fríggjadagur 16. september 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 176 — 16. SEPTEMBER 1994 Síða3
Teir fýra søgdu seg einki minnast til at hava sæð skelti um hernadarligt øki, tá teir koyrdu niðan. Kavi kann hava ligid á
Pr åd ve
skeltunum, men tað er eingin undanførsla, helt ákærin, ti øll vita um herstøðina
Einki kaffi í
sínum egna fjalli
Hervaldinum dámar einki at fáa fólk við kenning á vitjan
Tað gekk illa hjá øllum í
rættarsalinum tann hálva
tíman, rættafundurin varði
mikudagin, at halda látri-
num aftur.
Málið var um teir fýra
menninar, sum eitt vetrar-
kveld í 1992 fóru at vitja á
stødini á Sornfelli, og fyri ta
vitjanina eru teir ákærdir
fyri at hava trongt seg inn á
privat øki og fyri ikki at
hava aktað, tá teir vóru
bidnir um at fara.
Tað hava verið fleiri rætt-
arfundir um málið, bæði í
Føroyum og í Danmark, tí
ein av teimum ákærðu býr
nú í Danmark, og eitt vitni
sum tá arbeiddi á Sornfelli,
er farin aftur til Danmarkar.
— — -
sum vinnuligt
KOYRISKULIN
Á ARGJUM
u
Vildu hava kaffi
Teir fýra hava greitt frá, at
teir høvdu verið í Vest-
manna og spælt bridge, etið
morgunmat og fingið ein
lítlan og báðar tveir aftur-
við. Á veg suðuraftur fingu
teir hug at vitja støðina og
biðja um ein kaffimunn, tí
teir høvdu sæð í einum blad,
at fólk altíð vóru vælkomin
at vitja á Somfelli. Tríggir
teirra høvdu eisini áður
verið har - eins og hesu ferð
við kenning, og tá høvdu
teir fingu at vita, at teir
kundu koma aftur eina aðru
ferð - edrúir.
Hetta kvøldid koyrdu teir
also niðan - bilfgrarin var
edrúur og hevði ikki hug at
vitja støðina.
Uttanfyri munnan róptu
teir í hátalaran og boðaðu
frá, at teir vóru har. Men tá
einki hendi, ruskaði ein
teirra í portrið, sum fór upp,
og teir inn.
Komnir nakað inn, vórðu
teir steðgaðir, og teir
nevndu síni grindi um ein
kaffimunn. Teir høvdu
eisini møsnad eitt sindur
um, at "det er vores fjeld”.
Seinir i vendingini
Teir vórðu bidnir um at fara,
og vildu teir ikki fara við
góðum, kom politiið eftir
teimum. Tað tók sina tíð at
fáa teir út, og ringt varð so
eftir politinum, sum kom
løtu eftir. Tá vóru tveir
teirra komnir í bilin at sita.
Ákærin helt ikki, at teir
fýra menninir kundu um-
bera seg við, at teir ikki
høvdu sæð skeltini vid veg-
in niðan, at tað var hernað-
arligt øki, tí tað vistu øll.
Hann helt ongan iva vera
um, at teir ætlaðu at treingja
seg inn á stødina. Og so
vóru teir ikki farnir út aftur,
tá teir vórðu bidnir at fara.
Til stuttleikar
Ákærin viðgekk, at menn-
inir vóru farnir niðan á
støðina til stuttleikar, men
fyri tað var slíkt ikki góð-
tikið av rættarskipanini.
Hann mælti menninar
kravdar 10 dagbókur,
støddin ásett í mun til inn-
tøkuna.
Verjin hjá teimum fýra
legði dent á, at teir ikki
høvdu brotið portrið, og at
teir ikki mintust skeltini
fram við vegnum niðan.
Teir kundi ikki dømast
fyri ikki at hava aktad, helt
åkærin, tí teir vóru hóast alt
farnir út, tá teir vóru bidnir.
Tað tók sína tíð, men so-
leiðis er tað nú einaferð við
fullum fólki.
Eitt løgid hús
Verjin hélt tað eisini vera
burturvið at dóma menninar
fyri at hava trongt seg inn á
privat øki. Tann lógargrein-
in, sum sipað varð til, er fyri
at verja húsfriðin. Støðin á
Sornfelli er eitt logið hús.
Hon er óboðin í Føroyum,
men tað er ein onnur søga.
Hetta kundi í hvussu er einki
hava við at órógva húsfrið at
gera, helt verjin.
Verið har áður
Hann nevndi eisini, at
triggir av teimum ákærðu
einaferð fyrr eru farnir inn í
fjallið, men tá var eingin
ákæra reist.
- Teir høvdu allar grundir
til at halda, at teir kundu
loyva sær at biðja um ein
kaffimunn, uttan at fáa bót
afturfyri ella at skula inn at
rista tremmur, segði verjin,
sum eisini minti á, at
menninir ikki høvdu hátt
nakran, og at teir einki ilt
høvdu í hyggju.
Málið er nú tikið upp til
dóms, og dómurin miku-
dagin komandi.
randi
Vælskapt
hóast ohapp
Eingin fekk skaða,
tá ein
sjukrabilur við nógvari ferð
mikukvøldid rendi inn í
annan bil
Tað var um hálvgum sjey
tíðina mikukvøldid.
Ein barnakona úr Sand-
oynni var komin við bát-
inum yvir á Gomlurætt, og
har stóð sjúkrabilur av
Landssjúkrahúsinum fyri
henni. Konan var komin til
at eiga og hevði nógvar
verkir.
Í slíkum føri er útrykking,
og sjúkrabilurin koyrir við
heilt nógvari ferð, nógv
meira ferð enn bilar annars
hava loyvi at koyra.
Tá bilurin er komin á
krossin, har gamli vegurin
snarar frá, ætlar hann at
yvirhála ein annan bil, sum
eisini skal inn í Havnina.
Men onkursvegna hevur
bilurin frammanfyri ikki
sæð, at sjúkrabilurin er aft-
anfyri og skal fara framum,
og førarin varnast ikki, hvat
hin frammanfyri ger. Bilur-
in frammanfyri snarar yvir á
gamla vegin, og sjúkrabil-
#
ein
urin brestir inn í hann við tí
nógvu ferðini.
Førarin í sjúkrabilinum
hugsaði sjálvsagt fyrst og
fremst um barnakonuna,
sum var við á eiga, og
tíbetur vóru tey so tætt við
Landssjúkrahúsið, at tað
gekk bara ein lítil lota, til
ein annar bilur kom eftir
barnakonuni á børu og fekk
hana á Landssjúkrahúsið.
Har átti hon í øllum góð-
um og fekk eina væl skapta
gentu.
Tað er ikki meira, enn at
tað hendir í Føroyum, at
sjúkrabilar eru fyri ferðslu-
óhappi. Sjúkrabilfórararnir
halda tað vera væl sloppið,
at tað ikki hendir oftari, tí
teir koyra tilsamans einar
4000 túrar árliga, og veðrið
er ikki altíð líka gott sum
hetta kveldið, tá eitt óhapp
hendi, sum ikki átti at hent.
randi
pappirslonin
THE worLD COUNTS on
TRULY“
EIN AV SEKS
Fáast eisini hjó:
Alfa Bókhandil
Klaksvík
Pf. Grannin
Leirvík
Bókabúði
í Runavík
NB-handilin
Vestmanna
Hjá Bók-
bindaranum
Tveroyri
Elektronikkbúðin
Vágur
Hjalmar Jacob-
sens Bókh. Pf.
Tórshavn
SPARD KRÓNA ER VUNNIN KRÓNA
Sverrisgøta 9 + FR-110 Tórshavn
Tif. 10603 + Fax 10806 + Box 3181