hósdagur 15. september 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið CSE
Síða 12 Nr. 175—15. SEPTEMBER 1994
amvinna á
jøvnum ígti
Flokkarnir, sum hava ta røttu fatanina og tað besta handalagið
at umsita samvinnuna millum Føroyar og Danmark, soleiðis at
henda samvinna verður á jóvnum fóti og til fyrimuns fyri báðar
partar, eru danski og fóroyski javnaðarflokkarnir skrivar Vilhelm
Johannesen, valevni til fólkatingsvalið
Seinastu árini hava summir
danskir politikarar — serliga
úr framburðsflokkinum —
hildið fast við, at Føroyar
eru ein fíggjarligur kleppur
fyri Danmark og danskar
skattgjaldarar, og at hetta
gevur orsøk til, at danir
meira enn áður skulu stýra í
Føroyum ella seta harðar
treytir fyri, hvussu Føroyar
eiga at verða stjórnaðar.
Vit í javnaðarflokkinum
hava altíð verið ímóti at
samstarvið millum Dan-
mark og Føroyar verður
gjørt upp í krónum og oyr-
um. Men verður hetta gjørt,
eiga vit at minna okkum á
tað, sum fyrrverandi fólka-
tingsmaðurin, Johan Niel-
sen, sáli, førdi fram tá hesin
spurningur var havdur á
lofti. Hann segði m.a., at
tíggindi hver maður á
danska handilsflotanum
var føroyingur, at teir flestu
av teimum vóru yvirmenn,
og síðani minti hann á,
hvussu nógv fremmant
gjaldoyra danski handils-
flotin útvegaði Danmørk-
mi.
Umframt hetta, kunnu vit
cisini vísa á, at so at siga all-
ur tann føroyski innflutn-
ingurin kemur úr Danmark.
Vit kunnu somuleidis visa å
allar landingarnar hjå før-
oyskum skipum i donskum
havnum. Eisini kunnu vit
nevna, at stórur partur av
føroyska útflutninginum til
onnur lond verdur avskip-
aður um danskar havnir. At
enda eiga vit ikki at gloyma
allar tær hundraðtals milli-
ónir krónirnar, ið donsk
byggifeløg hava fingið
burtur úr fleiri ymiskum
stórarbeiðum, sum gjørd
eru í Føroyum tey seinastu
nógvu árini.
Alt í alt er tað ógvuliga
ivasamt hvør hevur figgjar-
ligan fyrimun av hvørjum.
Nøkur tidarskeid hava danir
havt fyrimunin og onnur
tíðarskeið hava føroyingar
havt fyrimun. Helst er tad
soleidis, at bådir partar hava
fyrimun, og tí eiga vit at
tosa um eina samvinnu å
jøvnum føti. Ongin ivi kann
verða um, at í løtuni eru tað
føroyingar, sum hava ser-
ligan tørv á hesi samvinnu.
Her hugsi eg um fíggingar-
tørvin hjá landskassanum.
Um umfíggingina av okk-
ara uttanlandsskuld. Og um
varðveitslu av ognarrættin-
um til ráevnini í undir-
grundini.
Men tað er ikki líkamikið
hverjir politiskir flokkar í
Danmark og í Føroyum um-
sita hesa samvinnu. Av
royndum vita vit, at eitt um-
boð úr sambandsflokkinum
til eina og hverja tíð vil
hvørva í danska vinstra-
flokkinum, og at fólka-
flokkurin stuðlar konserva-
tiva fólkaflokkin í Dan-
mark. Fara hesir at skipa
stjórn, verður hetta gjørt
saman við framburðsflokk-
inum, sum av gllum alvi
roynir at sáða føroyinga-
hatur niður í danskar sálir.
So higani hava vit onki gott
at vænta. Men eftir stendur,
at ein atkvøda til sambands-
flokkin ella fólkaflokkin er
tað sama sum ein atkvøda til
danska framburðsflokkin
ella Kirsten Jacobsen.
Flokkarnir, sum hava ta
réttu fatanina og tað besta
handalagið at umsita sam-
vinnuna millum Danmark
og Føroyar, soleiðis at
henda samvinna verður ein
samvinna á jøvnum føti og
til fyrimuns fyri báðar part-
ar, eru danski og føroyski
javnaðarflokkarnir. Tí fara
føroyingar mannsterkir á
val komandi mikudag og
seta minst eitt javnaðarum-
boð á fólkating. Gott val.
Klaksvík, 13. sept. 1994
Vilhelm Johannesen
Piskasløgini, ella!
Við javnaðarumboði í fólkatinginum fáa vit møguleikan at ávirka
gongdina til frama fyri okkara samfelag, væl dyggari enn við
tveimum borgarligum umboðum, tí teir borgarligu noyðast at
bíða eftir piskasløgunum hjá Kirsten Jacobsen - og harvið verður
tað skrivar Jákup Lindenskov, valevni javnaðarfloksins til
fólkatingsvalið
Tá vit fingu løgtingsval á
hásumri, var hetta tí at and-
stóðuflokkarnir av øllum
alvi trýstu á at fáa val í úrtíð.
Tað endaði við, at teir fingu
sjálvstýrisflokkin at
skrædna, sambandið fekk
nú sín vilja, nú skuldi handl-
ast.
Men gakk. Vit kenna søg-
una um tað nýggja løgtingið
og serliga hvønn tydning
tað hevur fyri samfelagið, tá
skjótt skal berast at, tá
“ hvørki tíð ella stundir eru til
at bíða — og enn minni ráð-
ini!
Og nú gongur hon í 3.
mánaða og enn eru ting-
menn ikki farnir í vásaklæð-
ini. Og nú skulu vit so velja
umboð til Fólkatingið.
EITT TÝÐANDI VAL.
Kanska av stórri týdningi
enn løgtingsvalid var. Tað
er einki at taka seg aftur í, at
tær stóru avgerðirnar um
Føroya framtíð sum fyri
gerandisdag okkara verða
tiknar av Fólkatinginum. Tí
er valið 21. september týdn-
ingarmikið.
Minni tydning hevur tað
ikki at vit veljaso, at tað ikki
verður ein Kirsten Jacob-
sen, sum skal siga, hvussu
Danmarkar ríki verður
stjórnað og lagna Føroya.
Valið stendur um javnað-
arflokkin ella tveir borgar-
ligar. Eitt javnaðarumboð í
Fólkatinginum fær stórri á-
virkan í komandi donsku
stjórn enn nakað annað um-
boð úr Føroyum.
Nógva prátið um hver
hevur skyldina ella hver
hevur ábyrgdina av polit-
isku gongdini hevur helst
ørkymlad mangan. Urslitid
av løgtingsvalinum er speg-
ilsmyndin. Enn sakna vit
skipað politiskt stýrislag
við eini manning, sum av
álvara fer undir at gera nak-
að munagott til at stimbra
og nýskapa samfelagið.
Orsøkimar til støðuna,
sum hon er, kunnu vit helst
finna nógvar.