týsdagur 13. september 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
fólkatingsvalið 94
Vit mugu geva
tignum meira
innlit og vitan
-Vit hava fingið ein skáa í uttanlandsskuldini til 1998. Vit eiga
at nýta tíðina til tá at byggja uppaftur samfelagið og til at við-
gera truplu stóðu okkara við danir. Vit mugu geva teimum
meira innlit og vitan um Føroyar skrivar Marita Petersen,
formaður javnaðarfloksins og valevni til fólkatingsvalið.
Hon heldur tað vera sera avgerandi fyri Fóroyar, at
javnaðarflokkurin aftur fær umboð á fólkating
Góðu føroyingar.
Støda javnaðarfloksins til
umboðan á fólkatingi hevur
altíð verið greið. Vit eiga at
luttaka. Hetta er ein grund-
lógartryggjaður rættur, og
vit eiga at nýta tey demo-
kratisku rættindini vit hava í
ríkinum.
Vanliga hava Føroyar og
føroysk viðurskifti verið
lid umrødd á fólkatingi,
men síðani kreppan av álv-
ara kom til sjóndar á heysti
1992 hevur verið ødrvisi,
og ikki hevur altíð verið so
tespiligt fyri okkum føroy-
ingar at lurta eftir tí, ið sagt
hevur verið um okkum.
Tað, sum serliga kemur til
sjóndar í hesum, er tørvandi
vitan og innlit.
Í øll tey år, javnaðarflokk-
urin hevur havt umboðan á
fólkatingi, hevur hesin havt
neyvt samband við danska
javnaðarflokkin og hevur
stuðlað javnaðarstjórnum,
tí javnadarrørslan fer um
landamørk.
Ikki kann heldur sigast
annadenn, at hetta samstarv
hevur verið til frama fyri
Føroyar, serstakliga eftir
tær vánaligu tíðirnar í fimti-
árunum.
Nú Føroyar aftur komu í
kreppu, fóru vit har, vit
væntaðu at fáa hjálp, og
hana hava vit fingið, bæði
til undirskot á fíggjarlógini
og til endurfíggjan av teim-
um ovurstóru uttanlanda-
lánunum, sum nú falla til
gjaldingar.
Henda hjálp var sjálvsagt
ikki uttan treytir, nakrar væl
skiljandi, aðrar óneyðugar
ella óhepnar.
Nógv verður tosað um
uttanlandsskuldina og hvat
skal henda við henni. Bara
tað at vita sær alla hesa
skuld tyngir og ger fólk 6-
trygg.
Men rætt er her at vísa á, at
vit hava fingið ein skáa til
1998, og vit eiga at nýta tíð-
ina til tá at byggja uppaftur
samfelagið og til at viðgera
truplu stóðu okkara við
danir. Vit mugu geva teim-
um meira innlit og vitan um
Føroyar.
I hesum virkseminum eru
fólkatingsumboðini av
størsta týdningi, og serstak-
ligatýdningarmikið er javn-
aðarumboð, ið altíð hevur
samstarvað við størsta
flokkin á fólkatingi, tann
flokk, sum eftir øllum at
dóma eisini fer at hava
leiðsluna í donsku stjórnini
eftir valið.
Lat okkum vóna at so
verður.
Í tí samstarvi eg havi havt
við donsku stjórnina, með-
an eg havi sitið sum løg-
maður, havi eg lagt til merk-
is broytingar í hugburðinum
mótvegis Føroyum. Stjórn-
arflokkarnir skilja nú betur
støduna hjá okkum.
Ein borgarlig stjórn stuðl-
að av framburðsflokkinum,
kann gerast ein vanlukka
fyri okkum. Men hesum
kunnu vit føroyingar vera
við til at forða fyri við at
velja eitt javnaðarumboð á
fólkating.
Løgtingsvalid í juli gav
stóran borgarligan meir-
luta, men ikki dugdu teir at
skipa landsstýri.
Uttan at taka nakað frá
hinum flokkunum mugu vit
ásanna, ikki fyrr enn nú
javnaðarflokkurin kom upp
í tykist at bera til at fáa skip-
að eitt landsstýri.
Enn einaferð prógv um
leiklut — javnadarfloksins
>
allir flokkar uttan Javnaðar-
flokkurin áðrenn løgtings-
valið høvdu ta patentloysn,
at danir skuldu læna okkum
meira og strika skuld.
Samgongusamráðingar-
nar, sum bygdu á hetta,
hildu á í tveir mánaðir áðr-
enn tað gekk upp fyri monn-
um, at teir gingu runt í eini
fantasiverð og fór ti ein
samgonga, sum ætlaði at
venda upp og niður í øllum
veruligum lívsviðurskiftum
og lógum í hesum landi í
søguna fyri viku síðani.
Merkti mær, at Edmund
Joensen fyrramorgunin
segði, at nú sá út til at ganga,
og at teir høvdu lært nógv av
teimum samráðingum verið
høvdu, av embætismanna-
kanningum og ødrum. Vit
skilja, at hann hevdi gjørt
sær eina heilt aðra mynd av
veruleikanum enn hana
hann hevði áðrenn valið og
leggi eg tað so út, at henda
mynd liggur nógv nærri tí
veruleikanæra valstríði
javnaðarfloksins.
Alla æru vert at Edmund
Joensen kemur til hesa á-
sannan.
Hetta hevur so aftur gjørt,
at Javnaðarflokkurin hevur
kunnað tikið undir vid at
skipa landsstýri m.a. á ti
fíggjarlógargrundarlagi,
sum lá fyri áðrenn. Boð eru
framvegis eftir Javnaðar-
flokkinum, so illa hann enn
hvakk ul løgtingsvalid.
Seinasta kanningar-
nevndin — Gørtznevndin
kallað — er komin til ta nið-
urstødu, at tað ikki er rætt-
víst at føroyski skattaborg-
arin skal rinda alla rokn-
ingina bert tí at onkur skal
gjalda. Tað er tí okkurt at
tosa um við danir fram-
haldandi viðvíkjandi enda-
ligari fígging av okkara
skuld.
Sum stødan er í dag,
verða allir hesir trupulleikar
at loysa í ríkisfelagsskapi
við danir, og ti er neyðugt at
tey umboð, vit velja, viður-
kenna sær ábyrgd av skip-
anini og eru tilreiðar at
broyta hana uttan at fara so
langt av leið sum at krevja
loysing ella geva skarvin
yvir og lata yvirtikin øki
aftur, so vit enda í amtslíkn-
andi stóðu.
Atli P. Dam
sum tann, ið skapar trygg-
leika og savnar.
Eisini á fólkatingi hava
vit henda leiklut.
Tað verður ikki ein ein-
stakur fundur við stjórnina,
sum bjargar okkum, men
miðvíst framhaldandi virk-
semi.
Javnaðarumboðið vil
nýta talarastólin í fólkating-
inum at tala sak føroyinga,
vil nýta eitt hvort høvi at
kunna danskar politikarar
um samfelag okkara og við-
urskiftini her.
Góðu føroyingar. Javn-
aðarumboðið á Fólkatingi
vil leggja alla orku í at med-
virka til at sleppa okkum úr
kreppuni.
Veltí javnaðarflokkin 21.
september.
Gott val!
Marita Petersen
FLYVESTATION TÓRSHAVN
TIL VORE LEVERANDØRER PÅ FÆRØERNE
Flyvestationen Tórshavn, (Mjørkadalur) henleder hermed
opmærksomheden på, at vores regnskabskontor pr. 01
OKT 1994 sammenlægges med Færøernes Kommando,
(Marinestation Tórshavn).
Flyvestationens regninger vil derfor fremover blive betalt
ved Marinestationen Tórshavn foranstaltning.
Regninger, kontoudtog m.v. skal stadig sendes til
Mjørkadalur. Vi sørger for at Marinestation Tórshavn
betaler.
Spørgsmål vedrørende betalingsforretninger m.v. skal
således fra og med 01 OKT 1994 rettes til:
REGNSKABSKONTORET
Færøernes Kommando
Hoyviksvegur 58
TIf.: 11420 - Lokal 112 & 113