hósdagur 10. juli 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 128 - 10. juli 2003
Stevna í Sandoynni
STEVNA
Tíðindaskriv
Eins og í teim flestu oyggj-
unum er stevna í Sandoynni
á hvørjum sumri.
Stevnan skiftir millum
tær fýra bygdirnar Sand,
Skopun, Skálavík og Húsa-
vík.
Í summar stendur Skála-
vík fyri tørni, og stevnan
verður í døgunum 18. til og
við 20 í hesum. Tað er
ungmannafelagið »KELD-
AN«, ið skipar fyri teim til-
tøkum, sum verða bæði fyri
børn og vaksin. Tað kann
tykjast sum stevnurnar eru í
meira laginú á døgum, men
stevnurnar hava sín stóra
týdning fyri fólkið á staðn-
um og ikki minst fyri vitj-
andi sum sjálvandi eisini
eru hjartaliga væl komin á
stevnuna. Tær smáu bygd-
irnar hava ikki tað stóra
úrvæli av tiltøkum at bjóða
fólki sum tey størru pláss-
ini hava. Men týdningurin
av at koma saman er ikki
minni enn aðrastaðni.
Seinasta stevnan her í
bygdini eydnaðist væl,
hóast veðrið ikki var av tí
besta, tí væl av fólki var
samankomið.
Vónandi
verður
ikki
minni av fólki til hesa
stevnuna. Eins og framm-
anundan verður fólkafund-
ur við fremmandum røðar-
um. Skráin fyri stevnuna
verður lýst í bløðunum.
TÍÐINDASKRIV
Jehova Vitni
Barnamisbrúk er ein per-
versitetur, sum vit eru hart
ímóti
Enskt framleidda sjón-
varpssendingin, sum er sett
á skránna í SVF miku-
kvøldið 9. juli, Latið smá-
børnini koma til mín, reisir
heilt órættvíst iva um
støðutakanina hjá Jehova
Vitnum til barnamisbrúk.
Jehova Vitni hava eina
heilt greiða og skilliga
støðutakan til barnamis-
brúk: Vit hava andstygd
fyri barnamisbrúki - og, um
vit skulu brúka átrúnaðar-
ligan málburð, so meta vit
barnamisbrúk sum eina
sera álvarsama synd.
"Tað er møguligt, at vit
inntil byrjanina av 1990’un-
um hava gjørt nøkur mistøk
og ikki ansað nóg væl eftir
tørvinum, sum offrini hava á
umsorgan, fatan og sálar-
røkt, men tann tíðin er langt
síðani farin," sigur kunning-
arstjórin hjá Jehova Vitnum í
Danmark, Erik Jørgensen,
og hann heldur fram: "Eing-
in finnur nakrastaðni í
lesnaðinum hjá okkum nak-
að, sum verjir barnamis-
brúk. Tvørturímóti er tað
heilt
greitt
útihýsingar-
grund."
Fyri 10 árum síðani byrj-
aði deildarskrivstovan hjá
Jehova Vitnum í Danmark
at arbeiða við einari virkis-
ætlan, sum verður nýtt, tá
ein trupulleiki við barna-
misbrúki onkra sjáldsama
ferð stingur seg upp millum
Jehova Vitni.
Henda virkisætlanin verð-
ur justerað og betrað so
hvørt. Jehova Vitni hava
hugt eftir, hvussu aðrir fel-
agsskapir, ið hava havt við
barnamisbrúk at gera, bera
seg at. Jehova Vitni hava
ráðført seg við felagið
Barnabata, og vit fylgja væl
við tí dagliga orðaskiftinum.
Erik Jørgensen sigur víð-
ari: "Verður eitt Jehova
Vitni í dag ákært fyri
barnamisbrúk, er okkara
høvuðsregla tann, at vit
eggja teimum avvarðandi
pørtunum til at - ella vit
gera tað sjálvi - seta seg í
samband við sosialu mynd-
ugleikarnar, sum hava pro-
fessjonellan serkunnleika
at viðgera ein so ræðuligan
trupulleika og veita hjálp."
"Barnamisbrúk er ein
pestur, sum ger meir og meir
um seg í heimssamfelagnum
- og tíverri sníkir ein slíkur
tilburður seg eisini onkuntíð
inn hjá okkum." Erik Jørg-
ensen endar: "Vit vilja ikki
góðtaka hetta óskilið okkara
millum. Í lesnaðinum hjá
okkum verður heilt týðiliga
skrivað, at Jehova Vitni hava
andstygd fyri barnamis-
brúki. Tað er ímóti øllum,
sum vit standa fyri - og í
okkara tíðarritum Vågn op!
og Vagttårnet standa greinir,
sum greiða frá, hvussu for-
eldur kunnu verja síni børn.
Vit vilja gera okkara ítasta
fyri, at okkara børn kunnu
fáa ein tryggan uppvøkstur."
Fleiri upplýsingar: Erik
Jørgensen, kunningarstjóri,
tlf. 0045 59 45 60 72 og
0045 21 20 41 55.
Fakta: Jehova Vitni eru
eitt altjóða kristið trúar-
samfelag við meira enn 6
mill. limum í 235 londum. Í
ES eru umleið 1 mill. limir.
Trúarsamfelagið
hevur
virkað í Danamrk í yvir
100 ár og telur nú 15.000
virknar boðarar. Jehova
Vitni hava í Danmark stat-
us sum eitt goðkent trúar-
samfelag við brúðarvígslu-
myndugleika.
Hin 6. juli 2003
AUTO
AUTO
311234
311234
AUTO
-Dag & nátt-
Vilt tú bil hýra
- ring 311234
Nú fáast eisini
Talutíðarkkort
BENZIN
DIESEL
KIOSK
-Alt døgnið-
AUTO
311234
Føroya Tele
Kall
C
M
Y
K
23
22
Mat-
seðilin
Hósdagin 10.juli:
Hakkibúffur
Fríggjadagin 11.juli:
Kotelettir
Leygardagin 12.juli:
Rullusteik
Mánadagin 14.juli:
Medistarapylsa
Týsdagin 15.juli:
Fiskafrikkadellir
Mikudagin 16.juli:
Grýturættur
***
Seinnaparts-
TILBOÐ
frá kl. 14.00:
Juniorburgari 20,00
Maxiburgari ella
Búffsandwich 28,00
Matstovan
í Hoyvík