fríggjadagur 16. september 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12 Nr. 176 — 16. SEPTEMBER 1994 Tíðindablaðið { sostalurin |
fólkatingsvalið 94
Áheitan
Á
Føroyingar
i Københavns Amt
Týðandi er at hava flokkar at samvinna við. Men
eins týðandi at umboðini, tú samvirkar við, eru
dugandi, vælviljad og fata føroysk áhugamál.
Ein teirra, sum fram um aðrar hevur lagt orku í at
verja føroysk áhugamál, er Hans Jørgen Jensen, sum
stillar upp í Københavns Amt.
Hans Jørgen Jensen hevur mong år havt sæti á
Fólkatingi, hevur drúgvar roynir sum fak-
felagsmaður (formaður í Funktionærforbundet), er
sera áhugaður í føroyskum samfelags viðurskiftum
og hevur stóran kunnleika til føroyska mentan og
hugsunnarhátt. Stutt sagt Føroyavinur burturav.
Til dugna Føroyum, veita tit Hans Jørgen Jensen
atkvøduna vid valid 21. september.
Virdiliga
Atli P. Dam
Hans Jørgen kann veljast hesi stød:
Albertslund Ishøj
Ballerup Ledøje
Brøndby Smørum
Dragør Lyngby
Gentofte Lyngby/Tårbæk
Gladsaxe Rødovre
Glostrup Søllerød
Herlev Támby
Hvidovre Vallensbæk
Høje Tåstrup Værløse
; liaskirk an, Vesterbrotorv 49
Meti er hvort leygarkvøld kl. 19.00.
Bussarnir 6, 16, 28 og 41 stebga nærindis.
Nærri læst at vita á tif. 031-242268 ella 031-
Heilt burturvið at
brúka burturflyting
sum húskaparamboð
Fóroyar kunnu ikki hýsa meira enn 25.000 menniskjum. Hetta er
niðurstóðan hjá Gørtz-nevndini, og henda nidurstøda er ónýtilig
og skaðilig. Málsetningurin má ongantíð blíva burturflyting sum
búskaparamboð skrivar Atli Dam, fólkatingsmaður.
Hann heldur tað hevði verið lættari at greitt trupulleikarnar
vóru vit 60.-70.000 fólk í Føroyum.
Frágreiðingin frå Gørtz
nevndini er merkiliga litid
vidgjørd enn f føroyskum
Kann vera tí hon er gør-
vísi enn aðrar, er meira fjøl-
táttað, tosar meira bæði fyri
og ímóti og leggur skuld og
ábyrgd meira breitt út í
samfelagsliðini, men ikki
minst, at hon samanumtikið
heldur danska statin og
danska bankaheimin at vera
sloppin í so lagaliga.
Rokningin liggur sum er
øll hjá føroyingum, hon
kundi kanska verið býtt ødr-
vísi.
Sum íkast til víðari sam-
ráðingar við danir er frá-
greiðingin nýtilig hóast hon
ikki gongur nóg djúpt í á-
vísum førum og tí gerst
nakað leys og sum heild ber
sera nógv í bøtuflaka fyri
Den Danske Bank og tær
báðar donsku stjórnirnar,
sum hava sett treytirnar.
Skal ikki fara inn í við-
gerð av ella ummæli av frá-
greiðingini í sambandi við
eitt val. Ein saklig viðgerð
fæst betri undir meira van-
ligum umstødum. Vil bert
taka fáar meginspurningar
upp.
1. Tað nyttar alt onki
Tað er hugstoytt, at ein nið-
urstøda nevndarinnar er, at
alt er til fánýtis.
Vit hava framt ov nógvar
fløgur, tær kundu verið
toygdar, politikaramir hava
gjørt feilir, men ikki gørvísi
enn aðrastaðni, t.d. í Dan-
mark, vinnulivsiløgurnar
vóru ov nógvar, men hóast
tær vóru færri, komu tær
aldri at hepnast, og tí er ein-
asta loysn burturflyting.
Føroyar hýsa ikki meira
enn 25000 fólkum.
Henda nidurstøda er 6-
nýtilig og skaðilig.
Vit hava gll havt ynskir
um at leggja so til rættis, at
tann, sum ynskir at liva sum
føroyingur, kann gera tað, tí
skal tað lata seg gera. Haldi
vit lættari greiddu okkara
trupulleikar, vóru vit eini
60-70.000 um at loysa teir.
Tann spurningurin hevur
bert partvís samband við
náttúrutilfeingið.
2. Vit hava ov stóran
flota
Nevndin ger sama mistakið
sum ráðgevandi nevnd for-
sætismálaráðsins. Seinasta
vár, tá hon sigur, at ein
minking í skipaflotanum til
83% av hvat hann var fyri
fáum árum síðani, er alt ov
lítið. Teir gloyma, at heima-
flotin, partrolararnir, er
minkaður meira enn helvt,
men at fjarfiskiflotin, tí
hann ikki er minkaður,
heldur tonsatalinum uppi.
Vit hava ti als ikki ov
stóran flota, heldur ov lítlan
til teir møguleikar, sum eru
uttan fyri 200 fj. markið.
Nevndin tykist annars at
hava gloymt, at skipailøg-
urnar í 80-árunum, serliga í
fjarfiskifór og rækjuskip,
eru lívsgrundarlagið í dag.
3. Svartkjaftaroyndirnar
kunnu ongantíð hepnast
Nevndin sigur, at royndar-
virksemið var ov stórt í
åttatiårunum, og at onki
bendir á, at t.d. svartkjafta-
royndimar nakrantíð kunnu
hepnast.
Heilt burturvið, tí føroy-
ingar hava sanniliga prógv-
að, at tað ber til at veiða sild,
makrel, rossamakrel og
svartkjaft, meðan japanes-
arar hava prógvað, at til ber
at gera góða vøru burturúr.
Eftir er at leggja so til
rættis, at hesir báðir veru-
leikar verða samskipaðir.
4. Føroyingar megna ikki
undirgrundarfyrisiting
Eitt sera torskilt brot er um
neyðuga >risikofordeiling<
í undirgrundarfyrisitingini.
Sum eg nevndi nú ein
dagin, hava vit júst prógv-
að, at vit koma at megna
hetta, og fara vit varliga
fram, er onki í vegin fyri at
útvega neyðuga hjálp og
stuðul — og helst eisini
fløgukapital — tað veri seg
frá danskari ella aðrari síðu.
Tað er framvegis neyð-
ugt, at einans føroysku
áhugamálini stýra útvikl-
Nidurstøda
Frågreidingin er gott fkast
til samrådingarnar vid dan-
ir, men tað er avgerandi, at
teir, sum samráðast fyri
okkum, hava handalagið og
viljan.
Málsetningurin má ong-
antíð blíva burturflyting
sum búskaparamboð.
Atli P. Dam