Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. september 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A <—in——iii— Nr. 174 — 14. Síða 12 Fíggjar- og búskaparmál Stevnumiðið er at fáa javnvág í búskapin, at fáa lønsemi í høvudsvinnuna og vinnulfvid annars og al útvega fleiri arbeidsplåss. At røkka hesum máli er neyðugt at gera kapping- arfórið betri, at lækka kostnaðarstigið, at fáa betri marknaðaravtalu við ES, at vaksa áhugan at gera fløgur, at menna nýggjar vinnuvegir og at fáa kapping í øllum tætt- um í vinnulívinum. Avlop skal framvegis vera á handils- og gjalds- javnanum. Langfíggjar- ætlan verður gjørd við tí endamáli at reka tryggan fíggjarpolitikk. Skatta- og tollmál Alneyðugt er at lækka skattatrýstið. Borið verður so í bandi, at skattaskipanin verður ikki atvoldin til, at fólk framvegis flyta av landin- um. Við atliti at føroying- um í vinnu uttanlands, skal skattaskipanin gera tað møguligt hjá húski teirra at verða búgvandi í Føroyum. Hægri botnfrådråttur skal tryggja, at låginntøk- urnar skulu verða lagalig- ari skattaðar. Frádráttur skal tryggja, at grundupphæddin í fólkapensjónini = verður skattafrí. Marginalskatturin verð- ur lækkaður. Ferðafrá- SEPTEMBER 1994 dráttur millum heim og ar- beiðspláss og telefonfrá- dráttur til langfarafiski- menn verða settir í gildi. Hjånabandsstøda skal ikki hava skattliga åvirk- an. At stimbra virksemið og lækka kostnaðarstigið skal møguleiki verða at diffirentiera meirvirðis- gjaldið. Í hesum sambandi verður meirvirðisgjaldið á tænastuvinnuni og små- ídnaði lækkað. Lógin um fíggjarognar- avgjald verður ikki endur- nýggjað. Rentuskatturin verður í mesta lagi 35% í hesum valskeiði. Vinnulív At fáa lønsemi í vinnulív- ið: 1) má verða bøtt um kost- naðarstigið, 2) mugu marknaðarvið- urskiftini verða býtt, so at vinnan verður meira kappingarfør. 3) må møguleikin at seta á stovn fríhavnir verða kannaður. Rikin verður fiski- vinnupolitikkur, sum tryggjar skynsama stovnsrøkt, sum miðar í- móti at fáa veiðiflotan at bera seg, tryggjar fiski- og útróðrarmonnum sømi- liga årtøku, vinnur og varðveitir flest møgulig rættindi í fremmandum og altjóða sjógvi, tryggjar, at veiðin verður soleiðis um- sitin, at hon gevur mest % %. møguligan samfelags- vinning. Endamálið vid vinnu- politikkinum verður at troyta alt tað tilfeingið, sum kann geva samfelags- ligan vinning. At røkka hesum måli, verda sum skjótast skaptir útvegir, sum kunnu stimbra tílík- um virksemi. Hesar ætlan- ir kunnu m.a. verða grund- aðar á tilmælið hjá >Ar- beiðsskapandi nevndini« og álitið »Karmar um før- oyskt vinnulív<. Kvotuskipanin verður endurskoðað, og hoyring- arrætturin hjá vinnuni verður tryggjaður. Í sambandi við komandi samráðingar við danir verður allur kvotuspurn- ingurin tikin til viðgerðar at fáa eina betri og liðilig- ari skipan. Eitt verkliga og vísinda- liga grundað MLV (T AC) verður sett í verk. Stovnsrøktin, — veidi- skipanin'og at menna teir ymsu veiðihættirnar verða avgjørd í neyvari samvinnu við partarnar í fiskivinnuni og fiskifrød- ingar. Húkaveiðin eigur at fáa best møguligar sømdir at verja heimafiskiskapin. Veiða eftir óroyndum fiskasløgum t.d. í altjóða sjógvi og á djúpum vatni verður stuðlað. Ansað verður eftir, at tillutaðar kvotur í fremm- andum sjógvi verða nýttar so, at søgulig rættindi fara ikki fyri skeytið. Fiskivinnuráðið má fá- ast at virka sambært gald- andi lóg. Hildið verður fram við menningararbeiðinum at seta út yngul, at menna fiskaaling og havbit. Alivinnan er ein týðandi táttur í samfelagsbúskap- inum. Ótroyttir møguleikar liggja í at menna vørur úr alifiski. Karmarnir um hetta eru lutvís til og eiga at verða býttir. Kynsbót, smoltaling og sjúkrafyribyrging verða stuðlaðar eftir førimuni. At vaksa um fiskavið- gerð á landi er neyðugt at skipa so fyri, at tað loysir seg at avreiða í Føroyum alt tað, sum føroysk skip fiska, og soleiðis at for- treytir verða skaptar fyri meiri fløguhugi, fyritaks- semi og at menna vaks- andi virksemi um alt land- ið. Somuleiðis verður eis- ini miðað ímóti, at flaka- virkisvinnan aftur kemur á privatar hendur. Harafturat er neyðugt at fáa meiri fisk avreiddan í Føroyum, enn okkara egnu skip hava møguleika at veiða. Triðjalandsfiskur verð- ur tí avgerandi táttur í meiri virksemi á landi. Fortreytin, at hetta virk- semið kann verða kapp- ingarført og gevur ískoyti til landsbúskapin, er betri kostnaðarstig og betri marknaðaratgongd. Føroyar skulu fyrireika seg til at gerast ein norð- uratlantiskur avreiðingar- og fiskiídnaðardepil. Dentur skal verða lagd- ur á at virka og selja 1. floks vørur. Reint um- hvørvi er eitt aktiv í mark- nadarføringini. Rann- sóknir á havbotninum halda fram at kanna fram- tíðar møguleikar og styrkja uppfatanina í um- heiminum, at okkara sjógvur er reinur. Sjóvinna Farmavinnan eigur at fáa so mikið góðar sømdir, at hon fær umstødur at mennast. Samferðslan við út- heimin má verða skipað soleiðis, at hon tryggjar útflutningsvinnuni = best møgulig kor. Ídnaður og handverk Miðað verður eftir at menna nýggjar vinnuveg- ir bæði til heimamarknað- in og útflutnings. Umráðandi er at vekja ans hjá føroyingum at keypa egna vøru. Virkað verður fyri meiri samvinnu við umheimin í handverki og ídnaði. Handverkaravinnan verður ment í samráð við vinnufelggini. Stuðulsskipanir til vinnuna verða endurskoð- aðar. Virksemið hjá Menn- ingar- og Ídnaðargrunnin- Tíðindablaðið Go um verður umskipað. Endamál og virksemi hjá — Menningarstovuni verdur endurskodad. Landbúnaður Endamálið er at vit mest møguligt gerast sjálv- bjargin við landbúnaðar- vørum í Føroyum. Vinnan eigur at sleppa undan kappingaravlag- andi tiltøkum, og land- búnaðurin verður stimbr- aður við royndum og und- irvísing. Jarðarlógin og virksem- ið hjá Jarðarráðnum verða endurskoðað. Oljuvinnan Valdið á undirgrundini verður verandi á føroysk- um hondum. Í sambandi við at bjóða út rættindi at leita eftir olju o.ø. á føroyskum øki eigur dentur at verda lagdur å at fáa sum mest burtur úr bú- skaparliga, við beinleiðis gjøldum fyri rættindi, og at fáa føroyingar í vinnu hjá oljufeløgunum, og treyta okkum, at føroy- ingar og føroyskar fyri- tíkur eru so nógv sum gjørligt uppi í tænastu- veitingunum. Umráðandi er, at farið * verður gjølliga til verka við fyrireikingum og tí neyðuga lóggevandi ar- beiðinum. Lóggivið má verða so- leiðis, at henda vinna minst møguligt nervar fiskivinnu og umhvørvi.