Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juli 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 128 - 10. juli 2003 Á bilasøluni P/F Meinhardt Arge hava teir nú fingið nýggja Opel Meriva, ið er gjørdur við Opel Zafira sum fyrimynd. Meriva er ein sera rúmligur bilur við einum FlexSpace systemi, har nógvir møguleikar eru fyri innrætting BILAR Magnus Gunnarsson Meðan verkfallið her hjá okkum stóð við í umleið ein mánað, stóðu nógvir nýggir bilar og bíðaðu eftir at koma til Føroyar. Ein av teimum var Opel Meriva. Við "FlexSpace" systemin- um er Opel Meriva ein bilur við heilt nýggjum møgu- leikum fyri innrætting. Meriva er genialt innrætt- aður, t.d. er baksetrið deilt í trý, soleiðis at t.d. mittasta setrið kann leggjast niður, síðan kunnu tey uttaru setrini flytast inn móti hvørjum øðrum og flytast aftur ella fram. Møguleiki er eisini fyri at velja ímill- um gott beinpláss á bak- setrinum ella stórt viðføris- rúm. Um øll trý baksetrini verða løgd framyvir og løgd saman, verður gólv- flatan 170,0 cm í longd. Hetta eru bert nakrir av møguleikunum við innrætt- an av Meriva við "Flex- Space" systeminum. Bilurin fæst við fimm ymiskum motorum, tveim- um 1,6 litur bensinmotor- um við ávikavist 87 og 100 hk og einum 1,8 litur bensinmotori við 125 hk og tveimum 1,7 litur diesel- motorum við ávikavist 75 og 100 hk. Meriva fæst við hópin av eykaútgerð sum t.d. "Twin Audio", har tey á bak- setrinum við høvuðtelefon- um kunnu lurta eftir einum øðrum programmi enn tey á forsetrinum. Bilurin fæst eisini við Xenon forlyktum, aircondition, leðurinntrekki og alu-felgum. Eisini kann bilurin leverast soleiðis, at hann hevur tvey sóltak. Meriva verður gjørdur í Zaragoza í Spanien. Bílig- asti Mevira kostar 169.000 krónur. Subaru Forester Tá amerikanska IIHS (Insurance Institute for Highway Safety) sum t.d. krasj-testar bilar framman, aftan og frá síðunum, her fyri testaði 12 miðal- stórar SUV, bleiv Su- baru Forester klárt nummar eitt. Kelda: www.presseinformation.com Goodyear 4x4 dekk Amerikanska Good- year dekkverksmiðjan hevur framleitt eitt sergjørt dekk til "off roadarar". Goodyear HP eftirlíkar ynskir hjá brúkarunum um eitt dekk, sum hevur serlig evnir at tilpassa seg veðrið og vegin, t.v.s. um vegurin er vátur, hálur o.l. Kelda: Motor Magasinet Range Rover Californiska fyritøk- an, Strategic Vision, sum ger ymiskar brúkarakanningar, hevur kosið Range Rover sum tann besta luksus-SUV. 31.000 eigarar av bilum, sum vóru yvir 90 dagar gamlir, vórðu spurdir. Kelda: Motor Magasinet Opel Meriva 1,6 16V Motorurin 1,6 litur 4 syl.16V við100 hk ECOTEC bensinmotorur 0-100 km/t 13,3 sek Bensinnýtsla 13,3 km/l Dekkstødd 185/60-15 Longd 404,2 cm Breidd 169,4 cm Hædd 162,4 cm Viðførisrúm 491 litrar Prísur Kr. 189.000,- Søluumboð P/F Meinhardt Arge v.Oyggjarvegin FO-100 Tórshavn Tel. 345400 www.bilarge.fo Opel Meriva við nógvum møguleikum Jens Sigurð Simonsen, sølumaður hjá P/F Meinhardt Arge, við nýggja Opel Meriva 1,6 Mynd: Jens Kristian Vang Meriva er gjørdur við Opel Zafira sum fyrimynd Mynd: Jens Kristian Vang Við FlexSpace systeminum eru nógvir møguleikar fyri innrætting Mynd: Jens Kristian Vang Nr. 128 • hósdagur • 10. juli 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Gentulið hjá Støkk til Spania Komandi fríggjadag fer stórkappingar- liðið hjá gentum hjá Støkk til Spania at luttaka á eini altjóða fimleikastevnu í suð- urspanska býnum Alicante. Stevnan, sum DGI, Dansk Gymnastik og Idræt, saman við Býráðnum í Alicante skipar fyri, er í døgunum 13.-19. juli FIMLEIKUR Tíðindaskriv Ikki færri enn 3000 fim- leikarar hava boðað frá lut- tøku á stevnuni. Flestu teirra úr Danmark og Spania, men eisini koma gestalið úr øllum heiminum til Alicante at vísa síni kynstur og vera saman við øðrum fimleikarum. Á stevnuni skulu gentur- nar framføra tvær ferðir á strondini og á tí serliga al- tjóða kvøldinum, sum er størsta einstaka tiltakið á stevnuni, har bert nøkur fá lið sleppa at framføra. Her kann leggjast afturat, at genturnar skulu inn á gólvið beint eftir framførsl- una hjá verðinsliðnum hjá DGI, sum er eitt lið við 15 gentum og 15 dreingjum, ið hvørjum árið verða úttikin til eina framsýningarferð runt tað mesta av verðini í eitt heilt ár. Eisini eru genturnar bodnar at taka lut á einum sponskum kvøldi, sum bý- ráðið í Alicante skipar fyri. Restin av fimleikastevnuni fer at verða brúkt til venj- ing saman við øðrum venj- arum og fimleikarum, at hyggja at fimleiki og fáa íblástur til komandi fim- leikaárið. Nýta nógva tíð til fimleik Genturnar, sum manna liðið, hava á hvørjum árið síðan 1998 umboðað Støkk í stórkappingum hjá Fim- leikasambandi Føroya. Hesi árini hava genturnar brúkt størsta partin av síni frítíð til fimleik, tí teir fim- leikarar, sum umboða sítt felag í stórkapping, eru eis- ini við á øðrum liðum hjá fimleikafelagnum. Gentur- nar hava hvørja ferð fingið góð úrslit í stórkappingun- um, og eru tí ein góð fyri- mynd hjá yngru fimleikar- unum hjá Støkk. Seinnu árini hava gentur- nar, foreldur teirra og venj- arin tosað um møguleikan at farið uttanlands at vísa øðr- um føroyskan fimleik og samstundis at fáa eina rættiliga fimleikauppliving. Tá tað hoyrdist, at DGI fór at skipa fyri eini altjóða fimleikastevnu í Alicante í summar, var farið undir at kannað møguleikan fyri før- oyskari luttøku. Tá tað fyrst í hesum árinum vísti seg, at kostnaðurin fyri innvist, uppihald og ferðing ikki fór at verða alt ov høgur, varð avgerð tikin um at teknað liðið til stevnuna. Seinastu fýra mánaðirnar hava gent- urnar og foreldrini við ym- iskum tiltøkum og arbeiði savnað pening til ferðina. Harafturat hevur liðið fingið stuðul frá Støkk og Fim- leikasambandi Føroya. Ferðalagið, sum fer til Spania fríggjadagin telur 29 fólk, harav eru 14 fim- leikarar. Restin eru venjari, avvarandi og onnur úr Støkk. Fremst frá vinstru: Sonja Joensen, Anna Joensen, Karla Maria Gaardbo og Monika Weihe Poulsen. Í miðjuni frá vinstru: Jenny á Reynatrøð, Henny Joensen, Hervør Heinesen og Rósa Heinesen. Aftast frá vinstru: Rannvá Troest, venjari, Ann Mari Róin Johannessen, Jónvá Joensen, Bodil Tausen og Joan Simonsen. Á myndini vanta: Kristina Olsen og Súsanna Thomassen Seks føroyskir fót- bóltsvenjarar kunnu nú breggja sær av at vera UEFA-B venjarar eftir at hava fingið prógv handað frá FSF VENJARASKEIÐ Stefan í Skorini Hetta venjaraskeiðið er tað fyrsta av sínum slag í Før- oyum, og tað er samstundis góðkent av UEFA. Skeiðið er ein samanseting av trim- um skeiðum, sum eru ung- dómsvenjaraskeiðið, seni- orvenjaraskeiðið og tann sonevndi Slóðarin, sum eisini er seinasti partur av UEFA-B venjaraskeiðnum. Skeiðið tekur tríati tímar tilsamans, har venjararnir m.a. skulu læra at leggja eina langtíðar eins og eina styttri venjingarætlan. Eis- ini skulu teir læra at menna tann einstaka spælaran á liðnum og at enda er tað tann persónliga menningin av venjaranum sjálvum og tann pedagogiska síðan av venjingini, sum skal styrkj- ast. Skeiðleiðararnir, Petur Simonsen og Hans Mourits Foldbo, hava verið úti og vitjað venjararnar undir venjingum, og allir venjar- arnir hava eisini verið savn- aðir á teoretiskum skeiðum. FSF hevur í longri tíð ar- beitt við at fáa allar síni venjaraskeið góðkend av UEFA, og frá næsta ár verður farið undir ein nýggjan leist, sum er skræddaraseymaður av UEFA. FSF hevur skipað fyri hesum skeiðnum í tøtt- um samstarvi við Dansk Boldspil Union. Teir seks nýggju UEFA- B venjararnir, sum júst hava fingið prógv eru Bill McLeod Jacobsen og Finn Johannesen úr KÍ, Pætur Smith Clementsen úr HB, Bogi Lervig úr LÍF, Abra- ham Løkin úr NSÍ og Páll F. Joensen úr FS Vágum. Blikur fremst Í blaðnum í gjár stóð, at Sílið lá fremst í samlaðu FM-kappingini í 5- mannaførum hjá gentum. Tey, sum hugdu eftir støðuni aðrastaðni í blaðnum, varnaðust, at hetta ikki er rætt. Tað er hinvegin Blikur, ið eigur fyrsta plássið í 5-mannaførum hjá gentum, meðan Sílið er á øðrum plássi. Mistakið varð upprunaliga rættað í greinini, men tíverri kom skeiva út- gávan av greinini við í blaðið. Vit biðja lesaran halda okkum til góðar. Stefan Venjarar tikið UEFA-B skeiðið Nýklaktu UEFA-B venjararnir frá vinstru: Hans Mourits Foldbo, skeiðleiðari, Bill McLeod Jacobsen úr KÍ, Pætur Smith Clementsen úr HB, Páll F. Joensen úr FS Vágum, Finn Johannesen úr KÍ, Bogi Lervig úr LÍF, Abraham Løkin úr NSÍ og Petur Simonsen, skeiðleiðari C M Y K 21 20