Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Nr. 173—13. SEPTEMBER 1994 Tíðindablaðið [ sestaturin ] fólkatingsvalið 94 KUNNGERÐ UM FÓLKATINGSVAL Atkvødugreidslan í Tvøroyrar komm- unu á fólkatingsvalinum ónsdagin 21. september 1994 verður í hølunum hjá gamla P/f Føroya Banka frá kl. 09.00 til kl. kl.20.00, og so leingi veljarar møta uttan stedg. Veljarar i Tvøoyrar kommunu, id sam- bært vallógina lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvødu, kunnu atkvoða á kommunuskrivstovuni í avgreiðslutíð- initilog við 19. september 1994. Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðin, kunnu boða kommunuskriv- stovuni frá åtlf. 71085 áðrenn kl. 15.00 énsdagin 19. september 1994. Veljarar í Tvøroyrar kommunu, ið ynskja bil til valstaðin, biðjast ringja til ein av hýruvognunum á Tveroyri. SRY Yr Tveroyri, 8. sept. 1994 KA 2/2 TVØROYRAR * KOMMUNA - one Kunngerð Sagt verður frá, at valkort eru send út. Um onkur, sum heldur seg hava rætt til at velja, ikki hevur fingið valkort, verður viðkomandi at siga býráðsskrivstovuni frá í seinasta lagi hin 19. í h.m. : AN Tvøroyrar to,“ Býráð MMY NG A DC meilsøin Láarvegur 14 - Tórshavn - Tlf. 15828 - S N, Vesterbrotorv 4 Deyvafelag Føroya Skrivstovan í Deyvahúsinum »Effata«, Íslands- vegur 10 B, Tórshavn, er opin hvenn dag frá kl. 9-11. Telefon 17597. Telefax 13609. Skrivitelefon, ring 0123 og bið um 16929. Fax 15893 ARBEIDSHANDSKAR til oll endamál — bæði á sjógvi og landi | Gagnlig samvinna ella útspilling! Valið er sera einfalt. Fóroyingar vilja hava eina gagnliga sam- vinnu við danir. Vit vilja hava neyðuga fígging til tørvin hjá landskassanum tey komandi árini. Vit vilja hava umfígging til okkara uttanlandsskuld. Og vit vilja varðveita ognarrættin til råvevnini í okkara undirgrund skrivar Vilhelm Johannesen, valevni javnaðarfloksins til fólkatingsvalið Mikudagin 21. september verður fólkatingsval í Dan- mark. Samadag skulu grøn- lendingar og føroyingar kjósa sær tvey fólkatings- umboð í part. Í Danmark er spenning- urin sera stórur uppundir hetta fólkatingsvalið. Spurningurin er, um danski javnaðarflokkurin, saman við miðflokkum og/ella flokkum vinstru megin miðuna, megnar at skipa stjórn eftir valið. Hin møgu- leikin er, at teir borgarligu flokkarnir koma til stjórnar- valdið og gera teir tað, verð- ur hetta gjørt saman við framburðsflokkinum og Kirsten Jacobsen. Kirsten Jacobsen og framburðsflokkurin hava ført eitt drúgt og sera skitið valstríð. Høvudsmålid í teirra valstríði hevur verið ein áhaldandi útspilling av Føroyum og føroyingum. Í hesi útspillingar herferð móti føroyingum hava tey fullkomuliga slept sann- leikanum upp á fjall. Tey hava roynt at gera Føroyar og føroyingar til eina stóra og tyngjandi byrðu fyri danskar skattgjaldarar. Men hetta er sjálvandi tað reina møsn. Tann spurning- in skal eg venda aftur til í aðrari grein seinni. Men tað stutta av tí langa er, at framburðsflokkurin og Kirsten Jacobsen í hesi útspillingar herferð, yvir fyri sínum veljarum hava bundið seg til, beinleiðis at virka ímóti føroyskum å- hugamálum, um so verður, at flokkurin kemur í eitt stjórnarsamstarv eftir valið. Við hesum koma allar fram- tíðar lánveitingar úr danska rikiskassanum til Føroyar í vanda. Tað sama er gald- andi viðvíkjandi umfígg- ingini av føroysku uttan- landsskuldini. Og tað er ein stórur spurningur, um før- oyski ognarrætturin til rá- evnini í undirgrundini, ikki eisini kemur í vanda. Í Grønlandi hava flokk- arnir vinstru megin miðuna stillað upp á einum felags- lista. Hesir flokkar eru landsstýrisflokkarnir Siu- mut og Inuit. Teir fáa møgu- liga bædi tey grønlendsku fólkatingsumboðini, = og hava longu nú boðað frá, at teir fara at stuðla eina danska javnaðarstjórn. Tað sama fer føroyski javnaðar- flokkurin at gera. Men fleiri aðrir flokkar, sum stilla upp til fólkatingsvalið í Føroy- um, fara beinleiðis í føvn- ingin á teimum borgarligu flokkunum. Og hetta kann føra til, at Kirsten Jacobsen og framburdsflokkurin sleppa upp í part, tå stjórn verdur skipad eftir valid. Hetta kann fáa ógvuliga álvarsamar avleiðingar fyri føroyingar og føroyska samfelagið í framtíðini. Tí stendur valið næsta miku- dag millum gagnliga sam- vinnu við eina danska javn- aðarstjórn, ella um vit skulu kenna avleiðingarnar av út- spillingini hjá Kirsten Ja- cobsen, frá eini borgarligari BILLUTIR! Vit hava víðkað okk!:" í útboð av hava nú fi... útstoyt enn nakran- til bllar og 1íð á goymslu. stjórn, ið verður stuðlað av danska framburðsflokkin- um. Valið er tí sera einfalt. Føroyingar vilja hava eina gagnliga samvinnu við danir. Vit vilja hava neyð- uga fígging til tørvin hjá landskassanum tey kom- andi árini. Vit vilja hava umfígging av okkara uttan- landsskuld. Og vit vilja varðveita ognarrættin til rá- evnini í okkara undirgrund. Tí fara vit manssterk á val og seta X við javnaðarlistan ella eitt av valevnunum á lista javnaðarfloksins. Klaksvík, 12. sept. 1994 Vilhelm Johannesen Tað loysir seg altíð at handla við okkum. p/f Esmar Simonsen KAMBSDALUR, Box 78, FR-530 Fuglafjerður Tlf. 44405, Fax. 44629