hósdagur 15. september 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (ST) Nr. 175 — 15. SEPTEMBER 1994 Síða 13
0 fólkatingsvalið 94
Hví so smásárur, Finnbogi
ak heldur í egnan barm
Vit standa fyri valinum, um vit skulu senda tvey "konservativ” , borgarlig umboð á danating, ella
eitt fólksins umboð og eitt borgarligt. Tað er greitt, at tungt verður at fáa vinstravongin
umboðaðan, tá allar atkvóðurnar hjá tjóðveldisflokkinum, verkamannafylkingini og
sjálvstýrisflokkinum fara fyri skeyti skrivar Atli Dam, fólkatingsmaður
Ikki eiti á sum Finnbogi
Ísakson tykist beiskur um at
Javnaðarflokkurin nú
noyðist í samgongu, hóast
veljarin 7. juli so harðliga
peikaði á aðrar flokkar
(borgarligar).
Tað kundi ljóðað sum
heldur Finnbogi, at Tjóð-
veldisflokkurin eigur slíkt
»brødralag« á hjá Javnaðar-
flokkinum, at hesin skuldi
sett seg hendur í favn, nú
aðrir flokkar ikki megnaðu
at skipa landsstýri.
Nei, sum ábyrgdarflokk-
ur mátti hann >sjálvur taka
róður í hond, tá ongin annar
kundi<, og tað sást sjálvt
undir samráðingunum, at
Javnaðarflokkurin kundi
vera við til at skapa semju.
Nú er tað so, at Sosialurin
skrivar sera óheft av Javn-
aðarflokkinum og sum ein-
asta alternativ til Dimma-
læting — ma. ti vit eru
mong, sum úr egnum
lumma hava skoytt uppí til
raksturin — er Sosialurin nú
leikpallur hjá fólki úr ollum
flokkum, sum altíð fáa inni-
vist so leingi blaðrúmd er.
Hetta er stórbroyting í
mun til fyrr, har blødini ein-
ans hýstu flokssjónarmið-
um.
Tí er skeivt at gerast so
»fornermadur« um, at So-
sialurin vísir á, at vandi er
fyri at Tjóðveldisflokkurin í
andstøduoydimørk fer at
nýta kreftimar uppá eina
agitatién, sum so lítir
møguleikar eru fyri at
fremja júst nú.
Javnaðarflokkurin virðir
avgerð tykkara í 1993 um at
taka medábyrgd, og er
samdur í at úrslitini, rokkin
tað góða árið, virkað bleiv,
tey kunu vit í felag halda
frammi sum neyðug og
positiv stig ávegis ímóti
frægari tíðum.
Men vit billa okkum ikki
inn, at tit gjørdu hetta fyri
Javnaðarfloksins skuld.
Persónliga havi eg ofta
royntat gingið nýggjar leið-
ir í politikki, tá neyðugt var.
T.d. var sjálvstýrismeiri-
luti aftan á valið í 1974, og
tá sambandsflokkurin ikki
vildi ásanna hetta, mátti
onkur taka stig til eina so
sera løgna og óhugsandi
samgongu sum hana ímill-
um Fólka-, Tjóðveldis- og
>
Hyggja vit at valupplegg-
inum, javnaðarflokkurin
hevði í 1990, so síggja vit,
at javnaðarflokkurin fór til
val uppá at fremja nøkur
neyðug ting, sum td.
— AT vitskuldu loysa undir-
grundarmálið
— AT vit skuldu bjarga
fiskastovnunum undir Før-
oyum
— AT vit skuldu sanera før-
oyska búskapin.
Í dag kenna vit væl betur
tað álvara, sum lá aftanfyri.
Annað er, at hesi mál fóru
við nógvu orkuni hjá lands-
stýri sum tinginum. Hetta
vóru mál, sum flokkurin
legði doyin á at fremja.
Meginmál, sum máttu loys-
ast fyrst og fremst, men
hetta eru so eisini málini,
sum tíkin vóru upp á ríkis-
stígi, og sum enn eru í um-
búna.
Vit kunnu so til dóma-dag
kjakast um avgerðirnar eru
rættar ella um vit vórðu
viðfarin illa ella um tíðin fer
at sanna, at vit vóru illa far-
in, høvdu vit ikki ríkiskass-
an aftanfyri.
Við javnaðarumboði í
Fólkatinginum fáa vit
møguleikan at ávirka
gongdina til frama fyri okk-
ara samfelag, væl dyggari
enn við tveimum borgarlig-
um umboðum, tí teir borg-
arligu noyðast at lurta eftir
piskasløgunum hjá Kirsten
Jacobsen — og harvið verður
tað.
Alitid á framtíðina — at-
kveðið fyri javnadarflokk-
inum.
Jákup Lindenskov
i
$
Javnaðarflokkin.
Hon royndist í 6 ár, og
helt eg meg hava góð per-
sónlig viðurskifti við flest-
ar, sum samarbeiddu tá.
Hetta forðaði tó ikki fyri, at
eg nakað seinni kendi meg
sera særdan av eini bak-
tungu frá Finnboga Ísakson.
Ikki tí at eg hevði væntað
serligt brødralag, men tó á-
vísa virðing.
Hóast hetta veitst tú, at eg
fleiri ferðir síðan havi mælt
til eina samgongu, sum
veruliga kundi fingið nakað
á skaftið, nevniliga Sam-
bands — Javnaðarfl. og
Tjóðveldisfl. Hesum hava
tit og sambandsmenn altíð
víst aftur.
Men einaferð tóku tit
saman við Sambandsflokk-
inum, tá eg mælu tykkum
til, men brødralagid rakk so
stutt, at tit valdu Fólka-
flokkin heldur enn okkum,
og tað gjørdist jú veruliga
omanlopið, tí nærum onki
hendi hesa tíðina, og tey
harðligu tiltøk, framd vóru,
ikki lagað úl búskaparligu
støduna. Hetta endaði jú
eisini í úrtíð og útvið eitt ár
fór fyri skeytið. Ja, ein kann
siga, at meginparturin av
1989 var burturspiltur og
virkað bleiv 1/2 ár í 1990.
Samvinna ímillum Sam-
bandsflokkin og Tjóðveld-
isflokkin hevur bert ein
møguleika, nevniliga við
Javnadarflokkinum sum
samskipara, sum tí partin-
um, ið kundi tryggjað sam-
arbeiði og skapa semjurnar.
Hetta treytaði sjálvsagt, at
borgfriður var á tjóðskapar-
liga økinum, tv.s. at ein
bert framdi neydugar og
náttúrligar broytingar í
samskiftinum við danir, og
broytingar allir tríggir part-
arnir vóru samdir um.
Eisini hesaferð mælti
Javnaðarflokkurin til sam-
gongu millum Sambands-
flokkin, Javnadarflokkin,
Tjóðveldisflokkin og
Verkamannafylkingina,
men tit søgdu nei og Sam-
bandid segdi nei.
Tad var frægasta sam-
gongan undir verandi um-
stóðum, og í samvinnu vid
danir er rívuligt at fáa upp á
pláss aftur, har teir hava
gjørt seg inn á sermålsøki og
har vit mugu og skulu hava
stórri medábyrgd og med-
vitan, Lv.s. í fíggjarmálum
og viðvíkjandi peninga-
skipanini, sum nærum ikki
virkar.
Nú fingu vit so bert ta
næstbestu samgonguna av
teimum møguligu.
Og út halda fram at skapa
»polarisering« og skilnað.
Vit standa yvirfyri valin-
um, um vit skulu senda tvey
»konservativ«, borgarlig
umboð á danating, ella eitt
fólksins umboð og eitt borg-
arligt.
Tad er greitt, at tungt
verður at fáa vinstravongin
umboðaðan, tá allar atkvød-
urnar hjá Tjóðveldisflokk-
inum, Verkamannafylking-
ini, Sjálvstýrisflokkinum,
Kristiliga Fólkaflokkinum
og Zachariasi Wang fóru
fyri skeytið.
Atli P. Dam
| Lesarabrøv )
At rudda bøtir um umdomið
Umdømi okkara í útheiminum
er longu farið í ommu sína. At
bøta um umdemið aftur gerst
ikki eftir einum degi, og tað
gerst heldur ikki av einum før-
oyskum fólkatingslimi.
Men umdømi hevur tydning
fyri allar avtalur, sum vit í
framtíðini skulu gera. Tað veri
seg við danska statin, ES ella
onnur. Umdemið er úrslitið av
riknum politikki í Føroyum, og
hvussu vit vísa okkum uttan
fyri oyggjarnar.
Á legtingsvalinum vísti
veljarin vit og dirvi at tveita
fleiri av gomlu politikarunum
á dyr. Hendan ábyrgdarkensla,
at velja onnur enn tey gomlu,
gevur sjálvsvirðing og bøtir
um umdemið.
Vit skulu longu í næsta mán-
að aftur at tingast við donsku
stjórnina. Á skránni er endur-
fígging av eini lítlari milliard.
Tá kunnu vit aftur vænta at
verða endavend í donskum
fjølmiðlum og ikki verður
stuttligt at síggja skilið, um vit
tá hava valt somu persónar aft-
ur í Fólkatingið. Ikki tí at vit
skulu spyrja, hvat danskir fjøl-
miðlar siga, men danskir po-
litikarar duga eisini at lurta og
lesa.
Eitt skilagott val hevði verið
at skift báðar fólkatingslimir-
nar út. Tað hevði víst øllum, at
ein upprudding er á veg.
Tá hevði umdemið kvinkast
rætta vegin. Tá kundu vit við
réttum ryggi kravt virðingina
aftur og møtst á jøvnum feti. Tá
kundu vit vist, at eitt føroyskt
umboð í Fólkatinginum ikki er
nøkur automatisk atkvæða hjá
einhvørjari danskari stjórn. Tá
høvdu vit víst, at vit eisini hava
dirvi at siga nei til órímiligar
treytir, sum ikki gagna fjøldini.
Ein partur av fólkatingsar-
beiðinum er at royna at skapa
eitt gott umdømi — bæði mill-
um politikarar og fólk annars.
Einasti vegur er atsiga frá veru-
ligu støduni — so vita øll, hvar
vit standa.
Eitt dómi um, hvussu fólka-
tingslimur kann skaða um-
dømid, er tå Óli Breckmann
hålsfevnist við apartheitstyrid i
Sudurafrika. Tad var ein um-
boðan av føroyska fólkinum,
sum ikki skapti virding mill-
um manna.
Hin félkatingslimurin man
neyvan hava havt aðra upp-
gávu enn at atkvøda, tå Poul
Nyrup bað onkran annan biðja
hann um at atkvøda.
Sum politiska stødan er nú,
er tað bert Verkamannafylk-
ingin, sum bjóðar seg fram at
standa á odda í uppruddingini.
Vit hava ikki eina slóð av ør-
vitisprosjektum og miseydn-
aðum royndum hangandi aftur
úr okkum.
Ossur Winthereig
valevni hjá Verkamanna-
fylkingini