Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. september 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Orka Av tí at stórur partur av landsins inntøkum verður nýttur til orku á sjógvi og landi, er umráðandi at reka ein orkupolitikk, sum er framskygdur og mest møguligt ger okkum óheft av termiskari orku. Kanningar og smáar í- løgur kunnu stødugt verda gjørdar f vatn- og vind- orku. Arbeidsmarknadar- mål Åsannandi, at arbeids- loysið er ein samfelags- trupulleiki, hevur sam- gongan sett sær fyri bein- anvegin at styrkja arbeiðs- loysistryggingina. Neydugt verdur eisini saman vid pørtunum å ar- beiðsmarknaðinum at endurskoða alla arbeiðs- loysisskipanina, sum tó framvegis verður ein tryggingarskipan. Verður arbeidsloysid størri enn tað, sum partar- nir á arbeiðsmarknaðin- um eru mentir at fíggja, á- tekur tað almenna sær at rinda neyðugu eykaút- reiðslurnar av skipanini. Ferðavinna Samgongan miðar ímóti at bóta um umstødurnar hjá ferðavinnuni. Skipað verður soleiðis fyri, at ferðavinnan spillir ikki náttúruna og er ikki til bága fyri búfasta fólkið. Familju- og bústaðarpolitikkur Familjan er ein av grund- stuðlunum undir einum góðum samfelagi, og tí eiga allar umstødur, sum skapa fortreytirnar fyri einum góðum familjulívi, at gerast so góðar, sum til ber. Sethúsaskuldin er ein samfelagstrupulleiki, sum má verða loystur í samráð við lánistovnarnar, so leiðis at fólk kunnu búgva í egnum húsum Mentan og andslív Søvn og stovnar, sum røkja Føroya náttúru, før- oysk fornminni, mál, mentanar- og siðaarv, verða stuðlað. Utbúgvingarmál Gjørd verður útbúgving- arætlan fyri útbúgvingar- verkið við tí endamáli at leggja fast best hóskandi innihald og bygnað við at- liti at framtíðar útbúgv- ingum, samskipanum og at rationalisera útbúgv- ingarnar. Útbúgvingarskipanin skal tryggja vinnulívinum best møguligar umstødur soleiðis at eisini ófaklærd fáa holl útbúgvingartil- boð. Forskúlum verða givnar heimildir at arbeiða undir. Lógin um skúlafyrisit- ing verður endurskoðað. Yrkis- og aðrar fram- haldsútbúgvingar skulu lúka treytirnar fyri meiri útbúgving uttanlands. Almannamál Við heimild í rammulóg- ini, verður almannaskip- anin endurskoðað og lag- að eftir føroyskum viður- skiftum Samskiftið borgaran og millum almanna- verkið eigur at gerast smidligari Spurningurin um einkju- og einkjumanna- pensión verður tíkin til viðgerðar. Arbeitt verður støðugt at tryggja øllum, ið nýtist hjálp eins góðan stuðul og viðgerð, sum fæst í hinum Norðurlondum. Forsorgarlógin í sam- bandi við arbeiðsloysið verður endurskoðað. Tey gomlu skulu kunna búgva heima sum longst, og primera heilsutænast- an løgd til rættis eftir tí. At geva betri tænastu og betri eftirlit verður umsit- ingin á almannagkinum lutvíst miðspjadd. Dagpeningaskipanin verður endurskoðað. Heilsumál Funktiónirnar á almanna- verkinum, primera heilsu- verkinum, sjúkrahúsverk- inum mugu samskipast betur enn nú, eisini sam- starvið millum føroyska og danska sjúkrahúsverk- ið. Uppgávubýti ímillum tey einstøku sjúkrahúsini eigur at verða framt. Allir borgarar fáa góðar og skjótar flutningsmøgu- leikar í sambandi við sjúkraviðgerð. Møgulcikamir at nýta føroyskan serkunnleika og avlopsorku at viðgera og røkta útlendskar sjúk- lingar, har bíðitíð er í løt- uni, verða kannaðir. Fakliga og umsitingar- liga leiðslan á øllum sjúkrahús- og heilsuverk Inum verður bygnaðurin endurskoðað- ur Primera heilsutænastar eigur at verða skipað við m.ø. røktarskipan alt sam- døgrid, og at leggja saman heilsu- og heimasjúkra- systraskipanina og heima- hjálpina verður framt í samstarvi við allar partar, eisini umboð fyri brúkar- arnar. Sjúkrahúslógin verður endurskoðað og nútíðar- gjørð. Sjúkrakassaskipanin verður endurskoðað. styrkt, og Kommunumál Kommunuskuldar-aftur- gjaldingin má verða løgd í fasta og trygga legu. Kommunala sjálvræðið og ábyrgdin skulu verða styrkt við greiðari skilnaði millum lands- og komm- unuuppgávur. Kommunurnar eiga sjálvbodnar at gerast hóskandi stórri eindir. Í hesum sambandi verður kannað eftir, um lands- uppgávur kunnu verða lagdar til kommunurnar. Fíggjarliga samskiftid ímillum land og komm- unu verður endurskoðað og gjørt einfaldari. Kommunulógin skal verða endurskoðað. Kommunala eftirlitið verður styrkt. Ásett verður hámark fyri, hvussu nógv komm- unurnar kunnu hava í lán- m Uri Samferdslumål/ samskiftismål Landsstýrið hevur skyldu at tryggja hóskandi ferða- og flutningssamband í- millum tey ymsu plássini í Føroyum. Støda teirra sjúku og brekaðu verður havd í huga, tá ið nyfløgur/åbøt- ur í samferðsluskipanini verða gjørdar. Arbeitt verður fyri at samskipa allar almennar stovnar, soleiðis at teir gerast færri. Umhvervismál Umhvørvispolitikkurin verður styrktur, so at tann, ið dálkar, skal taka upp eftir sær. Dentur verður lagdur á at fáa fólk at fara —————————ð A —a"— Tíðindablaðið [ sostalurin ) Nr. 174 — 14. SEPTEMBER 1994 Síða 13 betur um náttúru og um- hvørvi. Umhvørvisl6g- gåvan skal verða so ein- føld sum gjørligt. Bøtur fyri brot á umhvørvisl6g- gávuna skulu vera eftir, hvussu ið dálkað er. Brennievni, sum hava minni skaðiligt árin á um- hvorvið, fáa framíhjárætt við lægri avgjaldi. Vit eiga at vera virkin í strembanini at forða fyri dálking frá stóru ídnaðar- økjunum á meginlandin- um. Somuleiðis eiga vit at gera alt, ið gerast kann, at kjarnorkuburturkast 0.0. eiturevni verða ikki søkt í havið. Millumlanda og altjóða samvinna Moguleikarnir fyri gagn- ligastu marknaðarat- gongd til ES verða kann- aðir. Broytingar í ríkifelags- skapsviðurskiftunum kunnu bera verða gjørdar í fullari semju millum sam- gonguflokkarnar. Føroyingar skulu nýta rættin at hava fólk á ríkis- sendistovunum til tess at fremja føroysk áhugamál uttanlands. Føroyar eiga at styrkja samstarvið ímillum lond- ini í Útnorði, og við Norð- urlond annars. Møguleikamir fyri eft- irliti vid flogferdslu f før- oyskum loftrúmi og tær inntøkur, hetta kann geva føroyska samfelagnum, verða kannaðir. Tryggingarmál At endurskoða trygging- arlógina verður miðað í- móti at taka av einkar- rættin, tryggja kapping innanlands og gera tæn- asturnar betri. Almenni tænastu- sektorurin, fyrisiting og rættartrygd Allur almenni sektorurin, td. skúla- almanna- heilsuverk og samskiftis- økid, verður endurskoð- aður við tí endamáli at laga útreiðslurnar eftir teimum inntøkum, sum føroyska samfelagið hev- ur, tó so at vit hava góða og forsvarliga tænastu Serfrødingar skulu kanna ut f æsir allan al- menna sektorin, hvønn stovn sær Kannað verður samfelagið kann spara á ávísum økjum, t.d. sam skipa ella bjóða út tænast- ur. Almenna = umsitingin verður lagað til broyting- arnar í nýggju stýrisskip- anarlógini og verður styrkt m.a. við atliti at bóta um rættartrygdina. Eftirlitið við fíggjarlóg- ini og gjaldføri lands- kassans verður gjørt neyv- ari, og ansað verður eftir at játtanir, ið givnar eru, verða hildnar. Við heimild í grein 18 í stýrisskipanarlógini verð- ur sett nevnd at ganga í- Á