Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. september 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

3 FRÆLSI — JAVNAÐUR — BRØDRALAG Á rblaðstjóri: Jan Miller he Krisjan Dahí Blaðfóls- Randi Jacobsen - Dagny Joensen - Tårfinn Smith - Útgevari: PA Saslalurin eing PA Saslalurin Prent: P/ Pressan 1981 Argjum Telefon: 11820 Bústaður: Argjavegl 26 67. ÁRGANGUR Postadr.: Postsmoga 76 110 Tórshavn Teletax: 14720 Vit og skil håast alt NU tykist, sum stødan i sambands- flokkinum hóast alt er somikið av- klárað, at landsstýrið kann veljast helst í dag. Ruðuleikin teir seinastu dagarnar hevur avdúkað ein sambandsflokk við so stórum innanhýsis trupulleikum, sum fáur hevði droymt um. Hverjir bólkar, ið hava gjørt sær dælt av støduni er ilt at siga nakað um við vissu, men alt bendir á, at álvarsamar royndir vórðu gjørdar at fella formannin Edmund Joensen. SKJÓTT gjørdist greitt, at mótmælið frá einum av suðurstreymoyarting- monnunum ikki bert var talan um eitt eindømi, men at hetta var partur av einum skipaðum “uppreistri". Uppreistrarmenninir høvdu tó borið seg so ófantaliga at, at teir máttu hava annað fólk enn teir sjálvar at seta ístaðin fyri Edmund Joensen. So ódámligur teirra atburður var og so jánkasliga bóru teir seg at í fjølmidlunum, at hvørgin av teimum báðum høvudsleikarunum hevði verið góðtikin sum løgmansevni.Ti stóð og Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov fall kollvelting teirra vid at onkur annar av tingmanning sambandsfloksins vildi átaka sær løgmanssessin. TAÐ gjørdist jú alt týðuligari móti endanum á hesum leiki, at Edmund noyddist at rinda dýrt fyri friðin og semjuna - ja gjaldið var sjálvur tann løgmansessur, ið eftir vanligari siðvenju var hansara. Men uppreistrarmenninir forroknaðu seg, tí løgmansevni teirra fekk kaldar fótur, hvør orsøkin til hetta so var. Antin var talan um, at fráferð hennara úr býráðnum fór at skapa ruð- ulleika ella fekk hon bert nervar av løgmansembætinum, sum ikki er nakar tespiligur leiklutur í hesum døgum. Helst er hetta seinna forkláringin, tí ikki duga vit at síggja, at Lisbeth Petersen skal hava so stóran týdning fyri Tórs- havnar Býráð, at hon ikki kann verast fyriuttan. VIT fegnast sum flestu føroyingar um, at hetta løgna innanhysis kríggið í sambandsflokkinum fyribils er at enda komið. Uttan at seta persónliga niður á løgmansevnid hjá uppreistrarmonnu- num, so fara vit tó at halda, at tað ikki hevði verið sømuligt í hesum tíðum at sett fólk í løgmansessin, ið hevur so Kilmar Jan Hansen - Justinus Eldesgaard stóra ábyrgd av tí vanstyring, sum fór fram í Tórhavnar Býráð, meðan Poul Michelsen ráddi fyri borgum. Annað positivt við hesi gongd er, at politiski íspegilin, ið leingi hevur staðið upp á lúr, Pauli Ellefsen, ið ivaleyst hevur havt meira enn ein fingur við í spæl- inum, ikki kemur á ting í hesum umfari. SUM umstødurnar eru eiga vit at fegn- ast um, at hesin margháttligi glæntri- leikur hóast alt endaði við, at Edmund Joensen gerst Føroya løgmaður. Og harvið leiðari av samgonguni. Edmund Joensen hevur higartil ikki havt høvi til at sýna í verki, hvør dugur er í honum og hvørji leidaraevni hann hevur. Men ikki skerst burt, at Edmund Joensen er ein maður, ið nýtir stóra virðing og hevur stórt álit millum manna víða hvar í samfelagnum. At fáa hesa samgongu samansjóvaða, har so nógv ymisk sjónarmið eru fingin at semjast, er ikki so lítið av einum diplomatiskum bragði. Hetta og ymiskt annað, eitt nú tann sterki og ektaði viljin, sum hóast alt ræður í samgonguflokkunum til at reka ein politikk, ið skal gera tað lættari at liva í Føroyum, gevur okkum eina vón um, at samstarvið fer at halda. Eingin keta er sterkari enn veikasti lidurin. Samgongan kemur at taka stórar og tungar avgerðir, og mangan verður freistandi at loypa frá. Vit og mong við okkum vóna, at samgongutinglimir allir hava lært so mikið av tí, sum hent í seinastuni, attey hugsa seg væl um, áðrenn nakar loypir frá. FØROYAR hava meira enn nakað brúk fyri einari stabilari samgongu, ið kann reka ein miðvísan og konstruktivan kreppupolitikk. Tað er skylda teirra, sum nú eru farin í samgongu, at liva upp til hetta krav. Føroya fólk hevur krav upp á eitt stýri, hvar ið ábyrgdarkenslan vinnur á egináhugamálunum. Arbeiðsætlan samgongunnar, samgonguskjalið, er eitt sera gott politiskt grundarlag og ynskja vit við hesum Edmund Joensen og øllum teimum, sum skulu fara undir tann tunga og álvarssama setning, at stýra Føroyum í einum tí mest trupla tíðarskeiði í Føroya søgu, góða eydnu. SOSIALURIN Cl + — Kríggspensiónin: Ikki vandaleyst Danir kunnu ikki skatta krígspensiónina hjá føroyingum sjålvt um vit lækka skattin ella taka hann burtur. Men vandi er fyri, at teir taka peng- arnar inn aftur í blokkinum Hverjir eru teir møguligu avleiðingarnar av eini lækk- ing av skattinum av krígs- endurgjaldinum ella kanska eini fritøku fyri skatt? Hesin er spurningurin, Knút Nolsøe herfyri bað landsstýrið kanna. Lands- stýrismaðurin í almanna- málum, Jóannes Eides- gaard, vendi sær til Toll- og Skattstovuna við spurning- inum, og haðani hevur hann nú fingið svar. Toll- og Skattstovan sig- ur, at sum nordurlendskå tvískattaavtalan er orðað í dag, kann Danmark ikki farainn og skattakrígspens- iónina hjá persónum, sum eru undir føroyskari skatt- skyldu, hóast føroyska skattingin verður minkað munandi ella heilt tíkin av. Men har er eisini eitt møguligt MEN. Toll- og Skattstovan sigur, at tað má ásannast, at ein munandi minking ella fritøka av skatting av krígspensiónini í Føroyum merkir, at vandi kann vera fyri, at danir annaðhvort vilja krevja tví- skattaavtaluna broytta, ella krevja eina minking í blokkstuðlinum. Toll- og Skattstovan leggur aftrat, at trupult er at broyta tví- skattaavtaluna, og tú fara danir helst heldur at skarva av blokkinum, góðtaka teir ikki at føroyska krigspens- íónini verður lagaligari skattað. Hvussu stórur ella lítil vandin er fyri at danir ikki góðtaka lagaligari skatt á krigspensi6nini torir Toll- og Skattstovan ikki at meta um. Verið varin Politiskar røddir hava ann- ars verid frammi um at vit eiga at lóggeva í samband við minking av skattinum av føroysku krigspensi6n- ini, men hesum hevur Knút Nolsøe ávara ímóti. Svarið frá Toll- og Skattstovuni bendir eisini á, at varsemi má til. Knút Nolsøe sigur, at svarið frá Toll- og Skatt- stovuni sigur honum so mikið, at nú er ikki at loypa framav, og neyðugt verður at tingast við danir um møguleikamar at lækka skattin á krígspensión so vit ikki órógva tað, sum nú er vunnið. Hann vísir á, at verður blokkurin skorin ella tvískattaavtalan broytt kann tað ganga út yvir so mong. Millum annað teir mongu føroyingarnar, sum i dag arbeida uttanlands. Gevst ikki so Men hetta er íkki so at skilja, at Knút Nolsøe hevur slept allari vón um at tað fer at bera úl at minka um skattin á krígspensiónini. Hann var við frá fyrsta degi at fáa donsku lógina um krígspensión eisini at fevna um føroyskar krígssiglarar og hann sigur seg eisini vilja streingja å at fåa pens- iónina lagaligari skattaða, uttan at nakar missir nakað. Tað heldur hann fyrst og Johanna og Heimdal í Nyhavnini tá føroyskir krígssiglarar vóru í Keypmannahavn og gjørdu vart við sjónarmið síni. Mynd: Tórfinn fremst skal gerast gjøgnum føroysku fólkatingsumboð- ini. tór.-