mikudagur 14. september 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Samgongaella
ikki samgonga!
FØROYA fólk hevur mist tolið. Tað er
eitt ófrávíkiligt krav til politikararnar,
líka mikið hvgrjar, at teir nú í stundini
bera seg at sum vaksin fólk og skipa eitt
landsstýri. Sambandsflokkurin, javnað-
arflokkurin, verkamannafylkingin og
sjálvstýrisflokkurin hava skrivað undir
eitt samgonguskjal, og teir eru samdir
um býti av målsøkjum. Meira er ikki at
siga um tað. Nú manglar bert at
staðfesta alt hetta í løgtinginum. Til tess
krevjast í minsta lagi 17 atkvødur. Og
tær eiga at vera tøkar, tí verandi sam-
gonguflokkar hava havt 18 tingmenn
aftan fyri seg. Og formenninir í
flokkunum hava við undirskriftum
sínum bundið sínar flokkar at standa
aftan fyri samgonguna.
FRÆLSI — JAVNAÐUR — BRØDRALAG
AT nú ein og møguliga tveir sambands-
menn ikki kunnu taka undir við tí skjali,
sum formaður teirra hevur skrivað undir
og sum allir hinir sambandsting-
menninir eisini hava tikið fult undir við,
er og verður ein innanhýsis trupulleiki
hjá sambandsflokkinum. Hetta vita
sambandsfólk eisini. Harfyri eiga aðrir
flokkar, sum veruliga vilja hava hesa
samgongu við sambandinum upp at
standa, ikki at koyra salt í sárið. Eingin
øvundar sambandinum hetta innanhýsis
stríð. Stødan er eisini so mikið
álvarslig, at hvør Per og Pól dugir væl
at síggja, at her í veruleikanum er talan
um ein flokk, sum stendur fyri at
syndrast. Hóast ein kann vera ósamdur í
politikki, so halda vit ikki, at formaður
sambandsfloksins, sum hevur víst sera
gott handalag at skipa eina samgongu
tvørtur um miðjuna, hevur uppborið at
verða stungin í ryggin av sínum egnum.
Hvat líkist tað, at tingmenn, sum hava
Jógvan Mørkøre, samfelagsfrødingur:
Flokkarnir
mugu orða
sin politikk
- Teir mugu eisini hava møguleikan at sleppa av
við fólk, sum ikki fylgja politikkinum hjá
flokkinum, heldur Jógvan Mørkøre
- Tað er heilt ófatiligt, at tað
skal vera so drúgt at skipa
samgongu, tí tá saman um
kemur, verða tað kortini av-
talurnar við danir, sum seta
karmarnar, sigur Jógvan
Mørkøre.
Hann nevnir, at aðrar tíðir
hevur gingið skjótari,
kanska í so skjótt, at tíkið
stórar politiskar avgerðir,
Privat
sum vinnuligt
-so er tað ...
KOYRISKÚLIN
Á ARGJUM
biðum 12270
sum t.d. tá avtalurnar hava
verið gjørdar við danir, og
almenningurin einki hevur
vitað.
Sambært valskipanini eru
tað flokkar, sum stilla upp.
Flokkarnir siga, hvørjum
teir standa fyri, og so kapp-
ast um veljararnar - líka
sum tå fyritøkur kappast. Í
kappingini kemur spum-
ingurin, hvussu langt hvor
flokkurin vil fara fyri at fáa
atkvødur.
- Adrastadni tosa flokkar
alla tíðina um politisku
stevnumiðini, og hvgrjum
teir helst vilja vera í sam-
gongu við, men her verður
ikki farið til verka, fyrr enn
beint upp undir val, sigur
Jógvan Mørkøre, sum held-
ur tað vera ein veikleika, at
ikki verður skeitt eftir,
hvørjum flokki valevnini
áður hava verið í. Tað hava
vit serliga seinastu árini
sæð, at flokkar hava verið
sum opnir hjallar. Eisini
hava smáir flokkar broytt
kós, tá nýggj fólk eru komin
inn.
Tað er heilt greitt, at
floksskipanirnar eru ov
veikar, og floksdisciplinið
ov vánaligt Flokkarnir
mugu styrkja seg innanhýs-
is við at orða sín politikk
greitt, og teir mugu eisini
styrkja seg við professio-
nellum skrivarum. Tað er
eingin meining í at hava
pening til politiska upplýs-
ing, um eingin greiður poli-
tikkur er at upplýsa um.
Heldur brúka tann peningin
til atstyrkja floksskipanina,
sigur Jógvan Mørkøre.
Taðer neyðugt at fara upp
í ein flokk fyri at stilla upp,
og tí ber ikki til, at hvor
hevur sína kós, tí so verður
tað sum um, at 32 flokkar
eru í løgtinginum.
- Eg haldi tað vera neyð-
ugt fyri flokkarnar at hava
Útgevari: P/1 Saslalurin
i Jan Miiller Biadiolk; Randi Jacobsen - Dagny
- Fyritaksstjóri- Krísjan Dahi mene er $mith - Uppseing PR se
Ef i: Kalmar Lindenskov Kumar ansen - Press
Ljósmyndari j ” -
verið burturi í summarfrí, koma
heimaftur og kveistra til viks alt tað
arbeiði, sum aðrir hava gjørt til tess at
útvega landinum eitt stýri!
HVUSSU hetta stríð enn endar, so er
sambandsflokkurin komin í fokus og ilt
er at lata vera við at seta spurningar. Og
ein av spurningunum er tann, um ikki
sambandsflokkurin hevði staðið seg
betri í longdini, um flokkurin ikki
gjørdist stridsvøllur hjá høgravendum
politikarum, sum læstu flokkin fastan til
bara at royna samstarv við fólkaflokkin.
Tað er einki nýtt, at stríð hevur verið í
sambandsflokkinum millum tær kreftir,
sum vilja samstarva við fólkaflokkin og
so tær, sum vilja hava eitt samarbeiði
við javnaðarflokkin. Við teimum
báðum "balladumakarunum”, sum hava
gjørt um seg seinastu dagarnar, fekk
flokkurin ein styrktan fólkafloksvong
møguleikan at sleppa av við
álitisfólk, sum ikki fylgja
politikkinum hjá flokkin-
um, sigur Jógvan Mørkøre.
randi
N
X
Xi ADUC nreitsøtn
Láarvegur 14 - Tórshavn - Tlf. 15828
67. ÁRGANGUR
Bústaður: Argjavegl 26 | Postadr.: Postsmoga 76
Argjum 110 Tórshavn
Telefon: 11820 Teletax: 14720
og lagnunnar speisemi må tad sigast at
vera, at hesir báðir vóru so positivir
móti fólkaflokki og fólkaflokspolitikki,
at tað gjørdist ovboðið fyri restina av
sambandsflokkinum, eisini teimum,
sum kanska høvdu lyndi til at hella
meira til fólkaflokk enn javnaðarflokk,
at teir mistu “alt" á gólvið. Víðgongda
og sera ótaktiska fyri ikki at siga sera
bondska og kolveltandi linja teirra
hevði við sær, at teir settu fót fyri sær
sjálvum. Og harvið vann tann meira
hóvligi vongurin í sambandsflokkinum,
tann vongurin, sum ikki sær reytt,
hvørja ferð tosað verður um samstarv
við javnaðarflokkin. Í skrivandi løtu
heldur sambandið skipsráð. Vit geva
teimum frið til tess. Men tíðin gongur.
SOSIALURIN
Fax 15893
ARBEIÐSHANDSKAR
til oll endamál — bæði á sjógvi og landi
Í
i