leygardagur 17. september 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Eitt klárt val
MIKUDAGIN 21. sept. er tampara-
dagur eftir álmanakkanum. Tamp-
aradagur kemur av tí latínska
quatemper, ið aftur kemur av la-
tínska quattuor tempora, ið merkir
tær fýra árstíðirnar. Hetta sipar til
fýra árligar føstudagar í gomlu ka-
tólsku kirkjuni. Tamparadag var
vanligt, at kirkjan feldi dóm í hjúna-
bandsmálum og varðveitti
lutherska kirkjan nakað av hesum
dómsvaldi langt upp í tíðina. Tamp-
aradagur var tí hjá mongum manni
og mangari kvinnu ein sannur
dómadagur her á jørð.
HENDA dagin, tamparadag, fer
eisini tann føroyski veljarin at siga
dómin yvir sjey av teimum átta
flokkunum á løgtingi og dómur velj-
arans er avgerandi fyri, hvert vit
føroyingar fara at fáa eina virðiliga
og sømiliga umboðan á samveldis-
tingi okkara ella vit fáa umboð, ið
dastið av landsmonnum fara at
skamma seg yvir fýra tey komandi
VALSENDINGIN hóskveldið í sjón-
varpinum var sum ein rættarfund-
ur at kalla, har valevni, id sum advo-
katar umbodadu seg sjålvi og eftir
besta førimuni royndu at sannføra
démaran (veljaran) um søk teirra.
Nú vita vit sjálvsagt ikki, hvat dém-
arin heldur um procedururnar hjá
teimum ymisku advokatunum (lætt
er tað heldur ikki al tann tíð
delikventur og advokatur eru ein og
sami persónur her), men vit eru satt
at siga ikki hugtikin av teimum.
VALEVNI fólkafloksins, tann hero-
stratiskt víðagitni Óli Breckmann,
av hinum valevnum fólkafloksins
nevndur tann virðiligi, reypadi og
breggjaði sum hann er vanur. Tann
virðiligi hevur orðnað alt og avgreitt
øll mál, sum eru avgreidd Danmark-
ar og Føroya millum. Vit mugu geva
Óla Jacobsen rætt: er tað satt, sum
tann virðiligi vil vera við, so er eing-
in orsøk til at hava nakað løgting og
landsstýri og fyri tann skuld heldur
ikki nakað fólkating. Vit kunnu
hjálpast við tann virðiliga og so
kanska Norðurlanda Ráðið og ST!
Men vit eru so tortrúgvin, at vit
loyva okkum at ivast um procedur-
una og fara valla heilt skeiv, um
dómarin á tamparadegi um ikki gev-
ur honum av tampinum, so í øllum
forum vísir honum durafjórðingin.
Minnist til: tamparadagur var van-
liga skilnaðardagur og fer kanska
veljarin at nýta hevið at skilja tann
virðiliga frá tí danska hegra, sum
hann elskar so hegt, men sum hann
sum ein góður føroyingur sjálvsagt
ikki átti at fjasast við.
NEI, álvaratos, tað knípti við at
hava nakað upp á hjarta hjá teimum
flestu. Einki er at siga til, at valevn-
ini eru troytt og hava trupult við at
virka sannførandi. Hetta summarið
hevur verið hart hjá øllum — ikki
minst hjá valevnum. Men hóast
hetta, so hava veljararnir krav uppá
at vita heilt nágreiniliga, hvat val-
evnini fara at gera, tá og um tey
verða vald. Eftir okkara tykki lúk-
aðu bert tvey valevni hesa treyt.
Hesi valevni vóru Óli Breckmann og
Marita Petersen. Óli Breckmann fer
eftir orðum hansara at dóma at hó-
reiggja sær sum higartil, so vilja
veljararnir framvegis hava umboð,
sum ger okkum fyri skommum, so er
valið greitt.
MARITA Petersen gjørdi púra
greitt, at eitt javnaðarumboð fer
fyrst og fremst at royna at forða fyri,
at Danmark fær eina borgarliga
stjórn, har Føroya figgindi nr. 1,
framburðsflokkurin, hevur avger-
andi orðið. Hetta er ein góður setn-
ingur og skuldi í sjálvum sær verið
nóggóðgrund at valt javnadarflokk-
in. Men javnaðarflokkurin fer eisini
at kunna og forklára og skapa good-
will. Hetta er ikki minni týðandi og
so fer umboðið annars at lata lands-
stýrið og forsætismálaráðið taka
sær av øllum teimum avgreiðslu-
málum Danmarkar og Feroya mill-
um, sum nú einaferð er teirra upp-
gáva og ikki uppgávan hjá einum
fólkatingsumboði. Hetta er enn ein
góð grund at atkveða fyri javnaðar-
flokkinum á tamparadegi komandi.
SOSIALURIN
árini.
NU ER
DRIGIÐ
Smærru
bingovinningarnar vunnu:
Sámal Clementsen, Dj. í Geilsgøta 18, Tórshavn
Ásmund Reyðberg, box 223, Klaksvík
Kartni Fornagarð, Reynsgeta 15, Argir
Guðrið Johansen, Miðvági
Bergitta Hansen, Miðvági
Margretha T. Sigurðsson, Staravegi 142, Klaksvík
Eydbjørg Kass, Álvastígur 5, Tórshavn
Anetta Henriksen, Sandavági
Sofus Joensen, Ovarageta 70, Hoyvík
Hákun Hansen, Mammulág 7, Tórshavn
Anna Joensen, Heygavegur 48, Klaksvík
Sverri Olsen, Marknagilsvegur 94, Tórshavn
Pauli Joensen, Sandvík
Poul Kjærbo, Vági
Jóna Hammer, Oyndarfirði
Nora Weihe, Sørvågi -
Asbjørg Simonsen, Viðareiði
Aron Joensen, Trongisvågi
Anna Maria Rasmussen, Tjarnarlág 21, Tórshavn
Jónleig Henriksen, Reynagøta 20, Tórshavn
Halgerð Andreasen, Leirvík
Eyðna Jarnskor, Strondum
Dania Magnussen, Miðvági
Borgarhjørt Joensen, Tórugeta 15, Tórshavn
Gydja H. Didriksen, Uti å Brekku, Vestmanna
Jéhanna Berg Mouritsen, J. Paturssonargøta 42,
Térshavn
Karhilda Jacobsen, Undir Nesinum, Toftum
Vilbjørg Mortensen, Tradagøta 4, Argjum
Asbjørg Simonsen, Vidareidi
Hallgerå Didriksen, Vestmanna
Hesi vunnu
høvudsvinningarnar:
Annika Nielsen, Hornagøta 6, Tórshavn,
IRONSIDE el-ambod/akku-system
frå Valdemar Lútzen
lrena Johansen, Strondum,
Krups mixara frå Dulamonnum
Judith Hammer, Hovi,
Flak frå »Ennibergi«
Hildur Lund Johansen, Scherfigsvej 6, 2100 Keyp-
mannahavn Ø,
Danmarkarferð frå Atlantic Airways
Johannes Bjørgheim Rasmussen, Vikavegi 101,
Klaksvik,
PCD 3400 frå FC-Budini
Lydia Poulsen, Tjóðhildargetu 2, Tórshavn,
Bókasavn frå Bókagarði
Eivind Dahl, Tjarnarlág 24, Tórshavn,
Sofur frá Litaval
Marta Olsen, Nólsoy,
Dekk frá Dekksøluni á Selatrað
Malbjørg Bergsdóttur Thomsen, Skopun,
Ísraelsferð frá Al-El, Faroe Travel og Atlantsflog
Dan Bláberg, Djúpagilsvegi 38, Hoyvík,
Skotlandsferð frá Strandferðsluni
Jónhild Gaard, Oyndarfirði,
Overlock seymimaskinu frá Marjun Helmå
Jóhanna Sørensen, Miðvági,
Dygdarkalva frá Føroya Fiskavirking
Jéhanna Thomsen, Hvitanesvegi 15, Hoyvik,
Olympus myndatól frå Tímamyndum
Vit takka fyri fråliku undirtøkuna.
Smærru bingovinningarnir verða sendir í næst-
um.
Øll, ið vunnu hevuðsvinning, fáa frå okkum
senda váttan um vinningin við uppl. um hvussu
hann verður avgreiddur.