týsdagur 13. september 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Boð eru eftir
javnaðar-
flokkinum -
hóast hvøkkin
Borgarligu umboðini hava i alt ov stóran mun dragsað før-
oyskan floks-politik niður á danating og er hetta ikki loyalt
mótvegis løgtingsins avgerðum, óansæð um hesar eru sam-
tyktar av egnum flokki ella óðrum.
Atli Dam, fólkatingsmaður og valevni til komandi
fólkatingsval heldur, at javnaðarflokkurin er hin best skikkaði
at hava ábyrd av fólkatingsumboðanini. Bæði tá tað snýr seg
um at skilja ímillum hvør føroyskur politikkur skal viðgerast á
fólkatingi og hvat er løgtingsins uppgáva og tá ræður um at
skapa fatan fyri fóroyskum tórvi hjá donskum fólkatingsum-
boðum og stjórn.
Fólkatingsumboðan javn-
aðarfloksins hevur havt 6-
metaliga stóran týdning fyri
menningina í Føroyum, og
floksins samarbeidi við
aðrar javnaðarflokkar, her-
undir danska, heilt aftur í
tjúguni somuleiðis.
Tað breytslóð fyri heima-
stýrisskipanini afturi í fýra-
tíárunum, fólkapensiónini
síðst í fimtiárunum, Real-
kreditstovninum og endur-
nýgging skipaflotans í
fimti- og sekstiárunum, 60
millióna grunninum og 190
mill. láni, sum eiga útbygg-
ingarnar á landi 0.s.fr.
Tá karmarnir í heima-
stýrislógini skuldu útfyll-
ast, danir kravdu stuðulin
lagdan í blokk og vit skuldu
hava undirgrundina heima,
var avgjørt neyðugt, at á
føroysku hálvuni sótu fólk,
sum viðurkendu sær á-
byrgdina av Heimastýris-
skipanini og teimum sjálvs-
avgerðarætlanum, hon
goymir, og teirri hugsjón,
hon er bygd á.
Javnaðarflokkurin er tí
hin best skikkaði at hava á-
byrgd av fólkatingsumboð-
anini. Bæði tá tað snýr seg
um at skilja ímillum hver
føroyskur politikkur skal
viðgerast á fólkatingi og
hvat er løgtingsins uppgáva
og tá ræður um at skapa
fatan fyri føroyskum tørvi
hjá donskum fólkatingsum-
boðum og stjórn.
Borgarligu umboðini
hava í alt ov stóran mun
dragsað føroyskan floks-
politikk nidur å danating og
er hetta ikki loyalt mótvegis
løgtingsins avgerdum, 6an-
sæd um hesar eru samtyktar
av egnum flokki ella ødr-
um.
Farandi fólkatingsskeið
hevur verið nógv merkt av
viðgerðum av føroyskum
viðurskiftum og eru vit
komin langt av leið frá tí
skilnaði, sum eigur at vera
ímillum viðgerð av málum,
sum eru yvirtikin sermál og
so ríkismálum.
Figgjarkreppan í Føroy-
um og bankahusagangirnir
bóru í sær, at borgarliga
stjórnin aftan á oktober
1992 legði seg út í føroysk
sermál og kom sær inn á
føroysku fíggjarlógina við
krøvum og skerjingum,
sum langt ífrá vóru heppin.
Hesum tók eitt samt
fólkating undir við — hóast
danskir javnaðarmenn tá
vóru atfinningarsamir, tí
stjórnin fór so harðliga fram
— men síðan hava allar av-
gerðir havt undirtóku frá
95% av fólkatinginum,
Glistrupflokkurin tó
Hetta hevur gjørt tað sera
torført at virka fyri smidlig-
geran av treytum og linkan
av krøvum bæði ti fólka-
tingið var so heft av innan-
hýsis semjuni, og tí talan
hóast alt var um avtalur,
sum føroyska landsstýrið
hevði gjørt við stjórnina og
avtalur, sum lggtingið
hevði góðkent og tað óan-
sæð hvussu stórum trýsti
avtalumar vóru fingnar til
vega undir, ella kalibrinum
av skambyrsuni, vit kendu
ímóti pannuni.
Tað, sum komið er burt-
urúr, sum avgjørt neyðugt
og gagnligt er ein umfígg-
ing av føroysku uttanlands-
skuldini yvir 5-6 år, og at
figgjarkervid ikki er farid
heilt í sor, tí hóast tað melur
sera trekliga, kann tað nú,
sum so mangt annað í okk-
ara landi, mennast aftur.
Landsstýrið, sum nú
kemur undan kavi og kom-
andi stjórnin fáa úr at gera
við at bóta um avtalurnar —
m.a. viðv. rentugjaldingini
og at fáa øll heimastýris-
rættindini í gildi aftur, men
hetta er ikki nóg mikið, tí
gongdin hevur sýnt, at vit
eiga at fáa ávís viðurskifti,
sum viðvíkja fíggjarsektor-
inum og peningaviðurskift-
unum upp á pláss, soleiðis
at ein ikki einans slær seg til
tols við, at krónufelags-
skapurin ger, at danir fram-
vegis skulu hava alla á-
byrgdina. Føroysk medá-
byrgd og í hvussu so er
medvitan av td. fíggjar-
eftirliti og aðrari fíggjar-
stýring er avgjørt neyðugt at
fáa inn í heimastýrisskipan
okkara.
Sitandi danska stjórnin
hevur virkað sum minni-
lutastjórn, ið stuðlaði seg á-
vikavist til Sosialistiska
Fólkaflokkin ella onkran av
størru borgarligu flokkun-
um, og júst tí hevur verið so
torført at fingið danir at
viðurkenna, at føroyingar
ikki einsamallir hava alla á-
byrgd av kreppuni í Før-
oyum, og tí ikki einsamallir
yvir skattaskipanina eiga at
fíggja tapini.
Men útlit eru til, at ein
javnaðarstjórn verður í
Danmark aftan á valið, og
vil eitt føroyskt javnadar-
umboð hava bestu fortreyt-
irnar fyri at virka fyri neyð-
ugum broytingum í gald-
andi fíggjar- og lánstreyt-
um.
Sjálvandi verður tað sum
tað altíð hevur verið, at talan
er um tveir sjålvstødugar
flokkar, sum samvirka til
frama fyri báðar partar, eins
og allir norðurlendskir
brødraflokkar innan javn-
adarrørsluna samvirka.
Føroyski Javnadarflokk-
urin verdur ongantid ein 6-
mælandi stuðulsflokkur hjá
ti danska, men ein sam-
vinnupartnari á jøvnum føti,
har samvinnan tænir pørt-
unum.
Og at hon hevur tænt ser-
liga Føroyum undanfarandi
visti eg å, tåeg nevndi fimti-
seksti- og sjeytiårini. Øll
åttatiårini høvdu vit borgar-
ligar stjórnir i Danmark, og
tað skerst ikki burtur, at
meira er komið burturúr, tá
javnaðarflokkarnir = hava
havt bæði stjórnarvald,
landsstýrismeiriluta og
fólkatingsumboðan.
Vit kunnu vera samd um,
atnógvar av treytunum í dag
eru óhóskandi, men td.
kravið um javnvág her og nú
áfíggjarlógini, sum Vinstri-
flokkurin og Konservativi
hava tvíhildið um, var javn-
aðarfíggjarmálaráðharrin
soskilagóður at strika, og eg
ivist ikki í, at framhaldandi
samráðingar koma at bera
burtur úr trupulleikunum
lagaligari.
Nógvar kanningar eru
gjørdar av orsøkunum til
kreppustødu okkara og er
nevnd fyri og onnur eftir sett
at greina hesar.
Tær eru nógvar at finna
hjá okkum sjálvum og
uttanfyri.
maðurin Krestin Sørensen
professari segði á fundi í
Odense, at eitt fall í veiðu-
nøgd uppá 40% og í prísi
uppá 30% var í sjálvum sær
ein djúp djúp kreppa, men
harafturat hava vit sjálvi
stýrt so, at vit ikki nóg tíð-
liga hava framt fyribyrgj-
andi tiltøk.
Møguleikin fyri skatta-
spekulatiónspolitikki, sam-
antvinnan av frælsum
vinnulívi og undirdíking í
studningi, ov nógvar íløgur
á landi og sjógvi, tørvandi
eftirlit við peningastovnun-
um, ov lítil umsitingarlig og
hagfrødilig orka og mangt
annað eru orsøkir, sum vit
kundu havt ávirkan á, men
sundurpettaða = politiska
vald okkara megnaði ikki at
taka saman í eina heild.
Hesum mega vit læra av
og seta okkum betur før fyri
at stýra egnum viðurskift-
um.
Vit løgdu til merkis, at
>-