Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juli 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 129 - 11. juli 2003 Nr. 129 - 11. juli 2003 7 Vit kunnu øll at renna dyst Nakrir av luttakarun- um á norðurlendsku leguni fyri rørslu- og menningartarnað, sum er í Føroyum í hesum døgum, kapp- aðust hósmorgunin í fræslum ítrótti á Svangaskarði FRÆLSUR ÍTRÓTTUR Ingrid Bjarnastein Svangaskarð: Hóast veðrið ikki var av tí allarbesta hósmorgunin, so møttu luttakararnir, sum skuldu kappast í fræslum ítrótti fjølmentir upp á Svangaskarði. Regn og vindur var, men hetta tóktist ikki at nerva tey, tí tey vóru væl ílætin í regn- klæðum og húgvum, so har var lag á manni at kappast. Tað vóru børn frá norður- lendsku leguni fyri rørslu- og menningartarnað, sum høvdu leitað sær inn í Eysturoynna hósmorgunin. Legan byrjaði fríggjadagin í seinastu viku, og seinastu dagarnar hava fleiri kappingar verið á skránni. Gott lag Lagið var ógvuliga gott á teimum nógvu luttakarun- um. Nøkur tosaðu føroyskt, onnur íslendskt og norskt, svenskt og danskt var eisini at hoyra. Fleiri hjálparfólk vóru eisini við, og tá klokkan nærkaðist hálvgum tíggju vóru tey um at vera klár at byrja. Lagt varð út við at hita upp. Tað hoyrir til hjá einum og hvørjum ítróttar- fólki, og á Svangaskarði stóðu tey ikki nakað aftan- fyri okkara mætastu ítrótt- arfólk. Hjá onkrum skuldi lag leggjast á, og skjótt høvdu tey flestu runnið seg heit, meðan onnur høvdu hoppað eitt sindur. Byrjað varð við 100 metra renning. Talan var um seks sokallað heat, har millum fimm og seks vóru í hvørjum heati. Og so skjótt floytan hevði ljóðað, so varð lagt til brots. Tað var skjótt, at tey fyrstu heatini vórðu avgreidd. Seinni út á fyrrapartin varð kappast í kúluvarpi, slalom fyri tey í koyristóli, Longdarlopi, 400 metra renning og bóltkasti. Luttakararnir høvdu mat- pakka við, og høvdu tey høvi at fara inn í B68 húsi at bíða, meðan kappingar- nar vóru. Men tað var ikki bara í frælsum ítrótti, at kappast varð. Borðtennis, svimjing og boccia var eisini kappast í, men hetta fór ikki fram á Svangaskarði, men í Hoyvík. Legan fyri rørslu- og menningartarnað hevur verið í eina viku, og hon endar í dag, fríggjadag. Hon verður hildin á øðrum hvørjum ári í teimum ymsu norðanlondunum, og er hetta aðru ferð, at hon verð- ur hildin í Føroyum. Eini 120 luttakarar eru við á leguni. Meðan runnið varð, vóru hini ófør at “heppa” tey, sum runnu Fleiri føroyskir luttakarar vóru við í frælsum ítrótti á Svangaskarði hósmorgunin Tey í koyristóli stóðu onki aftanfyri hini. Tey kappaðust í slalom Fyrst á skránni hósmorgunin var 100 metra renning. Fyrsta heatið vann Rannvá Strøm úr Føroyum Miðalhitin í Føroyum og havinum kring Føroyar fer at økjast við trimum hitastig- um fram til 2100. Tað merkir helst, at vit fáa eitt minni fjølbrott djóra- og plantulív í framtíðini, stendur í einari umhvørvisfrá- greiðing, sum danska umhvørvisstýrið hevur gjørt UMHVØRVI Ingi Rasmussen Veðrið í Føroyum verður lýggjari, og avfallið um veturin verður meiri. Tað stendur í einari drúgvari frágreiðing, sum viðvíkur veðurlagsbroyt- ingum í Danmark, Føroy- um og Grønlandi. Frágreið- ingin er gjørd av danska umhvørvisstýrinum í sam- bandi við, at Danmark hev- ur bundið seg til Kyoto- sáttmálan. Veðurlagsbroytingarnar standast av dálking og í so máta hava vit einki at erpa okkum av. Ein frágreiðing frá Heilsufrøðiligu starvs- stovu staðfesti í fjør, at vit hava triðhægsta útlátið í øllum heiminum av kolt- víiltu fyri hvønn íbúgva. Ein ST-frágreiðing um veðurlagið frá 2001 sigur, at menniskjan ávirkar nátt- úruna og veðurlagið í størri mun enn higartil hildið. Frágreiðingin vísir, at upp- hitingin av jørðini seinastu 50 árini helst er skapt av menniskjum. Prógvað verð- ur, at veðurlagið er broytt í 20. øld og stórar broytingar eru í væntu næstu 100 árini eisini. Sambært nýggju donsku frágreiðingini fer hetta eisini at henda hjá okkum. Heitt og vátt Árligi miðalhitin í Føroy- um fer at hækka trý hitastig fram til 2100, sigur frá- greiðingin. Hækkingin í hitanum hendir stórt sæð javnt býtt út á summar og vetur. Samstundis kunnu vit vænta, at avfallið um vetur- in fer hækka umleið 25 pro- sent, men ongar stórvegis broytingar henda um summarið hesum viðvíkj- andi. Tað ljóðar kanska ikki av nógvum, men hetta fær stóra ávirkan á djóra- og plantulívið, serliga í sjón- um, sum sigst vera okkara hjallur. Tað, at Føroyar liggja avbyrgdar í Atlants- havinum, kann merkja, at broytingar í plantu- og djóralívinum, sum standast av veðurlagsávum, vera uttan javnvág. Tað vil siga, at tað ikki er vist, at deyðin av summum djóra- og plantusløgum verður uppvigaður av nýggj- um sløgum, sum tað ofta sæst aðrastaðni. Altso verður minni fjølbroytt djóra- og plantulív um okkara leiðir, um forsøgnin heldur. Skaðin í havinum Størstu broytingarnar henda helst í havinum, hóast óvissan eisini er størst her, so leingi lagnan hjá Norðuratlantiska streyminum ikki er kend. Ávirkanin á plantuæti verður stór. Stórur vandi er fyri fiskasløg, sum gýta á grunnum sjógvi tíðliga á vári, tí tey vera fyri UV-B stráling, sigur frágreiðing- in. Talan er um eitt nú flat- fisk, steinbít og onnur fiskasløg, hvørs rogn og ormverur reka til havs. Ávirkanin á súgdjór í havinum og havfuglar verð- ur serliga, at føðin verður at finna aðrastaðni, reiðring og uppvøkstur verða flutt, og at hægri tal av sjúkum fara at síggjast. Toskurin sleppur neyvan undan heldur. Afturvend- ingin av toskinum sær út til at vera treytað av tí, sum hendir við havstreymunum. At tað til dømis hava verið fleiri stormar enn vanligt, hevur áður ført til, at fiska- ynglið er blást til havøki, sum vóru ov køld til, at yngulið yvirlivdi. Ein nið- urgongd í streyminum úr suðri ávirkar eisini føðina til fiskayngul. Hóttan í álvara Hóast nógvar óvissur eru tengdar at slíkum forsøgn- um, so vísa tær helst, at menniskjuni, sum skapa yvirupphitingina av jørðini, mugu gera sær greitt, hvat tey vilja. Tað hava eitt nú tikið danir til eftirtektar við at skriva undir Kyoto-sátt- málan, sum føroyingar enn ikki hava tikið undir við. – Eingin veit við vissu, hvussu umfatandi veður- lagsbroytingarnar gerast frameftir. Men hinvegin kann eingin í dag ivast í hóttanini frá veðurlags- broytingum á menniskju og umhvørvi, bæði í fátæka og ríka partinum av heimin- um. At taka hóttanini í álv- ara er vorðin ein fortreyt fyri at náa einari burðar- dyggari menning. Danska stjórnin tekur hóttanina um globalu broytingarnar í fullum álvara og fer at liva upp til sínar altjóða bind- ingar, sigur Hans Christian Schmidt, umhvørivsmála- ráðharri, í fororðinum til frágreiðingina, sum kallast Danmarks Tredje National- rapport. Spurningurin er, um før- oyingar taka hóttanina í álvara. Lýggjari veður næstu 100 árini Tey flestu síggja helst sól og glaðar dagar fyri sær, tá tey hoyra, at tað verður heitari veður í Føroyum. Men serfrøðingar siga, at tað gongur út yvir plantu- og djóralívið. Mynd: Eirikur Lindenskov HITI: Miðalhitin í Tórshavn er í dag 6,5 hitastig. Hitin í januar og februar er umleið 3,5 hitastig og umleið 10,5 hitastig í juli. Árligi hitin er ymiskur frá staði til stað og er lægst við Vága floghavn, umleið 6 stig, og hægst á Sandi, har hann er 7 stig. Hitin er bert lítið hækkaður í 90-árunum. REGN: Tað regnar illa í Føroyum. Eini 1284 mm. Mest í Hvalvík, har tað eru 300 regndagar. Í Tórshavn eru 273 regndagar. Avfallið er nógv hækkað síðan 1970-árini. SÓL: Árligi sóltímarnir í Tórshavn eru gjørdir upp til 840 tímar. Sólin sær mest í maj og juni, 125 tímar í miðal. Hægst málda sóltímatalið var í maj 1948 og maj 2000. Talið av sóltímum síðstu 20 árini hevur verið javnt. Kelda: Danmarks Tredje Nationalrapport. Under de Forenede Nationers Rammekonvention om klimaændringer. Miljøstylsen, Miljøministeriet. (Fæst á www.hsf.fo) Fakta C M Y K 7 6