leygardagur 17. september 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosíalurin ] Nr. 177 — 17. SEPTEMBER 1994 Sida5
Einar Larsen, tollari å Tvøroyri:
I 46 år seks
sjukradagar
- Mær hevur altid dåmt hetta arbeidid lika væl,
men eg fari ikki at keda meg, nu eg fari frå, ti eg
havi ov mikid at takast vid
Einar Larsen er ikki bara kendur sum tollari. Hann spælir
í hornorkestrinum, syngur í sangkórinum og spælir kort
Dagurin í gjár var ikki nakar
vanligur arbeiðsdagur hjá
tollaranum Einari Larsen á
Tvøroyri.
Hann fór til arbeiðs sum
vanligt, men hann fekk vitj-
an, tí tað var hansara sein-
asti arbeiðsdagur. Har vóru
øll leiðslan fyri tollvaldið,
Petur Alberg Lamhauge,
Torbjórn Mikkelsen og
Kjartan D. Joensen til frá-
faringrsamkomuna fyri
Einari, sum nú gevst eftir at
hava arbeitt í 46 ár sum toll-
ari.
Sum altíð var Einar í góð-
um hýri, tá vit tosaðu við
hann gjáramorgunin.
Hann er ikki fyltur 67 ár,
men tað verður fyrsta dagin,
og hann gevst nú, tí nakrar
vikur eigur hann eftir av
summarfrítðini.
- Eg lærdi fyrst í trý ár á
sýsluskrivstovuni, men so
vóru vit fimm tollarar settir
í 1949. Eg var yngstur av
okkum fimm, og nú eri eg
tann seinasti okkara, sum
gevist. Eg var 21 ár, tá eg
Tá vóru teir tilsamans
fimm tollarar í landinum,
hvussu nógvir teir nú eru,
hevur Einar ikki tal á.
Arbeiðið er nógv ødrvisi
nú samanborið við tá.
Dámar arbeiði
við teldum
- Higar komu so nógv fiski-
skip, og ofta stóð á at koma
runt til tey øll, serliga tå
Íbúð ynskist
Ung familja við 2 børnum ynskir at leiga
íbúð ella hús í høvudsstadarøkinum frá
1. okt.
Skrivid til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs-
havn, undir
Bill. mrk. 1015
illveður var. Nú er arbeiðið
meira á skrivstovuni við eft-
irliti, og skrivstovuarbeiði
hevur mær altíð dámt væl.
Fyri meg var tað eingin
forðing at trína inn í teldu-
øldina, eg leyp í tað við báð-
um beinum, og eg eri so
hugtikin av hesum arbeiði,
at eg nú fari eg at fáa mær
mína egnu fyri at skriva
okkurt.
Tónleikarlívið
Einar Larsen er ikki bara
kendur sum tollari. Hann
hevur alt sítt lív verið mill-
um tey fremstu í tónleikar-
og mentanarlivinum í Før-
oyum .M. a. var hann ein av
stovnarunum av hornor-
kestrinum á Tvøroyri fyri
17 ár síðan, og í tí arbeið-
inum ætlar hann sær at
halda fram, í hvussu er til
felagið verður 20 ár.
Haraftrat er hann í sang-
kórinum, og hann virkar í
fornminnisfelagnum á
Tvøroyri.
Kortspælari
Bridgespælari hevur hann
verið í nógv år, og i nøkur ár
var hann nevndarlimur i
Føroya Bridgesambandi.
- Eg skal siga tær tað, at tá
arbeiðsdagurin í dag er av,
fari eg niðan í Klubban, sum
egplagi fríggjadagar, fyri at
spæla bridge ein tíma, og so
fari eg heim, sigur Einar
- Eg fari ikki at keða meg,
tí eg havi ríkiligt at kedast
við. Húsini eru hálv liðug,
og tað verða stundir til nú.
- Allar dagar eri eg komin
nógv út millum fólk, og tí
kenni eg eisini nógv fólk
allastaðni. Tað dámar mær
so ótrúliga væl, sigur Einar.
Hann hevur hoyrt fólk
skemtandi sett spurnartekin
við, um tey veruliga hava
arbeitt fyri lønina, tey hava
fingið gjøgnum lívið. Sjålv-
ur heldur hann seg hava
gjørt rimiliga gott avrik, tí
honum hevur altíð dámt væl
at arbeitt.
Vitjar tey aftur
Sjálvt um Einar nú er givin,
liggur okkurt arbeiði eftir at
fáa frá hondini, og einki er
at ivast í, at hann av og á fer
at støkka inn á gólvið hjá
teimum á tollstovuni, tí tað
er so gott arbeiðspláss.
- Banka undir borðið,
heilsan er í lagi. Eg kann
leggja aftrat, at hesi 46 árini
havi eg ikki havt fleiri enn
seks sjúkradagar, og tað
hevur ongantíð verið annað
enn krím, sigur Einar.
Starvið hjá honum er ikki
lýst leyst, tí tað er eitt sindur
ógreitt við normeringini, og
um ikki onkur umlegging
skal gerast.
randi
Tað hevur givið lands-
nevndini í sambands-
flokkinum grå hår i
hevdið, at sambands-
fólkini í Norðuroyggj-
um eru so illa um, at tey
ikki fingu ein landsstýr-
ismann. Og tað argar
ikki sørt landsnevndina,
at tað kom út, at felagið i
Klaksvík hevur sent
flokkinum mótmæli, og
at nevndin í Klaksvík
hevur lagt frá sær sum
mótmæli.
Hetta kemur ikki ser-
liga væl við so stutt upp
undir fólkatingsval.
Formaðurin í lands-
nevndini, Trygvi Gutte-
sen, sigur, at okkurt må
gerast, og at lands-
nevndin ætlar at fåa ein
fund vid nevndina i
Klaksvík. Hann vónar,
tað fer at bera til at tosa
seg til rættis.
Fundurin hevur íkki
verið enn, tí tað hevur
ikki eydnast at savna
nevndina í felagnum í
Norðuroyggjum.
Hinvegin skilir hann
væl misnøgdina í Norð-
uroyggjum, men tað eru
ikki bara Norðuroyggj-
amar, sum í so máta
kunnu kenna seg svikn-
ar. Norðstreymoy hevur
heldur ongantíð havt
Royna nú
at sissa
Landsnevndin
bandsflokkinum fer nú at
tosa vid norðoyingarnar,
sum eru í ødini um, at flokk-
urin ikki valdi landsstyris-
mann úr Norðuroyggjum
á
l sam-
landsstýrismann fyri
sambandsflokkin.
Mannagongdin, — tå
landsstýrisfólkini skulu
veljast, er, at lands-
nevndin fyrst ger sítt
tilmæli, og tingfólkini
velja landsstýrisumboð-
ini.
Trygvi Guttesen sig-
ur, at tey plaga at hugsa
um, hverji valdømi
høvdu havt gagn av
landsstýrismanni úr
teirra øki. Men tað ber
ikki til bara at vélja út frá
tí. Dentur má leggjast á,
hvørji skikkað fólk
flokkurin hevur at seta í
landsstýrið. |Hesuferð
hildu tey, at Ivan Johan-
nesen og Eilif Samuel-
sen vóru best skikkaðir.
Ta frágreiðingina
góðtaka sambandsfólk-
ini í Norðuroyggjum
ikki. Felagið í Norður-
oyggum hevði trý upp-
skot, Paul Martin Ras-
mussen, sum við løg-
tingsvalið fekk flestar
atkvødur, Eyðfinn Han-
sen, sum er býráðslimur
fyri flokkin og so Dánjal
Klakk, sum áður hevur
stillað upp. Hesir tríggir
vóru líka væl skikkaðir,
halda norðoyingarnir.
randi
60 dagar í fongsul
Bretin, sum hósdagin varð dómdur fyri óviljað at hava dripið ein
mann í Havn ísummar, heldur fast við, at hann er ósekur og hevur
skotið dómin inn fyri landsrættin
Tá ein 50 ára gamal maður
eina summarnått í juli bólt-
aði oman gjøgnum einar
trappur í Havn, varð ein
breti beinanvegin fongsl-
in, sum datt oman
gjøgnum trappurnar, doyði
nakrar dagar seinni av
løstinum.
Bretin varð latin leysur
aftanå avhoyringina, med-
an politiið kannaði málið
nærri.
Men herfyri varð ákæra
reist móti sama manni, og
mikudagin var málið fyri í
Føroya rætti.
Tað var eitt kveld, at
bretin og vinkona hansara
høvdu hitt tann nú deyða
mannin og konu hansara í
býnum. Aftaná vóru tey
farin heim til vinkonu bret-
an. Har vóru teir báðir
komnir til ilnar.
Frágreiðingarnar um
kveldið vóru nokkso ym-
iskar. Eitt vitni seg seg hava
sæð bretan fýra hin oman
gjøgnum trappurnar, men
bretin sjálvur og vinkona
hansara søgðu, at bretin var
á loftinum, tá ólukkan
hendi.
Verjin helt grundarlagið
fyri atdóma mannin vera ov
veikt, tí hin kundi vera
dottin.
Men dómarin tók undir
við ákæranum og dømdi
bretan fyri óviljað mann-
dráp og av ósketni at hava
fýrt hin. Bretin varð dømdur
at sita f 60 dagar og haraftrat
at gjaldar sakarmálsút-
reidslurnar.
Bretin góðtók ikki dómin.
Hann helt seg vera illa við-
farnan og segði, at hann var
ósekur. Tí kærdi hann dóm-
in inn fyri landsrættin.
randi