fríggjadagur 16. september 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialurin ] Nr. 176 — 16. SEPTEMBER 1994 Síða7
Nýggji landsstýrismaðurin í fíggjarmálum:
Stedgadi vitloysinum
hjá fólkaflokkinum
- Samgonguskjalið er ein sigur fyri samfelagið, tí tað steðgaði
ørvitisprojektinum hjá fólkaflokkinum, sigur Jóannes Eides-
gaard, sum í dag fer undir næsta valskeiðið í Tinganesi
landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum
Jóannes Eidesgaard er ein-
asti landstýrismaður, sum
fer undir nýtt valskeið í
landsstýrinum hesaferð.
Tá hann fer til arbeiðis í
dag, verður tað bert við tí
broyting, at skrivstovan er
flutt úr almanna- og heilsu-
deildini, í fíggjardeildina.
Jóannes Eidesgaard fór
undir virkið síu sum lands-
politikari, tå hann bleiv
landsstýrismaður í al-
manna- og heilsumálum í
1990. Adrenn hetta hevði
hann verið býráðslimur á
Tvøroyri síðani 1980, og
hevur verið afturvaldur síð-
ant.
Ikki í býráðið
- Undan valinum segði tú,
at nú før ú at røkja
arbeiðið sum býráðslimur
á Tvøroyri?
- Tað verður av ongum, tí
tú kanst ikki sita í býráði og
landsstýri samstundis. Eg
fari tí at heita á næstamann
mín um at taka sæti fyri
meg. Tað er tó eingin trup-
ulleiki, tí vit eiga góð fólk
har suðuri, sigur Jóannes
Eidesgaard.
- Hvør munur er á al-
mannamálum og fíggjar-
málum í landsstýrinum?
Fíggjar- og búskaparmál
eru ødrvisi målsøki, og eg
#
Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjar- og búskaparmálum: - Mær dámar væl
avbjóðingar, og eg kann siga, at eg eri minni bangin í dag enn eg var, tá eg tók við sum
kann í løtuni ikki siga so
nógv um munin.
- Higartil havi eg fingist .
vid figgjarligar trupulleikar
á almannaøkinum, umsitið
og gjørt lógir, fyri ein part í
samfelagnum. Nú skal eg
umsita fíggjarmál fyri alt
landið.
- Tú hevur umsitið 40%
fíggjarlógini seinastu fýra
árini. Ger tað teg betur
føran fyri at umsita fíggjar-
mål?
- Hesi prosentini av figgj-
arlógini kenni eg væl, men
tú kanst siga, at tað nú snýr
seg um at skaffa sær vitan
um tey 60%, sum eftir eru.
Góð embætistølk
í Tinganesi
- Hvat fert tú at leggja
stórsta dentin á komandi
valskeiðið?
- Vithava samtykt at gera
åbøtur í skatta- og pensións-
skipanunum, broyta MVG-
skipanina og at fremja regu-
leringar í skattalógini, eitt
nú skal hjúnarbandsstøðan
ikki hava skattliga ávirkan
longur.
- Hitt økid er búskapar-
mål og vidurskifuni við
uttanlandslánunum og av-
taluna við danir. Hetta eru
eisini stórmál, sum eg ikki
havi nóg góðan vitan um
enn. Hetta er ein stór
avbjóðing, men eg eri ikki
einsamallur, tí vit hava
eisininógv og góð embætis-
fólk í Tinganesi.
- Eg havi kortini altid
hildið, at um tú ert arbeiðs-
samur og nærlagdur, og set-
ur tær fyri at læra fakið, so
ber tað til.
- Mær dámar væl av-
bjóðingar, og eg kann siga,
at eg eri minni bangin í dag,
enn eg var, tåeg tók vid sum
landsstyrismadur í almann-
a- og heilsumålum, sigur
Jóannes Eidesgaard.
- Hvat heldur tú um sam-
gonguskjalið?
- Tað er rættiliga gott,
haldi eg. Hetta samgongu-
skjalið hvílir á politiskt
breiðari grundarlag enn tað
fyrra, ti tað røkkur tvørtur
um miðjuna í føroyskum
politkki.
Søgulig samgonga
- Hetta samgonguskjalið er
eisini ein sigur fyri sam-
felagið, av tí at tað steðgaði
ørvitisprojektinum hjå
fólkaflokkinum. Umframt
tað, so er henda samgongan
søgulig, av ti at vit eftir 20
åra skeid, aftur fåa heima-
styrissamgongu.
- Eg havi skilt, at hetta eru
fålk Ogvuliga fegin um. Hó-
ast long tíð er farin og nógv-
ar broytingar hava verið, so
eru hugsjórirnar í hesum
flokkum kortini tær somu
- Hvørjar vónir hevur tú
um samstarvið í hesum
landsstýrinum?
- Mínar royndir í lands-
stýrisarbeiðinum hava víst,
at tað er umráðandi at seta
fólk saman, sum tosa sama
mál, og eftir rembingarnar í
sambandsflokkinum hava
teir valt fólk í Tinganes,
sum kunnu samstarva. Hjá
mær er tað als einki ivamål,
at tað fer at eydnast, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Landspolitisk meting
- Tú ert uppstillaður til
fólkatingsvalið. Ber til at
røkja tvey so umráðandi
politisk størv í senn?
- Vit hava dómi um tað,
eitt nú var Atli Dam løg-
maður, tá hann varð valdur á
fólkating.
- Hinvegin, tá eg varð bið-
in um at stilla upp, var eg
ikki landsstýrismaður, sigur
Jóannes Eidesgaard.
- Tá flokkurin biður okk-
um stilla upp, so er tað fyrst
og fremst fyri at fáa nakrar
atkvødur til flokkin. Um tað
verður eg ella annað valevni
hjá — javnadarflokkinum,
sum verdur valdur, er ikki
avgerandi. Tad, sum hevur
tydning er, at javnadar-
flokkurin fær umbod å
fólkatingi.
- Persónliga geri eg hetta
fyri at lata veljaran viga
meg. Hetta er einasta høvi,
harpolitikarar kunnu meta
um, hvat veljarar halda um
okkara landspolitiska ar-
beiði, sigur Jóannes Eides-
gaard.
Dagny