Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 173 — 13. SEPTEMBER 1994 Tíðindablaðið [ sestafurin | fólkatingsvalið 94 Vit doyggja rentudeyðan -hendir ikki okkurt munagott nú. Føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðini eiga at sam- starva um felags áhugamál mótvegis dønum. Verða føroysku umboðini tungan á vágskálini ' eiga vit at hava okkurt afturfyri, sum lættir um livilíkindini hjá vanliga fólkinum í Føroyum skrivar Thomas Arabo, landsstýrismaður og valevni til fólkatingsvalið Góðu landsmenn. Uttan mun til, hvussu dugnaligt komandi lands- stýri verður, so vil lands- kassin við sínum árliga halli uppá 250-300 milliónir hava økt sína skuldarbyrðu við einari milliard um 4 ár. Stórur partur av hesi milli- ard eru rentuútreiðslur av bankaskuldini, ið tær donsku stjórnirnar — bæði tann borgarliga og núver- andi — hava koyrst lands- kassan at yvirtaka. Ein skuld, sum privatir bankar undir ineffektivum donskum bankaeftirliti hava skapt. Vit koma við gðrum orð- um at doyggjarentudeydan, um ikki okkurt munagott hendir. Danskur uttanríkispoli- tikkur í m.a. hvalaveiði- spurninginum gongur ímóti føroyskum og grønlendsk- um åhugamålum. Fólkatingsval verður nú. Áhugin hevur ikki altíð verið so stórur fyri fólka- tingsvali. Omanfyri nevndu mál — rentuskuldin og hvalaspurningurin kunnu ávirkast ígjógnum eina fólkatingsumboðan. Mítt sjónarmið er, at før- oyskt- og grønlendskt fólkatingsumboð eiga at samstarva um felags áhuga- mál mótvegis dønum. Verða føroysk umboð tung- an á vágskálini í einum stjórnarsamstarvi skulu tey hava okkurt afturfyri, sum lættir um livilikindini hjá vanliga fólkinum í Føroy- um — eingin ivi um tað. Við ødrum orðum skal »handlast« við hesum møguleika. Verdur umbodanin ikki ein avgerandi atkvøda so må arbeidast ótroyttiliga ímóti sama endamáli, tí tað er danski staturin, ið er lán- veitarin. Eitt fólkatingsumboð er ein limur í nevndini hjá lán- veitaranum. Tí er skeivt at sita heima valdagin. Far á val, brúka tína atkvødu og ger tína ávirkan galdandi. Best vid at seta X við lista C. Thomas Arabo > - Vit verða eygleidd við heykaeygum og skula nú akta harraboðum og spyrjast við tað, sum aðrir krevja av okkum. Ongantíð í søguni eru so nógvar ríkislógir samtyktar at galda i Føroyum, sum í undanfarna løgtingsskeidi, hóast tað var skeið- ið, tá nýggj stýrisskipanarlóg var samtykt fyri Føroyar,« sigur Jákup Lindenskov, valevni Javnaðarfloksins til fólkatingið. Javnaðarflokkurin fer við umboðan síni at virka fyri góðum viðurskiftum við Fólkatingið og ríkisstýrið, sum umboðið og tann røddin, ið hevur sum sítt fremsta mál, at leggja før- oysku málini greitt fram fyri øllum pørtum, sum flokkum í Fólkatinginum. Kreppan á heims- marknaðinum, fiskaloysi, forðingar av øllum handa slag hjá okkum at kunna búleikast - ella hverjar forðingar vit annars kunnu nevna - hava sett okkum langt aftur á øllum økjum - og harvið gjørt okkum veikari at standa móti hótt- afallum. Vit verða eygleidd við heykaeygum og skula nú akta harraboðum og spyrj- ast við tað, sum aðrir krevja av okkum. Ongan- tíð í søguni eru so nógvar ríkislógir samtyktar at galda í Føroyum, sum í undanfarna løgtingsskeidi, hóast tað var skeiðið, tá nýggj stýrisskipanarlóg var samtykt fyri Føroyar. Samfelagið er skert at beini og stórur partur av okkum leitaði burtur í onn- ur samfeløg at finna sær fótafesti. Arbeiðsloysið er ein stødug hóttan hjá mongum - og kaldi veru- leikin. Undir hesum viður- skiftum er vert at kunna halda fast við tað, sum tú veitst hevur hildið samfel- agnum uppi - og er støðugt trygdin fyri einum ngku- lunda tryggum samfelag - hóast alt. - Halda fast við sam- vinnuni, sum hevur verið ein fyritreyt fyri tí fram- burði og menning av før- oyska samfelagnum, sum vit hóast alt megu sannað sum veruleika. Við fólkatingsumboð- anini hava føroyingar møguleikan at tala søk før- oyinga - og at gera seg galdandi. At tað er týdn- ingarmikið at kunna vera har avgerðirrar verða tikn- ar og har rgddirnar verða Tað er neyðugt við Æ dyggari samvinnu hoyrdar, átti ikki at verið ivamål hjá nøkrum. Petur Mohr Dam, fyrsti formaður Føroya Javn- aðarfloks, hevði mangan á munni hetta: »Ert tú ikki hjá, ert tú frå«. - Við hes- um undirstrikaði hann týd- Jákup Lindenskov: - Ein borgarlig atkvøda er stuðul til danska Framburðsflokkin ningin tað hevur, at vera við har málini verða >