Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. september 1994síða 17

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Nr. 176 — 16. SEPTEMBER 1994 Síða 17 fólkatingsvalið 94 Mugu verja feroysk áhugamál og hug- sjónir á fólkatingi -Samráðingarnar við danir skulu síggjast sum ein rød av fundum, ið skulu koma til eitt endaligt úrslit, og tað er at endurreisa fór- oysku tjóðina og gera tað liviligt at vera í Føroyum skrivar Thomas Arabo, valevni javnaðarfloksins til fólkatingið. Hann heldur, at danir mugu einaferð síggja, at ikki ber tað til, at teir innan fyri ríkismark hava ein oyggjaflokk, har 15% av fólkinum flytur eftir fáum árum. Um einki meira verður gjørt við skuldarspurningin kunnu vit rokna við, 25% eru flutt, áðrenn vit vita av. 14. September er forargað- urum, at Atli P. Dam, fólka- tingsmaður, og eg skulu hava ymisk sjónarmið um fólkatingsumboðanina. Hetta kom fram í valsend- ing javnaðarfloksins í út- varpinum. Tað kann vera nakað um tað. Tað er eingin loyna, at summir partar av javnaðar- flokkinum sverja til eina javnadarrørslu um landa- merk, og aðrir halda, at fólkatingsumboðanin skal brúkast sum eitt føroyskt umboð. Hetta er ein spurn- ingur um prioritering. So- leidis sum vidurskiftini vid Danmark eru f dag, so meti eg tað vera rætt at priori- tera á tann hátt, fyrst og fremst føroysk áhugamál og síðan hugsjénimar. Sum øllum kunnugt, so eru viðurskiftini við Dan- mark ógvuliga nógv broytt tey seinastu árini. Tá ið Sjó- vinnubankin fór av knóran- um hin 6. oktober 1992 byrjadi ein umskipan av samfelagnum. Sum natúr- ligt er hava fleiri fundir verið við donsku stjórnina, tí ikki kemst uttanum, at vit ikki koma burtur úr hesari fløkjasligu støduni, vit hava verið í og enn eru í, uttan at vit fáa donsku stjórnina við til eina endaliga loysn. Mítt sjónarmið til tær samráð- ingar, sum hava verið, er, at tær skulu síggjast sum ein rgð av fundum, ið skulu koma til eitt endaligt úrslit, og tað er at endurreisa før- oysku tjóðina og gera tað liviligt at vera í Føroyum. Fundurin 12. okt. í fjør var ein týdningarmikil liður Uttan javnaðarflokk | Í í fundarrødini, og fingu vit tá avtalu um umfígging av okkara uttanlandsskuld, av- dråttarskåa og at fíggja ein part av rentunum, ið falla til gjaldingar í ár. Harafturat vóru nógvar treytir við sátt- málanum, og mítt sjónar- mið var alla tíðina, hóast nógvar vóru ódámligar, at lúka treytirnar, soleiðis at vit sluppu aftur til samráð- ingarborðið við danir. Hetta kann ikki vera føroyingum ókunnugt. Tað kom tó ongantíð so langt, tíverri, og nú hevur so arbeiðið at endurskipa tað fóroyska samfelagið í sam- ráð við ta donsku stjórnina ligið á láni í 8-9 mánaðir ov leingi. Ein skal vera realistiskur og duga at síggja, at tað fer ikki at bera til at liva við ein- um halli á fíggjarlógini uppá eina kvart milliard um árið, tí so koma vit bara longur og longur út í ófgri, og samfelagið følnar burtur. Skal ein rímilig loysn á trupulleikunum finnast, so er tað heilt givið — og tað kann eingin ivast í — at javnvág má fáast í lands- kassaroknskapin, uttan at landskassin skerjir sítt virksemi munandi. Skal tað kravið lúkast, so er bert ein vegur, og tað er at fáa donsku stjórnina at við- urkenna, at vit mugu hava rentugjaldingamar steðg- aðar ella niðurfrystar í ávíst áramál. Fyri mær at síggja er eingin annar vegur burtur úr fløkjuni. Danir mugu einaferð síggja, at ikki ber til, at teir innan fyri ríkis- mark hava ein oyggjaflokk, har 15% av fólkinum flytur eftir fáum árum. Um einki meira verður gjørt við skuldarspurningin, so kunnu vit vænta okkum, at 25% av fólkinum eru flutt, áðrenn vit vita av, og tað gongur ikki. Spurningurin er so týdn- ingarmikil, at eg haldi tað vera rætt, at eitt føroyskt fólkatingsumboð, eisini úr javnaðarflokkinum, priori- terar tað at vera føroyingur og hjálpa føroyska samfe- lagnum og heildini, fram um at prioritera javnaðar- rørslu um landamark. Tað er eitt sindur hart at siga tað soleiðis; men veru- leikin er jú tann beiski, at hóast samfelagið sær út til at vera í ferð við at stabili- sera seg, so koma vit ikki upp undan aftur, um vit ikki fáa loyst henda alt avger- andi spurningin. Tað er so skylda hjá einum og hvørj- um føroyingi uttan mun til, hvat annar hugsar, at leggja doyin å at fåa spurningarnar við donsku stjórnina loystar á ein ella annan hátt. Daga vit eina línu, so skal tað nokk ganga. Virðingarmest Thomas Arabo var politiski ruðu- leikin fullkomin Urslitid av samgongusamráðingunum kenna vit øll. Har varð staðfest, at uttan javnaðflokkin og positivu stóðu floksins, so varð politiski ruðuleikin fullkomin. Tað eigur veljarin at hava í huga til fólkatingsvalið, har tað ræður um at skerja tær harð- rendu hógrakreftirnar skrivar Frank Davidsen, valevni til fólkatingsvalið. Borgarligur politikkur í Føroyum er við at fara í søg- una, nú borgarligu flokkar- nir aftan á at hava havt greiðan meiriluta á Føroya Løgtingi, ikki so mikið sum kundu semjast um at skipa samgongu. Hvat sigur Føroya fólk, tann føroyski veljarin, ikki minst teir veljarar, sum góvu borgarligu flokkun- um sína atkvoðu á løgtings- valinum 7. juli? Ikki tí, tað vóru helst ikki so fáir av borgarligu veljar- unum, sum gtaðust, tá fólkaflokkurin legði fram teirra valupplegg, eitt val- Framhald á síðu 24