fríggjadagur 16. september 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
Nr. 176 — 16. SEPTEMBER 1994 Síða 13
| fólkatingsvalið 94
Javnadarumbod
hesta trygd móti
framburðsflokki
Føroyingar eiga at hugsa um, tá teir velja mikudagin, at bert
javnaðarumboð á fólkatingi vil aktivt mótarbeiða, at danir fáa
eina borgarliga stjórn - mótarbeiða at framburðsflokkurin og
Kirsten Jacobsen fáa ávirkan á støduna hjá donsku stjórnini til
føroyskar spurningar skrivar Marita Petersen, formaður javnað- eu
arfloksins og valevni til fólkatingið
Valstríðið upp undir fólka-
tingsvalið næsta mikudag er
nærum dottið burtur millum
alt annað, sum hevur verið
frammi á politiska gkinum
seinastu tíðina. Men nú
hevur politiska stødan í Før-
oyum fingid eina loysn. Vit
hava fingid eina samstarvs-
avtalu millum ein meiriluta
åløgtingi, og vit hava fingið
eitt nytt landsstýri.
Nú politiska stødan í Før-
oyum er greið, eiga vit at
venda áhuga okkara til
fólkatingsvalið, ið verður
um 5 dagar. — Tí hetta val
hevur stóran týdning fyri
okkum føroyingar, helst
nógv stórri týdning enn
fólkatingsvalini undan.
Fólkatingið er okkara ting
í félagsmálum. Tað er hetta
tingið, ið ásetur lógarreglur
fyri flestu viðurskifti borg-
aranna millum.
Nevnast kann familju-
rættur, hjúnabandslóggáva,
ognarrættur, arvarættur og
straffirættur. Øll hesi við-
urskifti og nógv onnur, sum
viðvíkja okkum gllum, og
sum vit øll verða ávirkað av
gjøgnum lívið, verða sam-
tykt í fólkatinginum. — Rætt
er, at hesar lógir ikki kunnu
setast í gildi ella broytast
uttan samtykt frá okkum í
Føroyum. Men tydningar-
mikið er at vera til staðar og
gera vart við áskoðan okk-
ara, áðrenn tær verða sam-
tyktar í fólkatinginum.
Valstríðið í Danmark upp
undir hetta fólkatingsvalið
hevur sum høvudsevni havt
spurningin, um danir skulu
hava eina javnaðarstjórn
ellaeina borgarliga stjórn. —
Fyri okkum føroyingar
kundi tað tykst at gjørt tað
sama, hvør av hesum, ið
kom at stjórna Danmark
komandi árini. — Men so er
Í eini borgarligari stjórn
fær framburðsflokkurin av-
gerandi orðið, og tað kunnu
vit føroyingar ikki vera
nøgdir við.
Seinastu tvey árini hava
vit fingið ein forsmakk av,
hvat vit kunnu vænta okk-
um. Framburðsflokkurin
og serstakliga Kirsten Ja-
cobsen hevur hesa tid ført
eina útspillingarherferð
móti Føroyum og føroying-
um. Hon hevur kyniskt nytt
vånaligu stødu Føroya til at
gera vart vid seg sjålva, og
hon hevur vid virksemi sin-
um verið vid úl at skapa ill-
vilja og fordómar móti før-
oyingum dana millum.
Tí eiga føroyingar at
hugsa um, tá teir velja
mikudagin, at bert javnað-
arumboð á fólkatingi vil ak-
tivt mótarbeiða, at danir fáa
eina borgarliga stjórn, —
mótarbeiða at framburðs-
flokkurin og Kirsten Jacob-
sen fáa ávirkan á støðuna
hjá donsku stjórnini til før-
oyskar spurningar.
Í samstarvinum Danmark
og Føroya millum hevur
virksemið verið ymiskt í
nøgd. Við hvort hevur verið
nógv samband og aðrar tíðir
hevur verið meira friðarligt.
Nevnast kann sum dómi tað
nógva virksemið, ið var í
sambandi við spurningin
um EF-limaskap fyrst í 70'
unum.
Síðani kreppan í Føroy-
um veruliga kom til sjóndar
á heysti 1992 hevur nógv
samband verið millum
londini bæði. Sjálvt um tað
mesta av hesi samvinnu fer
fram og eigur at fara fram
millum landsstýrið og
donsku stjórnina, so hava
fólkatingsumboðini stóran
týdning, serstakliga í teim-
um málum, sum verða við-
gjørd í fólkatinginum og
nevndum har. Í hesum mál-
um er leiklutur fólkatings-
umboðsins at tala sek før-
oyinga og stuðla stóðu
landsstýrisins.
Vit hava nú fingið nýggja
samgongu og nýtt lands-
stýri — hesum er javnaðar-
flokkurin partur av. Tað
hevur týdning, at fólka-
tingsumbodini studla
landsstyrinum, ti er tydn-
ingarmikið at fáa javnadar-
umboð á fólkating. Vit eru
vid í samgongu her í Før-
oyum, vit hava nært sam-
starv við javnaðarfólk i
Danmark. Vit javnaðarum-
boð eru tey, sum best verða
før fyri at fáa danir at skilja
stóðu okkara.
Grønlendingar skulu eis-
ini velja fólkatingsumboð,
og útlit eru til, at javnaðar-
flokkurin har fær báðar
sessimar. Tað skuldu ti ver-
ið góðir møguleikar fyri, at
javnaðarumboð úr Grøn-
landi og Føroyum kunnu
samstarva og í felag gera
vart við teir spurningar, sum
hava serstakan týdning fyri
okkum her í Norðuratlants-
havi, og vera við til at ávirka
stødutakanina hjá dønum til
slik mål.
Javnaðarumboð á fólka-
tingi fer at nýta allar teir
møguleikar, sum eru at
virka fyri føroyskum áhuga-
málum, ikki bert í javnaðar-
flokkinum og í fólkatingin-
um, men vit vilja eisini
verða umboð føroyinga
mótvegis gllum dønum.
Javnaðarflokkurin er førur
fyri at skapa túvirði og
tryggleika.
Ein atkvøda til javnaðar-
flokkin fer ikki til spillis —
vel ú javnaðarflokkin ella
eitt av valevnum floksins
mikudagin.
Vinarligast
Marita Petersen
Áheitan á Førova fólk
Neyvan nakrantid í Føroya søgu hevur umbodan føroyinga á fólkatingi havt so stóran
tydning sum nú. Stórar avbjóðingar fara at verða til samvinnuna millum Føroyar og
Danmark gll tey komandi árini. Umráðandi er, at gott grundarlag verður at byggja á í
hesi samvinnu eisini inn í næstu øld. Tað er m.a. hetta grundarlag, sum komandi fólka-
tingsumboðan okkara skal vera við til at tryggja.
Tað hevur eydnast okkum at fáa trygg politisk viðurskifti her á landi. Her hevur
javnaðarflokkurin sum altíð gingið á odda. Eisini í Danmark miðja teir ímóti at fáa trygg
politisk viðurskifti, og nógv bendir á, at javnaðarflokkurin eftir komandi eisini har fer
at ganga á odda.
Fólkatingsumboðan okkara skal m.a. brúkast til at byggja brúgv millum føroyskar og
danskar myndugleikar. Tað er tí sera umráðandi, at komandi fólkatingsumboðini kunnu
virka saman við tí landsstýri, sum nú er sett og eini komandi danskari stjórn. Fyri at
tryggja hetta eiga føroyingar at velja javnaðarumboð á fólkating. Hetta umboð fer at
hava sum høvudsuppgåvu at vera eitt av týðandi bindiliðunum millum føroyskar og
danskar myndugleikar.
At velja umboð í fólkatingið, sum fara at brúka tíðina har til at reka føroyskan
andstødupolitikk, og royna at seta kílar í millum landsstýrið og eina komandi danska
javnaðarstjórn, metir Føroya Javnaðarflokkur vera at gera føroyingum eina bjarnatæn-
astu.
Tað skal tí vera áheitan okkara á allar føroyingar um at fara á val mikudagin 21.
september og velja umboð fyri javnaðarflokkin í fólkatingið.
Føroya Javnaðarflokkur