fríggjadagur 11. juli 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 129 - 11. juli 2003
Nr. 129 - 11. juli 2003
5
Væntar at onnur lond fara at boykotta føroyskan laks
Landsdjóralæknin
sigur, at ILA -gølan á
Bakkafrost og Ali-
støðini á Bakka kann
eisini fáa avleiðingar
fyri royndirnar hjá
føroyingum at sleppa
at koppseta fyri ILA
MATVØRUGØLA
Áki Bertholdsen
Er illgrunin rættur um at
Bakkafrost og Alistøðin á
Bakka hava útflutt laks til
matna, sum er sjúkur ella
deyður av ILA, væntar
Landsdjóralæknin, at tað
fer at fáa álvarsligar avleið-
ingar fyri føroysku ali-
vinnuna.
Tað hevur hann boðað
Havbúnaðarfelagnum frá í
eini kunning um málið.
Bjørn Harlou sigur, at
Heilsufrøðiliga Starvsstov-
an fór at kanna viðurskiftini
á Bakkafrost og á Alistøð-
ini á Bakka, eftir at tíðindi
vóru farin at ganga um, at
virkini tóku fisk, sum var
deyður av ILA og útflutti
hann til matna.
Eftir kanningarnar heldur
Heilsufrøðiliga Starvsstov-
an, at hon fekk váttað at so
var.
– Heilsufrøðiliga Starvs-
stovan hevur staðfest, at
fiskur, sum nýliga var
deyður av sær sjálvum,
varð skildur í kassar og
ísaður og fluttur inn á
laksavirkið, har hann var
virkaður.
Fiskur, sum var deyður
av sær sjálvum, men sum
ikki var feskur, var fluttur
til lands óísaður, har hann
varð malin til ensilasju á
laksavirkinum.
Landsdjóralæknin sigur
við havbúnaðarfelagið at
tað er bæði brot á kunn-
gerðina um niðurberjing av
ILA og brot á matvørulóg-
ina at taka laks til matna,
sum er deyður av ILA.
Hann segði eisini við
Havbúnaðarfelagið mána-
dagin, at eftir øllum at
døma var so nógvur fiskur
tikin, sum var deyður av
ILA, at tað var bara ein
spurningur um tíð, áðrenn
fjølmiðlarnir fingu tað at
vita.
– Og tá ið føroyskir fjøl-
miðlar hava fingið tað at
vita, verður tað skjótt, at
eisini útlendskir fjølmiðlar
fara at taka málið upp.
Halda uppat at keypa
føroyskan laks
Landsdjóralæknin sigur, at
málið er so álvarsligt, at
hann hevur skyldu at boða
ES myndugleikum frá hes-
um, saman við eini fráboð-
an um, hvørji stig, før-
oyskir myndugleikar taka
ímóti alivirkin um og hvørji
stig verða tikin fyri at forða
fyri, at hetta endurtekur
seg.
Og hann stúrir fyri, at
avleiðingarnar fyri før-
oysku alivinnuna verða sera
álvarsligar.
– Tað er væntandi, at út-
lendindskir innflytarar og
brúkarar fara at boykotta
føroyskan alifisk.
Samstundis ber ikki til at
siga, um eitt slíkt boykott
eisini fer at breiða seg til
eisini at umfata innflutn-
ingin av øðrum fiskavørum
úr Føroyum.
– Undir øllum umstøðum
fer tað at taka drúgva tíð at
byggja uppaftur álitið hjá
brúkarum og innflytarum
uttanlands á føroyskan laks
og úrdráttir úr laksi.
– Tað er eisini væntandi,
at ES myndugleikar fara at
ivast stórliga í, hvussu før-
oyingar handfara ILA trup-
ulleikan.
– Tað er ikki ósannlíkt, at
ES myndugleikar heilt ella
partvíst fara at banna inn-
flutningi av føroyskum
laksi og úrdráttir úr laksi.
– Somuleiðis hava tey
einstøku londini hvør sær
heimild til at steðga inn-
flutningi av føroyskum
laksi og laksaúrdráttum
Bjørn Harlou sigur, at støð-
an hjá føroysku alivinnuni í
løtuni, kann samanberast
við forboðið, sum fyri
nøkrum árum síðani var
sett ímóti at flyta oksakjøt
úr Bretlandi í sambandi við
munn- og kleyvasóttina og
neytaøði.
Avleiðingar fyri kopp-
seting
Landsdjóralæknin
sigur
eisini, at tað er óvist um
hendan gølan eisini fer at
fáa avleiðingar fyri royndir-
nar at fáa ES myndugleikar
at góðkenna at føroyingar
fara at koppseta fyri ILA.
– Men bæði ES kommisi-
ónin og og heilsufrøðiligu
starvsstovurnar í teimum
ymsu londunum, hava gjørt
púra greitt, at tað kann ikki
koma upp á tal at loyva
føroyingum at koppseta
fyri ILA, verða munadygg
tiltøk ikki samstundis sett í
verk fyri at kunna taka ILA
raktan laks beinanvegin
sjúkan vísir seg og fyri fyri
at forða fyri, at smittan inn
breiðir seg, sigur Lands-
djóralæknin.
– Støðan hjá føroysku ali-
vinnuni eftir illgrunan um,
at fiskur, sum er deyður av
ILA, er útfluttur til matna,
kann samanberast við for-
boðið fyri nøkrum árum síð-
ani ímóti at flyta neytakjøt
úr Bretlandi eftir at neyta-
øði og munn- og kleyvasótt
herjaði har, heldur Bjørn
Harlou, Landsdjóralækni
Hevur Bakkafrost og
alistøðin á Bakka
svikað við ILA, hava
teir hugsað ov nógv
um seg sjálvar og ov
lítð um samfelagið
sum heild, heldur Rói
Egholm á Farex, sum
eisini selur nógvan
laks
ÚTFLUTNINGUR
UNDIR ILLGRUNA
Áki Bertholdsen
– Er tað rætt, at Bakkafrost
og Alistøðin á Bakka, hava
svikað við ILA sjúkum
laksi, kann tað verða eitt
ógvuliga stórt bakkast fyri
føroysku alivinnuna.
Tað heldur Rói Egholm á
fiskasøluni, Farex, sum
eisini selur nógvan laks.
Men hann væntar ikki, at
hetta fer at fáa avleiðingar-
nar fyri sjálvan marknaðin,
altso tey, sum keypa før-
oyska laksin, ella fyri prísin
sum so.
Tó ásannar hann, at hetta
kann føra við sær, at felags-
skapir í ES fara at royna at
ES myndugleikar at bannað
innflutningi av føroyskum
laksi fyri at sleppa undan
einum kappingareneyta og
hvat tað kann enda við, er
óvist.
Hava svikið álitið
Rói Egholm stúrir meiri
fyri øðrum avleiðingum,
sum hetta kann hava við
sær.
– Hesi seinastu árini hev-
ur ES víst føroysku alivinn-
uni stórt álit.Men hava vit
kvittað fyri hetta álitið við
at svikað við ILA, er tað
eitt álvarligt álitisbrot, sum
tað kann taka langa tíð at
byggja upp aftur. Og tað er
nógv álvarsligari enn tær
avleiðingarnar, hetta kann
fáa fyri sjálvan marknaðin,
sigur Farex- maðurin við
Sosialin.
Hann sigur, at hesi sein-
astu árini hevur ES góðtikið,
at nógv av eftirlitinum og
pappírsarbeiðnum, ið er
tengt at eisni sølu, er lagt út
á vinnuna sjálva og á útflutn-
ingsfyritøkuna og føroyskar
myndugleikar annars.
Samstundis
hava
tey
ymsu liðini í Føroyum,
vinnan, útflutningsfyritøk-
urnar og myndugleikarnir
havt álit á hvørjum øðrum,
at øll liðini arbeiddu eftir
forskriftunum.
– Tað hevur havt ómeta-
liga nógv at siga, at vit hava
kunnað havt eftirlitið her
heima hjá okkum sjálvum
og at vit hava havt hetta
álitið á hvørjum øðrum, tí
tað hevur gjørt alla skipan-
ina nógv smidligari og hev-
ur verið eitt veruligt fram-
stig fyri útflutningin.
– Hevur eitt lið í føroyum
brotið hetta álitið, sum vit
hava havt fleiri ár um at
bygt upp, er tað sostatt
ómetaliga óheppið
Rói Egholm sigur, at av-
leiðingin av hesum kann
vera, at vit noyðast aftur til
tað gamla, at fólk skal vera
á bryggjuni at kanna eftir
um útflutningspappírini og
vøran samsvara, og at bilar-
nir við fiskavørum haraft-
urat eisini skulu latast upp
og eftirkannast, tá ið teir
koma í land í eini ES havn,
fyri at vita um alt sam-
svarar.
– Vit eru so langt burtur, at
tað hevur verið ein ómetal-
igur fyrimunur fyri okkum,
at skipanir og mannagongdir
heilt frá framleiðsluvirkin-
um, til endaligu viðskifta-
fólkini, eru so smidligar,
sum gjørligt.
– Skulu vit aftur til tað
gamla, kann tað føra við
sær, at útflutningurin verð-
ur óneyðuga seinkaður, tá
ES skal eftirkanna tær vør-
ur, sum koma úr Føroyum.
Átaluvert
Hinvegin sigur Rói Egholm
eisini, at tað kann eisini
vera rætt, tá ið Jan Morten-
sen í Vinnuhúsinum heldur,
at hetta kann júst brúkast
sum eitt prógvmótvegis ES,
at okkara eftirlit virka.
– Men er illgrunin ímóti
Bakkafrost og Alistøðini á
Bakka rættur, tað kann so
ikki forsvarast við, at hetta
vísir, hvussu væl okkara
eftirlit virkar.
– Øll virki mugu laga seg
til, at tey arbeiða undir eini
felags skipan og verður
hendan skipanin brotin, er
tað átaluvert, tí so hevur
viðkoamndi virki hugsað
ov nógv um seg sjálvt og ov
lítið um samfelagið við at
seta forskriftir til viks og
við at máa støðið undan tí
áliti, sum er bygt upp ímill-
um allar partar.
– Hóast hetta ikki er eitt
stórt mál i sær sjálvum, er
tað grundleggjandi skeivt at
bróta tær reglur, sum eru.
Og orsøkin til, at føroyskir
myndugleikar fara so harð-
liga til verka, er tí, at vit
hava so stórt álit frá ES til
sjálvi at syrgja fyri, at lógir
og forskriftir verða hildin.
– Tað er ræðandi at minn-
ast aftur á, hvussu tað var
fyrr og, hvussu trupult tað
var at útvega váttanir og alt
annað pappír, sum skuldi til,
fyri at avgreiða eina sølu og
vit mugu undir ongum um-
støðum aftur til tað skip-
anina, sigur Rói Egholm.
Kann oyðileggja nógv fyri føroyska alivinnu
– Tað er ræðandi at minnast aftur á, hvussu støðan var fyrr og
vit mugu undir ongum umstøðum aftur til tað skipanina,
sigur Rói Egholm
Starvfólkini á Fiska-
virking í Miðvági eru
stolt og í góðum lag í
dag, men tað eru tey
ofta og halda hetta
verða av stórum týdn-
ingi fyri, at Fiska-
virking í Miðvági er
eitt gott arbeiðspláss.
ARBEIÐSUMHVØRVI
Marjun Dalsgaard
Í matstovuni á Føroya
Fiskavirking í Miðvági
hongur ein plakat, sum
Albert Ellefsen hevur funn-
ið í Ramnmubúðini í Havn.
Her eru ymisk orðatøk um,
at tað er gott at vera glaður.
- Eg keypti hana, tí eg
vónaði, at onkur kanska
steðgar upp og lesur hana
av og á. Mær dámar best
hattar við størstu bókstav-
um: De fleste smil starter
med et smil. Og síðan
hattar sum sigur, at um tað
er møguligt at gera nakað
betur, er tað ikki gott nokk,
sigur hann.
Við eitt borð sita nakrar
ungar gentur, sum arbeiða á
Fiskavirking. Ein teirra er
Berit Jacobsen.
Ávirkar handan plakatin
teg?
- Eg veit ikki, um eg
verði í góðum lag av henni,
men eg plagi at hyggja eftir
henni, tá eg flenni – serliga
hasum: Latter er indre
jogging, sigur Berit og
flennur enn meir, enn
áðrenn, síðan leggur hon
aftrat – og vit flenna nógv
her. Allar við borðið játta –
tær halda, at tað er sera
spennandi, at virkið er
kosið til Ársins arbeiðs-
pláss, men hava faktisk ikki
fingið tað at vita frá leiðsl-
uni enn.
- Tað hevur týdning, heilt
sikkurt, og sjálvsagt verður
ein stoltur, og kanska glað-
ari fyri at verða her. Eg
vænti, at tað helst eisini fer
at ávirka viðurskiftið mill-
um leiðslu og starvsfólk og
gera tað enn betur, sigur
Berit. Hon hevur arbeitt á
Fiskavirking í Miðvági í
fimm ár og er glað fyri at
verða har.
- Hetta er eisini gott, tí
fólk hava kanska lyndi til at
hyggja niður á fólk, sum
arbeiða á einum flakavirki,
men tað er ikki so galið,
sigur hon. Tær leggja dent
á, at tað altíð er góður hýrur
á virkinum, og at fólk í
øllum aldrum koma væl
útav tí.
Hava verið her í 30 ár
Jona Samuelsen og Ólavur
Hansen hava bæði starvast
á virkinum í meir enn 30 ár
og nógv er broytt, meðan
tey hava verið har.
- Meiri er at gera nú,
heldur Jona Samuelsen,
sum er farin niður í hálva
tíð síðan januar.
- Eg havi verið her í yvir
30 ár og havi altíð hingið í,
nú havi eg valt at fara niður
í tíð, sigur hon. Henni dám-
ar væl á virkinum og leggur
dent á, at lagið er gott á
fólki.
Ólavur Hansen heldur
avgjørt, at virkið hevur
uppiborið at vunnið.
- Leiðslan her er góð. Vit
hava góðar umstøður, og
um tú hevur brúk fyri ein-
um frídegi, stendur aldrin á,
sigur hann. Nógv er broytt
síðan hann byrjaði á virkin-
um, serliga arbeiðsumstøð-
urnar, og reinførið. Eisini
er arbeiðið meiri stabilt.
Hann er serliga glaður fyri,
at fólk eru fyrikomandi og
ein lærir nógv ymisk fólk at
kenna.
- Tey ungu eru so øgiliga
fitt og røsk, tað er virkuliga
stuttligt, at læra tey at
kenna, sigur hann.
Føroya Fiskavirking í
Miðvági vann í dag
heitið Ársins arbeiðs-
pláss. Tað er væl uppi-
borið halda starvs-
fólkini
ARBEIÐSUMHVØRVI
Marjun Dalsgaard
Virkisleiðari
á
Føroya
Fiskavirking í Miðvági,
Albert Ellefsen, er ein sera
stolut maður í dag.
- Eg haldi, at hetta er ein
stórur heiður, at vit eru vald
sum Ársins arbeiðspláss,
og tað er eingin ivi um, at
tað fer at hava positiva
árvirkan á leiðsluna og
starvsfólkið eisini. Hann
vónar, at hettar verður eitt
afturvendandi tiltak.
- Tað er av stórum týdn-
ingi, at hetta heldur fram, tí
tað er so motiverandi fyri at
arbeiða við arbeiðsum-
hvørvi. Vit eru sera fegin
um heiti, men nógv mangl-
ar í. Til dømis er nógvur
larmur á virkinum, sigur
Albert Ellefsen og leggur
aftrat:
- Og so bjargaði tað mín-
um degi – HB hevði annars
oyðilagt hann. Hann er
venjari hjá FS Vágar, ið
tapti 3-2 móti HB miku-
kvøldið.
Toppkarakter fyri
trivna og trygd
Í metingini av virkjum var
serligur dentur lagdur á
fýra umstøður. Fyrst og
fremst, um starvsfólkð
hevði svara ymiskt ella
einsháttað upp á spurnar-
blaðið. Um tey svaraðu
ymiskt, var tað tulkað, sum
at tey vóru erlig – ikki
høvdu nakað at dylja og
kendu seg trygg. Umframt
varð hugt eftir, hvussu
leingi fólk eru á virkinum –
tí er mett at vera tekin um,
at góður trivnaður er á ar-
beiðsplássinum. Hartil um
trygdin er í lagi, um leiðsl-
an lurtar eftir starvsfólk-
unum, og um starvsfólkini
eru stolt av at vera á júst
hesum arbeiðsplássi.
- Firksavirking í Miðvági
fekk toppkarakter í fýra
teimum
týdningarmestu
spurningunum, sigur Svein
Rógvi Nielsen. Tað var tó
ikki fyrr enn hann hevði
vitjað virkið, at hann var
sannførdur. Undir vitjanini
kannaði dómsnevndin, um
umstøðurnar á virkjunum
samsvaraðu við tað, sum
tey hvødu fingið at vita.
- Hetta er eitt nossligt
virki, trygdin er góð, góðar
umstøður eru at eta og
skifta í, og fólk eru glað
fyri at verða her, sigur
Svein Rógvi Nielsen.
Ársins
arbeiðspláss
er í Miðvági
Tað eru fakfeløgini, sum standa aftan fyri kapp-
ingina um Ársins arbeiðspláss, men undangongu-
maðurin er tann 29 ára gamli Svein Rógvi Nielsen,
ið hevur valt at gera eina kanning av føroyuskum
arbeiðsplássum sum endaliga uppgávu á Tekniska
skúlanum í Havn, har hann lesur framleiðslutøkni.
Virkini vóru fyrst vald út av eini dómsnevnd, har
trý komu í finaluni, síðan varð avgjørt, hvør vinn-
arin var eftir at starvsfólkini á hesum trimum
virkjum, høvdu svarað upp á eitt spurnarblað við
16 spurningum.
Um kappingina
Fyri at vera við í kappingini um ársins arbeiðs-
pláss í ár, skuldi fyritøkan hava minst 25 starvs-
fólk og arbeiðið merkt av at vera fysiskt aktivt. 20
fyritøkur meldaðu seg til kappingina. Tríggjar
vórðu valdar út og starvsfólkini á hesum fyritøk-
um fingu eitt spurnarblað við 16 spurningum. Út
frá hesum spurnarbløðum verður Ársins arbeiðs-
pláss funnið.
Dómsnevndin:
Í dómsnevndini, sum skal finna ársins arbeiðs-
pláss, eru Sakaris Hansen fyri Havnar arbeiðs-
mannafelag, Hanna Isaksen fyri Klaksvíkar
arbeiðskvinnufelag, Ingeborg Vinther fyri Føroya
arbeiðarafelag, Kristoffur Olsen fyri Klaksvíkar
arbeiðsmannafelag, eitt umboð fyri Rasmussen &
Weihe, og Svein Rógvi Nielsen, næmingur á
Tekniska Skúla í Havn
Ársins arbeiðspláss
Vit flenna nógv
Albert Ellefsen er ein fegin
virkisleiðari. Hann heldur, at
heiti Ársins arbeispláss er ein
sera stórur heiður, og
kappingin eggjar til at gera
meira við arbeiðsumhvørvið.
Umframt Albert Ellefsen fekk
Ragnhild Olsen, álitiskvinna
eisini blómur
Jona Samuelsen og Ólavur Hansen hava bæði starvast á
virkinum í meir enn 30 ár, og nógv er broytt, meðan tey hava
verið har
Vit flenna nógv, siga tær á
Fiskavirking. Tær halda at
Fiskavirking er eitt gott
arbeiðspláss, og at tað fær
týdning fyri
arbeiðsumhvørvið framyvir,
at tey nú hava vunnið heitið
ársins arbeiðspláss
C
M
Y
K
5
4