fríggjadagur 11. juli 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 129 - 11. juli 2003
Nr. 129 - 11. juli 2003
9
Hátøkni umborð á Highland Eagle
Eitt hátøkniligt kaðal-
skip hevur í hesum
døgum ligið við
Vestaru Bryggju í
Havn. Skipið er farið
norðum at fyrireika
leggingina av Farice
kaðalinum
FJARSKIFTI
Rógvi Borðoy
Skipið hevur ligið í Føroy-
um og gjørt klárt at fara í
gongd við fyrireikingina.
Suni Joensen, verkætlanar-
leiðari hjá Føroya Tele, sig-
ur, at skipið skal millum
annað dreggja botnin har
sum kaðalin skal leggjast.
Hetta fyri at vera heilt vísur
í, at alt gongur eftir ætlan.
Seismisku kanningarnar
eru longu gjørdar, og alt
sær út til at ganga sum ætl-
að. Men forðingar kunna
stinga seg upp, sum seism-
isku kanningarnar ikki hava
avdúkað, og tað er upp-
gávan hjá Highland Eagle
at fáa hesar forðingar bur-
tur.
Tá Higland Eagle er lið-
ugur við fyrireikingarnar,
fer eitt annað kaðalskip,
Pertinacia, at leggja sjálvan
kaðalin , og Highland Eagle
skal tá vera hjástaddur sum
stuðul, um nakað skuldi
stungið seg upp. Um kaðal-
skipið
Pertinacia
ikki
megnar at grava kaðalin
niður í havbotnin, fer High-
land Eagle við einum
kavbáti og spular kaðalin
niður við vatntrýsti. Kav-
báturin er ein robottur ella
tólmenni, og verður annars
kallaður ROV.
CANTAT ov ótryggur
Orsøkin til, at kaðalin
verður lagdur er, at gamli
kaðalin
er
vorðin
ov
ótryggur,
sigur
Suni
Joensen. Sum nú er, verður
fjarskiftistænastan
mun-
andi skerd, um trupulleikar
stinga seg upp, og tað sigur
Suni Joensen ikki vera
óvanligt.
Um
gamli
CANTAT kaðalin verður
skaddur ella annað, hevur
Føroya Tele bert fylgis-
veinin at líta á, og tað sigur
Suni Joensen, at Føroya
Tele ikki vil bjóða kundum
sínum.
Við tveimum kaðalum
gerst sambandið munandi
tryggari, og ta fyrstu tíðina
koma teir á Føroya Tele
eisini at brúka fylgisveina-
sambandið, so tað verður
nærum ógjørligt at slíta
sambandið.
Men aðrir eykaágóðar
eru eisini, og ein teirra er
størri orkuføri. Suni Joen-
sen sigur, at kaðalin fer at
gera tað fer at gera møgu-
leikarnar munandi størri
fyri at fáa breiðbandsinter-
net hjá føroysku kundun-
um. Hann vil ikki siga
nakað um hvønn týdning
nýggi kaðalin annars fer at
fáa fyri føroyska brúkaran-
um.
Viðvíkjandi einari møgu-
ligari príslækking sigur
Suni Joensen, at kostnað-
urin fyrst má gerast upp,
áðrenn tað kann koma upp
á tal.
Felags um ætlanina
Allir føroyskir og allir
íslendskir fjarskiftisveitarar
eru við í verkætlanini. Ís-
lendska stjórnin spælir
eisini ein stóran leiklut,
sigur Suni Joensen.
Við hesi verkætlanini
verða Føroyar og Ísland
samanbundin við restina av
umheiminum.
Kaðalin
verður lagdur frá Seyðir-
firði í Íslandi til Funnings-
botn, og úr Føroyum til
norðasta enda á Skotlandi.
Og haðani er skjótt og trygt
samband við restina av
heiminum,
sigur
Suni
Joensen.
400 mió. krónur
Fjarskiftisveitararnir eru
vorðnir
ásamt
um,
at
kostnaðarbýtið teirra mill-
um skal vera 80 prosent til
Ísland, og 20 prosent til
Føroyar. Føroysku veitarar-
nir koma sostatt ag gjalda
80 mió krónur, meðan
íslendsku veitararnir gjalda
320 mió. krónur. Hetta er
roknað út frá væntaða
nýtslubýtinum teirra mill-
um.
Klárt næsta ár
Suni Joensen sigur, at ífylgi
sáttmálanum skal kaðalin
vera niðurgrivin og klárur
at brúka tann 29. november
í ár. Men Føroya Tele fer
fyrst at gera nakrar royndir
við
kaðalinum,
áðrenn
hann verður settur í vanliga
nýtslu. Hann sigur, at fyrst í
næsta ár skuldi verið liðugt
við royndirnar, og kaðalin
verður tikin í nýtslu stutt
hareftir.
Highland Eagle fer við nýggjastu hátøkni at fyrireika leggingina av Farice kaðalinum. Teir fóru avstað í gjárkvøldið, og byrjaðu í Funningsbotni, har teir skula dreggja eina rennu til Íslands.
Mynd: Álvur Haraldsen
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Finnur Lómstein
60
Í dag, 11. juli, fyllir Finnur
Lómstein í Havn 60 ár.
Hann er annars gøtumaður,
føddur í Syðrugøtu. Hann
er sonur Eriku, sum var
næstelst av børnunum hjá
Júlionnu og Salomon Greg-
ersen fyri oman Oyruna í
Syðrugøtu, og Høgna, sum
var næstelstur av børnunum
hjá Annu Sofíu og Jóan
Fredrik Lervig á Kletti í
Norðragøtu.
Erika og Høgni fingu
tíggju børn. Finnur er nr. 7
í røðini. Erika doyði ólav-
søkudag í 1962. Tá var tað
yngsta barnið 13 ár.
Finnur hevur starvast
sum
skrivstovumaður.
Hann fekk skrivstovustarv í
Útvarpinum
niðri
á
Bryggjubakka
1.
apríl
1963. Tá Útvarpið seinni
varð skipað í deildir, gjørd-
ist hann leiðari á fíggjar- og
fyrisitingardeildini.
Í 1984 varð tað almenna
Sjónvarpið stovnað. Finnur
hevði nú verið í Útvarpin-
um í meira enn 20 ár og
hevði hug at skifta arbeiði.
Hann fekk starv sum fíggj-
ar- og fyrisitingarleiðari í
Sjónvarpinum. Hann er
røkin í peningamálum, og
gott skil var á fíggjar-
viðurskiftunum undir hans-
ara leiðslu, bæði í Útvarpi
og Sjónvarpi.
Nú eru so liðin næstan 20
ár, síðani hann fór at starv-
ast í Sjónvarpinum. Hann
hevði farloyvi í tvey ár,
men hevur annars arbeitt
har øll árini. Av heilsuávum
segði hann leiðarastarvið
frá sær í vetur og hevur nú
annað starv á stovninum.
Frítíðarítriv hansara hava
fyri stóran part verið úti í
natúruni. Honum hevur
dámt væl at gingið túrar og
ferðast kring um í oyggj-
unum við konu og børnum.
Bát hevur hann átt, hevur
gjørt nógv av at fara á flot,
bæði at fiska og skjóta, og
hann setti í mong ár humm-
ararúsur inni á Tangafirði.
Finnur er gudsóttandi
maður og hevur havt fast og
virkið tilknýti til Brøðra-
samkomuna.
Í 1966 giftist Finnur við
Jóruni, dóttir Doru og
Dánjal Nielsen í Vatnsoyr-
um. Jórun og Finnur eiga
fýra døtur: Erika er gift við
Jákup á Dul Jacobsen og
býr í Reykjavík. Anna er
gift við Róðin Mellem-
gaard og býr í Hoyvík.
Birgit er gift við Heðini
Klett og býr í Paris. Dora
býr í Keypmannahavn.
Dagurin
11. juli. Josva. Dagurin halgaður minninum um Josva
Nuns son, sum var eftirmaður Mósesar og leiddi Ísraels
fólk inn í hitt fyrijáttaða landið (Josvabók). Sama navnið
sum Jesus, Gud frelsir.
3. juli andaðist Sólgerð Djurhuus,
fyristøðukvinna á Ellisheiminum í
Havn, 62 ára gomul.
Sólgerð var borin í heim 4.
februar 1941 í Vági, foreldur henn-
ara vóru Andreas og Jóhanna Djur-
huus í Vági. Sólgerð var gift Palle
Olsen, felagsskrivara í Føroya Ar-
beiðarafelag, ið er ættaður úr Dan-
mark.
Sólgerð starvaðist á sjúkrahúsum
í Danmark, áðrenn hon tók við
starvi á psykriatisku deildini á
Landssjúkrahúsinum. Hon var sett
sum leiðari av Umlættingarheimin-
um í V. U. Hammersheimbsgøtu í
Havn 1. september 1984, og 2.juli
1992 var hon eisini sett sum fyri-
støðukvinna á Tórshavnar Ellis-
heimi.
Tað var eftir áheitan frá Sólgerð
Djurhuus, at Jákup Lindenskov
skrivaði bók um Ellisheimið, sum
kom í november 2001.
Tórshavnar Ellisheim varð stovn-
að 15. august 1935.
Martin Frederiksen
3. juli andaðist Martin Frederiksen, Brekkugøta 8,
Tórshavn 70 ára gamal. Hann var føddur í Havn 4.
apríl 1933. Astrid, f. Egholm, móðurin, 96 ára
gomul, býr á Ellisheiminum, V.U. Hammers-
heimbsgøtu, pápin, Hjalmar, fiskiskipari av Norð-
toftum, doyði í 1942. Trý vóru systkinini, Martin,
Sonne og systirin Anna, sum hevur búð í Danmark
frá barnaárum.
Aftan á realskúlan fór Martin á skrivstovu á
Landssjúkrahúsinum. Í 1952 fór hann til Dan-
markar, tók prógv á Niels Brocks Handelsskole,
var bókhaldari á Tuborg í nøkur ár, seinni settu
Olga og Martin, sum búðu í Virum, búgv yviri við
Strond í Havn. Børn teirra eru, Maria og Jógvan
Martin, búgva í Danmark.
Martin stovnaði flættivirkið, sum helt til úti í
Bakka í Havn í 60-unum, men flutti seinni til
Runavíkar. "Netavirkið" í Runavík, sum fyritøkan
nú nevndist, var rættuliga framkomið virki og
virkaði gørn og nótir til føroyska fiskiflotan.
Martin hevði eini 15 fólk í starvi, men hann mátti
gevast í ringu nítiárunum.
Annars kann vera nevnt at pápin, Hjalmar
Frederiksen, doyði á Sanatoriinum í 1942.
Hjalmar, sum var ættaður av Norðtoftum, var
fiskiskipari og førdi m.a. Verdandi, sluppin sum
annars hvarv við mann og mús undir krígnum.
Tað árið Martin varð føddur, varð Hjalmar
fisikikongur. 4. apríl 1933 landaðu teir úti í
Nólsoy, meðan teir lógu har, fekk Hjalmar boðini
um, at hann hevði fingið ein son.
jl
Palli Lamhauge
70 ár
Í dag,11. juli, fyllir Joen
Pauli,
vanliga
nevndur
Palli, Lamhauge í Vest-
manna 70 ár. Palli er føddur
og uppvaksin í Vestmanna.
Hann er sonur Oluffu, f.
Durhuus, ættað úr Garða-
stovu í Vestmanna og Jákup
Andreas Jul Lamhauge,
ættaður úr Lamba. Sum
ungur arbeiddi Palli eina tíð
hjá SEV. Í 1957-58 gekk
hann á handilsskúla í Dan-
mark. Í sambandi við at
hann saman við øðrum
føroyingum var á skeið í
London, vitjaðu teir í enska
parlamentinum, har fekk
hann høvið at síggja ym-
iskar kendar politikarar
sum t.d. Winston Churchill.
Palli plagar at skemta við,
at ætlanin var, at hann
skuldi heilsa upp á Chur-
chill, men hann, Palli,
hevði ikki stundir til tess.
Heim aftur komin róði
hann út í Grønlandi í trý ár.
13. desember 1962 lat hann
upp egnan matvøruhandil í
Vestmanna, hesin handil
hevur nú yvir 40 ár á baki. Í
1981 og 82 arbeiddi hann í
Føroyingahavnini í Grøn-
landi. Síðan 1983 hevur
hann havt skipaðan ferða-
fólkaflutning úr Vestmanna
til tey kendu og stórfingnu
Vestmannabjørgini. Í hes-
um arbeiði er hann komin
at kenna nógv fólk, bæði
kend og minni kend. Palli
hevur koyrt í Saab bilum
síðan 1967, hann man vera
ein tann persónur í Føroy-
um, sum hevur koyrt longst
í Saab. Bilurin ið hann
hevur nú er tann fimti í
røðini.
Palli er giftur við Hall-
gerð, f. Heinesen, ættað úr
Sandavági, tey eiga børn-
ini: Joan, Herdis, Jákup
Andreas, Oddvør, Jens
Martin og Fríðgerð.
Sólgerð Djurhuus
Palli Lamhauge við bátahylin inni á Fjørð í Vestmanna har ferðaseðlaskrivstovan hjá honum
heldur til
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
9
8