Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

T i Tíðindablaðið (4. Tí ein javnaðar- Avtalurnar við danir hava m.a. tryggjað, at øll okkara uttan- landsskuld verður endurfíggjað av danska statinum. Um hetta ikki varð gjórt, so var samfelag okkara longu farið fyri bakka. Hvussu í allari víðu verð skuldu vit megnað at afturgoldið hesi lán uttan vit fingu tey endurfíggjað í Danmark spyr Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður og valevni javnaðarfloksins til fólkatingsvalið. Hann vísir á, at hesar avtalur hava tryggjað okkum búskap- arligan stabilitet. Tær hava tryggjað okkum, at samfelagið fær ikki loyvi at stegða upp. Vit føroyingar hava nú í mong ár valt okkara umboð í danska fólkatingið, og sum vera man, so hevur spurningurin um týdningin av hesum tingsessum við millumbilum verið framm- arlaga í føroyska kjakinum, har nøkur hava viljað varð- veitt hesar sessir og onnur Men soleiðis, sum stødan er í Føroyum í dag, so man tað vera breið semja um, at umboðan okkara á dana- tingi ongantíð áður hevur havt so avgerandi týdning fyri okkara samfelag, sum júst í hesum tíðum. Farna løgtingsvalskeiðið hevur verið mest trupla í føroyskari politiskari søgu. Men harumframt, so hevur alt okkara samfelag, hvort húski og hver einstakur á sínum egna kroppi merkt eina kreppu, sum í nýggjari tíð ikki kennir sín líka. Aft- urvendandi bankakreppur, virkir og skip eru farin av knóranum, methøgt ar- beiðsloysi og so ein hópur av okkara landsmonnum fluttir frá húsi og heimi. Hetta er alt úrslit av eini gongd, sum hevur verið åvegis í mong år, og hvers uppruni núer lýstur í drúgv- um kanningartilfari og frá- p enn har er gilt at velja imill- um. Fólkaflokkurin hevur í løtuni umboð á danatingi — men fjåltur tykist at vera fallin á hann, tí hann er longu farin at gremja seg um, at teir skulu missa tann sessin. Einki er at undrast um, at tit góðu veljarar kenna tykkum ørkymladar av øll- um ti, sum er hent og sum hendir í okkara samfelag — og einki er at undrast yvir, um tit eru í stórum iva um tað yvirhøvur loysir seg at fara á val. — Tí hvønn skulu tit velja. Og kortini er valið sera einfalt! Tí sjálvandi kunnu tit ikki velja teir flokkar á danating, sum ætla sær at leggja seg í føvningin á teimum flokk- um har, sum í politiskari neyð eru noyddir at styðja seg til danska framburðs- flokkin, sum jú er gitin fyri at vera Føroya fíggindi nr. 1. Kirsten Jacobsen, sum er hin kendasti politikarin i ti flokkinum, hevur jå bygt og vunnid meginpartin av sin- ari »karrieru« við sínum út- spillingum av Føroyum og øllum ti, sum føroysk er. Tað er tilikum, ið áður- nevndu håttvirdu føroysku borgarligu flokkar bein- leiðis ella óbeinleiðis fara at stuðla um teir fáa umboð niðri á Kristiansborg. Og tað má ikki henda, ti tað hava føroyingar stutt sagt ikki ráð til. Tað liggja sum kunnugt stórar og truplar samráðing- ar við danir fyri framman, og tær verða als ikki lættari, um so verður, at danski framburðsflokkurin saman við tveimum borgarligum umboðum úr Feroyum verður tungan á vágskálini í einari komandi danskari stjórn. Tað er kortini sannlíkt, at javnaðarflokkurin verður tann, sum skipar stjórn í Danmørk eftir valið, og tí er tað heldur ikki heppið, at føroyingar velja tvey borg- arlig umboð á Kristians- borg. Tað er tí umráðandi, at vit í hesum truplu tíðum, sum vit tíverri eru stødd í, velja umboð á danating, sum ikki stuðla teimum flokkum, sum áður eru nevndir, og tað ger javnaðarflokkurin sum kunnugt ikki. Javnað- arflokkurin hevur í hesum døgum sýnt, at hann hóast stórtap á løgtingsvalinum seinast, framvegis hevur bæði áræði og vilja at virka Føroyum at gagni, og tað ætlar hann sær eisini á Kristiansborg. Men, til tess nýtist okkum tín stuðul. Javnaðarflokkurin hevur sum er umboð á danatingi — og mín áheitan á tykkum veljarar skal vera, at Føroy- ar, tå ið valid er av, fram- vegis hava eitt umboð úr føroyska javnadarflokkin- um har! Eg fari at enda at ynskja tykkum øllum eitt gott val, og tað fáa vit vid at velja javnaðarflokkin. Gott val! Jógvan Adolf Johannesen í greiðingum. Føroya Landsstýri og Føroya Løgting valdu at loysa tann mest átroðkandi spurningin, nevniliga tann figgjarliga, í tóttum sam- starvi við danskar myndug- leikar. Hetta samsvar og hesar samráðingar hava gjørt, at okkara banka- og fíggjar- kervi ikki skramblaði sam- an við teimum óhugnaligu fylgjum, tað annars kundi havt. Hetta arbeiðið hevur gjørt, at vit nú hava ein banka, sum ikki fær loyvi at fara av knóranum, tí hesa trygd veita landsstýrið og danska stjórnin í felag. Harafturat hava vit tryggjað, at øll okkara utt- anlandsskuld verður endur- fíggjað av danska statinum. Um hetta ikki varð gjørt, so var samfelag okkara longu farið fyri bakka. Bara í ár fellur ein góð hálv miljard krónur av uttanlandsskuld- ini ul gjaldingar í einum, og komandi ár fellur uml. ein miljard krónur til gjalding- ar. Hvussu í allari víðu verð skuldu vit megnað at aftur- goldið hesar upphæddir. Tí er avgjørt neyðugt við hes- um møguleika fyri endur- fígging. Tað er eisini her kanska neyðugt at undirstrika, at vit av okkara skuld til donsku stjórnina ikki gjalda loyvda krónu í avdráttum enn. Hetta skal seinni gerast av. Men vit gjalda rentu av somu skuld, sum í løtuni er alt ov høg fyri okkara gjaldsorku. Hóast okkara kredittvirdi fløtuni er ánull-punktinum, so hava vit ein långevara, sum vil veita okkum lån, nevniliga danski staturin. Men neyvan finnast nógvir aðrir beint nú. So øll tann hástóra og sera lítið sjálvrannsakandi mála- geipanin frá fleiri po- litikarum er púrasta burtur- við og villleiðandi. Tað er uttan iva rætt, at okkara stoltleiki sum ser- støk tjóð er gingin nakað nær í nøkrum av teimum treytum, sum danir hava sett okkum. Men hvat við at spyrja okkum sjálvar, um vit ikki sjálvir áttu at sett okkum hesar treytir? Hvat líkist tað eitt nú, at vit á Christiansborg skulu fáa at vita, at ein lívsneyðug treyt fyri, at vit framhaldandi kunnu búleikast á hesum klettum er, at vit røkja okk- ara fiskatilfeingi við skyn- semi? Kundu vit ikki sjálvir havt sett okkum slíka treyt? Var tað politiski ryggurin, sum sveik? Og hava vit í øllum sam- felagsligum og politiskum vidurskiftum verid litaleys- ir. Latid okkum ikki gloyma, at hesar avtalur tryggja okk- um búskaparligan stabilitet — hóast seglini eru repað. Avtalurnar tryggja okkum, at samfelagið fær ikki loyvi at steðga upp. Treytirnar, sum fylgdu í Nr. 173 — 13. SEPTEMBER 1994 Síða 11 fólkatingsvalið 94 kjalarvørrinum vóru — hondina á hjartað — nógvar neyðugar og áttu at verið settar okkum av okkum sjálvum. Men hin vegin, um vit vilja hava tær broyttar, so skulu vit ganga samráð- ingarvegin. Júst henda veg hevur — javnadarflokkurin fram um aðrar flokkar slóð- að fyri, og tað vilja vit fram- haldandi gera. Men her er tað rættiliga avgerandi og umráðandi, at vit tá eiga ein føroyskan javnaðarmann á danatingi, sum kann tala okkara sek, og sum hugsjónarliga er á bylgjulongd við størsta flokkin í Danmark og kom- andi stjórnarflokkin. Borgarligi vongurin í fólkatinginum (Vinstri og Konservativi) hava nú bjóð- að Framburðsflokkinum við Kirsten Jacobsen til eitt stjórnarligt samstarv. Hvert mansbam kennir hennara kenslur fyri Føroyum. Men tað, sum ringast er, er, at eitt umboð fyri fólkaflokkin ella eiu umboð fyri sam- bandsflokkin verða partur í hesi borgarligu samgongu saman við Framburðsflokk- inum og Kirsten Jacobsen. Tí skal tað verða mín á- heitan, at allir føroyingar velja flokkin, sum vil finna loysnir. Veljið tí javnaðar- flokkin. Jóannes Eidesgaard