fríggjadagur 11. juli 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 129 • fríggjadagur • 11. juli 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
FS Vágar - HB 2-3 (0-1):
Vágamaður søkti sínar egnu
Tór-Ingar Akselsen
skoraði sigursmálið
ímóti sínum fyrrver-
andi liðfeløgum, tá FS
Vágar og HB brustu
saman í einum sera
spennandi og málrík-
um dysti
1. DEILD
Stefan í Skorini
HB dró longra stráið ímóti
FS Vágum í einum sonnum
gysara í Miðvági miku-
kvøldið, og annan dystin á
rað megnaði HB at hála trý
stig í land, hóast havnar-
menn lógu undir stórum
trýsti frá mótstøðuliðnum.
Tað var útiliðið, sum fekk
betri byrjan og legði seg
framum heilt tíðliga í
dystinum. FS Vágar misti
bóltin á miðvøllinum, og
Rúni Nolsøe sendi Bjarna
Jørgensen avstað í høgru.
Hann rak inn í brotsteigin,
har hann var leysur við mál-
verjanum, og hann skoraði
sítt fyrsta landskappingar-
mál í ár við at senda bóltin
ímillum beinini hjá Jákupi
Joensen til 1-0.
HB spældi betur fyri
steðgin, og móti endanum
av fyrra umfari hevði
útiliðið tamarhald á støðuni
og legði trýst á heimaliðið.
Tað var eitt broytt HB-
lið, sum kom til Vágarnar.
Fleiri leikarar sótu uttanfyri
við skaða og leikbanni.
Hetta hevði við sær, at Eli
Thorsteinsson var fluttur
fram á miðvøllin, og Jan
Dam fekk sín fyrsta dyst frá
byrjan í verjuni.
Bjarni Jørgensen var við
frá byrjan í álopinum sam-
an við Tór-Ingari Akselsen
og Rógva Jacobsen í eini 4-
3-3 uppstilling. Tó var Nicu
Dogaru aftur at síggja á
miðvøllinum, eftir at hann
leingi hevur sitið uttanfyri.
FS Vágar ger bart
Men í seinna hálvleiki
broyttist alt. FS Vágar
hevði nú lotið í ryggin og
legði stórt trýst á HB-
verjuna. Spælið bleiv nú alt
meira flutt oman á HB-
hálvuna, og hetta gav úrslit
nakað inn í seinna hálvleik.
FS Vágar vann eitt frí-
spark úti í høgra borði, sum
leikandi venjarin Jens Erik
Rasmussen legði innfyri.
Har var tann mjávaksni
brasilianarin Clayton So-
ares hægstur og javnaði fyri
FS Vágar.
Hóast vágamenn høvdu
javnað, hildu teir fram við
sínum atsóknum móti HB-
málinum. Tá seinni hálv-
leikur var meira enn hálv-
runnin, fekk FS Vágar
seinna málið.
Bjarni Prior sendi ein
langan bólt úr høgru til
Jens Erik, sum rann ígjøgn-
um verjuna í vinstra borði.
Jens Erik tamdi bóltin og
legði innfyri til Kim Poul-
sen, ið stóð púra leysur
beint frammanfyri málin-
um, og hann hevði lætt við
at leggja heimaliðið fram-
um. Eitt sera vakurt mál, og
rómur og fagnaður var nú
um vøllin í Miðvági.
Deyðbóltar bjargaðu
HB
Gleðin hjá heimaáskoðar-
unum var tó stokkut, tí HB
hevði ikki í kvittanum at
geva skarvin yvir.
HB fekk sítt útjavnandi
mál, eftir at Sjúrður Ellef-
sen hevði framt eitt púra
óneyðugt brot inni í brots-
teiginum. Í einum luftbólti
við Rógva Jacobsen nýtti
hann hondina til hjálpar, og
dómarin peikaði á brots-
sparksblettin. Hetta var ein
sera býtt gerð, tí vandin var
ikki so stórur, at neyðugt
var at nýta hondina. Vága-
menn vildu vera við, at
bólturin var uttanfyri brots-
teigin, tá Sjúrður nýtti
hondina, men hetta metti
dómarin ikki.
Rógvi
skeyt
sjálvur
brotssparkið. Hann sendi
Jákup Joensen annan vegin
og setti síðani bóltin í hina
síðuna.
Tríggjar minuttir seinni
fekk HB sigursmálið, og
lagnunnar speisemi vildi
tað soleiðis, at tað var ein
vágamaður, sum fekk tað
vinnandi málið.
HB fekk eitt fríspark stutt
uttanfyri brotsteigin, sum
Tór-Ingar Akselsen tók sær
av. Hann langaði til, og
skotið fór uppum verju-
garðin og sat dygst uppi við
samankomingina.
Vágamenn fingu sum
vátan vøtt frammaná, tí hó-
ast FS Vágar hevði yvirvág
í seinna hálvleiki, so var tað
kortini HB, sum fór við
sigrinum. Sagt verður úr
Vágunum, at hetta var tað
besta spælið, sum FS Vágar
hevði víst í ár, men úrtøkan
var kortini eingin.
FS Vágar hevur framveg-
is ongan heimdyst vunnið,
og vágamenn tykjast at
vera gandaðir á heimavølli.
Í síðsta dysti ímóti NSÍ
spældi FS Vágar eisini væl
og brendi enntá eitt brots-
spark. Eydnan er eftir øll-
um at døma ikki við teim-
um, tá teir spæla á egnum
vølli.
Eingin ivi er um, at hesin
sigurin hevur stóran týdn-
ing fyri HB, tí teir eru fram-
vegis beint í hølunum á
grannunum úr B36. HB
hevur tveir teir seinastu
dystirnar víst góðar dygdir,
tí hóast liðið ikki hevur
spælt upp til sítt besta, og
nakrir av teimum bestu
hava sitið uttanfyri, so hev-
ur tað eydnast at fáa trý stig
burturúr tveimum sera tor-
førum útidystum í Klaksvík
og Miðvági.
FS Vágar - HB 2-3 (0-1)
0-1: Bjarni Jørgensen
1-1: Clayton Soares
2-1: Kim Poulsen
2-2: Rógvi Jacobsen, br.
2-3: Tór-Ingar Akselsen
FS Vágar: Jákup Joensen -
Bjarni Prior, Jóhannus Jo-
ensen, Albert Ari Thomas-
sen, Vladlens Osipovs -
Jens Erik Rasmussen, Rói
Árting, Ruslan Screlea,
Sjúrður Ellefsen - Clayton
Soares, Kim Poulsen (Birg-
ir Joensen)
HB: Poul Næs Joensen -
Hans á Lag, Jan C. Dam,
Símun Eliasen, Janus Joen-
sen - Eli Thorsteinsson,
Rúni Nolsøe, Nicu Dogaru
- Rógvi Jacobsen, Bjarni
Jørgensen (Páll F. Joensen),
Tór-Ingar Akselsen
Vágamaðurin í HB, Tór-
Ingar Akselsen, fekk
sigursmálið móti endanum
av dystinum móti FS Vágum,
tá hann sendi eitt fríspark
beinleiðis í netið. Ein perla
av einum máli í Miðvági
Savnsmynd
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Tann 16. juli fer hópurin
hjá FS Vágum til Íslands
á venjingarlegu. Ferðin
varar í eina viku, og liðið
skal spæla tveir venjing-
ardystir.
Tann eini verður ímóti
einum samansettum eyka-
og unglingaliði hjá Akur-
eyri, og hin verður ímóti
samansetta liðnum Leift-
ur/Dalvík. Leiftur er liðið,
har Jens Martin Knudsen,
John Petersen, Sámal Jo-
ensen, Uni Arge og Jens
Erik Rasmussen áður
hava spælt. Nú spælir lið-
ið í næstbestu deildini og
hevur lagt saman við
Dalvík.
FS Vágar er í løtuni í
niðurflytingarvanda, og
vágamenn vóna, at hópur-
in verður styrktur av hesi
ferðini, so at liðið kann
savna sær tey neyðugu
stigini eftir summarsteðg-
in.
FS Vágar fer á
venjingarlegu
13
12
Nr. 129 - 11. juli 2003
Í samband við Nord-
vesten-tiltakið, vórðu
norðurlendsk mál
sett í fokus á ráð-
stevnu í skúlanum á
Kambsdali. Á mál-
ráðstevnuni varð
spurt, hvussu við
varðveita norður-
lendsku málini, og
hvussu vit laga málið
til nýggju tíðirnar
NORDVESTEN
Rúna Sivertsen
Í øllum norðanlondum er
eitt týdningarmikið kjak
um ávirkanina av øðrum
málum, serstakliga ensk-
um.
Norðurlendsku máløkini
eru uppá seg smá, meðan
stóra heimsmálið, enskt,
ræður á nógvum økjum.
Luttakararnir í panelin-
um í skúlanum á Kambs-
dali í farnu viku, vóru úr
Føroyum,
Íslandi
og
Noregi, sum øll høvdu inn-
legg til evnið.
Kjakið, sum sjálvsagt var
ætlað á eini slíkari ráð-
stevnu, mátti lúta fyri
klokkuni. Dúgvan var nógv
seinkað henda dagin, og tí
byrjaði ráðstevnan ikki
fyrrenn langt eftir ásettu
tíðina.
Mál er annað enn
"snakk"
Úr Noregi vóru tað Albert
Einarsson og Endre Brun-
stad, ið høvdu orðið.
Albert
Einarsson
er
seniorráðgevi hjá VOX,
sum er ein altjóða miðdepil
fyri innlæring hjá vaksnum.
Í innleggi sínum, sum hann
kallaði, "Mál er ikki bara at
tosa", vísti hann fram eitt
telduforrit, ið nýtt verður til
innflytarar, sum skulu læra
norskt.
Endre Brunstad er dr.art.
í norðurlendskum máli og
arbeiðir á Nordisk Institutt
á universitetinum í Bergen.
Hann er knýttur at gransk-
ingarætlanini, "Den nye
norsken", sum kannar sam-
bandið millum norskt og
onnur
mál,
serstakliga
enskt.
Í innleggi sínum við-
gjørdi hann serliga pur-
ismu. Hann samanbar mál-
økini og viðgjørdi fyri-
munir og vansar við mál-
reinskan.
Hann vísti á, at vansarnir
við reinskan eru fleiri, eitt
nú gerast fólk ótrygg um
egið málbrúk, og band
verður lagt á málsligu
skapanarevnini.
Bei ella bless
Úr Íslandi kom Kristján
Árnason, professari við
Háskóla
Íslands.
Hann
tosaði um normativismu og
purismu, sum hevur eyð-
kent íslendingar í teirra
hugburði til móðurmálið.
Longu í Snorra Edda og
teimum grammatisku rit-
gerðunum finnast viðmerk-
ingar um rætt og skeivt
málbrúk. Rætta málbrúkið
var at finna hjá yrkjarun-
um. Síðani tá hava ís-
lendingar havt tað klassiska
fornsøgu- og yrkjaramálið
sum fyrimynd.
Nú á døgum leggja vit
dent á at varðveita málið
heilt aftur til upprunan,
men
spurningurin
er,
hvussu leingi hetta er sann-
líkt og praktiskt gjørligt.
Ber til at nýta eitt miðaldar-
mál og framvegis halda tað
reint, var ein av spurning-
unum, ið Kristján setti
fram.
Hann vísti á, at meðan
farvælheilsanin, "bei", ikki
verður góðtikin sum ís-
lendskt, verður "bless"
roknað sum seríslendsk.
Men veruleikin er, at bless
eins væl og bei hevur sín
uppruna enskum.
It’s only words
Jógvan í Lon og Jóhan
Hendrik Winter Poulsen
umboðaðu Føroyar á mál-
ráðstevnuni.
Jógvan í Lon kallaði sín
fyrilestur, "Holdning til
engelsk
importord
í
Norden". Fyrilesturin bygdi
á úrslit av meiningakann-
ingum, sum vórðu gjørdar í
málunum í Norðanlondum
í 2002.
Hendan meiningakann-
ing var ein partur av eini
størri málhugburðsætlan,
sum fer fram í løtuni við
heitinum, "Moderne im-
portord i sprogene i Nord-
en".
Stórt spell, at mest
spennandi
parturin
av
fyrilestrinum hjá Jógvani í
Lon, nevniliga samanber-
ingin av úrslitunum úr
Noregi, Íslandi og Føroy-
um, lá eftir, tí tíðin gekk
undan.
Jógvan endaði sín fyri-
lestur skemtiliga við at
spæla eitt brot úr sanginum
hjá bólkinum, Bee Gees,
"It’s only words".
Við hjólhesti av
Velbastað
Tá Jóhan Hendrik Winther
Poulsen fekk orðið, var so
lítil tíð eftir, at hann mátti
lesa sum til marathon. Men
tað gjørdi ikki mun hjá
professaranum, sum hevði
súklað allan vegin av
Velbastað
heilt
inn
á
Kambsdal henda morgun.
Jóhan Hendrik tosaði um
eitt felags norðurlendskt
talumál. Hann segði, at
einaferð í "gráu" fortíðini
hava norðbúgvar helst tos-
að eitt felags lættskilt mál.
Men við tíðini er hendur
ein skilnaður, sum endaði
við ymisku norðurlendsku
málunum.
Hann vísti á, at føroying-
ar við síni klassisku lesi-
úttalu av danska málinum,
hava heldur lættari við at
gera seg skilligar fyri flestu
norðbúgvum.
Hann segði eisini, at
"gøtudanskt" er einasti máti
at syngja kvæðini uppá.
Nýggju krøvini í skúlanum
um "normala" úttalu av
danska málinum, ganga út
yvir rættskrivingina, og ger
málið fremmant mótvegis
hinum norðurlendsku mál-
unum.
At SvF ger danskan tekst
til norðurlendskar filmar,
metir Jóhan Hendrik hevur
eina negativa ávirkan, tá
ræður um at skilja hesi mál.
Professarin heldur, at
serskilta føroyska úttalan
av donskum er ein ment-
anararvur, sum átti at
verðið varðveittur saman
við nútímans úttaluni.
Um 60 fólk vóru
samankomin í skúlanum á
Kambsdali, tá norðurlendsk
mál vórðu sett í fokus
Mynd: Jóhan Heri Joensen
Norðurlendsk mál í fokus
Millum tónleikainnsløgini, sum eisini vóru á skránni, spældi
evnaríki unglingin, Jóhan Hentze
Mynd: Rúna Sivertsen
Ikki allir luttakararnir á ráðstevnuni hildu evnið vera serliga áhugavert. Lítli Glenn úr
Grønlandi fær sær ein lúr, meðan tosað verður um purismu, normativismu og importorð
Mynd: Rúna Sivertsen
C
M
Y
K
12