Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. september 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Marita Petersen, fráfarandi lógmaður: Vit eru bert vanlig menniskju enniskju, men tað kann kanska ðrvísi at, sigur Marita Petersen, . Eg veit ikki um vald broytir m føra til, at tú ótilvitað ber teg 9 Nr. 176 — 16. SEPTEMBER 1994 sum í gjár flutti úr Tinganest Í gjár fór Marita Petersen frå sum løgmaður. Hon tók við hesum starvi eftir Atla P. Dam miðskeiðis í einum valskeiði. Sama ár varð hon vald til formann fyri javn- aðarflokkinum. Tá samstarvið við fólka- flokkin slitnaði í valskeið- num, royndi Marita Peter- sen seg á fyrsta sinni sum samráðingarleiðara, tá tjóð- veldisflokkurin fór upp í samgonguna. Hon hevur sostatt gjørt sínar royndir sum formaður fyri javnaðarflokkin, nú nýggja samgongan við sam- bandsflokkinum, sjálvstýr- isflokkinum og verka- mannafylkingina varð smíðað. Úrslit spurdist eisini burt- urúr eftir fáum døgum, og tað er helst ikki ov nógv sagt, at javnaðarflokkurin við Maritu Petersen á odda. átti sín leiklut í, atsamgong- an varð gjørd millum hesar flokkar. Velur annan leiklut - Hví valdi tú ikki at fara í Tinganes eitt valskeið aft- rat? - Eg haldi ikki, at tað rætt at fara út í Tinganes sum vanligur landsstýrismaður, beint eftir at hava verið løg- maður. Tað kann gerast ein trupulleiki fyri samstarvið, av tí at tú skalt venja teg við ein nýggjan leiklut. Tað kann hava óhepna ávirkan arbeiðsgongdina hjá løg- manninum, sum kemur til. - Hinvegin, so eri eg for- maður í javnaðarflokki- num. Eg havi ikki havt stundir at røkja flokksar- beiðið, av tí at starvið sum løgmaður í so truplum tíðar- skeiði sum hesum, hevur tikið alla tíð og orku. - Nú vil eg hava stundir at taka mær av flokkinum og at tosa við limirnar, eins og at greiða almenninginum frá, hvat javnaðarpolitkkur er, og hvat flokkurin stend- ur fyri. - Tú verður tingformaður ístaðin. Hvat væntar tú tær f hesum starvi? - Sum tingformaður er tað uppgávan at fáa tingarbeið- ið at virka. Tað hevur týd- ing, at tingfólk, sum vilja brúka tíð og orku í hesum arbeiði fáa góðar umstødur at arbeiða. - Eg fari at leggja dent á at leggja tingarbeidid til rætt- Marita Petersen: - Eg veit ikki, um alt eg havi gjórt er rætt, men eg veit, at eg havi gjørt mítt besta - undir teimum umstødum sum vórðu, og við tí vitan eg havi. Í hesum valskeiðum fer Marita Petersen at røkja starvið sum tingformaður. is, og har eru nógv viður- skifti, sum kunnu bøtast um, sigur Marita Petersen. Nýggja tingskipanin - Annað týdningarmikið ar- beiði hjá komandi tingfor- manninum er at gera upp- skot til nýggja tingskipan, sum verður sett í gildi á ólavsgku næsta ár. - Í arbeiðsbólkinum eru fyrrverandi tingformenn, sum eru á lívi, og tingfor- maðurin er formaður í bólkinum. Uppskotið skal leggjast fyri tingið 1. januar 1995. - Eg meti hetta sum eina stóra uppgávu, tí tað er neyðugt at skipa tingar- beiðið av nýggjum. - Hvat er mest týðandi partur í samgonguskjali- num? - Mest umráðandi er at samgongan tekur undir við Tíðindablaðið tí politkki, sum ætlanin er at føra. Tað er munur á hesum skjalinum og hinum, at vit her fáa eitt væl rikið sam- felag, fyri tann pening sum er til at taka. Samstundis siga vit, at tænastustødid skal varðveitast. Hetta skjalið hevur eisini stóran týdning, av tí at vit hervið fingu burturbeint ætlanunum um lønaraftur- bering, og tad at fara inn å fíggjarlógina, uttan at nakar visti, hverjar avleiðingar sparingarnar høvdu havt við sær. Á fólkating - Tú ert uppstillað til fólka- tingsvalið. Kann tingfor- mansarbeiðið og fólka- tingsarbeiðið samansj6d- ast? - Tað haldi eg avgjørt. Eg stilli upp av fullum huga, og fari niður á fólkating, um eg verði vald. Hetta er avgjørt ein avbjóðing, sum er verd attaka, tí tað hevur so stóran tydning fyri Føroyar at javnaðarflokkurin = hevur umboðan á fólkatingi. - Alt bendir á, at javnað- arstjórnin verður afturvald í Danmark. Í farna valskeiði vit í landsstýrið lagt lunnar undir eitt samstarv við donsku stjórnina, sum vón- andi kann halda fram. - Umframt tað, so er javn- aðarflokkurin eisini í lands- stýrinum. Tað kann hava stóran týdning fyri sam- starvið frameftir millum londini bæði. - Er Marita Petersen sami persónur nú sum áðrenn tú gjørdist løgmad- ur? Hvat hevur tú lært av tíðini sum løgmaður í ein- um kreppusamfelag? - Vit menniskju broytast ikki so nógv, tó at vit menn- ast og læra av teimum royn- dum, sum vit gera okkum. Hevði eg vitað, at kreppan varð so stór, so veit eg ikki, um eg hevði tíkið av til- boðnum at gera løgmaður. Gjørdi mítt besta - Eg veit ikki, um alt eg havi gjørt er rætt, men eg veit, at eg havi gjørt mítt besta, undir teimum umstødur sum vóru, og við tí vitan eg havi. - Arbeiðsbyrðan var so mikið stór, at tað ikki vóru stundir til at umhugsa stød- una so gjølla, men eg kenni á mær, at eg havi gjørt mín lutur ikki liggur eftir, sigur Marita Petersen. - Um eg eri sami persón- ur? Eg havi ið hvussu so er lært, at tú ikki kann gera gll- um pørtum tl vildar í politiskum arbeiði. - Eg hoyri til tað ættarlið- ið, sum lærdi at konufólk skuldu gera øllum til vildar, men tað geri eg ikki longur. - Eg haldi eisini, at løg- mansstarvið slítur meira upp á konufólk, av tí at vit hugsa okkum væl um og taka allar lutir við, áðrenn vit taka eina avgerð. Har duga menn betur at síggja burtur frá heildini. Mín lut- ur liggur ikki eftir, í hesum føri, sigur Marita Petersen. - Eg havi eisini lært, at eg røkki til, har tað er neyðugt, og tað eri eg nøgd við. - Tað hevur verið áhuga- vert at verða við til at seta dám á samfelagið, og eg haldi, at tað er ein framihjå- rættur, hóast tað hevur verið ótrúliga strævið. Minna okkum sjålvi á tað - Tað verður mangan sagt, at vald broytir menniskj- uni. Heldur tú at tað er rættari, um politikarar ikki sita ov leingi? - Eg veit ikki um vald broytir menniskjuni, men tað kann kanska føra til, at tú ber teg ødrvisi at, uttan at tú tó gáar eftir tí. - Tí er tað helst eisini gagnligt, at politikarar fara eitt sindur burturfrá, fyri at minna seg sjálvan á, at vit øll bert eru vanlig menni- skju. - Hóast ein flokkur kann nýta royndirnar hjá teimum, sum gingu undan, so er tað gott við ávísum skifti av og á, heldur Marita Petersen. Dagny . —-— = a