Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juli 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 129 - 11. juli 2003 Nr. 129 - 11. juli 2003 11 Tað hevur leingi verið innlýsandi fyri teim- um flestu uttanlanda, at arbeiðsumhvørvið er eins týðandi og framleiðsla og lønsemi. Tey seinastu árini eru starvsfólk og leiðslur eisini vorðin var við hetta her heima. Á nógvum virkjum verða gjørdar ábøtur til tess at minka um gang og óljóð. Somuleiðis verða gjørdar broytingar fyri at bøta um arbeiðsstøðu og fyri at sum minst skal lyftast við handamegi. Hetta er alt gott og væl. Hinvegin eru enn alt ov nógv virki, ið geva fysiska arbeiðs- umhvørvinum lítlan og ongan ans. Her hava fakfeløg, arbeiðseftirlit og arbeiðs- gevarafeløg eina stóra ábyrgd. Tað kann ikki vera alment góðtikið, at fólk verða likamliga niðurslitin í eini tíð, har tøkni- frøðin er fremri enn nakrantíð áður. Tað er tí eisini at fegnast um, at fokus nú verður sett á virki, ið veruliga gera nakað muna- gott fyri at bøta um fysiska arbeiðsum- hvørvið. Tíðin vil vísa, um her er talan um eitt varandi rák á arbeiðsmarknaðinum. Men eitt gott arbeiðsumhvørvið fevnir um annað og meira enn at bøta um tey fysisku viðurskiftini. Í dag verður eisini uttanlanda gjørt nógv fyri at bøta um tað sálarliga ella mentala arbeiðsumhvørvið. Strongd, avriksótti stór arbeiðsbyrða. Alt tað, sum stendst av tí nógvu ferðini innan umsitng og framleiðslu eins væl og dagliga kappingini millum starvsfelagar eru sera álvarasamar hóttanir móti sálarliga umhvørvinum. Her eigur eisni at verða gjørt nakað, tí eisini vit í Føroyum hava hesar trupulleikar. Leiðsl- urnar kunnu bjóða nógv - frá roykifrá- venjing, fragd og fimisvenjingum til sunn- an mat og listarlig tilboð. Her er í roynd og veru eingin endi á øllum teimum strongdar- fyribyrgjandi tilboðum, sum arbeiðspláss kunnu bjóða starvsfólki fyri ein bíligan penga. Hetta snýr seg í veruleikanum um fólkaheilsu, og tí eiga øll avvarandi at gera ein innsats. DAGSINS MEINING Sosialurin Arbeiðsumhvørvið VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Finnbogi Ísakson "Landsstýrinum verður heimilað í kunngerð at áseta nærri reglur sambært hesi lóg." Hetta var vanligt at síggja í løgtingslógum frá tí, vit fingu heimastýri í 1948, og frameftir. Lands- stýrið var eitt nevndarstýri, og tað varð litið tí samlaða landsstýrinum upp í hendi at áseta nærri reglur. Tað var kortini hvør landsstýr- ismaður sær, sum skrivaði undir kunngerðirnar á sín- um málsøki saman við skrivstovustjóranum ella einum fulltrúa. Tá var skipanin soleiðis, at Løgtingið hevði partvíst umsitingarvald umframt lóggávuvald. Í mongum lógum stóð, at eitt mál, sum Landsstýrið avgreiddi, skuldi fyrst verða lagt fyri eina løgtingsnevnd til góð- kenningar. Tær nevndir, sum høvdu størst umsiting- arvald, vóru Fíggjarnevnd- in og Fiskivinnunevndin, sum nú kallast Vinnu- nevndin. Tað var næstan ikki lóg, sum viðvíkti hes- um báðum málsøkjum, ið ikki legði ta treyt við, at ein avgerð hjá Landsstýrinum skuldi góðkennast í nevnd- ini. Henda skipan varð broytt við nýggju Stýrisskipanar- lógini. Nú er tað Landsstýr- ið, sum hevur alt umsiting- arvald, Løgtingið einki. Tað eru bara tvær samanbland- ingar av týdningi millum umsitingarvald og lóggávu- vald í dag. Onnur er, at ein løgtingslóg kemur ikki í gildi, fyrr enn umsitingar- leiðarin, løgmaður, hevur staðfest hana. Og hann kann eisini lata vera við at staðfesta hana. Hetta er samanblanding við lít og hevur einki við demokrati at gera. Tað er ein leivd frá tíðini, tá Danmark skifti frá einaveldi kongs til fólka- ræði. Hin er, at í løgtingslógum verður givið løgmanni ella landsstýrismanni heimild at áseta nærri reglur í kunn- gerð. Henda heimild er tó altíð avmarkað av tí, sum stendur í sjálvari lógini. Sundurbýtið millum um- sitingarvald og lóggávu- vald er, so vítt eg veit, strangari í Føroyum enn eitt nú í Danmark. Tað átti so eisini at havt við sær, at tær lógir, sum Løgtingið samtykkir, eru so neyvar sum gjørligt, og at minst møguligt verður litið landsstýrismanninum til at áseta í kunngerð. Men mær tykir ikki, at Løgtingið enn hevur vant seg nóg mikið við ta nýggju Stýrisskipanina. Tað stend- ur framvegis í næstan hvørjari lóg, sum mangan er stutt orðað, at lands- stýrismaðurin kann áseta nærri reglur. Eina ringast er í løgtingslógini um fiski- dagaskipan. Har finst ein slík heimild næstan í hvørj- ari lógargrein, td: "§ 17. Landsstýrið kann seta nærri reglur um, hvussu lógin verður framd og áseta gjald fyri fráboð- anir og loyvir." Ella í aðrari grein: "Stk. 2. Fiskidagar kunnu avhendast í sama fiskiári millum høvuðsbólkarnar, ásettir sambært § 28, stk. 1, undantikið frá bólki 5, til hinar bólkarnar, tá 3 mán- aðir eru eftir av fiskiárin- um eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð." Ella: "§ 15 verður orðað so- leiðis: § 15. Egin kvotu- partur, egin árskvota og egin hjáveiðikvota kunnu avhendast í eitt ár í senn ella endaliga eftir nærri reglum, sum landsstýris- maðurin ásetur í kunn- gerð". Fiskidagalógin verður bert nevnd sum eitt dømi um, at Løgtingið í stórum stíli lítur heimildina at áseta nærri reglur upp í hendurnar á umsitingini. Tað gav at bíta í trætuni um Victoriu lítlu. Í Løg- tinginum var ósemja um, hvussu trong ella víð navnalógin skuldi vera. Tey, sum vildu hava hana víðari enn áður, vunnu í Tingin- um. Men í lógini stendur, at "Farið verður fram eftir reglum, sum landsstýris- maðurin ásetur í kunn- gerð." Sostatt er tað eisini í hes- um førinum litið landsstýr- ismanninum til at áseta nærri reglur. Landsstýris- maðurin og hansara umsit- ingin gjørdu eina kunngerð. Men tey, sum eiga Victoriu, hildu ikki, at samsvar var millum lóg og kunngerð, og tey løgdu spurningin fyri Løgtingsins Umboðsmann. Hann gav teimum rætt og segði bart út, at landsstýris- maðurin var farin út um sínar heimildir. Síðani hev- ur landsstýrismaðurin sagt, at kunngerðin verður broytt, men tað skilst á lagnum, at ætlanin er eisini at fara aftur í Tingið við málinum. Tað er helst neyðugt í mongum førum at hava møguleikan opnan fyri, at umsitingin kann áseta nærri reglur í kunngerð, tí annars gerast skipanirnar mangan ov stirvnar. Men nú, tá Løgtingið onga umsitingar- liga ávirkan hevur - td í fiskivinnumálum - er neyð- ugt hjá Tinginum at gera neyvari lógir enn áður. Navnalóggávan er gott dømi um tað. Verða lógirnar ikki gjørd- ar neyvari, endar tað við, at Landsstýrið situr við øllum valdinum og Løgtingið við lítlum og ongum. Neyvari lóggáva Kai Vágfjall Sá í Dagblaðnum herfyri, at Jørgin Niclasen skýrir Høgna Hoydal at vera óseriøsan, tí tað er við at verða klárt longu nú at yvirtaka m.a. løgregluna. Hann sigur at Høgni hevur lovað, at løgreglan ikki skuldi yvirtakast í hesum valskeiðinium. Tað skal vera orsøkin til at Høgni ikki er seriøsur. Ein sera løgin pástandur. Haldi at Høgni og hansara umsiting heldur skuldi fingið rós fyri skjótt og gott arbeiði, at hetta stóra mál longu nú er við at koma undir land at verða yvir- tikið. Tað sum helst er gali er, at Jørgen er ein av sam- bandsmonnunum í Fólka- flokkinum, og tí ikki er so fegin um hesa yvirtøku. Og so er tað sera stuttligt, at tað er júst Jørgin sum skýrir onnur fyri at vera óseriøs. Hansara "seriøsitet" kenna øll bæði sum vinnulívs- maður og politikari. Er Jørgin seriøsur? VIÐMERKINGAR Lasse Klein Eingin kennur sjálvandi raksturin av alivinnuni so væl sum Jørn Astrup Han- sen. Hetta viðgongur hann eisini í samrøðuni í Sosial- inum mikudagin 9. juli 2003. Tað er heldur ikki so løgi, tí sum hann eisini vís- ur á: hann hevur verið við til at endureisa aluvinnuna aftan á kreppuárini, og fekk nógv heraklapp, tá endur- eisnin eydnaðist, og ali- vinnan hevur ment seg til at eiga uml. 23% av føroyska útflutninginum. Men tað er heilt týðuligt, at nú vil Astrup ikki spæla við longur, eftir at hann hevur endureist alivinnuna sum »minstur brúk«, og eftir at hann hevur lagt alivinnuni lag á, hvussu arbeiðast skal fyri at vinnan kundi bera seg og standa á egnum beinum. Hann sigur í veruleik- anum farvæl og takk fyri lán, hóast brúk er fyri breiðum herum. Hann vildi verða við so leingi gullfepurin herjaði, og avkastið var rímuligt, men nú prísirnir falla við rúkandi ferð, og ILA sjúkan herjar, nú takkar hann fyri seg. Hann endurtekur klass- isku søguna um tann neyð- uga eginpeningin, sam- stundis sum hann tekur burtur allan áhuga yvirhøv- ur hjá íleggjarum at koma við nýggjum eginpeningi, men í verunleikanum mælir hann ølllum frá at koma við váðafúsum kapitali, sjálvur dugur hann ikki at síggja nakran, sum hevur tøkan pening at seta í alivinnuna. Í verunleikanum er grein- in í Sosialinum eitt neyðaróp um hjálp, helst eitt felags neyðarróp frá báðum peningastovnunum, og heilfluktar allan trupul- leikan hjá alivinnuni yvir á skattaborgarar landsins – politiska myndugleikan í hesum landi. Nú mynstra teir av og fara í land, og bíða eftir betri tíðum. 1 – 0 til Astrup og hans- ara menn? Astrup: farvæl og takk fyri lán Hans Birgir Hansen Limur í H.A.F. í Havn Tað er ein andstygd at síggja og uppliva, hvussu ósolidariskir føroyingar eru sum verkfalsbrótarar, ið tóku upp verkfalsrakt ar- beiðir kring landið. Tað er ein veruleiki, at flestu vanligu føroyingar - ófaklærd, faklærd - eru á arbeiðsgevarans síðu, og landsstýri, løgting og yvir- vøldin og vøldir í dag. Tað er nógv fyri at síggja og uppliva, hvussu einstátta fyriskipaður heimurin og mannaættin og føroyingar eru blivnir við stættar- og lønarmuni. Tað er ein andstygd at síggja og uppliva, hvussu skitin vápn vóru nýgg undir vakfallinum hesar fýra vikurnar, mótvegis arbeið- arafeløgunum í Havnini. Tað er eingin sum hevur loyvi at taka upp arbeiðir, størv, arbeiðarafeløgunum og øðrum fakfeløgum, ið ein vil viðgera í lesarabrøv- um í bløðunum. Tað vil siga. Øll tann bíliga arbeiðsmegin, fólka- skúlanæmingar, lesandi føroyingar, lærlingar og til- komin fólk, ið ein viðgerð í lesarabrøvum. Tað eru eisini limir óskiðaði, skipaði av ar- beiðsgevarasíðu, arbeiðara- síðu og øðrum fakfeløgum, ið avdúkaðu seg ósoli- dariskir kring landið. Tað er ikki minst gald- andi øll, ið keyptu inn undir seg neyðsynjarvørur og bensin og olju, hvat, ið vit sóu hesar fýra vikurnar undir verkfallinum. Tað var eingin í merkti nakað hungur og hall kring landið og í Havn/Suður- streymoy, við teimum und- antaksloyvi, arbeiðarafe- løgini góvu. Tað fýra vikur langa verkfallið hevur givið flestu føroyingum nakað at huga sum, at raðfesta og prioritera øðrvísi í tí dagliga húsarhaldinum. Eg fái givið øllum for- stáilsi, innlit, tilvitan, so øll kunnu lesa og síggja tað samanhangandi heildar- skipan, við at avdúka allan upprunan. Tað er avgerandi neyðugt at økja um almennnu kunn- ingina, tí tað verður ikki so lætt at bedraga, snýta, van- liga føroyingar kring land- ið. Eg komi at fylgja við í fjølmiðlunum og í øllum kjaki og fái gjørt mínar viðmerkingar, og fylgt upp alt, hvat ein hevur skriva í lesarabrøvum. Jógvan við Keldu løgtingsmaður ‘Politisku flokkarnir eiga at økja krøvini til flokks- leiðararnar um betri sam- starvsstev bæði í andstøðu og í stjórn. Tá eitt samfelag er við- brekið bæði vinnuliga og politiskt, er umráðandi at leiðarar bæði á politiska- og vinnuliga pallinum duga sær hógv. Politiska samansetingin, liggur í fýra lutum. Tvinnir sosialistiskir- og tvinnir borgarligir flokkar, sum aftur bíta seg upp í tveir sambands- og tveir sjálv- stýrisflokkar og so teir báðar smáu á miðjuni. – Tað í sær sjálvum gevur ikki so fáar stjórnartrupul- leikar. Grundleggjandi vinnan, sum byggir á tilfeingið úr havinum, hevur avgerandi týdning ikki bara fyri sjálv- an landsbúskapin, men er grundarlagið undir, hvussu ráðini verða til sosial -, sjúkrahús-, menta -, undir- vísingar-, ungdómsmál o.o. Alt sanerað uttan komm- unurnar og flestu sethúsini Føroyskar vinnulívsfyri- tøkur uppliva á sama hátt sum fyritøkur í altjóðahøpi, upp- og niðurgongdir. Søg- an hevur víst tað, og prógv verða ivaleyst eisini fyri tí í framtíðini. Eftir kreppuna fyrst í nítiárunum vórða hending- ar í samfelagnum, sum høvdu grundleggjandi broytingar við sær, eitt nú at flestu fiskavirkini vórðu savnað í eina fyritøku, Føroya Fiskavirking, bank- arnar, sum tá vóru tríggir í tali, endaðu sum ein banki, Føroya Banki. Framtaks- grunnurin varð stovnsettur. – Sparikassarnir og Húsa- lánsgrunnurin hildu fram undir somu skipan sum áður. Vinnulívið, Landskassin og Bankarnir fingu eina vala sanering. Kommun- urnar kláraðu seg sjálvar. Tær fáu kommunur, sum ikki kláraðu seg, fingu styrk frá hinum kommun- unum. – Sethúsamarknað- urin kláraði seg sjálvan í allarflestu førum. Vit vita eisini, at bæði Atlantic Airways og Smyril Line, fingu styrk úr landskassanum í síni tíð, og tað hevur tíbetur gingið higartil. Hesin háttur hevur ikki bert verið framdurí Føroyum, men so gott sum í øllum tí kapitalistiska heiminum. – Sosialistisku londini hava brúkt eina aðra framferð, sum tíverri hevði syndarligar avleiðingar. Borgarans peningur til vælveru Okkara samfelasskipan er løgd soleiðis til rættis, at øll eru saman um at gjalda til felags kassa, land og kommunu, skatt, toll og onnur avgjøld. – Síðani verður goldin skattur av eini krónu, ikki bert eina ferð, men tvær, tríggjar- og enntá fýra ferðir. Borgarar okkara eru samfelt samdir um, at hesi gjøld ikki eru í lægra lagi. Hesin peningur skal nýt- ast soleiðis, at góður karm- ur verður at virka og vinna í, tað verið seg í samband við havnaútbyggingar, sam- ferðslukervið, umistingar, sosialar- og sjúkra- húsveitingar, undirvísingar, mentanarmenning o.s.fr. Ikki bíða ov leingi At landskassin í samband við kreppuna fyrst í nítiár- unum ognaði sær flestu Fiskavirkini, bankan o.a. av serligum orsøkum, eigur ikki at vera nøkur staðfest- ing av, at so skal verða í framtíðini. At føroysku kommunur stovnaðu og eiga elfelagið SEV, og aðrar kommunur, ið høvdu el-veiting áðrenn, fóru upp í – hetta var bert ein nátúrlig menning tá - eigur heldur ikki at vera ein staðfesting av, at nýggjur íleggjari ikki kann keypa elfelagið, so kommunurnar fáa pening til at økja um vælveru hjá borgarunum. Tað ræður eisini um at selja, meðan fyritøkurnar eru væl fyri, meðan sum mest kann fáast fyri tær. Formaður Javnaðar- floksins í so grunnur Í Sosialinum 8. juli vísir formaður Javnaðarfloksins sína ónøgd við royndir selja ella einskilja fyritøkur, sum landið hevur ognarrættin í. Eg eri samdur við honum í, at fiskatilfeingið á sjónum er dýrur skattur, sum vit eiga at ansað væl eftir. Hinvegin, eri eg ikki samdur við honum í, at út- lendskur kapitalur ikki kann verða við til at menna føroysku vinnuna ser- stakliga á landi. Um rætt verður atborið, kann her bæði fáast kapitalur, marknaðaratgongd og management. Dømið hann tekur úr Vági, er sjálvandi nakað, sum altíð kann fyrikoma. Vandi er í hvørji vælferð. Tó so grunn eiga vit ikki at vera, at um hetta miseydn- aðist, at so skulu vit halda okkum burtur frá út- lendskum kapitali. Neyðugt er altíð at vera á varhaldi Eg eri heldur ikki samdur við honum, at vit skulu bíða við at selja frá og ein- skilja, nú fyritøkurnar eru góðar og sunnar. Tær eiga at verða seldar, tá sum mest fæst fyri tær. Tað ber heldur ikki til at siga, at: "Føroya banki var privatur og fór á heysin – nú er hann almennur og gongur væl og hevur kastað hópin av peningi til lands- kassan", tí skal hann ikki seljast. Privata vinnan verið góð fyri Føroyar Vit skulu minnast til, at Føroya Banki virkaði hóast alt sum privatur síðani 1906. Sjóvinnubankin hev- ur virkað síðani 1935, hev- ur havt síni sveiggj í tráð við upp og niðurgangandi føroyska konjunkturin. – Minst til, at 10 ár er lutvíst stutt tíð, her kann nógv henda. Hann letur sum um, at alt virkar so væl, sum er á almennum hondum, meðan sett verður niður á tað, sum privatir hava gjørt íløgur í. Her fer floksformaðurin skeivur. Eg kann eitt nú vísa til áhugaverdu greinina hjá Jonhardi Mikkelsen í Sosialinum 9. juli. – Sjálv- andi er har ikki talan um nakrar risaupphæddir, men sera áhugaverd grein um nøkur prinsipp. Eitt dømi helst av so mongum øðrum. Floksformenn stóra ábyrgd Tað kundi verið uppá sítt pláss, at floksformenninir tóku støðuna í størri álvara og settu seg niður, brúktu meiri tíð at tosa grund- leggjandi um framtíðina hjá almennu vinnulívsfyri- tøkunum, og gjørdu av, hvussu hesar best kundu verðið einskildar. At teir bert liggja og skjóta hvør eftir øðrum í tílíkum fyri føroyingum viðkomandi málum, tænir ikki Føroya fólki, tí før- oyska vinnulívið og po- litiska skipanin eru bæði sera viðbrekin og torgreidd. Tað gevur onga meining, ikki at royna at finna loysnir. Av tí at Føroyar eru so viðbreknar bæði vinnuliga og politiskt, eigur at kunna verða kravt meiri av okkara flokksleiðarum, enn nú verður gjørt. Umráðandi at einskilja sunnar fyritøkur Ósolidariskir føroyingar C M Y K 11 10