fríggjadagur 16. september 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
me UR TP rs“ ER
#“ Doe w*
mm
Tidindabladid [ ssialurin | Nr. 176 — 16. SEPTEMBER 1994 Síða5
Eilif Samuelsen aftur i Tinganes:
Er talsmaður
fyri kommunu-
samanlegging
— Skulu kommunurnar hava stórri sjálvræði er
neyðugt at tær verða savnadar í stórri eindir,
sigur nýggi landstýrismaðurin hjá kommunun-
um og skúlunum
Nú situr aftur ein Samuel-
sen í Tinganesi. Abbasonur
navnframa Andrass Sam-
uelsen, Eilif Samulesen, tók
í gjár fyri aðru ferð við sum
landsstýrismaður fyri Sam-
bandsflokkin. Fyri fjúrtan
árum fór hann, 46 ára
gamal, í Tinganes. Hetta var
í legmannsskeiðnum hjá
Paula Ellefsen. Tá umsat
hann eisini skúlamál.
Í dag skal Eilif, umframt
skúlamál, eisini umsita
kommunumál. Hetta er eitt
av teimum tungu målsøkj-
unum í Tinganesi. Men
Eilif hevur gjørt sær nakrar
tankar um hvat hann fer at
leggja dent á í Tinganesi á
kommunugkinum.
- Kommunumar hava
stórar trupulleikar í løtuni.
Eg haldi at ein partur av
trupuleikunum stava frá
sjálvum bygnaðinum í
kommununum. Vit hava ov
nógvar kommunur og tær
megna ov lítið. Í størri
eindum gerast tær sterkari,
sigur Eilif Samuelsen.
Fest í sam-
gonguskjalid
Kommusamanlegging er
fest í samginguskjalið. Har
stendur millum annað, at
kommunurnar sjálvbodnar
eiga at gerast til stórri hósk-
andi eindir. Kommunala
sjálvræðið og ábyrgdin
skulu verða styrkt við greið-
um skilnaði millum lands
og kommunu uppgávur.
— Tá lagt verður upptil at
gevar kommununum stórri
sjálvræði, so fylgir eisini
ábyrgd við. Tað ber ikki til
atleggja fíggjarligu ábyrgd-
ina á kommunurnar, eru tær
ov smábýttar, tí er neyðugt
við samanlegging, sigur
Eilig Samulesen.
Eilif Samuelsen hevur
sitið eitt tvey ára skeið sum
bygdaráðslimur. Hann var
valdur í Hvalvík, har hann
var lærari eitt seks ára skeið.
Hann flutti til Havnar með-
an hann sat í bygdaráðnum.
- Á kommunugkinum
verður mín upgáva at mið-
spjaða valdið úr Tinganesi
og út il kommunurnar, sig-
ur hann.
Skúlin væl fyri
Eilif Samuelsen, sum
sjálvur er skúlalærari, skal
eisini umsita skúlamál.
- Eg haldi okkara skúla-
skipan er er væl fyri í dag.
Skúlarnir eru væl åtbygdir
og neyðugt er ikki at byggja
nýggjar skúlar, sigur Eilif
Samuelsen.
Hann sigur, at munurin er
stórur nú at fara í Tinganes,
í mun til 1981.
— Tá var nógmikið av pen-
ingi, hildu vit. Í dag er alt
ørvisi, men nú er eisini sam-
felagið væl útbygt, sigur Ei-
lif Samuelsen.
Eilif er giftur við Katrin,
hon er ættað úr Saksun. Hon
er sjúkrasystur. Tey eiga
tvey vaksin børn.
jústinus
Nýggi lógmaður:
-
Vit mugu fåa
= >
meira burturúr
= m » —
altjóða sjogvi
— Meðan Loynikrókurin hevur bjargað búskap-
inum í Íslandi, hava føroyingar bundið seg ov
nógu til avtalur við onnur lond. Undanfarna
landsstýrið hevur verið alt og varið í hesum
spurningi, sigur Edmund Joensen
Nýggi løgmaður, Edmund
Joensen, heldur, at undan-
farar landsstýrið hevur
verið alt ov varið, tá tað snýr
seg um at tryggja okkum
rættindi at veiða í altjóða
sjógvi. Edmund sigur, at
nógvur peningur er at vinna
í altjóða sjógvi og at tryggja
føroyingum betri rætt á
hesum gkjum liggur ógvu-
liga frammalaga á hansara
skriviborðið.
— Vit vita jú hvat hendir í
Barentshavinum. Íslend-
ingar hava bjargað sínum
búskapi við fiski úr Loyni-
krókinum. Íslendingar hava
verið treiskir, meðan vit
hava verið ov eftirgevandi
og tað hevur givið úrslit hjá
teimum, sigur Edmund
Joensen.
— Kendi amerikanski for-
setin, Roosenvelt, tosadi
um at vinna á óttanum. Eg
haldi, at føroyingar hava
Óttast ov nógv teir stóru. Vit
fáa ikki gjørt á sama hátt
sum íslendingar í Loyni-
krókinum, tí vit eru bundnir
av avtalum við norðmenn
og russar. Vit áttu at sæð
longur fram í tíðina, vit
hava verið ov stuttskygdir,
tá vit hava undirskrivað
hesar avtalur um ikki at
veiða í altjóða sjógvi, sigur
Edmund Joensen.
— Tað fer at liggja Ogvu-
liga frammalaga í mínum
arbeiði sum løgmaður, at
vinna okkum stórri rætt-
indir í altjóða sjógvi. Sum
løgmaður umsiti eg uttan-
ríkismál, sigur Edmund
Joensen.
Vinnulívsmaður
sum løgmadur
Vinnulívið hevur fingið
ein vinnulívsmann burtur-
av í løgmannssessin. Hetta
metir Edmund veraein fyri-
munur.
- Sum vinnulívsmaður,
so kenni eg tað á egnum
kroppi ikki at verða skiltur
av landsstýrinum, tá trupul-
leikar hava stungið seg upp.
Tað hevur eitt nú gingið
øgiliga illa hjá vinnu-
lívinum at fingið lands-
stýrið og løgtingid at skil
trupulleikarnar við markn-
aðarviðurskiftum. Eg haldi
eg skuldu havt góðar for-
treytir at skilt vinnulívið,
við teimum royndum eg
havi, sigur hann.
— Eg fari, sum løgmaður,
at leggja stóran dent á at
skapa karmar fyri vinnu-
lívinum. Annars liggja
veldugar uppgávur fyri
framman. Vit skulu tingast
við danir, vit skulu tingast
við bretar um markið.
Fíggjarlógin skal fáast uppá
pláss. Vit skulu tingast við
ES um at fáa betra kapping-
arførid 0.s.v, sigur Edmund
Joensen, sum ikki roknar
við at koma at keða seg
næstu mánaðarnar.
Edmund er ættaður av
Oyri. Hann er 49 ára gamal.
Hann er giftur við Edfríð,
ættað av Norðskála og tey
búgva í teimum fyrstu
húsunum sunnanfyri
brúnna Við Streymin,
eysturoyarmegin. Tey eiga
try børn, tvær gentir og ein
drong. Edmund er maðurin
aftanfyri Skeljavirkið og
Rækjuvirkið á Oyri og hann
hevur nógv fólk í arbeiði.
jústinus