Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. september 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 175 — 15. SEPTEMBER 1994. Sida 3 Nei takk til løgmanssessin Lisbeth L. Petersen helt vanda vera fyri, at meirlutin í Térshavnar býráð skrædnaði, og tí valdi.hon at halda fram sum býráðsfor- maður í staðin fyri at verða løgmadur Tað var ein stór avgerð Lisbeth L. Petersen skuldi taka. Henni stóð í boði at fara í Tinganes at verða løgmaður, men út móti morgni mikunáttina kom hon til ta niðurstøðu, at best var at siga nei takk. - Eg sá vanda vera fyri, at meirlutin skrædnaði, og tað kundi eisini skatt flokkin. Nú er nóg mikið av klandri, so er valdi at halda fram sum býráðsformaður, segði Lisbeth í gjár, móð og troytt eftir at hava ligið og hugsað alla náttina. - Á fundinum í býráðs- samgonguni sá eg, at tað kundi blíva galið í meirlut- anum, um eg fór í Tinganes Tjóðveldisflokkurin kravdi at fáa formannin, og tað høvdu tey eisini rætt til at krevja. Sjálv vildi eg helst hava ein av mínum, men tað var ikki so einfalt, og tí valdi eg, sum eg gjørdi, sig- ur Lisbeth. Tað var ikki við tungum hjarta, hon havnaði til- bodnum um at verða løg- maður, tí henni dámar væl í býráðnum. Samstundis er hon eisini við í landspo- litikki, við tað at hon er løgtingslimur fyri sam- bandsflokkin. - Tað er strævið bæði at vera býráðsformaður og Skemmingsgeta 19 Tórshavn givin. | Vit gera gamla ) | gólvið sum nýtt | Gólvtænastan Ókeypis tilboð og vegleiðing verða Tlf. 18875 - 88875 Fax. 18809 UTBUGVINGARGRUNNUR FØROYA FISK ASØLU Endamál: At stuðla lestur innan fiskivinnu uttanlands. Umsóknir mugu verða okkum í hendi í seinasta lagi 31. oktober 1994, og skulu sendast til: FARCE SEAFOOD Box 68 110 Térshavn Att: Sólva Mortensen "Blindastovnur Føroya Telefonir: 18222 og 19238. løgtingsmadur, tí stundum hava vit nógv at gera í bý- ráðnum. Tað hevur tó borið væl til, meðan vit hava sitið í andstøðu, ti tá kundi eg loyva mær ikki alla tíðina at vera í løgtinginum, sigur Lisbeth L. Petersen. randi Friður í byråOnum Tað var ein stór avgerð, men Lisbeth L. Petersen helt tað vera rætt at varðveita býráðsformansstarvið, tí hitt kundi kostað av nógv - bæði fyri býráðið og fyri flokk hennara Við at Lisbeth L. Petersen segði nei takk til løgmanssessin, slapst undan stríði um at velja nýggjan býráðsformann Samstarvið í meirlutanum er sera gott, eru ley samd við. Men meirlutin hevði ikki tolt, at Lisbeth sum býráðsformaður varð skift út við onkran So skjótt sum býráðsmeir- lutin í Tórshavnar býráð týsdagin fekk at vita, at bý- ráðasformanninum Lisbeth L. Petersen hevði fingið í boði at fara í Tinganes at verða løgmaður, kom inn- anhýsis stríðið í sambands- flokkinum eisini inn um býráðsgáttina. Tí hesi tíðindi reistu spurningin, hvør skuldi taka við sum býráðsformaður, um so var, at Lisbeth fór í Tinganes. Næstformaður í býráðn- um er Kristianna Rein. Hon gjørdi vart við, at hon átti at taka við, um Lisbeth fór frá. Hinvegin helt sambands- flokkurin fast við, at flokk- urin átti formanssessin. Tórfinn Smith, býráðs- limur fyri javnaðarflokkin, tók undir við, at sambands- flokkurin átti formannin. - Tað skal íkki skiljast sum, at eg legði meg út í, hvør formaðurin skuldi vera, um tað var eitt sam- bandsfólk ella eitt annað. Eg havi heldur einki ímóti, at eitt tjóðveldisfólk verður formaður, men eg vísti bara til avtaluna, vit gjørdu fyri tveimum årum sidan um, at sambandsflokkurin eigur fiormannin, sigur Tórfinn Smith, sum er væl nøgdur viðavgerðina hjá Lisbeth L. Petersen um at halda fram sum býráðsformaður. - Samstarvið millum teir tríggjar flokkarnar í býráðn- um er avbera gott, og tað hevði verið harmiligt, um tað varð offrað fyri lands- politikkin, sigur Tórfinn Smith. Tað er einki dulsmál, at ikki er serliga heitt millum Lisbeth L. Petersen og partamannin í býráðnum Heðin Mortensen. Heðin Mortensen helt, at fór Lisbeth í landsstýrið, var hann sjálvskrivaður sum nýggjur formaður, tí hann fekk tríggjar ferðir fleiri atkvgður enn næsti maður. Men tað vildi Lisbeth L. Petersen ikki. Hennara fyrsta uppskot var, at vara- maðurin, sum er næstur á listan, Eilif Samuelsen, bleiv formaður. Tað upp- skotið fekk ikki undirtøku, og Lisbeth vísti so á Schu- mann Hjaltalin, sum er trið- valdi býráðslimurin hjá sambandsflokkinum. Men nú Lisbeth hevur valt býráðið, er einki at stríðast um longur. randi