Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. september 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Grasliki leggjast å vøllin á Argjum Argja Bóltfelag hevur fingið gott tilboð um graslikisvøll frá hollendsku fyri- tøkuni Edel Grass, ið verður so bíligur, at hann er hálva millión bíligari enn higartil bíligasti graslikisvøllurin í landinum. Fólk frá AB fara nú at ganga hús úr húsi á Argjum, so øll fáa møguleikan at stuðla nýggja vellinum og ungdómsarbeiðinum á Argjum við lítlari upphædd í part Tað hevur í longri tíð verið ein alsamt vaksandi trupul- leiki í Suðurstreymoy, at bert tveir graslikisvøllir eru til taks. Hesir báðir vellir, ið eru í Gundadali, verða so nógv brúktir av teimum mongu fétbéltsfeløgunum, at mangt kveldið er venjing til seint á kveldi. Av tí at bert ljós er á ovara velli í Gundadali, er eisini av- markað, hvussu nógv tey mongu feløgini fáa burtur úr venjingini, tá tann myrka tíðin er. Argja Bóltfelag hevur — meira enn nakað annað fel- ag í Suðurstreymoy — øll ár- ini, síðani fyrsti graslíkis- vøllurin kom, merkt trupul- leikarnar á egnum kroppi, tí . % ungdómurin á Argjum stød- ast ikki í AB, ið »bert« hev- ur ein skervvøll, ið als ikki er eins góður at spæla á og graslikisvøllimir í Gunda- dali. Gevast at spæla Tí fer hópur av ungdómi av Argjum til Havnar at spæla fótbólt, og mong av teimum, ið ikki hava møgu- leika tiltess, gevast heilt við at spæla fótbólt. Sum dømi kann nevnast, at herfyri var eitt miðgkislið til U14 til venjingar, og av teimum 30 spælarunum, ið vóru við, vóru ikki færri enn níggju av Argjum. Men teir spæla kortini ikki fótbólt á Argjum, tí teir ikki stødast á % te RR skervvøllinum, men heldur vilja spæla å graslikisvøll- unum i Gundadali. Hetta vil Argja Bóltfelag nú gera nakað við, og væl er komið áleiðis við einari ætl- an um at leggja graslíki á vøllin á Argjum. Hús úr húsi Tí fer AB komandi dag- arnar at gera eina roynd at útvega nakað av eginkapi- tali, so tað kann ganga skjótari at fáa graslikisvøll á Argjum. Hetta verður gjørt á tann hátt, at fólk frá felagnum fara at ganga hús úr húsi fyri at fáa argjafólk at tekna seg fyri einari heilt lítlari upp- hædd at gjalda um mánaðin nn hava sum er skervvøll, men nú verður av álvara farið undir at arbeiða fram Argj móti at fáa graslikisvøll lagdan á vøllin á Argjum. Hesin vøllur kemur eisini at gagna hin- um feløgunum í Suðurstreymoy, har trot er á graslikisvøllum Tvey ára mennin eiði hjá AS Dyrkornan- leggene í Álesund, hevur endað við einari nýggjari svøvullinu. Línan sum í fyrstu syftu verður gjørd í sjey millimetir tjúkd, hev- ur verið roynd umborð á línubátinum Loran. — Urslitini higartil hava verið góð. Svevlaárinið er gott og tað hevur ikki ver- ið brot á svøvlunum. Fyri at fáa enn meiri royndir, skal línan nú roynast um- Nýggj lína fer bet- ur við svøvlunum borð á trimum ødrum línu- skipum. Tveir av bátunum hava egningarmaskinu, menninir umborð á hinum egna við hond, sigur Tore Slinning frá AS Dyrekomanleggene. Svevlarnir á nýggju lín- uni eru festir á sjálva lín- una við einum innhúsa umgyrt við einum uttara- húsa. Síðani teir báðir hús- arnir liggja uttaná hvørj- um ødrum og eru báðir úr stáli, er tað sera lítil gnígg- ing. Utskiftan og ásetan av svøvlunum verður gjørt við maskinum, sum fyri- tøkan hevur gjørt. — Vit fara í fyrstu syftu bert at framleiða svøvla- línu í sjey millimetir tjúkd, seinni fer níggju og fimm og ein hálvan millimetir tjúkd, at verða framleitt, sigur Slinning. Finnbjørn Vang, praktikantur Ungdómurin á Argjum fer heldur til Havnar at spæla, av tí at har kunnu tey spæla á graslíkis- vølli. Men nú ætlar AB at gera nakað, so gras- líki kann koma á vøllin á Argjum. Her hevur ein av teimum yngru hjá AB fingið ein lítlan graslík- isbøkk at royna seg á - eitt nú 50 ella 100 krónur — so tey harvið eru við til at stuðla, at hugaligt verður at gera tann partin av ung- dómsarbeiðinum á Argjum, ið fótbólturin er. Verður hugsað nærri um tað, so skuldi tað ikki verið stór byrða hjá fólki at latið eitt nú 50 krónur um mán- aðin — tað svarar jú til gott og væl ein pakka við siga- rettum um mánaðin. Stuðulin frá argjafólki kann hjálpa sera væl til, ti AB hevur longu fingið játt- an frá landsstýrinum um vanliga stuðulin til gras- likisvøll, ið er 30% — í hes- um føri er talan um 870.000 krónur, ið eru játtaðar. Bíligasti í landinum Argja Bóltelag hevur fingið gott tilboð frá hol- lendsku fyritøkuni Edel Grass upp å cin graslikis- vøll, id er av teimum við sandi i. Hetta er ein sera góður vøllur, ið er góður at spæla á og sum samstundis ikki er vandamikil fyri heilsuna hjá teimum ungu — eitt nú, tá talan er um lið- bandsskaðar og annað. Hesin vøllurin kemur at kosta 2,9 milliónir krónur við planering, álegging og øllum, tá hann er liðugur. Tað er sera lítið fyri ein likisvøll, og verður tta eisini tann bíligasti í landinum, tá hann er liðug- ur. Hann kemur at kosta hálva millión minni enn tann higartil bíligasti! Verður roknað eitt sindur við hesum tølunum, so kostar vøllurin »bert« 1.500 krónur fyri hvønn argja- búgva, um hann verður goldin her og nú. Tað ber sjálvandi ikki til, men við góðum stuðli frá fólkinum á Argjum, so AB fær ein góð- an eginkapital, ber til at fáa lagaligar treytir fyri fígging av vellinum. Takið væl ímóti At graslikisvøllur kemur á Argjum, fer at hava sera Nr. 177 — 17. SEPTEMBER 1994 stóran týdning fyri AB og ikki minst ungdómin á Argj- um, ið fer at stødast á vøll- inum, umframt, at eisini onnur í Suðurstreymoy fáa gleði av honum. — Tierat vóna, atgll argja- fólk fara at taka væl ímóti fólkunum frá AB, ið nú fara at ganga hús úr húsi fyri at fáa ein part av eginkapital- inum til vega. Jú fleiri, ið stuðla, jú skjótari fáa vit vøllin, ið øll á Argjum og í Suðurstreymoy verða glað Síða 3 fyri, sigur Argja Bóltfelag í tíðindaskrivi. — Tey, ið stuðla hesum til- taki við einari fastari flyting um mánaðin, ið ikki hevur fyri neyðini at vera nøkur står dd, fåa eitt gåvu- skjal frå Argja Bóltfelag, ið prógvar, at tey eru við til at stuðla. AB takkar frammanund- an fyri allan stuðul frá argja- fólki og vónar, at undirtøk- an verður góð. hj. pappirslonin THE worLD COUNTS on TRULY" EIN A Føgstelsnihig: Alfa Bókhandil Klaksvík SPARD KRÓNA ER VUNNIN KRÓNA Sverrisgøta 9 = FR-110 Tórshavn TIf. 10603 + Fax 10806 + Box 3181