týsdagur 13. september 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
íði laðið { sestalurin |
Síða 10 Nr. 173 —13. SEPTEMBER 1994 Tíðindablaði
fólkatingsvalið 94
Veljið javnaðar-
fólk í fólkatingið
-Allar metingar vísa, at javnaðarflokkurin kemur at skipa stjórn
aftan á valið, og tí er tað burturvið, um bæði tey borgarligu um-
boðini verða vald, tí tey koma at sita í andstødu saman við
vinstra, teimum konservativu og framburðsflokkinum skrivar
Frank Davidsen, valevni javnaðarfloksins til fólkatingsvaliðg
Hann heldur tað vera stóra skomm, um fóroyingar senda
tvey borgarlig umboð á danating. Eitt teirra eigur at vera eitt
javnadarfølk
Góðu landsmenn!
Í heilar átta vikur hava
borgarligu flokkarnir sitið
og látist sum um teir hava
skipað samgongu.
Imedaner 17.august farin
aftur um bak, eins og fólka-
tingsval er útskrivað at vera
21. september.
17. august var jú dagurin,
tá teir yvirfyri veljarunum
skuldu vísa sítt dugnasemi.
Og tað var ikki smávegis,
tí tann dagin var teirra ætlan
at seta dansku politikarar-
nar upp á pláss og fáa eina
nógv betri avtalu enn und-
Men gakk. Í staðin fyri at
liva upp til tað stóra álit,
veljarin gav teimum borgar-
ligu 7. juli, so spurdist einki
burtur úr eini borgarligari
samgongu, hóast teir høvdu
ein greiðan meiriluta á løg-
tinginum.
Hóast hetta totala polit-
iska sjálvmorð, so smædast
somu politikarar ikki fyri
enn einaferð at heita á før-
oyska veljaran nú fólka-
tingsvalið nærkast.
Eingin er fullspottaður
fyrr enn ein hevur spottað
seg sjálvan, og neyvan hava
nakrir politikarar í Føroya
søgu svikið ta veljarafjøld,
ið gav teimum sína atkvødu
7. juli, so dyggiliga.
Eitt er at vera hildin fyri
gjøldur av ødrum, men at
fara so langt sum at eyð-
mýkja seg sjálvan, m.a. við
at undirskriva eitt sam-
gonguskjal, ið bert var ein
hvgrvisjón, ja, tað er ikki
hent fyrr, eins og tað neyv-
an hendir aftur.
Ikki ti, ósemjur, líkar
teimum, sum teir borgarligu
høvdu um skipan av sam-
gongu, tað er einki óvanligt
sum so.
Tí felags fyri borgarligan
politikk er jú, ategin áhuga-
mál altíð, eg endurtaki, altíð
ganga fram um tað floks-
politiska, eins og tað at tæna
heildini kemur til allarsein-
ast.
Tað, sum veljarin skal
taka stóðu til 21. sept, er
um teir báðir stóru borgar-
ligu flokkarnir skulu fáa
bæði umboðini, ella javn-
annað av hesum umboðum,
ið eru tillutað Føroyum.
Allar metingar vísa, at
javnaðarflokkurin kemur at
skipa stjórn aftan á valið, og
tí er tað burturvið, um bæði
tey borgarligu umboðini
verða vald, tí tey koma at
sita í andstøðu saman við
vinstra, teimum konserva-
tivu og framburðsflokkin-
um.
Annars sigur tað ikki so
lítið, at teir smáu borgarligu
flokkarnir eins og mið-
flokkarnir heldur skipa
stjórn saman við javnaðar-
flokkinum enn saman við
vinstra og teimum kon-
servativu.
Hesir báðir nevndu flokk-
aðarflokkurin skal hava ar eru orsakað tí sterku
stóðu, javnaðarflokkurin er
í, noyddir at gera valupp-
legg saman við framburðs-
flokkinum.
Hesin flokkur er argasti
politiski figgindi Føroya,
og er tað júst Kirsten Ja-
cobsen, limur í framburðs-
flokkinum, ið saman við
fjølmiðlunum hevur gjørt
sítt til, at danska stjórnin við
einum fólkatingsvali í nánd,
ikki hevur verið før fyri at
gjørt eina fyri Føroyar rætt-
vísa avtalu.
Hinvegin er stødan ein
heilt onnur, um ein stjórn
verður skipað við javnaðar-
flokkinum á odda afian á
valið.
Tí, tá er eingin sum helst
ivi um, at vit fáa eina avtalu,
sum kemur at gagna landi
og fólki.
Teir borgarligu her á
landi hava í ólukkumát víst
sítt dugnaloysi, eins og tað
er stór skomm at senda eitt
borgarligt umboð niður á
danating, tá somu menn
ikki eru mentir at greiða
politisku viðurskiftini
heima hjá sær sjálvum.
Gevið ti teimum borgarligu
durafjórðingin og farið fjøl-
ment á val og veljið javnað-
arumboð á fólkating.
Eg fari at enda við at
ynskja øllum eitt gott val!
Frank Davidsen
tingsvalið
Góðu landsmenn!
Ikki var legtingsvalið
meira enn av og ikki hevði
gruggið av tí lagt seg, og
ikki høvdu teir sonevndu
borgarligu sigursharrarnir
við teimum stóru loysnun-
um megnað at skapa nakað
nýtt landsstýri orsakað av
kandri, persónligari makt-
girnd og tráan eftir persón-
ligum vinningi — so komu
tey tíðindi sunnan úr Dan-
mørkini, at nú skuldu vit
einaferð enn fara á val.
Vendið teimum
borgarligu bakið
-Tað má ikki henda, at fóro
samgongu í Danmark, sum
Føroya fígginda nr. 1, Kirs
flokk ella samband er stuð
Jógvan Adolf Johannesen,
yingar fara at stuðla eini borgarligari
fær stuðul frá framburðsflokkinum og
ten Jacobsen. Ein atkvøda til fólka-
ul til eina slika samgongu skrivar
valevni javnaðarfloksins til fólka-
Men hesaferð á val til
danska fólkatingið.
Ikki kann sigast annað,
enn at teir stóru borgarligu
flokkarnir leggja stóra á-
herðslu í at vinna hetta
valið. Og besta prógvið um
tað er, at sambandsflokkur-
in, sum fløtuni einki umboð
eigur á danatingi, nú bjóðar
seg fram við ikki minni enn
24 av sínum kendastu og
mest ágrýtnu framherjum.
So ikki kann sigast annað,
>