Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. september 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 176 — 16. SEPTEMBER 1994 fe Ivan Johannesen skal umsita fiskivinnumál í Tinganesi Nýggi fiskimálaráðharrin: Betri avtala við ES er alneyðug — Vit sleppa ikki uttanum at 86 prosent av okkara útflutningi fer til ES, tí mugu vit býta um kappingarførid, sigur Ivan Johannesen, sum skal umsita fiskimál í Tinganesi Nýggi fiskimálaráðharrin eitur Ivan Johannesen og hann er vágamaður eins og undanfarni, Thomas Ara- bo. Ivan Johanncsen er ikki nakar ársungi í politikki. Hann sat eitt 10 ára skeið á tingið fyri sambandsflokk- in frá 1978-88. Kanska serliga kendur gjørdist Ivan, tá hann fór í Tinganes, sum fíggjarmála- ráðharri, í juni mánað 1989. Hann sat knappliga tvey ár til januar 1991. Hetta var í tí tíðini, tá búskaparliga gongdin vendi í Føroyum. Taðeydnaðist Ivani at trútta niður í føroyingin, at í fíggjarmálum altíð var talan umeina inntøkusidu og eina útreiðslusíðu. Javnvágin millum hesar høvdu alt at siga fyri framhaldandi triv- naði. Stutt skotbrá —Eg hevði sera stutt skot- bráat umhugsa meg í um eg skuldi taka av landsstýris- sessinum og tí er kanska eitt sindur ringt at stinga út í kortið, hvønn politikk eg fari at rcka, sigur Ivan Jo- hannescen. — Vinnan er í svårum trupulleikum, bæði á sjógvi og á landi og alivinna hevur tað heldur ikki ovgott, sigur hann. — Eg fari at leggja doyðin á at fáa eina betri avtalu við europæiska samveldið. Vit sleppa ikki uttanum, at 86 prosent av okkara útflut- ningi fer til ES. Vit rinda millum 12-18 prosent av tolli fyri ein stóran part av tí vit útflyta. Hetta merkir at okkara kappingarføri við fiskavirkarar í ES er vána- ligt, sigur Ivan Johannesen. — Vit mugu fáa tollin niður. Eydnast tað fær hetta alstóran týdning fyri vinn- una á landi, tí tá kunnu vit vinna rættuligan pening burturúr, eitt nú triðjalands- fiski, sigur Ivan Johanne- sen. Maskinmeistari Ivan hevur verið nógv til sjós. Fyrsta túrin hann var til skips var í 1952. Tá var hann á Suðurlandinum við Alaker. Hann byrjaði at sigla við damptrolara í 1953, við við Varðberg og Nýpuberg. 1955-56 gekk hann á maskinmeistara- skúla. Síðan sigldi hann aftur og í 1958 tók hann endaligt | prógv, sum maskinmeistari. Komandi árini var hann maskinmeist- ari umborð á línubátinum Beinir. Hesin varð seldur í 1961 og ein nýggjur Beinir kom til landið. hesum var Ivan við øll sekstiårini. Beinir royndi við nót eftir sild. Seinnu árini hevur Ivan verið reiðari á bátunum Venus, Mars og Vestur- túgvuni. Hann hevur eisini verið virkin innan flaka- vinnuna í landinum. Í tíggju ár sat hann sum nevndar- formaður fyri flakavirk- inum Snarfrost í Miðvági. Ivaner giftur við Sannu úr Klaksvík, tey eiga seks børn. Tey fingu ein eftir- nølara, eina gentu, hon er fimtan år í dag. Hini børnini eru øll vaksin. jústinus Tíðindablaðið Óli Jacobsen flytur í Tinganes: ANu skal 8 rættartrygd i hásæti — Vit fáa ein 6heftan løgtingsumbodsmann, sum borgarar kunnu klaga til, eru teir skeivt vidfar- nir av landsins umsiting og politikarunum, sigur Óli Jacobsen, landstýrismaður Nú situr hann í Tinganesi, maðurin sum hevur bom- barderað landsins umsiting sum ódugnaliga og ábyrgd- arleysa. Serliga tvey tey seinastu árini hevur for- maðurin í Fiskimannafel- agnum verið virkin við penninum mótvegis lands- stýrinum. Óli hevur Ótroyttiliga víst á, at anarki hevur valdað í umsitingini í Tinganesi. Politikkarar og embætisfólk hava hundsað við fólki, sum teimum lystir. Borgarin hevur ikki kent seg wyggan, ti ongin rættartrygd hevur verið í landinum. — Eg eri fegin um, at vit hava fingið felt í samgongu- skjalið, at vit fáa ein um- boðsmann í løgtinginum. Hesin skal verða settur í seinasta lagi 1. apríl kom- andi ár, sigur Oli Jacobsen. — Hóast vit búgva í sama ríki, so hava føroyingar ikki havt somu rættartrygd sum í Danmark. Løgtingsum- boðsmaðurin skal syrgja fyri, at embætisfólk og politikkarar ikki sleppa at misnýta sítt vald. Eg rokni við, at skipanin við um- boðsmanninum fer at hava fyribyrgjandi ávirkan og hetta kann bert vera við til at tryggja borgaran, sigur Óli Jacobsen. Leggja lag á Óli Jacobsen ætlar sær ikki at verða landsstýris- maður alt valskeiðið. -Taðsum eg fari at leggja Størstu orkuna í er målsøkid ídnaður og ídnaðarmenn- ing. Tað snýr seg um at fáa fleiri arbeiðspláss í land- inum. Eg trúgvi tað ber til at Óli Jacobsen, hevur brotið uppum armar og fer nú í Tinganesi at fáa okkum fleiri arbeiðspláss til vega fáa fleiri arbeidsplåss til vega. Vit skulu skipa fyri tiltókum sum geva arbeiði. Fara góðar kreftir saman til verka, so ber hetta til, bæði á sjógvi og á landi, sigur Oli Jacobsen. — Mítt fremsta mál verður at skapa karmar fyri vinnu- lívinum. Vit skulu stuðla nýggjum arbeiðsplássum, eittnú við lægri skatti, sigur Óli Jacobsen. — Vit í Fiskimannafelag- num hava sýnt, at tað ber til at ganga nýggjar leiðir fyri at skapa arbeiði. Hygg bara eftir gamaveiduni undir Føroyum i dag. Allir møgu- leikar eru als ikki royndir fyri at fáa arbeiði tl vega í landinum. Saman við hin- um í landsstýrinum skulu vit uttan iva fáa okkurt burt- urúr, sigur Óli Jacobsen, sum skal umboða Verka- mannafylkingina í Tinga- nesi. Óli Jacobsen er 51 ára gamal og gøtumadur. Hann er giftur við Kirstin av Eiði og tey eiga fýra børn, tey eru åvikavist ty, seks, tiggju og tólv ára gomul. Gl er føddur í Danmark. Foreldur hansara hittust niðri undir krígnum. Tey giftust. Hann búði sjey tey fyrstu árini av lívinum í Danmark. Tað eru 24 ár síðan Óli flutti til Havnar. jústinus