Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. september 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 174 — 14. SEPTEMBER 1994 Sida 3 Husalånsgrunnurin: Gjaldsavtalan hjálpti nogv Tað gongur nógv betri nú hjá fólki at gjalda síni hús, sigur Jóannes Dalsgarð, stjóri í Húsaláns- grunninum Tað fara framvegis fleiri hús á tvingsilsslu, men tann ringasta flóðaldan er av, tí gjaldsavtalan millum láni- stovnarnar hjálpti so nógv, sigur Jóannes Dalsgarð, stjóri í Húsalánsgrunni- num. Hann sigur, at tað nú at kalla bara eru tey, har eingin vóner,og tey, sum ikki tíma meira ella rýma av landi- num, sum missa húsini. - Eg veit væl, atnógv hava tað sera tungt, men hava tey inntøku, eru allir lánveitar- arnir til reiðar at gera eina avtalu við fólkini, so tey kunnu halda fram við at vera í sínum húsum, sigur Jóannes Dalsgarð. Hann leggur tó dent á, at ein slík gjaldsavtala byggir á forstáilsi frágllum fólkini, og fólkini mugu góðatka at spenna beltið eitt sindur. Tað hendir, at Húsaláns- grunnurin krevur hús seld á tvingislssølu, men tað er ofta, tí fólk ikki hava latið við seg koma. Tá tey so fáa eina slíka fráboðan, lata tey frætta frá sær, og gjørd verður ein gjaldsavtala. - Vit royna alt, tá tað ber til, at finna loysnir, soleiðis at fólk kunnu vera varandi í sínum húsum, sigur Jóan- nes Dalsgarð. Tað er meira sjáldan, at hús fara á tvingsilssølu eftir áheitan frá Húsalánsgrunn- inum. Ofta eru aðrir kre- ditorar fyrr at krevja húsini seld. Haraftrat metir Húsa- lånsgrunnurin í hverjum einstøkum føri, um tað loysir seg at krevja húsini seld á tvingsilssølu, tí er veðrætturin frammanfyri stórur, fær Húsalánsgrunn- urin einki burtur úr tvings- ilssøluni. randi Agnar Nielsen, fyrrverandi sambandstingmaður: Hatta er heilt nytt i okkara flokki Tað er ongantíð gott fyri ein flokk at fáa heilt nógvar nýggjar ting- menn í senn, sigur Agnar Nielsen - Månakvøldid var eg púra oyðilagdur, og eg fekk ikki blund í eyguni, so harmur var eg. Hetta sigur Agnar Niel- sen, sum í áravís var ting- maður fyri sambandsflokk- in, og sum framvegis er av trúfastastu sambands- monnunum. - Vit kenna ikki til slíkt í okkara flokki, men slíkt kann henda, tá vit ikki hava nakrar reglur í flokkinum um, at bara sambandsfólk kunnu koma á listan. Sum er, kunnu fólk koma á fund, skriva seg upp, og so eru tey har. Nú vórðu summi teirra vald, og tað má geva inna- nhýsistrupulleikar, sigur Agnar Nielsen, sum sjálvur á fundum hevur mælt til at fingið greiðari reglur. - Stamman í flokkinum er sutt sagt viknað. Ein nýggjur í senn - Sum skiparar plaga at siga, teir vilja helst ikki hava meira enn ein nýggjan mann á hverjum túri, tí annars verður arbeiðslagið hareftir. Tað bar til, tá Fin- nbogi kom inn einsamallur, men nú var galið, sigur Agnar Nielsen. - Eg havi verið so nógv ár í flokkinum og veit ikki um annað enn, at vit góðtóku avgerðirnar hjá meirlut- anum. Vit hava ikki altíð verið samd, men so høvdu vit orðaskifti, og tað bleiv, sum meirlutin vildi. Flokk- urin noyðist at taka henda spurning upp, so vit kunnu halda stammuna reina. Besta samgongan Agnar Nielsen dámar betur hesa seinastu samgonguna enn hina, sum gjørd varð við fólkaflokkin og teir smáu. - Mær hevur altíð dámt betur politikk tvørtur um miðan, og sambandsflokk- urin og javnaðarflokkurin hava altid arbeiut væl sam- an. Eg var ti so fegin, tå henda seinasta samgongan vard gjørd. Sjålvt um vit eru borgarligir, so er betri vid samgongu tvørtur um mið- an, tí tá umbodar hon stórri part av fólkinum, og topp- arnir báðu megin við verða skornir burtur. - Eg haldi, at henda sam- gongan hevði verið tann besta fyri landið, ikki minst nú vit eru í hesi stóðu, at tungar avgerðr skulu takast, sigur Agnar Nielsen. randi Tað fara ikki so nógv hús longur á tvingilssølu, sigur Húsalánsgrunnurin (Savnsmynd) HE worLD COUNTS on EIN AV SEKS Fáast eisini hjó: Alfa Bókhandil Klaksvík Pf. Grannin Leirvík Bókabúðin í Runavík NB-handilin Vestmanna Hjá Bók- bindaranum Tvøroyri Elektronikkbúðin Vágur Hjalmar Jacob- sens Bókh. Pf. Tórshavn SPARD KRÓNA ER VUNNIN KRÓNA Sverrisgøta 9 + FR-110 Tórshavn Tlf. 10603 + Fax 10806 + Box 3181