Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mai 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 90 - 11. mai 2000 – Tað verður altíð brúk fyri serskipanum. Tí er pláss fyri øllum útbjóðarum. Boðskapurin er greiður, tá ið stjórin á Com- Data, ger støðuna upp í føroysku EDV-vinnuni. Tørvur er á teldustýrdum serloysnum í Føroyum. Og hesar loysnir duga føroying- ar best at gera sjálvir – antin talan so er um atkvøðuskip- anina hjá Føroya Løgtingi, ella um eina stempulklokku á einum fiskavirki. Dánjal Højgaard Myndir: Jens Kr. Vang Einaferð var hon mest sum einaráðandi í føroyska telduheiminum. Saman við Elektron var fyritøkan Com-Data so at siga eitt samheiti fyri EDV, í eini tíð, tá telda, internet og KT-tøkni enn vóru fremmandaorð í Føroyum. Com-Data framleiddi elektroniskar serloysnir, og tað vakti ans, at ein føroysk fyritøka megnaði at útflyta annað enn fisk. 20 ár eftir stovnanina finst navnið Com-Data framveg- is á føroyska KT-kortinum. Men í dag er fyritøkan bert ein av mongum fyritøkum á hesum øki. Og starvs- fólkatalið er bert triðingin av tí, sum tað einaferð var. Tíðin er farin, tá Com- Data tjenti nógvar pengar við at selja møblar og kilo- metrar av data-pappíri. Eftir nøkur kreppuár roynir fyri- tøkan at finna sín egna krók í kunningarssamfelagnum. Og í dag er lyklaorðið spesialisering. Avmarka seg Á skrivstovu síni við fagr- asta útsýni yvir innsigling- ina til Klaksvík situr stjórin á Com-Data, Olivur Thom- sen. Olivur fer í myndamál- ið efir samanberingum, tá ið hann verður spurdur hvør ið munurin er á Com-Data í ár in. Tað var skjótt, at bók- haldsstovnar kring landið fingu frænir av hesi snildu uppfinning og vildu ogna sær hana. Úrtslitið er, at Com-Data verður sett á stovn í 1980. Og tey næstu árini verða fleiri nýggj føroysk teldu- forrit uppfunnin, eitt nú til uppgávur á fiskavirkjunum. Eitt skifti miðskeiðis í 80- unum arbeiddu 60 fólk hjá Com-Data, ella fyritøkum, sum Com-Data hevði ræði á. Umframt deildir í Havn, Gøtu og í Klaksvík var fyri- tøkan eisini umboðað í Smærri me EDV. Pionerarnir í føroysku telduverðini hava riðið ringastu ódnina av. Com-Data er framvegis við, tá serloysnir skulu finnast í kunningarsamfelagnum. Men 2000-útgávan av Com Data er væl klænri enn 80-ara útgávan, tá alt tóktist at bera til – Framtíðin er bjørt og tað verður brúk fyri øllum monnum, sigur Olivur Thomsen. Í dag hevur Com-Data ongar ætlanir um at útflyta síni egnu forrit og sínar ser- loysnir. Heimamarknaðurin er ein ríkilig stór avbjóðing, tí enn eru nógvar arbeiðs- gongdir, sum ikki eru blivn- ar teldustýrdar. Og tískil verður brúk fyri fyritøkum, sum duga at gera tær røttu loysnirnar. Tørvur á fólki Søluleiðarin hjá Com Data sigur, at KT-fyritøkurnar hava ríkiligt at gera, og at tað kann vera trupult at fáa starvsfólki við røttu útbúgv- ingini. Hetta er ein av av- bjóðingunum, vinnan stend- ur yvirfyri, sigur hann. – Fleiri eru undir útbúgv- ing, og longu um fá ár fara vit at síggja nógv góð fólk. Vandamálið er, at tað fara at ganga nøkur ár fyrr enn vinnan fær fullan ágóða av Stjórin á Com-Data, Olivur Thomsen, uttanfyri høvuðsdeildina í Klaksvík Tørvur á serfø 2000 og Com-Data mið- skeiðis í 80-unum. – Tá í tíðini vóru vit breið- ir og tunnir. Nú vilja vit vera smalir, men djúpir, forklárar stjórin á Com-Data við báðum ørmum. – Vit hava lært, at vit mugu ikki fáast við ov nógv, men heldur spesialisera okkum. Vit skulu vera sterk- ir í tí, sum vit duga og ikki fáast við alt møguligt, sigur Olivur Thomsen. – Fyrr seldu vit pappír, tí eingin annar hevði pappír, og møblar, tí eingin annar hevði møblarnar. Vit seldu bara alt. Í dag hava vit møbilhandlar, ið selja møblar og bókhandlar, har tú fært pappírið. Uppgávan hjá Com-Data er at finna fram til tað røttu telduloysn- ina, slær hann fast. Friður – gott tekin Hendan fyrsta týsdagin í mai detta tey ikki um bein- ini á hvør øðrum á høvuðs- deildini í Klaksvík. Einans fimm av teimum okkurt um 15 starvsfólkun- um, sum er knýtt at deildini í Klaksvík, eru undir lonini. Hini eru úti til ymsar upp- gávur kring landið. Olivur hevur júst verið umborð á Ennibergi, ið ligg- ur á Skála. Hann fæst við eina skipan, at skráseta allar eskjur, sum fara niður í last- ina. Og sum m.a. skal gera tað lættari hjá skiparanum at fylgja við hvussu til stendur við kvotuni. Ein maður er á Flogfel- agnum í Havn í samband við eina skipan at skráseta tollfría handilin – tað so- nevndu Tax-Free søluna. Hjá Atlantic Airways í Vág- um skulu tey hava eina skip- an at skráseta ferðaseðlarn- ar. Og uppaftur onkur annar er úti í sambandi við eitt forrit, sum ætlandi skal gera tollingina lættari hjá handl- um og fyritøkum. Søluleiðarin á Com-Data, Heini Hansen, sigur, at kvirran á høvuðsdeildini í Klaksvík boðar frá góðum. – Tað plagar ikki at vera nakað gott tekin, um tað er ov nógv fólk á Com-Data, tí so tjena vit ikki so nógvar pengar. Friður á Com-Data merkir tað sama sum at nógv er at gera, sigur sølu- leiðarin. Upp og niður Søgan um Com-Data byrj- aði í 1978, tá Líggjas í Bø, sum tá var stjóri í P/F Bók- hald í Klaksvík keypti sær ein sonevndan ABC80 computara við bandstøð á Magasin í Danmark. Hend- an teldan kom til sín rætt, tá Símun Pauli Konoy, ið var lærari á HF-skúlanum í Klaksvík slapp at læna teld- una til undirvísingina. Burturúr hesum samstarvi kom tann fyrsta føroyska teldustýrda bókhaldsskipan- Bla›stjórn Nr. 1 ¥ h—sdagur ¥ 16. mars 2000 ¥ 74. ‡rgangur K@T@-horniÝ Tíðindablaðið Sosialurin, Postboks 76, 110 Tórshavn, Telefon 311820, Telefax 314720 • T-postur til KT-hornið: kthornid@sosialurin.fo • Lýsingar: lysing@sosialurin.fo • Ábyrgdarstjóri: Jan Müller Blaðstjórn: Steinbjørn í Dali, Finn Jensen • Layout og uppseting: Tíðindablaðið Sosialurin • KT-hornið er fastur táttur í Sosialinum hósdag • Evsta mark fyri lýsingar er mánamorgun kl. 10.00. Finn Jensen Steinbjørn í Dali Nr. 8 · hósdagur 11. mai 2000 · 74. árgangur Hvussu ofta ert tú ikki blivin ávara›ur móti einum n‡ggj- um telduvirus? Anna›hvørt í telduposti ella munnliga frá fólki tú kennir. Her eru nøkur bo›, i› K.T. Horni› hevur funni› á alnetinum: 1. Send aldrin eitt teldubræv ví›ari, sum ávarar móti ein- um ávísum virus! 2. Ein virus ávaring er onki verd, og hóttir fólk uttan grund ! 3. Ein virus ávaring inni- heldur aloftast eina rúgvu av teldupost adressum, sum seinni kunnu misn‡tast av ø›rum! 4. Virus ávaringar eru oftast óndsinna› ketubrøv, sum hava til endamáls at lumpa fólk, i› aftur lumpa enn fleiri! 5. Uppaftur verri er, um tann i› sendir teldupostin heldur fast um at ávaringin upp- runaliga kemur frá IBM, AOL ella Microsoft. Tá er talan altí› um FUPP! 6. Ein følsk ávaring ver›ur nevnd HOAX. Ein slík ávar- ing kan uppá fáar tímar spja›ast til fleiri milliónir av teldupost brúkarum! 7. Eitt tekin um at talan er um falska ávaring er, at ein ver›ur bi›in um at senda teldubrævi› ví›ari beinan- vegin! 8. Minst altí› til at kanna eina fíl fyri virus, á›renn tú opnar hana! 9. Minst til at verja telduna móti virus, tá hevur tú als ikki brúk fyri ávaringum! 10. Um tú ikki hevur eitt antivirus forrit í telduni, eru ávaringarnar hóast alt til onga nyttu. Tá fært tú heilt víst ein rættuligan virus fyrr ella seinni! 11. Send aldrin virus- ávaringar ví›ari til onnur! Á hesi sló› ber til at kanna, um ein virus er fupp ella fakta: http://www.datafellows.com /news/hoax/ finn@sosialurin.fo (Falskar) virus- ávaringar Hendan myndin er tikin frá Alnet- inum, og l‡sir størstu virus- keldurnar MP3. Tey fægstu vita hvat ta› er, og uppaftur færri vita, hvat ta› merkir. Men í veru- leikanum er ta› naka›, sum spakuliga kann grava botnin undan føroyskari tónleika- framlei›slu. Ikki sjálv MP3- fílan, men ta› at hon kann kopierast – og seljast. Tí ta› er ta›, ta› heila sn‡r seg um. Tónleikur á netinum Ta› sn‡r seg um eitt format, sum ger ta› møguligt at goyma ljó›fílur á telduni. Vanligar ljó›fílur krevja sera nógv pláss, men ikki ein MP3-fíla. Hon ver›ur pakk- a› so nógv, at hon krevur sera líti› pláss á har›diskin- um. Men kortini hevur hon eina sera gó›a gó›sku, sum er nógva fer›ir betri enn eitt nú kasettubondini vóru í gomlum døgum. Hóast ta› ikki er bara sum at siga ta› at gera tónleik til MP3-fílur, so finnast ókeyp- is forrit á internetinum, sum umgera tónleikin á eini fløgu til MP3-fílur, og hesi forrit eru púra lóglig. Og ste›ga›i leikurin her, so var trupulleikin ikki til sta›ar, men ta› ger hann ikki. Trupulleikin vi› MP3-fíl- unum er m.a., at tær ver›a lagdar út á interneti›, ha›ani tær ver›a kopiera›ar í a›rar heimateldur, massafram- leiddar og seldar fyri ein brotpart av tí, sum uppruna- fløgan kostar. Hetta tekur matin úr munninum á tónleikaranum og ta› kann, um illa vil til, hava vi› sær, at ta› fíggjar- liga fer at bera til, at geva út tónleik. Í londunum kring okkum er trupulleikin sta›festur vi› fleiri rættarmálum, men her heima er ta› bara naka›, sum hoyrist. Eingin er handtikin og eingin kanning er al- mannakunngjørd, sum sigur, at hetta fer fram. Og hóast ta› kann sammetast vi› band- kopiering, so er trupulleikin nógv størri nú, tí gó›skan í dag er so nógva fer›ir betri. Trupulleikin er til sta›ar Kortini er ta› naka›, sum bendir á, at ta› er ein trupul- leiki. Gissur Patursson, stjóri í 3’aranum, sigur, at ta› er einki at ivast í, at piratkopi- ering og ólóglig søla fer fram í Føroyum. – Hyggja vit at søluni av tí, sum ver›ur givi› út í Føroyum í dag, so sæst, at ta› eru sera fáar fløgur, sum selja meiri enn 1.500 eintøk. Fyrr hendi ta› sum einki, at vit seldur 5.000 eintøk av onkrari útgávu, ja, Tónlist seldi 7.500 eintøk av band- inum teir góvu út. Í dag selja sjálvt ikki Ey›un og Terji meiri enn gott og væl túsund eintøk. So eg haldi, at tey tølini tala fyri seg, sigur Gissur Patursson. Hann vísir á, at tey ungu hava atgongd til teldur alla- sta›ni, og tí er einki at ivast í, at tey "framlei›a" sínar egnu fløgur. Hann veit eisini, at onkur ger meiri enn ta einu fløguna, sigur hann ... – Ta› ke›iliga er, sigur Gissur, at tey á ein hátt saga sína egnu grein av. Tá tey stjala tónleik á henda hátt og selja hann ví›ari, so stjala tey eisini frá tónleikarunum. Og ta› er ta›, sum hann heldur vera órættvíst. At tón- leikahandlarnir missa pening er ein annar – og minni trupulleiki. – Hví skulu tónleikarar fara undir d‡rar útgávur, tá tey ikki fáa ta› at hanga sam- an fíggjarliga, spyr Gissur. Venda byttuni á Kristian Blak, sum er stjóri í Tutl, sigur, at hann eisini hevur hoyrt um trupulleikan, men at hann sjálvur ikki kennir naka› til, at trupul- leikin er til sta›ar í Føroyum. Hinvegin heldur hann, at ta› ber illa til at ímynda sær, at føroyingar eru stórt mæt- ari enn grannarnir kring okk- um, og tí ivast hann ikki í, at ta› fer fram. Vit kenna bara ikki vavi av tí, heldur hann. Tutl er limur í altjó›a framlei›arafelagsskapinum IFPI, sum hevur skrivstovu í so at siga øllum limalondum, og tann felagsskapurin er fult grei›ur yvir, at stuldur av tónleiki fer fram um inter- neti› og teldurnar. Í einum skrivi, sum Tutl fekk frá IFPI fyri kortum, stendur at lesa, at í Finnlandi siga 17 pro- sent, at tey kopiera tónleik ólógliga. Í Danmark er trupulleikin vælkendur, og tí er líti› at ivast í, at ta› eisini fer fram í Føroyum. Kortini vísir Kristian Blak á, at ta› eisini ber til at venda byttuni á høvdi› og selja hesar fílurnar um interneti›. Ein handil sum Tutl, um ein amerikanskan nethandil – og nú eisini ein bretskan – er vi› í. – Á tann hátt kunnu vit fáa inntøkur av at selja MP3- filur, og tá ver›ur ta› fult lógligt eisini. Kann brúkast positivt Steintór Rasmussen og Finnur Hansen, sum bá›ir framlei›a tónleik, siga, at teir hava hoyrt um trupul- leikan, men at teir ikki duga at ímynda sær, hvussu stórur trupulleikin er. – Tí›in í dag talar til moralin, og tá er ta› líka sum upp til hvønn einstakan, hvussu hann ber seg at, sigur Steintór. Hann heldur, at ta› sjálv- sagt kann gerast ein trupul- leiki, um ein n‡ggj fløga, ver›ur margfalda› av ø›rum enn framlei›aranum, men ta› er ikki solei›is, at hann ímyndar sær stø›una í dag. – Ta› er nokk meira vi› at tey blanda ymsan tónleik saman, men er ta› ólógligt, so er ta› ólógligt. Finnur og Steintór er samdir um, at MP3 og internet kunnu brúkast posi- tivt, sum ein máti at spja›a tónleikin út um Føroyar. – Til dømis kann ta› brúk- ast ísta›in fyri demofløgur, sigur Finnur, sum eisini er samdur vi› Steintóri í, at ta› kann vera eitt kompliment, at teirra tónleikur ver›ur lagdur út á neti›. – Og sjálvur havi eg ongantí› sagt nei, tá onkur hevur bi›i› um loyvi at leggja mín tónleik út á neti›, sigur Steintór. At interneti› framhald- andi ver›ur brúkt til at leggja tónleik út á, og taka ni›ur úr, er tó líti› at ivast í. Og vit fara uttan nakran iva at hoyra meira til trupulleikan fram- yvir ... sveinur@sosialurin.fo Úti í heimi er ta› ein stórur trupulleiki, at tónleikur, sum liggur á internetinum, ver ›- ur tikin ni›ur, brend- ur á fløgu og sí›ani seldur í massavís. Fleiri persónar hava fingi› dóm fyri slíkt uttanlands. Ta› sama gongur eftir øllum at døma fyri seg her á landi, men torført er at verja seg ímóti tí MP3 – stuldur ella reklama Serliga ungfólk n‡ta telduna til at kopiera tónleik