fríggjadagur 16. september 1994síða 19
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Javnaðarflokkurin
torir at taka ábyrgd
fólkatingsva
Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 176 — 16. SEPTEMBER 1994 Síða 19
lið 94
Javnaðarflokkurin hevur við nýggju samgonguni prógvað, at
hann vil og torir at taka ábyrgd. Soleiðis eisini við fólkatings-
valinum. Nú flokkurin kemur aftur í landsstýri er at størsta týdn-
ingi, at hann eisini fær umboð á fólkating skrivar Jóannes
Eidesgaard, valevni til fólkatingið
Síggi, at skyldmaðurin
Kent Kirk nú eisini er vorð-
in partur av valstríðnum hjá
fólkaflokkinum. Í blødun-
um greiðir hann frá, at Óli
Breckmann, MF, hevur
høvudsåbyrgdina av, at før-
oyingar eisini kunnu gera
brúk av lógini »Erstatning
til krigstidens ofre<. V.Ø.0.,
at føroyingar, ið sigldu und-
ir krignum, kunnu søkja um
krígspensjón.
Uttan at koma nærri inn á,
at henda pensjón verður so
harðliga skattað, so hevur
nýggja landsstýrissam-
gongan sett sær fyri, at bóta
um hesi viðurskifti.
Mentáið Kent Kirk sigur,
at uttan Óla so var eingin
krígspensjón komin, so vita
bæði hann og Óli, at hetta er
ikki rætt. Tí stjórnin, sum
teir stuðlaðu, var ein minni-
lutastjórn, t.v.s. at teir vóru
ikki førir fyri at viðtaka eina
lóg uttan hjálp frá øðrum.
Nei, sannleikin var, at utt-
an eitt áhaldandi stríð í
danska javnaðarflokkinum
var henda søk ikki vunnin.
Tað var neyðugt at fáa javn-
aðaratkvgður fyri at fáa lóg-
ina samtykta. Hesum ar-
beiði tók føroyski fólka-
tingsmaðurin Jákup Lind-
enskov sær av.
So um rætt skal vera rætt,
so hava bæði Óli og Jákup
gjørt sitt til, at henda lógin
varð broytt. Men hvat var
meira sjálvsagt?
Fyrrakvgldið hevði aan-
ars fólkaflokkurin fram-
løgusending í útvarpinum.
Nú er tað ikki nakað óvan-
ligt i, at hvør sígur sína søgu
sum best, men her var fólka-
flokkurin aftur gðrvísi. Sum
vældresserað sirkusdýr
komu teir ein fyri og annar
eftir og hålovadu stavna-
manni floksins, Ola Brck-
mann.
Tað var einki mark fyri
gllum tí góða hetta politiska
unikum hevði gjørt fyri land
og fólk. At teir fingu teir
ungu spírarnar at lira hetta
av sær, tað var so sín søk,
men Gud hjálpi mær, um
ikki bæði Sundstcin og An-
finn og aðrir sungu við í
sama kóri.
Dugnaligur sirkusstjóri,
tað má sigast.
Ikki tí, okkurt gott man
liggja eftir arbeiðinum hjá
Óla á danatingi í so nógv ár.
Fyrr var illa. Men álvaratos,
nakrar av røðum hansara,
serliga tær um apartheid
0.a., kundi hann spart okk-
um fyri. Tær hava so ikki
tænt Føroya søk.
Men til hetta fólkatings-
valið hava vit ikki brúk fyri
politikarum, sum seta seg
afturá og sjálvgleðast um
gjørd avrik.
Land okkara tørvar polit-
ikarar, sum tora at stíga
fram og lita framyvir. Men
fremst av øllum poliuikarar,
sum ikki útflyta partapolit-
iskt stríð av Tinghúsveg-
num niður áChristiansborg.
Fyri framman liggja nak-
rar samráðingar við danir,
sum kunnu verða altavger-
andi fyri framtíð okkara. Tí
er tað so ótrúliga neyðugt
við fólkatingsumboðan,
sum við einum ótroyttilig-
um arbeiði vinna okkum
»goodwill« millum dansk-
ar tingmenn. > Høgra
ekstremistiskar rødur av
slagnum hjå Ola Breck-
mann gera bert ilt verri. Ja,
stórur møguleiki er fyri, at
hansara hugsjónarligu
bróður brúka tað aftur ímóu
okkum.
Javnaðarflokkurin hevur
við nýggju samgonguni
prógvað, at hesin flokkur
vil og torir at taka ábyrgd.
Sjálvt um vit fingu ein
dyggan frammaná við sein-
asta løgtingsval, so herja vit
á aftur. Vitseta okkum ikki í
andstøðu at sleikja sárini,
men bretta upp um armar og
fara til arbeiðis tí vit vita, at
hetta tænir okkara landi.
Soleiðis eisini við fólka-
tingsvalinum. Nú vit aftur
eru í samgongu, og tað er
líkt til, at danska javnaðar-
stjórnin heldur fram eftir
valið, er tað av størsta týdn-
ingi, at vit eisini fáa eitt
føroyskt javnaðarumboð á
danating. Eitt sambands-
umboð ella eitt fólkafloks-
umboð fara beina kós inn í
danskan andstødupolitikk —
tað er ikki tað, vit hava brúk
fyri.
Okkum tørvar umboð við
ávirkan á stjórnarflokkin —
javnaðarflokkin.
Tí heiti eg enn einaferð á
allar føroyingar um at stuðla
javnaðarflokkinum — hann
vil loysnir.
Jóannes Eidesgaard
Veljið javnaðarfólk
á Kristiansborg
Tað vil arbeiða fyri Føroyum og øllum ti, sum føroyskt er
skrivar Jógvan Adolf Johannesen valevni til fólkatingið
Tá id eg av tilvild hoyrdi
valrgðurnar hjá fólkaflokk-
inum mikukveldið 14.
sept, kundi eg ikki hugsa
annað enn, at nýstovnaða
samgongan hevur notið
teimum fast.
Dusaðir í sigursrómi og
glettandi á tonnum tevjadu
teir borgarligu flokkarnir
blóð og av góðum grund-
um.
Hin borgarligi valsigurin
var jú ræðandi stórur; men
føroyski veljarin átti av
royndum at hava lært, at teir
als einki høvdu at nýta stór-
sigurin til.
Og tí situr hin føroyski
veljarin eisini sum kánus í
dag. Gyklandi hvgrvisjónir
og tølandi varraspæl fyri at
tekkjast fjøldini hevur jú
altíð eyðkent teir borgarligu
flokkarnar — og soleiðis var
tað eisini á seinasta løg-
tingsvali.
Men, ofta vaknaði fjøldin
við kaldan dreym og varn-
aðist, at hon var villleidd og
at øll tey føgru ordini als
ikki vóru at meta gðrvísi
enn bos, sum fýkur fyri lot-
inum.
Tí, hvussu teir venda og
snara veruleikanum, so
kunnu teir aldri koma uttan-
um, at teir aldri unnaðu
verkamannafjøldini so
mikið sum ein evarska lítlan
mola fyrr enn teir sjálvir
høvdu etið seg steinmettar
og nakað væl afturat.
Tí, undraðist eg ikki yvir,
at kvinini í hesum døgum
ljóða ønskrilig úr fylking-
um teirra borgarligu og tá
einahelst úr fólkaflokkin-
um.
Men, mær tykir ikki synd
í teimum, sum reiggjaðu
øksini móti javnaðarflokk-
inum, men í ovurhuga raktu
seg sjálvan á hælsinarnar.
Teir gapaðu nevniliga yvir
meira enn teir vóru førir fyri
at svølgja, og tí sita allar
teirra villu ætlanir skoraðar
rimmarfastar í vælindinum
á teimum borgarligu og
losna vónandi ikki aftur í
bræði.
Nú ætla teir borgarligu at
Framhald á síðu 24