fríggjadagur 16. september 1994síða 14
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Í [ sosialurin ]
Síða 14 Nr. 176 — 16. SEPTEMBER 1994 Tíðindablaðið
Barnaløtan
Beint áðrenn summarfrítíðina var Barna-
løtan í Leirvik og hugdi at einum leiki, sum
2. og 3. flokkur høvdu gjørt saman við
tveimum lærarum. Leikurin er eitt tónleika-
stykki um djór, rópt >Djórastevnan<.
Børnini sungu eisini fleiri sangir fyri
okkum, m.a. Fimm gæs í sodninum...
riggjakv
Vuff-1:6
Eric sum Tich millum vidførid
Drongurin Eric broytist av og á til ein hund.
Av tí verður hann ofta illa fyri. Tað er ikki
altíð líka stuttligt og nú hevur hann fingið
ein gronutan granna, ið meldar hundin
harraleysan. Men tíbetur er tað ein klókur
hundur, ið kann verða stór hjálp hjá løg-
regluni. At enda verður grannin stegðaður á
ein hått, sum hann ikki er gladur fyri…
Friggiakvøldid kl. 22.20:
Hjørtu i hvitum
Am. filmur frå 82.
Leikstjórin Garry Marhsall, sum leik-
stjórnaði >Pretty Woman<, hevur eisini
leikstjórnað hesum filmi um trupulleikar,
sjúkur, skurðviðgerðir og ikki minst kær-
Fríggjakveldið kl. 23.55;
Taggart:.
Leigumordarin -1:3
Taggart-spenningsfilmur í trimum pørtum
um leigumordaran Jimmy Catto, ein fyrr-
verandi skúlafelaga hjá Taggart, ið verður
leyslatin eftir at hava sitið í fongsli í 20 ár.
Stutt eftir fær Taggart nógv mál um hendi,
ið øll benda á, at Jimmy er gerningsmaður-
in. Veit Taggart, hvat tað er, hann er í ferð
við at gera?
Meðan Jimmy hevur sitið fangi, hava
hansara nærmastu klárað seg væl. Beiggi
hansara eigur eina rgð av gistingarhúsum
og livir eitt lív í marglæti. Hann skal nú
giftast og ætlar at halda eitt rimmar brúd-
leyp. Nakrar dagar seinni fara tey út at fiska
og á ferðini hendir ymiskt løgid. Tað fyrsta
líkið verður funnið og Taggart fer at kanna
málið...
Leygdagin kl. 16.50;
Tað er bara filmur
Ein sending, har 15 børn saman við tveim-
um vaksnum syna teirra hugskot til rædu-
filmar.
Leygarkvøldid kl. 20.40:
Tilflytararnir - 10
Framhald av rødini Tilflytararnir, um fólk
og fæ á Strathblair í skotska hálendinum.
Tað eru enn ringar tíðir á Strathblair. Sir
James verður noyddur at seta húsaleiguna
upp, Floru leingist eftir Andrew, ið er í
kríggi, og Pheemie leingist eftir Umberto.
Men ringast stendur til hjá Alac og Jenny.
Síðan hús teirra brendu fyri seks mánaðum
síðani, hava tey ikki havt nógv at liva av.
Corriberg verður endurreist og Flora verður
noydd at seta húsaleiguna upp aftur og tá
missir Alec mótið, men Jenny hevur sterkan
vilja.
Leygarkvøldid kl. 21.30;
Havfrýr
Cher, Bob Hoskins og Winona Ryder hava
høvudsleiklutimar í hesum amerikanska
filminum frá 1990.
Tann vakra, friðleysa fru Flax (Cher) er
einsamøll við tveimum døtrum, 15 ára
gomlu Charottu og lítlu Kate og hvgrja ferð
hon er óheppin í kærleika og tað er ofta,
flyta tey til ein nýggjan bústað. Nýggi bú-
staðurin er í einum lítlum býi á eystursíðuni
í USA, og her metir fru Flax at enda einum
manni, hon kann líta á og tað er Lou (Bob
Hoskins), skósmiður. Charotta, sum nú er
ein vaksin, vøkur kvinna, verður samstund-
is forelskað í einum ungum sjeiki, men
hevurringt við at fáa móður sína at skilja tað
og tær báðar koma upp á kamp...
Bygdin við havið
Filmur frá Sri Lanka um Lilu og Hari, sum
búgva í eini lítlari útróðrarbygd. Mamma
teirra er sjúk, og pápin drekkur, so tey hava
tað ikki lætt. Hari má royna at finna uppá
sunnudagin kl. 17.25:
Festivalur í Wien
Placido Domingo syngur brot úr >Flogmús-
ini< umframt annað á Wienar Festi valinum
í ár saman við Agnes Baltsa.
Sunnukvøldid kl. 18.50;
Vaktarmeistari
hjá drotningini
Gorm og Søren Haslund-Christensen
Ein vika saman við hofmarshalli, kamar-
harra og generalmajori Søren Haslund-
Christensen.
Sunnukvøldid kl. 19.50:
Nøsin er fyri
Fittur og romantiskur amerikanskur filmur
frå 1987 vid Steve Martin og Daryl Hannah
í høvudsleiklutunum.
C. D. Bales (Steve Martin) er leidari av
brandstødini f eini litlari bygd. Hann er
gløggur, skemtiligur, fryntligur, dugnaligur
og nógv avhildin. Men kærleikan veit hann
ikki petti um, hann hevur so ræduligar
undirlutakenslur, tí at hann hevur so stóra
nýs. Tá ið tann vakra Roxanne (Daryl
Hannah) kemur til bygdina, verður C. D.
púra burtur í henni. Men Roxanna tykist
ikki hava eyga fyri ødrum enn einum ung-
um, flottum brandmanni, sum enntá biður
C.D. hjálpa sær í royndunum at fáa fatur á tí
vøkru gentuni.
Handritið hjá Steve Martin byggir á
klassiska sjónleikin Cyrano de Bergerac.
Tyskvøldid kl. 22.00:
Annie og eg
»Annie Hall«
Am. filmur frå 1987 við WoodyAllen og
Diane Keaton f høvudsleiklutunum. Hetta
er ein nýmótans kærleikssøga um fólk, ið
duga so væl at finna orð og forkláringar
uppá alt, men sum ikki finna út av nøkrum,
tá ið avtornar.
Hóskveldið kl. 20.35:
Nåttarvørdurin
— Til arbeidis 2:3
Hetta er onnur sendingin, har SvF fylgir
fólki, ið eru til arbeiðis. Hesaferð eru vit á
vakt saman við nåttarvørdinum Ole Larsen,
sum hevur nógv at síggja til.
Leivur Hansen hevur lagt hesa sending-
ina til rættis. Ragnar A. Jacobsen hevur
tikið upp og sett sáman.
Hóskveldið kl. 21.05:
Ov mikið av tíð
Summi halda, tey fáa ov mikið, onnur halda
tey fáa ov lítið... Kærleikin er góður, men
kann vera stríggin, eisini á ellisheiminum
Victor Emmanuel á Sardinia. Har hava tey
ov mikið av tíð at hugsa um hann og ikki
petti ímóti at tosa bart út um teirra hugsan
um kærleikan.