fríggjadagur 16. september 1994síða 16
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
fólkatingsvalið 94
Fyri okkum er talan
um lív ella deyð -
fyri danir smápengar
Avtalurnar við danir eru ikki allar eins góðar. Summar eru bein-
leiðis skaðiligar. Har tær eru órímuligar eiga tær at endurskoð-
ast. Ere tekin um, at danir hava skyldur í sambandi við banka-
málið, so skulu tær áleggjast teimum. Fyri okkum snýr tað seg
um lív ella deyð. Fyri danir er tað smápengar skrivar Dan Pet-
ersen, valevni javnaðarfloksins til fólkatingið
Gjørdar avtalur skulu hald-
ast, verður sagt, og er hetta
púra rætt, so leingi avtalan
er galdandi. Men er ein av-
tala órímulig, so skal hon
broytast. Tú skalt heldur
ikki vera so flokstrúgvur at
siga, at alt er rætt, sum
flokkur tin ger, so ert tú ikki
reiðiligur.
Avtalurnar við danir eru
ikki allar so góðar, og
summar eru beinleiðis
skaðiligar. Tá ið føroyingar
bundu seg til í forhond at
fylgja tilráðingunum, ið ein
danskur skriviborðskrakk-
ur sum Peter Andersen kom
við, spældu vit hazard við
lagnuni hjá føroyingum.
Henda tilráðing er skaðilig,
og tvingar sjómenn at gerast
brotsmenn, skulu teir yvir-
liva, tí teir noyðast kanska
at blaka fisk fyri borð ella
selja hann undir følskum
navni, t.d. tosk fyri flatfisk.
Hetta er óverdugt og okkara
sjófólk hevur betri uppibor-
ið. Vit eiga at forklåra døn-
um, at aðrar sunnari avmar-
ingar enn kvotur kunnu
brúkast. T.d. legudagar,
friðað økir og selektivur
reidskapur. Tad er sum sagt
hazard i forhond at binda
seg til nakað, vit ikki kenna,
og kundi hetta verið heilt
lívshættisligt, um Peter
Andersen t.d. mælti til als
ikki at fiska tosk og hýsu
undir Føroyum, so sum
ICES hevur. So vóru vit um
ein háls. Og hvat um Peter
Andersen noktaði okkum at
fiska, skuldu vit so eisini
hildi ta avtaluna?
Eitt annað mál, ið skal
reisast, er, hvør hevur á-
byrgd av bankunum f Før-
oyum. Er nakað tekin um, at
danir hava skyldur her, so
skulu tær áleggjast teimum.
Fyri okkum snýr tað seg um
lív og deyð. Fyri danir er tað
smápengar.
Og hava danir hjálpt okk-
um mótvegis E.S., sum teir
bundu seg til? Nei. Hava
føroyingar kravt av dønum,
at teir skulu halda sín part
av avtaluni? Valla. Fellur
avtalan ikki burtur, tå ið
danir svíkja síni lyftir?
Slíkar spurningar eigur
ein føroyskur fólkatings-
limur at fáa greiddar.
Dan Petersen
Tað styrkir at
standa saman
Styrkir við at standa saman við ødrum samfelag er stórri, trygdin
haraftut, enn at standa púra berir, avbyrgdir sum oyggjasamfel-
ag við eintáttaðum vinnulívi, ið er so svikaligt, sum hesi árini
hava sýnt í ríkiligt mát skrivar Jákup Lindenskov, fólkatingsval-
evni
Hverja ferð fólkatingsval
stendur fyri durum, kemur
spurningurin um hetta hev-
ur tydning fyri Føroyar.
Og hverja ferð tekur kjak-
ið seg uppaftur, um rætt er
at velja umboð á Fólkating,
sum hevur somu rættindi og
somu skyldur sum einhvør
annar limur í Fólkatingin-
um.
Og hvørja einastu ferð,
val er av, tagnar kjakið.
Teir, sum valdir vóru
uppá ikki at blanda seg í
danskan politikki — so gvugt
tað ljóðar — eru teir, sum eru
bebbaræddir, at nakað sum
helst skal broytast.
Tak nú fólkaflokkin og
hansarapolitikk um athalda
seg reinan frá øllum donsk-
um.
Vit skulu nú aftur velja
umboð á sama hátt sum
frammanundan. Helst ong-
antíð meira enn nú skilja vit
týdningin av ateiga umboð-
an, har avgerðirnar og
stødurnar okkum viðvíkj-
andi veruliga verða tiknar.
Javnaðarflokkurin hevur
ongantíð dult fyri stóra
týdninginum, at hava um-
boðan allastaðni, har av-
gerðir um okkara lív og
lagnu verða tiknar.
So ymisk vit annars
kunnu vera og hvørja polit-
iska fatan vit annars hava
um fíggjar- ella tjóðskapar-
politikk. Eitt megu vit í-
ganga. Stødan í Føroyum er
so, at vit noyðast at sanna, at
vit ongan veg koma uttan
um tað politiska samband,
sum gerandisdagurin til
fulnar hevur sanad.
Styrkin vid at standa sam-
an vid ødrum samfelag er
stórri, trygdin harafturat,
enn at standa púra berir, av-
byrgdir sum oyggjasamfe-
lag við eintáttaðum vinnu-
lívi, ið er so svikaligt, sum
hesi árini hava sýnt í ríkiligt
mát.
Okkara krónuvirði kom í
størsta vanda, um loysnin
skal vera politisk loysing.
Og hvør okkara ynskir at
gera støðuna í gerandisdeg-
num uppaftur hættisligari —
uppaftur meira Gtrygga.
!
Í
(
"
Vilja vit tryggari politisk
vidurskifti, velja vit JAVN-
ADARFLOKKIN.
Handatak til samvinnu —
vel Javnadarflokkin miku-
dagin 21. september.
Jåkup Lindenskov