Klaksvík
Pt. Grannin
Leirvik
NB-handilin
SPARD KRÓNA ER VUNNIN KRÓNA
Sverrisgøta 9 = FR-110 Tórshavn
TIf. 10603 = Fax 10806 + Box 3181