Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller Fyrtaksstóri. Krisjan Dahi Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Biadioik: Randi Jacobsen - Dagny Utgevari: P/1 Saslalurin Joensen - Tórfinn Smith - | Uppsetng P/Æ Søslalurin hilmar Jan Hansen - Prent: P/ Pressan 1981 Jústinus Eidesgaard 67. ÁRGANGUR Bústaður: Argjavegi 26 i Postadr.: Postsmoga 76 Argjum 110Térshavn Telefon: 11820 Taletax: 14720 Nyggj samgonga ella ? SO fingu vit loksins eina nyggja sam- gongu - ella? Ja nú alt så út til at løg- tingið í dag skuldi til at atkvøda fyri nyggju samgonguni, gjørdi sambands- tingmadurin Finnbogi Arge ein øgiligan vørr, júst afturkomin til Danmarkar av feriu í suðurlondum. Við útvarpið segði hann frá, at hann kundi ikki taka undir við samgonguni uttan víðari. Hetta mundi koma sum ein bumba fyri ikki bert alt Føroya fólk, men so sanniliga eisini fyri tey sambandsfólk, sum nú so trúðliga hava virkað fyri eini samgongu tvørtur um miðjuna í føroyskum HETTA er tó ikki fyrsti hvgkkurin, sum Føroya fólk hevur fingið eftir valið 7. juli. Øll minnast, hvussu gekst við borgarligu samgonguni. Júst tá hon var um at vera í pottinum brast. Fólka- flokkurin gjørdi bart og setti so strong krøv, at hann rætt og slætt tvingaði sambandið til at kvetta. Og nú enn eitt samgonguskjal er undirskrivað - hesa- ferð við ødrum flokkum - kemur so enn ein skelkur. Hesaferð var hvglli bresturin at hoyra í sjálvum sambands- flokkinum. Í skrivandi løtu vita vit ikki, um sam- gongar verður veruleiki. Vit ivast tó ikki í, at tað fer at eydnast formanni at semjast, tá ástendur, at fáa hetta upp á pláss. Alt annað vildi verið heilt órímuligt og ónátúrligt bæði móti hon- um sjálvum og móti øllum Føroya fólki, sum nú ikki vil bíða longur eftir einum stýri. NÚ tå tað eydnaðist at fáa fýra flokkar saman og skipa eina samgongu tvørtur um miðjuna, har bæði samgonguskjal og målsøki kundu góðtakast av øllum pørtum, hevði fåur ella eingin roknað við, at onkur kíli kortini skuldi koma í. Vit meta, at sambandið við siðiliga formanni tess, hevur gjørt eitt gott arbeiði til tess at fáa landinum eitt stýri. At tað ikki eydnaðist sama sambandi at fáa eina borgarliga samgongu er bert einum flokki fyri at takka, og tað er fólkaflokkinum. Tað var eina og aleina hann, sum forðaði sambandsformann- inum at seta saman eina reint borgarliga samgongu. Og hesin vísti sætt demo- kratiskt sinnaalag, tá hann tók avleið- ingarnar av hesum og fór longur inn á miðjuna at leita sær eftir samstarvs- flokkum. Fólkaflokkurin kann takka sær sjálvum fyri - og ongum ødrum - at Føroya fólk ikki fekk ta borgarligu samgongu, sum tað bað um. Í veru- leikanum hevur fólkaflokkurin svikið veljararnar, sum vístu á eina borgarliga samgongu. Og hetta fer hann so sanni- liga eisini at svíða fyri. Hetta kemur flokkurin at sanna longu 21. september, sambandsfloksins, sum hevur víst seg tá fólkatingsumboð hansara verður at eiga bæði tol og evni til at fáa menn = Vrakað og vit ístaðin fáa eitt sam- bandsumboð á fólkating - umframt javnaðarumboðið sjálvandi. VIT eru sannførd um og trúgva, at tað fer at eydnast sambandsflokkinum at greiða sína innanhýsis semju. Hetta halda vit, at formaðurin megnar. Sam- bandsflokkurin hevur annars borið orð fyri at vera ein flokkur, sum tú kanst líta á, ein flokkur, sum heldur orð. Velja einstakir sambandstingmenn nú at stinga sín egna formann í ryggin, tá gera teir rætt og slætt av við flokkin. Tað stendur nevniliga rimmarfast, at formaðurin hevur skrivað undir eitt skjal vegna allan sambandsflokkin. Og ikki vegna seks ella sjey sambandsmenn. Tað er tað tú hevur ein „formann til. Sjálvandi kunnu tað vera viðurskifti, ið menn kunnu vera ósamdir um, men í síðsta enda er og verður undirskriftin hjá floksformanninum avgerandi. SAMBANDIÐ má loysa hesa sína innanhýsistrætu á skilabesta hátt, og tað er at fara í tingið og góðkenna sam- gonguna. Alt annað vil vera einki minni enn kollektivt sambandssjálvmorð. Og hvør fer at tora at samstarva við ein flokk í framtidini, sum ikki tordi at standa við sítt orð? Úr sjørænarasøgum vita vit, at verður tað gjørt myttarí um- borð móti egnum skipara, tá verður antin skiparin at lúta ella verða teir seku tveittir fyri borð ella revsaðir á annan hátt. Hatta er søga. Dagsins veruleiki er ein annar. Hann er nevniliga tann, at vit eru øll í sama báti og fyri ikki at kollsigla, so eru vit noydd til at fáa manning á brúnna. Og tað er júst tað, sum semja er um nú. Sambands- manningin heldur skipsráð í løtuni. Hetta fyri at forða fyri, at myttarí verður gjørt ikki bert móti tess egna skipara, men móti gllum tí føroyska samfelagnum. Tað er í lagi, at menn tosa seg til rættis. Men latið hetta nú ikki taka ov drúgva tíð. NÝGGJA samgongan má sleppa til arbeiðis sum skjótast. Vónandi longu fyrst í hesi vikuni. Vit fara at ynskja henni góðan byr. Eftir okkara tykki hava partarnir gjørt eitt gott arbeiði og nú má síggjast til, at nakað fer at henda. Latið ikki fólkatingsvalið órógva tað samstarv, sum nú er fingið í lag. Hóast vit eru nøgdir vid samgonguna, so vilja vit tó endurtaka, at tað hevði verið rætt at havt tjóðveldisflokkin við. Tí kundi eisini verið spurt, hví flokkurin als ikki hevur latið hoyra frá sær ella hevur víst vilja til at vera við í eini samgongu sum hesari. Tað er so farið. Nú kunnu vit so bara vóna, at tað fer at bera til at halda fram við tí annars góða samstarvinum, sum hevur verið millum javnaðarflokk og tjóðveldi, eisini nú tjóðveldisflokk- urin fer at vera í andstøðu og javnadar- flokkurin í Tinganesi. Vit skulu annars gera vart við, at vit fara at prenta samgonguskjalið í heilum líki blaðnum mikudagin. SOSIALURIN M/T Beinir og kvota Vit hava nú lisið í Sosialinum, = kvotu. Men bara ikki við nú- at Beinir kann gott fáa meiri verandi eigarum. Tað verður víst til eina avtalu, sum eftir Tummas Arabo'sa meting sig- ur, at skipið um allar ævir — við verandi eigarum — ikki má fáa stórri kvotu. Kosta hvat tað vil. Fyri stuttum vóru Dalstrol- ararnir sendir av landinum. Tað skuldi vera okkurt við eg- inpeninginum. Í Beini er stórur eginpening- ur og onki landskassaveðhald. Hvat er í vegin her? Ein avtala so órímulig, at tess líki ikki finst í Føroyum og helst ikki á øllum knettinum. Landsstýrið kann broyta hetta. Tað arbeið- ið tekur 5 min. við einum kúlu- penni. Avtalur verða gjørdar, for- treytir broytast og avtalur verða broyttar. Hetta hendir dagliga. Tá Beinir varð keyptur var flakaprísurin 30 kr/kg, salt- fiskaprísur 30 kr/kg og heys- aður fiskur 15 kr/kg. Í dag er saltfiska- og flaka- prísurin 20 kr/kg. Tað, sum her fer fram, er ein eirindarleys knúsan av teim- um, ið hava lagt rygg til Bein. Hesir vinnulívsmenn, ið hava skapt arbeiðspláss aftan á arbeiðspláss í Føroyum og hvers arbeiði hevur givið før- oyingum hundraðtals av milli- Frá Suðurstreymoyar Javnadarfelag LIMAFUNDUR Politisku 1 Staðuna Fólkatingsvalið verður í Felagshølunum Mikudagin 14. sept., kl. 20. Marita, Eyðálvur og Atli leggja fyri. Nevndin BÍLAR TIL SØLU BILMERKI F LITUR — ÅRG. KM: FORD ESCORT vøruvogn. Reydur 08/07/85 — 89800 | FORD OREON 1,6 CL Autom. Blåur met. 15/10/87 FORD TRANSIT Blåur = 01/05/88 HONDA ACCORD 2,0 Autm. Hvítur 02/10/91 | HONDA ACCORD 2,2i Reyður met. 29/08/91 MAZDA 323 sedan Hvítur 19/08/83 Reyðurmet. 01/01/81 | MAZDA 626 OPEL ASCONA Reyður OPEL ASCONA 1 6 Svartur r met. | 01 ore? 98000 OPEL KADETT 1 ,3 Station. Blåur 22/05/87 — 72000 VOLVO 240 GL Gråur met. | FORDFIESTA BILFRIDKA ónum, ið annars ikki vóru komnar, hava betri uppiborið, enntað, landsins myndugleikar higartil hava sýnt teimum. TIf. 11154 & 84700 Sydrugøtu, 9. september Manbjørn i Grund, skipari