leygardagur 17. september 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr. 177 — 17. SEPTEMBER 1994
Íslendsk miðaldarhandrit
- aldur og uppruni
Almenn samkoma í Norðurlaudahúsinum við gestafyrilestri og handing av
sómdargávu sunnudagin 18. sept., kl. 16
Fyri aðru ferð skipar Fróð-
skaparsetur Føroya fyri
heidursfyrilestri til áminnis
um Chr. Matras professara,
sum andadist i 1988.
Fyrsta heidursfyrilesturin
helt ein navnframur orda-
bókamaður og serfrødingur
i målteld, Sture Allén, pro-
fessari við universitetið í
Gøteborg. Tað var í februar
1993. Við sama høvi varð á
fimta sinni sømdargåva
handað úr Grunni Kristjans
á Brekkumørk.
Gestafyrilesarin = hesa
ferð er Stefán Karlsson,
fyristødumadur á Stofnum
Árna Magnússonar á Is-
landi og professari við Há-
skóla Íslands. Stefán las
norrøna målfrødi við uni-
versitetið í Keypmanna-
havn og tók magistaraprógv
haðani í 1961. Ein av lær-
Tíði ri
arum hansara var Chr.
Matras professari. Årini
1959-70 starvaðist hann á
Det arnamagnæanske Ips-
titut í Keypmannahavn. Frá
1970 var hann knýttur sum
serfrødingur at Handrita-
stofnun Íslands, ið seinni
broytti navn til Stofnun
Árna Magnússonar á Is-
landi. Hann gjørdist fyri-
stóðumaður á hesum gitna
stovni nú í summar og sam-
stundis professari við Há-
skóla Íslands, har hann í
mong ár hevði verið tíma-
lærari. Ålitisstørv hevur
hann havt mong, m.a. hevur
hann verið formaður í ís-
lendska-danska orðabóka-
grunninum frá 1976 og
stjórnarlimurí Orðabók Há-
skóla Íslands 1982-88. Av
viðurkenningum kann
nevnast heidrsløn frá Kung-
Heimurin roknar
við TRULY
Fyritøkan Truly Elec-
tronics Manufactur-
ing Limited var sett å
stovn i 1978 i Hong
Kong. Sidan tå hava
okkara ágrýntu og krav -
miklu tøknifrødingar
borðreitt við nógvum
slógum av roknima-
skinum, ið lúka alskyns
tørv. Tá ið vit loyva
okkum at bjóða okkara
fjølbroytta úrval av
Truly-tólum fram
— frá teimum smæstu
lummaroknarum, ið
rúmast í einari pen-
ingamappu, tí teir ikki
eru stórri enn eitt kre-
dittkort, til stórar fram-
komnar roknimaskinur
á skriviborðunum hjá
einum grannskoðara-
virki;
— frá ti roknandi vin-
manninum hjá skúla-
dreinginum til tann vís-
indaliga hjálparan hjá
verkfrødinginum;
— frå ti einføldu rokni-
maskinuni hjå einari
heimagangandi — his-
móður til teldubankan
hjá handilsmanninum;
so plikta vit okkum
samstundis til at gera øll
nøgd, ið vilja hava eina
álítandi roknimaskinu.
Men vit steðga ikki
her. Í 1992 gjørdi Truly
25 milliénir roknima-
skinur. Og komandi år
fara uppaftur fleiri fólk
at rokna við Truly.
Loyndarmálið er okk-
ara javn- og samskipaða
framleiðsla, sum ger
Truly-fyritøkuna føra
fyri at hava eftirlit vid
sjålvt teimum
allarminstu lutunum i
maskinunum. Og sjálv-
sagt merkir hetta trygd
fyri bæði góðsku og
stundisligari av-
greidslu. Tå id tann
nyggja LCD-verk-
smidjan seinni f år virk-
ar vid fullari megi, gerst
Truly-fyritøkan so at
siga sjålvbjargin, ti tå
ger hon sjålv meir enn
90% av teimum lutum,
ið verða nýttir.
Pappírslonin í Sverr-
isgøtu 9 í Havn, tlf.
10603, umboðar stóra
úrvalið av Truly-rokni-
maskinunum, sum eis-
ini fáast í fleiri øðrum
handlum kring landið.
THE worLD COUNTS on
TRULY"
liga Gustav Adolfs Akade-
mien í Uppsala, Dag Strøm-
bácks beløningsfond, 1983.
Stefán Karlsson hevur
skrivað hópin av vísinda-
greinum, sum eru komnar á
prent víða hvar. Eisini í
Fróðskaparritum hevur
staðið grein eftir hann,
»Aldur Hauksbókar<. Tað
var í 1964, og hann gjørðist
tá limur í Føroya Fróðskap-
arfelag. Í gransking síni
hevur hann lagt serstakan
dent á íslendsku miðaldar-
handritini, og tað verða eis-
ini tey, hann fer at umrøda í
fyrilestrinum, sum hann
hevur givið heitið >Íslendsk
miðaldarhandrit — aldur og
uppruni<.
Longu í fyrru helvt av 12.
øld — kanska uppaftur fyrr —
byrjaðu íslendingar at
skriva á móðurmálinum, og
elstu varðveittu handritini
stava frá seinnu helvt av
øldini. Tey fyrstu eru bert til
í brotum, men frá umleið
1200 finna vit heil handrit.
Meginparturin av íslendsku
fornsøgunum og handritini,
sum varðveita hesar søgur
og aðrar íslendskar mið-
aldarbékmentir, er skrivað-
ur av énevndum monnum.
Okkurt undantakider. Í fyri-
lestrinum er ætlanin at taka
fram tvey av teimum fåu
dømunum, har skrivarar av
midaldarhandritum eru
nevndir í sjálvum handrit-
inum. Samstndis verda um-
røddar royndir, sum hava
verið gjørdar, serstakliga
seinnu árini, til at tíðarfesta
handrit neyvari enn áður og
at finna upprunaslóðina,
umhvørvi skrivaranna og
nøvn teirra.
Fyrilesturin verður hildin
á fóroyskum máli.
Í framhaldi av fyrilestrin-
um fer Føroya Fróðskapar-
felag å sætta sinni at handa
sømdargåvu úr Grunni
Kristjans á Brekkumørk.
Teir, sum áður hava fingið
hesa sømdargåvu, eru: Jóhs.
av Skarði, Hans Thomsen,
Hanus Debes Joensen,
Hanus Andreassen og Jon-
hard Mikkelsen. Stovns-
fæið í grunninum er týska
OSSIAN-heidurslønin, ið
varð veitt Chr. Matras pro-
fessara og Fróðskaparfelag-
num í 1981. Grunnurin
hevur til endamáls at styðja
virki einstaklinga føroysk-
um máli at frama.
Tíðindablaðið (XX)
Skotland-Feroyar í Glasgow
12. oktober 1994
Tekning áðrenn 20. sep. |
Avmarkað pláss
7. okt. kl. 10.30
av Havnini við Smyr
8. okt. kl. 11.00
úr Aberdeen við bus
verður á hotel Hospitality inn til mik
tå dysturin verður leiktur. I
fyri at gera ymiskar útferðir
Atgonumerkir til dystin kunnu
keypast á Farstoðini fram til
týsdagin 27. sep.
12. okt.
Bussurin koyrir frá hotellin
har dysturin verður leiktur
Aftaná dystin koyrir bussurin til Aberdeen
iroknad kostnaðin er ferðin
úr og til Føroyar, bussur úr
Aberdeen til Glasgow,
4 nætur á hotelli við
morgunmati og bussur til
Stadion og til Aberdeen.
Í MM
m til Stadion
13. okt. kl. 8.00
Farið verður úr Aberdeen og Smyril verður
í Tórshavn friggjamorgun 14. okt. kl. 8.20
Kostnaður frå 1.990, - kr
STRANDFARASKIP LANDSINS
TIf. 14550 ella Tlf. 57566